• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skrímslið

 

CCF 90 E

TSB E 113

 

1 Lystir meg á einum sinni

at skemta úti og inni,

bóndin leingist at skamra borði

tey epli og alt at finna.

 

Nú fellur ríman yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

2 Tað líður at tí myrka æli,

dagurin tók at kvølda,

bóndin vildi fegin og fúsur

vera heima 'o velda'.

 

3 Tað líður at tí myrka æli,

lýsir upp leið so langa,

bóndin *sær á skógum skríða

mikið ímót *sær ganga.

 

4 Bóndin *sær á skógum skríða

mikið Óðinsevni,

sigurtalv í hendi bar

og beint á bóndan stevnir.

 

5 Risin so til orða tekur

við miklum *trøllaalvi:

“Setist niður, søti mín,

vit leikum títt við talvi!”

 

6 Bóndin svaraði og segði nei:

“Ei má tað so vera,

eg havi ikki lært at leika talv

ella nakra skemtan gera.”

 

7 “Tú skalt lítið leika talv,”

segði tá tussurin harði,

“kosta skal tað høvur mítt,

hvørki um góðs, ei garðar.”

 

8 Bóndin stendur og lýðir á,

hugsar seg til ráð:

“Dragi eg pá mín sigurhandska,

sigur skal eg fá.”

 

9 Bóndin stendur og lýðir á,

hugsar í sítt sinni:

“Dragi eg pá mín sigurhandska,

sigur má eg vinna.”

 

10 Bóndin letur leika talv,

tó at hann treyður vildi,

tá fell teirra langi leikur,

hann fekk tó sigur um 'silder'.

 

11 “Nú hevur tú meg í talvi vunnið,

gott hevur tú av at rósa,

lova mær nú at loysa mítt lív,

sjálvur eg vildi kjósa!”

 

12 “Lovi eg tær at loysa títt lív,

tú før mær tað í fyrsta,

bæði vín og víngarðar,

alt, hvat lív kann *lysta!

 

13 Tú skalt mær ta breiðu borg

føra heim til handa,

bæði vín og víngarðar,

sum aldur og ævir standa.

 

14 Bæði vín og víngarðar,

sum aldur og ævir standa,

fái eg ikki tað, tú bjarnarisi,

so sleppur tú ikki úr vanda.

 

15 Har skal eingin sjúkur liggja,

fyrr enn sum sjálvur lystir at velja,

ella høggi eg høvur av tær,

sum ein hund til heljar.

 

16 Har skal eingin sjúkur liggja,

fyrr enn sum sjálvur lystir at doyggja,

ella høggi eg høvur av tær,

sum ein hund til heyggja.

 

17 Har skal eingin sjúkur liggja

fyri alt við miklan vanda,

ella høggi eg høvur av tær,

fellur tú mær ikki til handar.

 

18 Har skal vín og alskyns besta

føra sjálvt á borðið!”

Risin lystir at 'leaa vuiv',

hann játtar í hvørjum orði.

 

19 “Tað tú hevur lovað í loynd,

legg tær væl í minni,

skulu vil skiljast av skógnum brátt,

vit hittast í annað sinni.”

 

20 Bóndin heilsar brúður blítt,

kemur kátur á kveldi:

“Vænti eg tað 'aa vjra'

at 'voer men' vóru í veldi.

 

21 Eg havi við risan av skógnum telvt,

gott havi eg av at rósa,

eg lovaði honum at loysa sítt lív,

sjálvur eg vildi kjósa.”

 

22 Bóndans kona til orða tekur,

sigur sant av gátu:

“Sá man risin at skiljast við teg,

tú mást lívið láta!”

 

23 Bóndin sovnar í síni song

kátur *á brúðar armi,

risin samlar saman í borg

tungur og troyttur av harmi.

 

24 Har mundi hann honum ta breiðu borg

føra heim til handa,

bæði vín og víngarðar,

sum aldur og ævir standa.

 

25 Har mátti man 'leagier' seingir síggja,

vítt um gólvið niður,

tær vóru bornar til hallar heim

fullar av svanafiðri.

 

26 Alt var gólvið í grunda sett

við hvítum marmorsteini,

var væl takt við blýggið blátt

og veggir av fílabeini.

 

27 Har sprakk kelda við heilivág,

í góðum 'grujbi' skal kalla,

drigin av dýrum drykki teim,

so vítt um verðina falla.

 

28 Væl stóð hann for heri og skjøld,

vunnið hevði hann talv,

av so stórum atreiðum,

sum risin flutti hann tá.

 

29 Bóndin so til orða tekur,

fáir finnast slíkir:

“Tað eru kongar tíggju ella tólv,

sum minni hava vald í ríki.”

 

30 Bóndin hevði, hvat lívið lysti,

bæði úti og inni.

Troytkast mær, segði tungan mín,

eg ljóði ikki longur á sinni.

 

Nú fellur ríman yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

CCF 90 E

TSB E 113

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 41, s. 195.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 377

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 84

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi-Hanus (1794-1854) Hattarvík, fyri 1854

 

E 113 Skrímslið (Farmer plays dice with giant and wins wealth)

Ein bóndi er úti í so ringum veðri, at hann sær einki. Tá ið stormurin er hæsaður av, sær hann skrímsl við talvborði undir hondini. Skrímslið krevur, at bóndin leikar við sær, og at teir leggja lívið á. At enda noyðist bóndin at lata sær lynda, teir leika, og bóndin vinnur. Skrímslið vil rinda fyri lív sítt, og bóndin biður um góða heilsu, víngarðar og prýðilig hús. Skrímslið lýkur ynski hansara.

á føroyskum: CCF 90 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019