• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skrímslið

 

CCF 90 D

TSB E 113

 

1 Eina veit eg rímuna,

meg man rætt um minna,

bóndin fór á skógvir burt

epli og aldan finna.

 

2 Árla var um morgunin,

sólin skyggir á leið,

bóndin saðlar fríðan fola,

burt á skógvin reið.

 

3 Dimmir av so myrkum æli,

sólin líður á fjalli,

bóndin vildi fegin og fúsur

'gatan veri' valla.

 

4 Sólin tekur á himli lakka,

dagur líður at kvøldi,

bóndin vildi fegin og fúsur

'gatan veri' í veldi.

 

5 Lýsir í tí myrka æli

drúgva leið og langa,

bóndin sá á skógnum burtur

skrímslið mót sær ganga.

 

6 Risin kom úr jørðini upp,

tað lýsir av trølskum evni,

tigultalv í hendi bar,

beint á bóndan stevnir.

 

7 Risin kom úr jørðini upp,

tað lýsir av trølskum alvi:

“Set teg niður, søti mín,

vit leika títt við talvi!”

 

8 Bóndin so til orða tekur:

“Tað er ikki gott at vera,

eg eri ikki lærdur at leika talv

ella nakra skemtan gera.”

 

9 “Set teg niður og telv við meg

hvørki [um] góðs ella garðar,

kosta skal høvur mítt ella títt!”

segði tann tussin harði.

 

10 Bóndin settist at telva talv,

sum søgur gingu frá,

hann dró upp á seg sigurhandskar,

sigur vildi hann fá.

 

11 Bóndin settist at telva talv,

tó hann treyðugt vildi,

so fór teirra yndi at,

at hann fekk sigur í skildi.

 

12 Bóndin settist at telva talv,

tann hin menska mann,

so fór teirra yndi at,

at bóndin talvið vann.

 

13 “Nú hevur tú meg í talvi vunnið,

tað hevur tú at rósa,

gev mær ráð at loysa mítt lív,

so dýra sum tú vilt kjósa!”

 

14 “Tú skalt geva, eg skal hava,

nú beri eg fram tað fyrsta,

virtur og vín og aldan sín

og alt tað, lív kann lysta.

 

15 Tú skalt lata mær borgina seta

breiða og so langa,

bæði við brá og bragdaráð,

og alla ævi standa.

 

16 Tú skalt lata mær gólvið leggja

av tigulsteini sum tinna,

takið takt við blýggið blátt,

tað besta, ið tú kanst finna.

 

17 Tú skalt lata mær gólvið leggja,

*takt av tigulsteini,

takið takt við blýggið blátt,

veggir av fílabeini.

 

18 Her skulu seggja seingir síggjast,

gjørdar við gólvið niðri,

uttan slignar við *syprisviði,

innan fullar av feniksfiðri.

 

19 Her skulu seggja seingir síggjast,

vaksa viður full,

stoppað dýna av feniksfiðri

glógvar sum reyðargull.

 

20 Har skulu seggja stólar síggjast

eftir fornum vanda,

uttan slignir við *syprisviði,

runt um borgina standa.

 

21 Har skal kelda kurtansæl,

góðan grip skal kenna,

bæði við brá og bragdaráð

víða um vegir renna.

 

22 Har skal kelda kurtansæl,

góðan grip skal kalla,

bæði við brá og bragdaráð

víða um vegir allar.

 

23 Har skal eingin sjúkur vera,

uttan sjálvur lystir at selja,

ella høggist títt høvur av,

sum ein hundur til heljar.

 

24 Har skal reiddur matur standa

uppi á silvurborði.”

Risin vildi ei láta lív,

hann játtar í hvørjum orði.

 

25 Nú er alt, ið ynskjast kann,

bæði úti og inni,

ikki troyttist tungan mín,

eg skemti longur á sinni.

 

26 Bóndin fagnar brúður blítt,

hann kemur heim á kvøldi:

“Morgin vænti eg viður vaksnan

hálvan í mínum  veldi.

 

27 Eg havi við skrím á skógnum telvt,

tað havi eg at rósa,

eg gav honum lov at loysa sítt lív,

so dýra sum eg vildi kjósa.”

 

28 Bóndans kona til orða tekur,

tók so sárt at gráta:

“So man skrímslið skiljast við teg,

at tú manst lívið láta.”

 

29 Bóndans kona til orða tekur

av so tungum neyða:

“Eg kvíði fyri, at skrímslarisi

hann troyggjar bóndans deyða.”

 

30 Bóndin er bæði fegin og fúsur,

kátur á brúðararmi,

risin savnar gullið saman

troyttur og móður av harmi.

 

31 Risin fór um sjógv og sand,

vítt um vørild alla,

hann setti borg í bóndans sal

við góðar gripir allar.

 

32 Bóndin kemur út árla morgun,

tóktist vera í vanda,

hann sá eina breiða borg

for hallardurum standa.

 

33 Bóndin hevur fingið, risin hevur givið,

allar ynskir fyrsta,

virtur og vín og aldan sín

og alt tað, ið lív kann lysta.

 

34 Hann mundi honum borgina seta

breiða og so langa,

bæði við brá og bragdaráð

alla ævi standa.

 

35 Hann mundi honum gólvið leggja

av tigulstein sum tinna,

takið var takt við blýggið blátt,

tað besta hann kundi finna.

 

36 Har mundu seggja seingir síggjast,

gjørdar við gólvið niðri,

uttan slignar við *syprisviði,

innan fullar af feniksfiðri.

 

37 Har mundu seggja stólar síggjast

eftir fornum vanda,

uttan slignir við *syprisviði,

runt um borgina standa.

 

38 Har mundi kelda kurtansæl,

góðan grip skal kenna,

bæði við brá og bragdaráð,

og víða um vegir renna.

 

39 Har mundi kelda kurtansæl,

góðan grip skal kalla,

bæði við brá og bragdaráð

víða um vørild alla.

 

40 Har mundi reiddur matur standa

uppi á silvurborði.

Risin vildi ei láta lív,

hann helt væl síni orð.

 

41 Nú er alt tað, ynskjast kann,

bæði úti og inni,

ikki troytist tunga mín,

eg skemti longur á sinni.

 

42 Bóndin er bæði fegin og blíður,

mildur av gævulíki,

tað eru kongar tíggju ella tólv,

mist hava lond og ríki.

 

43 Bóndin er bæði fegin og blíður,

mildur av gævu tá,

tað eru kongar tíggju ella tólv,

mist hava vald og ráð.

 

44 Bóndin leyp so fimur á føtur,

tað var mest av sút,

risin treiv um bóndans kvið,

og indrini reiv hann út.

 

45 Bóndin fall á jørðina niður,

næstum var hann deyður,

teir studdu hann inn í hallarborg,

hann kendi til onga neyð.

 

CCF 90 D

TSB E 113

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [3].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 374

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 78

 

Heimild: Úr Sandoy: Thomas Hansen, Tummas á Trøðini (1782-1867) Skálavík, 1847

 

E 113 Skrímslið (Farmer plays dice with giant and wins wealth)

Ein bóndi er úti í so ringum veðri, at hann sær einki. Tá ið stormurin er hæsaður av, sær hann skrímsl við talvborði undir hondini. Skrímslið krevur, at bóndin leikar við sær, og at teir leggja lívið á. At enda noyðist bóndin at lata sær lynda, teir leika, og bóndin vinnur. Skrímslið vil rinda fyri lív sítt, og bóndin biður um góða heilsu, víngarðar og prýðilig hús. Skrímslið lýkur ynski hansara.

á føroyskum: CCF 90 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019