• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy V Kvørfinns táttur

 

Dvørgamoy V - Kvørfinns tattur

 

CCF 9 C

TSB E 165

 

1 Havið nú stev og stígið á,

meðan eg geingi í dans,

eg kvøði um Virgar Valintsson,

hóvverkini hans.

 

Dagurin líður, náttin kemur,

dimmir á jørð so fríða,

ímorgin saðlum hestar

dyst at ríða.

 

2 Tíðrikur situr á Brattingsborg,

sær hann út so víða:

”Nú lystir meg á heiðinmørk

yvir Birtingsskógv at ríða.”

 

3 Svaraði Virgar Valintsson

í fyrsta orði tá:

“Ríður tú á heiðinmørk,

tú kemur har ikki frá.”

 

4 Út var loystur gangarin,

Tíðrikur skuldi á ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á meðal síðu.

 

5 Hann var prýddur við skarlak

niður á meðal síðu,

heima sat Virgar Valintsson

eina so lítla tíð.

 

6 Heima sat Virgar Valintsson

eina so lítla stund,

síðan saðlar hann gangara sín,

reið á harra síns fund.

 

7 Virgar steig á Skemmings bak

við Mimaring í hendi,

Skemmingur stóð á grønum vølli,

á Birtingsskógv hann rendi.

 

8 Tað var Virgar Valintsson,

á Skemmings bak hann steig,

Skemmingur rendi á Birtingsskógv,

fann kongin aftur á leið.

 

9 Tíðrikur so til orða tekur,

tá hann Virgar kendi:

”Hvor var sá hin dýri drottur,

ið teg higar sendi?”

 

10 Svaraði Virgar Valintsson,

hann sær yvir skógvin fríða:

”Eg vildi ei fra mínum harra sita,

um tær mundi yppast kvíða.”

 

11 Ríða fram yvir Birtingsskóg,

søgur ganga frá,

kongur biður hestar hvíla,

hann lystir at sova gá.

 

12 Løgdu seg undir fagran heyg

eina so lítla stund,

vaknar upp Virgar Valintsson,

hann hoyrir hestadund.

 

13 Lógu teir á Birtingsskógvi,

man meg rætt um minna,

upp vaknar Virgar Valintsson,

hann hoyrir hestar dynja.

 

14 Virgar leyp á Skemmings bak,

hann vítt um vegir sá,

sær hann ein so miklan mann

at ríða har skamt ífrá.

 

15 Virgar situr á Skemmings baki,

á sítt svorð hann lítur:

nú skal royna Mimaring

og vita, hvussu hann bítur.

 

16 Virgar reið á skógvin fram

eina hesta skeið,

møtir hann hesum mikla kappa

har á sínari leið.

 

17 Mælti tað Virgar Valintsson,

hann sá tann mikla mann:

”Hví ríður tú á Birtingsskóg

her í harra míns land?”

 

18 Yvri dregur at Sjúrði unga,

søgur ganga frá,

hann dregur út sín bitra brand

og bjóðst so til at slá.

 

19 Sjúrður brá sínum bitra brandi,

royndi góðar gripir,

Virgar sat á Skemmings baki,

hann loftaði hvorji sipu.

 

20 Tíðrikur vaknar av blundi upp,

hoyrir brandar falla,

trívur hann sítt góða svorð,

hann tekur á Virgar at kalla.

 

21 Óttaðist reysti Tíðrikur kongur,

hann hoyrir brandar syngja,

burtur var Virgar Valintsson

við hesti og Mimaringi.

 

22 Sjúrður høggur ógvuliga,

væl mundi Grammur duga,

flýgur so eldur af Virgars brynju,

sýntist á skóginum luga.

 

23 Tíðrikur leyp á gangara sín,

hann heim av skógi fer,

gloymdi eftir á Birtingsskógi

bæði skjøld og svørð.

 

24 Sjúrður brá sínum bitra brandi,

einki man honum granda,

Skemmingur var sum fuglur í ský,

hann snúðist til ymsa handa.

 

25 Bardust so um nakrar stundir,

bæði troyttir og móðir,

settust so á jørðina niður,

hvørgin var meiri fróur.

