• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sjúrður konungsson

 

Sjúrður konungsson

 

CCF Ca

TSB E 69

 

1 Ungur kemur maður í hallina inn

bæði fagur og fríður,

men øllum tykir kappin vera

reiður og ikki blíður.

 

2 Sjúrður gongur at borðinum,

sum kongur fyri sat,

hann tekur til bæði øl og mat

og tømir fullgott fat.

 

3 Bragdar kongur til orða tekur,

hann er so vanur við list:

“Eingin foli frægari

tøma mat av disk.”

 

4 Tí svaraði Bragdar kongur

í fyrsta orði tá:

“Tú skalt toga tánir um eld,

royna roysni á!”

 

5 Tað var Sjúrður kongins son,

hann fór at eldi at ganga,

hann sær sær til høgru hond

tvær stórar kempur standa.

 

6 Teir fingu Sjúrði sterkan krók,

var soymdur við rakkar smár,

hann gjørdi tað á skjótari stund,

hann rykti teir báðar á bálið.

 

7 So vankaði í hornakøstum,

teir drukku dreingir í tøl,

tóku upp stórar djórknútur

hilmarin á at føra.

 

8 Sjúrður treiv um djórknútur,

voksin var at tí grimd,

á tí sama kvøldinum

lógu á gólvi fimm.

 

9 Sjúrður treiv um djórknútur,

voksin var at tí hól,

á tí sama kvøldinum

tar lógu á gólvi tólv.

 

10 Á tí sama kvøldinum

har lógu á gólvi tólv,

tað var mær av sonnum sagt,

um kálvan vóð hann blóð.

 

11 So vankaði í hornakøstum,

tað rymur í borgum víða,

Sjúrður og hann Bregin skál

teir skuldu tilsaman hvíla.

 

12 Bregin so til orða tekur:

“Gott er í tær evni.

Hoyr tað, tú hin ungi maður,

hvussu skal eg teg nevna?”

 

13 “Sjúrður ið eg heiti,

óloynt er mítt navn,

Fríðin hevur fóstrað meg,

Tróndans konu barn.”

 

14 Bregin so til orða tekur:

“Vit skulu so giftum stýra,

lat ikki kongin vita tað,

ei hans dreingir dýra!”

 

15 Tórir trøll hann byggir ein heyggj,

troyttur er hann av alvi,

har eru stórar gullkistur,

eitt borð við búnum talvi.

 

16 Seggjar ríða heygin at bróta,

eg sigi tær satt ífrá,

har er alt á morgni grógvið,

um kvøldið kemur royvið á.

 

17 Kongur var riðin undir heyggin fram,

sítt fólk vildi hann kanna,

fann tað undir heyginum deytt

væl fimm hundrað manna.

 

18 So er satt í vørildini,

tann ið lukkast úr teim vanda,

Sjúrður var gingin á jólanátt

fram fyri heyggin at standa.

 

19 Hann tekur upp stórar jarnfestur,

har vóru bornar í heyggj,

hann fyllir í stórar gullkistur

og óttast nú einki fyri dreyga.

 

20 Saman sígur heyggjurin,

tá gjørdist meiri neyð,

Sjúrður sat fastur við jarnfestur,

hann ætlar at tala við dreygan.

 

21 “Hoyr tú, Sjúrður konungsson,

tær skal eg ikki líva,

eg skal teg við mínum svørði

kykan sundur ríva.”

 

22 “Tú skalt meg ei við tínum svørði

kykan sundur ríva,

men fyrst skulu vit roysni royna,

hvat Bentan hon man bíta.”

 

23 “Men vilt tú kistur hiðan føra

heilar til tað rósinvívið,

játta tú mær tað væna vív,

og ansa tínum lívi.”

 

24 Sjúrður so til orða tekur,

tað havi eg at vátta:

“Gev mær lív av heyggi út,

mína skal eg tær játta!”

 

25 Risin so til orða tekur,

heldur á einum talvi:

“Tær gevi eg til morgungávu

borðið við búnum talvi.”

