• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

 

Hildardalsstríð 

 

CCF 91 Ca-I 

Einki TSB-nr. 

 

1 Hevur tú hoyrt frá móður hans,  

sum studdi seg fram á seingir,  

nú skal ríma um fornar kempur,  

sum gitið man verða leingi. 

 

2 Sólin brandar á líðum  

eina morgun snimma,  

Grímur gongur í høgaloft  

sín sæla faðir at finna. 

 

3 Sólin brandar á líðum,  

teir drukku mjøð av skál,  

Grímur gongur í høgaloft  

at finna sín faðir á mál. 

 

4 Grímur stendur for breiða borði, 

smílist undir lín: 

”Eg vil ríða upp á land,  

sæli faðir mín!” 

 

5 Grímur stendur for breiða borði  

eina morgunstund: 

”Eg vil ríða upp á land,  

sum liggur for vestan lund!” 

 

6 Tað var ungi Hildibrandur,  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin  gongur hann  

fyri sína drotning inn. 

 

7 ”Hoyr tað, mín hin sæla drotning,  

eg sigi tær satt ífrá,  

nú vil Grímur sonur vár  

ríða her borgum frá!” 

 

8 Svaraði frúgvin Silkieik  

fyrsta orðið tá: 

”Er tað satt og sanniligt,  

tú ríður borgum frá!” 

 

9 Grímur stendur for breiða borði  

eina morgunstund: 

”Nú lystir meg upp á land,  

sum liggur for vestan lund!” 

 

10 Grímur stendur for breiða borði,  

smílist undir lín: 

”Nú lystir meg upp á land,  

sæla móðir mín!” 

 

11 ”Hoyr tú Grímur, mín sæli son,  

ríður tú upp á landa,  

har býr frúgvin Ingibjørg,  

gongst tú henni til handa!” 

 

12 Grímur leyp á gangaran sín,  

seg frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur 

á heidna manna skóg. 

 

13 Ein kom maður í hallina inn,  

sigur øllum frá: 

”Eg sær mann mót borgum ríða,  

miklan í brynju blá!” 

 

14 Ingibjørg talar til moyggjarnar  

tógvar ella tríggjar: 

”Eg fari meg í grasagarð  

tann hildarmálm at síggja!” 

 

15 Grímur ríður í grasagarð  

við so nýtum orðum,  

heilsaði frúnni Ingibjørg,  

sum kongar gjørdu í forðum. 

 

16 ”Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær í mínum landi,  

sita yvir mítt breiða borð  

og drekka tann mjøð í bland. 

 

17 Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær og mínum monnum,  

sita yvir mítt breiða borð  

og drekka tann mjøð á sonnum!” 

 

18 Drukku mjøð í dagin ein,  

annan og tann triðja,  

noyddist frúnni Ingibjørg  

sínar sakir at siga. 

 

19”Hoyr tú, Grímur Hildibrandsson,  

kanst tú sorgir ráða,  

Geyti hann vá faðir mín  

og raskar brøður báðar? 

 

20 Geyti hann vá faðir mín, 

sigst í hesum tátti,  

gróv hann hann í heyggin niður  

og alt tað gull, hann átti. 

 

21 Eg havi brynjað út fimmti kempur,  

bestu í mínum landi,  

eingin kemur so reystur fram,  

ið Geyta kann bestanda. 

 

22 Eg havi brynjað út fimmti kempur  

við svørð og brynju blá,  

Geyti reið mót øllum teim  

og høgdi teim høvur frá!” 

 

23 Eg havi brynjað av mínum landi  

alt tað valdra liðið,  

Geyti reið teim øllum ímóti  

og høgdi teir allar niður!” 

 

24 Grímur stendur for breiða borði,  

frá man frættast víða: 

”Í morgin, áðrenn sólin rennur,  

eg skal á skógvin ríða!” 

 

25 Grímur leyp á gangaran sín,  

seg frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur  

á heidna manna skóg. 

