• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skrímslið

 

CCF 90 Ca

TSB E 113

 

1 Tað var um ein árla morgun,

meg man rætt um minna,

bóndin fór á skógvin burt

epli og aldan at finna.

 

Vinturin líður, summarið kemur,

jørðin gerst so blíða,

grør so fagurt aldan undir líða.

 

2 Tað dregur at tí myrka æli,

sólin líður á fjalli,

bóndin vildi fegin og fúsur

heima vera til halla.

 

3 Tað dregur at tí myrka æli,

dagurin leið at kvøldi,

bóndin vildi fegin og fúsur

heima vera í veldi.

 

4 Tað lýsir í tað myrka ælið,

lýsir um leið so langa,

bóndi sá á skógvin skrímslið

mikið mót sær ganga.

 

5 Skrímslið kom úr jørðini upp,

mikil um Óðins evni,

tigultalv í hendi bar,

og beint á bóndan stevnir.

 

6 Tigultalv í hendi bar

av hvíta elfinbeini,

so vóru teir terningar

av reyðargulli reina.

 

7 Risin so til orða tekur,

ríkur av trølskum alvi:

“Setist niður, søti mín,

vit leikum títt við talvi!”

 

8 Bóndin svaraði og segði nei:

“Tað man ei so vera,

eg havi ikki lært at leika talv

ella nakra skemtan gera.”

 

9 “Tú manst ljóta at leika talv,”

segði tann tussin harði,

“kosta skal høvur mítt ella títt,

hvørki góðs ei garðar.”

 

10 Bóndin stendur á grønum vølli,

hann fann upp á tey ráð,

hann dregur upp sínar sigurshandskar,

sigur vildi hann fá.

 

11 Bóndin læt tá leika talv,

hóast hann treyður vildi,

so fell teirra *fundi á,

at hann fekk *sigur í skildri*.

 

12 Hesir tegnar *telva títt,

hvørki um góðs ei garðar,

risin misti lív og lund,

høvur og heysin harða.

 

13 “Í talvi hevur tú vunnið meg

og man væl av gávum rósa,

lova nú mær at loysa lív,

sum sjálvur tú vilt kjósa!”

 

14 “Lovi eg tær at loysa lív,

tá flyt mær fram í fyrsta

virt og vín og aldansvín,

alt tað, ið lív kann lysta!

 

15 Tú skalt mær til hallar føra

breiða borg og langa,

bæði við virt og víngarðar

alla ævi standa.

 

16 Har skal gólv av grundum vera,

tigulstein sum tinna,

takið takt við blýggið blátt,

tað besta, sum man kann finna.

 

17 Har skal gólv á grundum vera

av hvítum marmorasteini,

rævur av seigum sidrisviði,

veggir av fílabeini.

 

18 Har skulu seggja seingir síggjast,

gjørdar við gólvið niðri,

bæði við blæum og borðum á

og fullar av feniksfiðri.

 

19 Har skulu seggja seingir síggjast,

av svanadúni full,

síðan alt við purpurklæði

og reina reyðargull.

 

20 Har skal kelda kurtalig,

góðan grip skal kalla,

full við dýrar drykkir tá

vítt um vørild alla.

 

21 Har skal kelda kurtalig

so vítt um vegir renna,

har skal eingin livandi

til sút ella sjúkdóm kenna.

 

22 Har skal eingin sjúkur vera,

fyrr enn sjálvur lystir at *doya,

ella eg høggi høvur av tær

sum ein hund til *hoy.

 

23 Har skal eingin sjúkur vera,

fyrr enn sjálvur lystir at velja,

ella eg høggi høvur av tær

sum ein hund til heljar.

 

24 Har skal bæði matur og drekka

flytast fram á borðið”. 

Risin vil ikki láta lív,

hann játtar í hvørjum orði.

 

25 Bóndin fagnar brúður blítt,

hann kemur heim á kvøldi:

“Vænta man eg virði mítt

vaksa brátt í veldi.”

