• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skrímslið

 

CCF 90 Ba

TSB E 113

 

1 Tað var um ein halgan dag,

man meg rætt um minna,

bóndin fór á skógvin burt

epli og aldin finna.

 

Vinturin líður, summarið kemur,

jørðin gerst so blíða,

grør so fagurt aldin undir líða.

 

2 Tað dregur at tí myrka æli,

sólin líður á fjalli,

bóndin vildi fegin og fúsur

heima verið til halla.

 

3 Tað dregur at tí myrka æli,

dagurin leið at kveldi,

bóndin vildi fegin og fúsur

heima verið í veldi.

 

4 Tað lættir í tað myrka ælið,

lýsir um leið so langa,

bóndin sá á skógnum skrímslið

mikið mót sær ganga.

 

5 Skrímslið kom úr jørðini upp

mikið um Óðins evni,

tigultalv í hendi ber

og beint á bóndan stevnir.

 

6 Búgvið talv í hendi bar

av hvíta elfinbeini,

so vóru teir terningar

av reyðargulli reina.

 

7 Risin so til orða tekur,

ríkur av trølskum alvi:

“Setist niður, søtin mín,

vit leikum títt við talvi!”

 

8 Bóndin svaraði og segði nei:

“Tað man ei so vera,

eg havi ikki lært at leika talv

ella nakra skemtan gera.”

 

9 “Tú manst ljóta at leika talv,”

segði tann tussin harði,

“kosta skal høvur mítt ella títt,

men hvørki góðs ei garðar.”

 

10 Bóndin dvaldist ei leingi tá,

hann fann upp á tey ráð,

hann dregur upp á seg sigurhandskar,

sigur mundi hann fá.

 

11 Bóndin læt tá leika talv,

tóast hann treyður vildi,

so fell teirra fundi at,

at hann fekk sigur í skildri.

 

12 Teir telva títt, teir telva dátt,

hvørki um góðs ei garðar,

risin tapti lív og lund,

høvur og heysin harða.

 

13 “Í talvi hevur tú vunnið meg

og man væl av gávum rósa,

lova nú mær at loysa lív,

sum sjálvur tú vilt kjósa!”

 

14 “Lovi eg tær at loysa lív,

tá flyt mær fram í fyrsta

virtur og vín og *aldinsvín

og alt tað, ið lív kann lysta!

 

15 Tú skalt mær til hallar føra

breiða borg og langa,

bæði við virtur og víngarðar,

alla ævi standa.

 

16 Har skal gólv á grundum vera

av hvítum marmorasteini,

rævur av seigum syprisvið,

veggir av fílabeini.

 

17 Har skal gólv á grundum vera,

tigulstein sum tinna,

takið takt við blýggið blátt,

tað besta sum man kann finna.

 

18 Har skulu seggja seingir síggjast,

gjørdar við gólvið niðri,

bæði við brá og bragdar á,

fullar av penings virði.

 

19 Har skulu seggja seingir síggjast,

av dýrum dúni full,

síðan alt við purpurklæði

og reina reyðargull.

 

20 Har skal kelda kurtalig,

góðan grip skal kalla,

full við dýrar drykkir tá,

vítt um vørild alla.

 

21 Har skal kelda kurtalig

víðar ævir renna,

har skal eingin livandi

til sótt ella sjúkdóm kenna.

 

22 Har skal eingin sjúkur vera,

fyrr enn sjálvur lystir at doy,

ella eg høggi høvur av tær

sum ein hund til hoy.

 

23 Har skal eingin sjúkur vera,

fyrr enn sjálvur lystir at velja,

ella eg høggi høvur av tær

sum ein hund til heljar.

 

24 Har skal bæði matur og drekka

flytast fram at borði!”

Risin vil ikki láta lív,

hann játtar í hvørjum orði.

 

25 Bóndin fagnar brúður blítt,

hann kemur heim á kveldi:

“Vænta man eg virði mítt

vaksa brátt í veldi.”