 

26 Risin so til orða tekur,

tað havi eg at inna:

Áttunda náttin hon er nevnd,

tá skulu vit finnast.”

 

27 Sjúrður fór til hallar heim,

*fróur av huga fullur,

honum fylgdi erlan øll,

hon skein við reyðargull.

 

28 Sjúrður gongur í hallina inn,

kastaði talvið á borð

kongur situr í hásæti,

talar ikki eitt orð.

 

29 Kongurin og so hirðin øll

hetta roysni rómar:

“Sá er eingin higar komin

við slíkum sigur og sóma.”

 

30 Sjúrður so til orða tekur,

tað havi eg at velja:

“Eg var staddur í Tóris heyggj,

har læt eg teg selja.

 

31 Eg var staddur í Tóris heyggj

og talaði við Tór hund,

men eingin letur lívið sítt,

fyrr enn komin er á evstu stund.”

 

32 Frúgvin støkk tá grátur upp

av so tungum stríði:

“Fyri slíkar høvdingar

vildi eg latið lívið.”

 

33 Hon tók upp ein silvursaks,

faðir síns kálva hon spretti,

hon tók út tann sigurstein,

men annan læt hon eftir.

 

34 Hon tók upp tann sigurstein,

tað við stórum vanda,

tað er mær av sonnum sagt,

hon fekk hann Sjúrði til handar.

 

35 Nú man at teim stundum líða,

sum risin legði á,

Sjúrður var gingin á heyggin fram,

tað sigist í søgum frá.

 

36 Sjúrður situr á heygginum,

sær hann hesi undur,

sær hann tógva risar berjast,

sum vørildin rivnar sundur.

 

37 “Hoyr tú, Sjúrður konungsson,

tær man eingin granda,

hevur tú fingið ein sigurstein,

tú fá hann mær til handa!”

 

38 “Tú fært ei mín sigurstein,

tí honum fylgir gifta,

uttan tú berst mót Tóra hundi

og høggi mót honum skiftir.”

 

39 “Hoyr tú, Sjúrður konungsson,

tú elv mær ei tann vanda,

at eg skal berjast mót Tóra hundi,

sum einki svørð kann granda.

 

40 Læna tú mær tína  sterku brynju

og svørðið, ið Bentan heitur,

so skal eg berjast mót Tóra hundi,

og eg tær dugnað veiti.”

 

41 Sær hann tógva risar berjast,

troða jørð um kálva,

dvørgamans song í hvørjum hamri,

vørildin tókti skelva.

 

42 Sjúrður trívur um Bentuna,

øll var roðað í blóði,

hann kleyv teirra beggja búkar

av so miklum móði.

 

43 Sjúrður treiv um Bentuna,

tá ið risarnir tóku at halla,

hann setir sítt svørð við hellisdyr,

nú man ríman falla.

 

44 Árla var um morgunin,

áður upp rann sól,

bindur hann upp á gangara sín

gullkisturnar tólv.

 

CCF Ca

TSB E 69

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 352

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 22

 

Heimild: Úr Suðuroy: Poul Johannessen, Poul í Sakarisstovu (1791-1859), Sumba, 1848

 

E 69 Sjúrður konungsson (Man accomplishes difficult tasks in order to gain a bride)

Sjúrður frættir, hvussu vøkur dóttir Bragdar kongs er, og ger av at biðja um hana. Men pápi hennara leggur fleiri torførar setningar á hann. Hann fullger teir.

At enda verður hann biðin at fáa eina spælifjøl frá risanum Tóri. Hann hittir Tór og fær fjølina frá honum. Sjúrður fer aftur til kong og gevur honum fjølina.

Kongsdóttirin gevur Sjúrði ein gandastein, og hann fær ein annan risa at berjast við Tór, tá ið hann lovar honum steinin. Meðan teir berjast, nýtir Sjúrður høvi at drepa báðar risarnar. Frábr.C: Hann tekur gull teirra.

á føroyskum: CCF 88 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019