 

26 Grímur reið á skógvin fram,  

søgur ganga frá,  

hann kom fram á heyggin tann,  

sum hennara faðir lá. 

 

27 Grímur legst á harðan vøll,  

heyggin vildi bróta,  

Geyti hugsar við sjálvum sær,  

tað gull skal hann ei njóta. 

 

28 Geyti reið á skógvin burt,  

satt at siga frá,  

gevur Grími høgg so gott,  

hann undrast sjálvur á. 

 

29 Grímur leyp á gangaran sín,  

var ei seinur til føtur,  

høggur so til Geyta í Loft,  

at valla bíður hann bøtur. 

 

30 Høggur so til Geyta í Loft,  

at valla bíður hann bøtur,  

fimmti vá hann reystar kempur,  

honum fullu for føtur. 

 

31 Fimmti vá hann reystar kempur  

við síni høgru hendi, 

tað var riddarin Geyti í Loft  

aftur av skógnum vendi. 

 

32 Grímur ríður til hallar heim,  

frú Ingibjørg gull at føra,  

so leingi hon hann við eygum sá,  

tá hevði hon hann so keran. 

 

33 ”Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær í mínum landi,  

eingin uttan sjálvur tú  

fyri mínum borgum standa!” 

 

34 Ingibjørg situr í sínum  stóli,  

von er hon og vitur,  

'Cajdur fuun' og fugla dún  

er undir, sum Grímur situr. 

 

35 Ingibjørg situr í sínum  stóli,  

føgur er hon í brún,  

flættað hár á herðum lá  

við silkibond umsnúin. 

 

36 Svaraði riddarin Geyti,  

letur ei ilsku tróta: 

”Ei skal Grímur Hildibrandsson  

tað gull við friðum njóta!” 

 

37 Tað er riddarin Geyti,  

hann tekur til skjøld og svørð,  

hann visti, at Virgar Valintsson  

í gullborgunum er. 

 

38 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

tað er riddarin Geyti, 

í gullborgir hann ríður. 

 

39 Tað var riddarin Geyti,  

heim í garðin fór,  

sum hann Virgar Valintsson  

í gullborgunum stóð. 

 

40 ”Ver vælkomin, Geyti,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

41 ”Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvu minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín!” 

 

42 Geyti so til orða tekur,  

mælir av tungum vanda: 

”Vilt tú koma í Hildardal  

í stríð við mær at standa!” 

 

43 Svaraði Virgar Valintsson,  

væl kann tungu týða: 

”Hvussu er kempan á navni nevnd,  

vit skulu móti stríða?” 

 

44 ”Grím læt kempan kalla seg,  

ið eg kundi ikki vinna,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

móðir er Hildan svinna!” 

 

45 ”Er tað satt og sanniligt,  

móðir er Hildan svinna,  

tað er Grímur Hildarson,  

hann er ikki góður at vinna!” 

 

46 Svaraði Virgar Valintsson,  

væl kann tungu týða: 

”Eg skal koma í Hildardal  

at standa við tær at stríða!” 

 

47 Ríða teir av garði burt,  

halda um dragið svørð,  

teir vistu, at Sjúrður Sigmundarson  

ein avrekskempa er. 

 

48 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

Geyti og Virgar Valintsson  

í Hólmgarðar teir ríða. 

 

49 Tað er Virgar Valintsson,  

heim í garðin fór,  

úti Sjúrður Sigmundarson 

fyri honum stóð. 

 

50 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

væl kann tungu skilja: 

”Hvat eru tykkara ørindi,  

hvat tykjast tit vilja?” 

 

51 Svaraði riddarin Geyti,  

kann væl tungu týða: 

”Vilt tú koma í Hildardal  

at standa við mær í stríð!” 

 

52 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

frá man frættast víða: 

”Hvøssu er kempan á navni nevnd,  

vit skulu móti stríða!” 