 

26 Svaraði Virgar Valintsson,

í víggi hevði staðið:

”Siga skalt tú mær mikli maður,

hvaðan ert tú av frænda ræði?”

 

27 ”Sjúrð so skalt tú nevna meg,

eg sigi tær satt ífra,

næstur manna Hjalprek kongi

Sjúrður situr hjá.

 

28 Grana kalla teir gangara mín

og Gramm mítt blanka svørð,

næstur maður Hjalprek kongi

til guls og ognar eg eri.”

 

29 Svaraði Virgar Valintsson,

hann gevur leiki frest:

”Mimaringur og Skemmingur

teir hava lív mítt loyst.”

 

30 Sjúrður so til orða tekur,

tá ið hann Virgar kendi:

”Hvar er reystur Tíðrikur,

við tær á skógvin rendi?”

 

31 Tað er Virgar Valintsson,

hann letur so orðum greina:

Tíðrikur ríður á Birtingsskóg

við allar sínar sveinar.

 

32 So er í fornum frøði sagt,

ikki er yvir at hylja;

ríða dyst við ókendan mann,

teir sjaldan væl munnu skiljast.

 

33 Tað er Virgar Valintsson,

hann reisir seg upp á teini:

”Vit skulum ríða til hallar heim

at drekka tann mjøðin reina.”

 

34 Svaraði Sjúrður Sigmundarson

í tí sama sinni:

”Vit skulum ríða betur fram

og fleiri roysni vinna.”

 

35 Sjaldan skiljast leikir væl,

eg geri tað ei at loyna,

Sjúrður og Virgar Valintsson

teir mundu hvør annan royna.

 

36 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

Sjúrður og Virgar Valintsson

á heidnar markir ríða.

 

37 Sterkir royna stinnan alv,

fátt kann teimun bella,

hestar loypa, garpar flyta,

jørð um bógvar fellur.

 

38 Hestar loypa, garpar flyta,

svørð og sporar ringja,

grímur stýra, skjøldar skína,

gyltir hjálmar syngja.

 

39 Ríða teir á Birtingsskóg,

glaðir í fyrsta sinni,

tílíkir sóust ikki á fold,

dreingir, leggið í minni.

 

40 Ríða teir yvir Birtingsskóg,

yvir mørk og bleytar mýrur,

sóust ikki tílíkir

at sita til saðla dýra.

 

41 Riðu yvir Birtingsskóg,

sum risar í homrum byggja,

dvørgar klæða fríðan sal,

trøll fyri fótum liggja.

 

42 Síðla var um aftanin,

dagur tók at kvølda,

dregur at tí myrka æli,

úlvar tóku at gella.

 

43 Úlvar tóku at gella hátt,

tað dregur at myrkum æli,

sóu hvørki himmal ei jørð,

og valla stig fyri sali.

 

44 Sóu hvorki himmal ei jørð

og valla stig fyri sali,

ikki høvdu garpar tveir

verið í verri vali.

 

45 Syngja tók í homrum hátt,

risar halgir njóta,

heitan eld við fótum troða,

harðan málm teir bróta.

 

46 Harðir steinar springa úr mold,

jorð við eitri rennur,

dvørgar hamra stórar stengur,

eldur í smiðju brennur.

 

47 Dvørgar hamra stórar stengur,

teir gyltar brandar sleggja,

óttast Virgar Valintsson:

”Betri var heima at liggja.”

 

48 Svaraði Virgar Valintsson:

”Nú er aftur at venda”,

so var svørð í slíðrum heitt,

hann kundi tað ikki henda.

 

49 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann letur so orðum byrja:

“Hoyr tú Virgar Valintsson,

tað skulu ei frægir spyrja.”

 

50 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann heldur á búnum stáli:

”Minni sigist fyri Tíðriks gørpum,

ið dreingir gita á máli.

 

51 Hoyr tað Virgar Valintsson,

vit skulu enn betur ríða,

hoyra fáum vit annan song,

tá ið náttin tekur at líða.”

 

52 Riðu teir eftir skóginum fram,

myrkt var teim fyri eygum,

komu teir at húsi tí,

ið lagt var við gullinum reyða.

 

53 Mælti tá Sjúrður Sigmundarson:

”Úti er ikki at standa,

gista skulum vit her í nátt,

ímorgin beita brandar.”