 

26 Bóndans kona til orða tekur,

tók so sárt at gráta:

“So man skrímslið skiljast við teg,

tú manst lívið láta.”

 

27 Bóndin sovnar alvæl fast,

blítt á brúðar armi,

risin sankar gullið saman

troyttur og tungur av harmi.

 

28 Skrímslið fór bæði um sjógv og sand,

dalir og førslu fjøll,

hann flutti borg í bóndans garð

við góðs og gripum øll.

 

29 Hann mundi honum til hallar føra,

tað var í tað fyrsta,

virtur og vín og *aldinsvín,

alt ið lív kundi lysta.

 

30 Hann mundi honum [til] hallar føra

breiða borg og langa,

bæði við virtur og víngarðar

alla ævi standa.

 

31 Har mundi gólv á grundum vera

av hvítum marmorsteini,

rævur av seigum *syprisvið,

veggir av fílabeini.

 

32 Har mundi gólv á grundum vera,

tigulstein sum tinna,

takið takt við blýggið blátt,

tað besta hann kundi finna.

 

33 Har mundu seggja seingir síggjast,

gjørdar við gólvi niðri,

bæði við brá og bragdar á,

fullar av feniksfiðri.

 

34 Har mundu seggja seingir síggjast,

av dýrum dúni full,

síðan alt við purpurklæði,

reina reyðargull.

 

35 Har mundi kelda kurtalig

vítt um vegir renna,

har mundi eingin livandi

til sótt ei sjúkdóm kenna.

 

36 Har mundi kelda kurtalig,

góðan grip skal kalla,

full við dýrar drykkir tá,

vítt um vørild alla.

 

37 Har mundi bæði matur og drekka

flyta seg fram á borð,

risin vildi ei láta lív,

hann helt væl síni orð.

 

38 Bóndin kemur út árla morgun

glaður for uttan vanda,

hann sær eina stóra borg

for sínum durum standa.

 

39 Bóndin kemur út árla morgun,

sær seg einki á meini,

risin treiv um hansara lær,

hann klóraði hann inn at beini.

 

40 Bóndin kemur út árla morgun

alt for uttan sút,

risin treiv í hansara kvið,

at indrini hingu út.

 

41 Bóndin liggur á grønum vølli,

mestur er hann deyður,

teir studdu hann inn í borgina,

hann kendi tá ei til neyð.

 

42 Bóndin heilsaði brúður blítt,

tá hann kom heim á kveldi,

tað eru kongar tíggju og tólv,

minni hava makt og veldi.

 

43 Bóndin er bæði fegin og blíður,

mildur av gævulíki,

tað eru kongar tíggju ella tólv,

minni hava ráð og ríki.

 

44 Bóndans kona er búgvin við barn,

skrúður og skarlak reyð:

“Eg eri tí rædd av risans ráðum,

hann troyggjar á bóndans deyð.”

 

45 Bóndin hevur alt, ið lív kann lysta,

bæði úti og inni;

troytast man nú tunga mín,

eg skemti ei longur á sinni.

 

Vinturin líður, summarið kemur,

jørðin gerst so blíða,

grør so fagurt aldin undir líða.

 

CCF 90 Ba

TSB E 113

 

Handrit: Hentzasavnið. Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. nr. 4, s. 40.

 

Útgávur:

 . Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011 s. 135

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 369

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 66

 

Heimild: Úr Sandoy: Símun Danielsen (1793-1874), Sandi 1822

 

E 113 Skrímslið (Farmer plays dice with giant and wins wealth)

Ein bóndi er úti í so ringum veðri, at hann sær einki. Tá ið stormurin er hæsaður av, sær hann skrímsl við talvborði undir hondini. Skrímslið krevur, at bóndin leikar við sær, og at teir leggja lívið á. At enda noyðist bóndin at lata sær lynda, teir leika, og bóndin vinnur. Skrímslið vil rinda fyri lív sítt, og bóndin biður um góða heilsu, víngarðar og prýðilig hús. Skrímslið lýkur ynski hansara.

á føroyskum: CCF 90 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019