 

53 ”Grím læt kempan kalla seg,  

man meg rætt um minna,  

Hildibrandur faðir hans  

og móðir Silkieik svinna!” 

 

54 ”Eitur Hildibrand faðir hans  

og móðir Silkieik svinna,  

so er tað hin ungi Grímur,  

hann er ikki góður at vinna!” 

 

55 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

honum man einki bella: 

”Eg haldi tað einki roysni vera,  

hann til jarðar fella!” 

 

56 Sjúrður klæðist for breiða borði,  

letst í brynju tunga,   

allir fryktaðu Hildibrand,  

men eingin Grím hin unga. 

 

57 Sjúrður tekur sítt skjøld og svørð,  

spjótið í risan skar,  

tí hann fryktaði Hildibrand,  

sum avrekskappi var. 

 

58 Sjúrður bindur hjálm at sær,  

Gestur stóð honum næst, 

ongantíð á ævina 

tá bant hann so fast. 

 

59 Riðu teir av garði burt,  

teir kundu væl brondum stýra,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

avrekskappar fýra. 

 

60 Ríða teir av garði burt,  

hvør undir sínum  merki,  

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

61 Sjúrður talar til Virgar sterka,  

nú man tað so vera: 

”Sent fram harran Tírirant  

tey feigðarbrøv at bera! 

 

62 Sent fram harran Tírirant,  

sent hann upp á land  

hesi somu feigðarbrøv  

Grími at fáa í hand!” 

 

63 Tírirant fór sum snarast var,  

hann goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Grímur sat við borð. 

 

64 ”Sit væl, ungi Grímur,  

kempan tú hin fríða,  

Virgar ríður í Hildardal,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

65 Tírirant stendur for breiða borði,  

heldur um brandin dýra,  

teir ríða nú í Hildardal  

nevndar kempur fýra. 

 

66 Ríða teir í Hildardal,  

hvør undir sínum  merki,  

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

67 Grímur situr for breiða borði,  

heldur um dragið svørð: 

”Eg kenni væl harran Tírirant,  

ein beygatrælur er!” 

 

68 Tírirant sítt svørðið brá,  

ilt var skap at eggja,  

ætlaði Grími banahøgg,  

sítt svørð í hjálmin leggja. 

 

69 Grímur loftaði høgginum,  

hann steig um borðið fram: 

”Bjóð tær ikki vígføri  

ímót tín yvirmann!” 

 

70 Grímur loftaði høgginum,  

tað var honum eingin kvíða,  

Tírirant á gólvið legði,  

tað brotnaðu riv í síðu. 

 

71 ”Ríð teg aftur í Hildardal,  

bið teir heilar bíða, 

í morgin, áðrenn sólin rennur,  

eg skal á skógvin ríða!” 

 

72 Grímur krevur sín sendisvein,  

klæðir hann væl í skrúður: 

”Eg havi teg av øllum roynt,  

at tú hevur verið mær trúur!” 

 

73 Grímur krevur sín sendisvein,  

klæðir hann væl í skreyt: 

”Eg havi roynt teg í mongum brøgdum, 

alramest í treyt. 

 

74 Tú skalt fara í Brandarbý  

eftir fornum vanda,  

bið hann Hildibrand, faðir mín, 

í stríð við mær at standa!” 

 

75 Sveinin fór sum snarast var,  

rætt sum fuglur í ský,  

áðrenn dagur at kvøldi var,  

hann kom í Brandarbý. 

 

76 Sveinin kom í Brandarbý,  

tað var honum eingin treyt,  

hann gekk seg í hallina inn,  

borgir upp hann breyt. 

 

77 ”Ver vælkomin, sendisvein,  

higar nú til mín, 

hvussu lívir Grímur 

heima í borgum sín?” 

 

78 ”Hoyr tú, reystur Hildibrandur,  

eg beri tær boð til handa, 

nú er Grímur sonur tín  

staddur í stórum vanda! 

 

79 Nú er Grímur sonur tín  

staddur í stórum vanda,  

hann biður teg koma í Hildardal  

við sær í stríð at standa!” 