 

54 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

”vit skulum her inni gista,

Í morgin skulum vit føra heim

alt hvat lív kann lysta.”

 

55 Svaraði Virgar Valintsson,

hann tekur so til at tala:

”Nú skal leggja hjálmar av,

Í morgin hestar saðla.”

 

56 Gingu teir í húsið inn,

tað skein sum gullið reyða,

sóu fyri borði standa

mangar brandar beygar.

 

57 Sóu fyri borði standa

mangar brandar beygar,

sótu fyri moyjar tvær,

tær skína sum gullið reyða.

 

58 Sóu fyri borði standa

mangar brandar bitrar,

sótu fyri moyjar tvær,

bæði vænar og vitrar.

 

59 Sótu inni moyjar tvær,

klæddar í silki smá,

dýrir drykkir á borði stóðu,

søgur ganga frá.

 

60 Sjúrður tók tann dýra drykk,

hann mundi ei mangan biðja,

stillar sótu moyjar tvær,

teim tóktist best at tiga.

 

61 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann letur orðum byrja:

”Hví sitið tit so einar her,

tað er um fyrst at spyrja.”

 

62 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann mælir fyri munni hátt:

”Hvor ræður fyri hesi høll,

og hvar er hann í nátt?”

 

63 Svaraði Virgar Valintsson:

”Vit skulum í borgum byggja,

viljið tit ikki aftur svara,

tit skuluð fyri brondum liggja.”

 

64 Svaraði onnur dvørgamoyjin,

øll í gulli skín:

”Harri ræður fyri hesari borg,

er Kvørfinn, faðir mín.”

 

65 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann var ei drongur ræddur:

”Er tín faðir á skógvi burtur,

ella heima staddur?”

 

66 ”Faðir mín er á skógvi burtur,”

moyjin tekur at telja,

”hvørja nátt við risar berjast,

málm úr homrum man velja.

 

67 Faðir mín er á skógvi burt

við allar sínar sveinar,

hann hvørja nátt við risar berjist,

hann velur málmin reina.”

 

68 Tað er Virgar Valintsson,

hann letur so orðini falla:

”Taka skulum vit moyjar tvær

og flyta heim til halla.”

 

69 Virgar tók tær moyjar tvær,

setur á Skemming fríða,

Sjúrður tók tað besta svørð,

ið dvørgurin hevði smíðað.

 

70 Sjúrður tók tað besta svørð,

sum dvørgurin hevði smíðað,

síðan allar aðrar brandar

støkkir hann av um miðju.

 

71 Sjúrður tók tá gull og silvur,

alt tað ið Grani bar,

skunda teir so síni ferð

av dvørgahøll avstað.

 

72 Ríða teir eftir skóginum fram,

teir spara ei fljótar hestar,

tá skalv bæði leyv og lund,

dagurin tók at bresta.

 

73 Tað lýsir yvir allan skóg,

sólin tekur at branda,

drekar tóku at ýla hátt,

tá ið risar í hallir ganga.

 

74 Kvørfinn kemur av skógvi heim,

sær so miklan vanda,

opnar sær hann hellisdyr

fyri sær at standa.

 

75 Dvørgurin gekk í hellið inn,

einki enn hann sigur,

hann sær fyri borði liggja

brandar støktar um miðju.

 

76 Illa er vorðið í heimanhøll,

burtur er gull og fæ,

hann lítur uttar í moyjarsal,

men onga sær hann har.

 

77 Dvørgurin reikar um fríðu høll,

ilt er honum at eggja:

”nú skal ganga at sterkum stiðja

brandar aftur at sleggja.”

 

78 Dvørgurin leyp um hallargólv,

ei er til góðs at bera:

”Hevndar skulu moyjar tvær

við góðum sømdum vera.

 

79 Dvørgurin leyp av hellinum út,

ilt er skap at eggja,

kyndi eld í steinsmiðju

brandar aftur at sleggja.

 

80 Sjúrður og Virgar Valintsson

heim í garðin fór’,

úti sjálvur Hjalprek kongur

fyri teimun stóð.