 

26 Bóndans kona til orða tekur,

tók so hart at gráta:

“So man skrímslið skiljast við teg,

tú manst lívið láta.”

 

27 Bóndin sovnar alvæl fast

blítt á brúðararmi,

risin savnar gullið saman

troyttur og tungur av harmi.

 

28 Skrímslið fór bæði um sjógv og sand,

dalir og førslu fjøll,

hann flutti borg í bóndans garð

við góðs og gripum øll.

 

29 Hann mundi honum til hallar føra,

tað var í tað fyrsta,

virt og vín og aldansvín,

alt ið lív kundi lysta.

 

30 Hann mundi honum til hallar føra

breiða borg og langa,

bæði við virtur og víngarðar

alla ævi standa.

 

31 Har mundi gólv av grundum vera,

tigulstein sum tinna,

takið takt við blýggið blátt,

tað besta, hann kundi finna.

 

32 Har mundi gólv á grundum vera

av hvítum marmorasteini,

rævur av seigum sidrisviði,

veggir av fílabeini.

 

33 Har mundu seggja seingir síggjast

gjørdar við gólvið niðri,

bæði við blæum og borðum á

og fullar av feniksfiðri.

 

34 Har mundu seggja seingir síggjast,

av svanadúni full,

síðan alt við purpurklæði

og reina reyðargull.

 

35 Har mundi kelda kurtalig,

góðan grip skal kalla,

full við dýrar drykkir tá

vítt um vørild alla.

 

36 Har skal kelda kurtalig

vítt um viðir renna,

har mundi eingin livandi

til sút ella sjúkdóm kenna.

 

37 Har mundi bæði matur og drekka

flyta seg fram á borð,

risin vildi ei láta lív,

hann helt væl síni orð.

 

38 Bóndin kemur út árla morgun

glaður for uttan vanda,

hann sær eina stóra borg

fyri sínum durum standa.

 

39 Bóndin kemur út árla morgun,

sær seg einki á meini,

risin treiv um hansara lær,

hann klóraði hann inn at beini.

 

40 Bóndin stendur á grønum vølli,

mestur er hann og digur,

teir studdu hann inn í borgina,

hann kendi ei til neyð.

 

41 Bóndin heilsaði brúður blítt,

tá hann kom heim á kvøldi,

tað eru kongar tíggju ella tólv,

minni hava makt og veldi.

 

42 Bóndin er bæði fegin og blíður,

mildur av javnalíki,

tað eru kongar tíggju ella tólv,

minni hava ráð og ríki.

 

43 Bóndans kona er búgvin við barn,

skrúður á skarlak reyð:

“Eg eri tó rædd av risans ráðum,

hann troyggjar á bóndans deyð.”

 

44 Bóndin hevur alt, ið lív kann lysta,

bæði úti og inni;

troyttast man nú tunga mín,

eg skemti ei longur á sinni.

 

Vinturin líður, summarið kemur,

jørðin gerst so blíða,

grør so fagurt aldan undir líða.

 

CCF 90 Ca

TSB E 113

 

Handrit/Útgáva: H. C. Lyngbye, Færøiske Qvæder, 1822,  s. 480.

 

Útgávur:

1. H.C. Lyngbye: Færøiske Qvæder, 1822 s. 480.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 372

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 72

 

Heimild: Úr Streymoy: H.C. Lyngbye (1782-1837).

 

E 113 Skrímslið (Farmer plays dice with giant and wins wealth)

Ein bóndi er úti í so ringum veðri, at hann sær einki. Tá ið stormurin er hæsaður av, sær hann skrímsl við talvborði undir hondini. Skrímslið krevur, at bóndin leikar við sær, og at teir leggja lívið á. At enda noyðist bóndin at lata sær lynda, teir leika, og bóndin vinnur. Skrímslið vil rinda fyri lív sítt, og bóndin biður um góða heilsu, víngarðar og prýðilig hús. Skrímslið lýkur ynski hansara.

á føroyskum: CCF 90 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019