 

81 ”Ver vælkomin Sjúrður

heim av hesi ferð,

tú hevir vunnið á heiðinmørk

gull og búgvið svørð.

 

82 Hoyr tað frægi Sjúrður,

siga skalt tú mær:

Hvaðan er hesin mikli kappi,

ið førir har moyjar tvær?”

 

83 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann letur so orðini falla:

”Hetta er Virgar Valintsson,

Tíðriks kappin hin snjalli.

 

84 Hetta er Virgar Valintsson,

ið førir har moyjar tvær,

hann hevur verið á heiðinmørk

í hesari ferð við mær.”

 

85 Tí svaraði Hjalprek kongur,

hann mælir við munni sínum:

”Virgar, gakk at borðinum,

tú drekk bæði mjøð og vín.”

 

86 So var hann av ferðum móður,

søgur ganga av,

níggju nætur í ríkinum

hjá Hjalprek kongi hann svav.

 

87 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

Virgar klæðist fyri síni song,

hann lystir nú heim at ríða.

 

88 Virgar gongur fyri Hjalprek inn,

biður hann dugnað veita:

”Læna mær skútu frá landi út,

moyjar um sund at flyta.”

 

89 Tí svaraði Hjalprek kongur:

”skútu læni eg tær,

ei er ofta Tíðriks kappum

dugnað veitt av mær.

 

90 Tí svaraði Hjalprek kongur:

”Skútu skalt tú fáa,

at flyta yvir Singjarfjørð

dvørgamoyjar báðar.”

 

91 Hann læt sær av lunni draga

eina so gylta skeið,

sigldu yvir um Singjarfjørð

ta hina longu leið.

 

92 Vant hann upp síni silkisegl,

gulli vovin við rond,

strikar ei á bunka niður

fyrr enn við Selgja land.

 

93 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Virgar Valintsson

sínum fótum á land.

 

94 Fyrstur steig Virgar Valintsson

sínum fótum á land,

tók so báðar dvørgamoyjar

og lyfti á hvítan sand.

 

95 Hann fylgdi teim í grøna lund,

kallaðist Singjant há,

hagar flutti hann moyjar tvær

og læt teim borgir slá.

 

96 Virgar læt á Selgjalondum

gyltar borgir gera,

setti har inni moyjar tvær,

tær skuldu silki bera.

 

97 Hann setti har inni moyjar tvær,

tær skuldu silki verka,

síðan fór Virgar Valintsson

aftur til Tíðriks sterka.

 

98 ”Tá níggju vetur á Brattingsborg

fyri gull og drósin dýr

eg kongins merki havi ført,

tá skuluð tit vænta mín.

 

CCF 9 C

TSB E 165

 

Uppruni: V. U. Hammershaimb: ”Færøiske kvæder I”, 1851

 

Útgávur:

1. V. U. Hammershaimb: ”Færøiske kvæder I”, 1851, s. 105

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 307.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 261

Heimild: V. U. Hammershaimb (1819-1909): ”Færøiske kvæder I”, 1851

 

E 165 Kvørfinns táttur (Virgar and Sigurd rob gnome of sword, riches and daughters)

Tíðrikur kongur og Virgar sovna úti í skóginum. Virgar vaknar av ljóðinum frá hestum, ið ríða framvið, hittir ein hermann og fer at berjast við hann. Hvørgin teirra vinnur. Tíðrikur vaknar, verður óttafullur og fer heim aftur.

Virgar varnast, at andstøðumaður hansara er Sjúrður. Saman ríða teir av stað og koma til trøllalandið, har ið dvørgarnir smíða svørð. Har koma teir fram á tvær dvørgamoyggjar. Virgar fer av stað við teimum báðum dvørgamoyggjunum, meðan Sjúrður hevur tað besta svørðið, hann finnur, uppi á sær og eina rúgvu av silvuri og gulli.

Dvørgurin kemur heim og vil hevna missin. Ímeðan eru Virgar og Sjúrður flýddir til Hjálpreks kongs. Virgar lænir skip og fer til Selgjalands við moyggjunum. Hann byggir teimum gullkastala og letur tær vera har, meðan hann sjálvur fer aftur til Tíðriks kongs.

á føroyskum: CCF 9 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Dvørgamoy fimta”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019