 

80 Út varð loystur gangarin,  

Hildibrand skuldi á ríða,  

hann var prýddur við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

81 Hildibrand leyp í saðilin upp  

yvir leysan loga,  

studdi seg hvørki við skjøld ei svørð  

og ei við saðilbuga. 

 

82 Hildibrand leyp á gangaran sín,  

seg frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur 

á heidna manna skóg. 

 

83 Hildibrand reið av garði burt, 

so er greint fyri mær,  

møttust teir á miðjum skógv  

reystar kempur tvær. 

 

84 Møttust teir á miðjuin skógv,  

nú man tað so vera,  

síðan løgdu teir ráðini,  

hvøssu teir skuldu gera. 

 

85 ”Tú skalt ríða mót Virgari  

og øllum hansara heri,  

síðan aftur mót Geyta í Loft  

og geva honum sár av svørði. 

 

86 Sjálvur skal eg mót Sjúrði ríða  

og øllum hansara liði,  

honum fylgir Nornagestur  

merkismaður við!” 

 

87 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

fóru seg í Hildardal  

at standa í tungum stríði. 

 

88 Riðu saman í Hildardal,  

frá man frættast víða,  

Grímur og Virgar Valintsson  

komu nú fyrst at stríða. 

 

89 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bórust saman. 

 

90 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

troða jørð um kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

vørildin tók at skelva. 

 

91 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

blóð sprakk út av fingri,  

enn var Grímur frægari maður, 

í sínum  høggum tyngri. 

 

92 Grímur brá sín bitra brand  

yvir leysar lundir,  

høggið kom í rúnarklett,  

hann brast í fýra sundur. 

 

93 Høggið kom í rúnarklett,  

øllum tókti undur,  

hestin undan Geyta í Loft  

kleyv hann í herðum sundur. 

 

94 Geyti og Virgar Valintsson  

mundu av skógnum ríða,  

Sjúrður frægi og Hildibrandur  

nú koma teir at stríða. 

 

95 Ógvuligt var at lýða á,  

tá fornir leikir troystu,  

so fullu teir á jørðina niður  

niður frá sínum  hesti. 

 

96 Tá var stríð í Hildardal,  

hvør mót øðrum gekk,  

Sjúrður og hann Hildibrandur  

hvør mót øðrum gekk. 

 

97 Hildibrand brá sín bitra brand  

yvir leysar lundir,  

fyri gingu ringar hans  

rammir og 'ragpir' sundur. 

 

98 Gestur so til orða tekur,  

letur á reiði renna: 

”Nú skal taka Hildibrand,  

hans búk á báli brenna!” 

 

99 Hildibrand brá sín bitra brand,  

ilt var skap at eggja,  

ætlaði Gesti banahøgg,  

sítt svørð í hjálmin leggja. 

 

100 Hildibrand brá sín bitra brand,  

eg geri tað ei at loyna,  

ætlaði Gesti banahøgg,  

sítt svørð í hjálmi royna. 

 

101 Gestur skjýtur ferk á seg,  

hann vendi sínum  hesti á heiði,  

Sjúrður undir høggið kom,  

tá rivnaði brynjan breiða. 

 

102 Hildibrand brá sín bitra brand  

yvir leysar lundir,  

høggið kom á dvørgarheyggj,  

tá rivnaðu grót og grundir. 

 

103 Dvørgurin um svørðið treiv,  

tað í heyggin trykti,  

tá skalv bæði leyv og lund,  

tá hin tað aftur rykti. 

 

104 Dvørgurin stóð á grønum vølli,  

heyggjurin var brotin: 

”Ofta havi eg, Hildibrandur,  

hóttur av tær notið!” 

 

105 Hildibrand tók sín bitra brand,  

reystur blant allar dreingir,  

bardi tann dvørg í heyggin inn,  

sum hann hevði verið leingi. 

 

106 Bogna tók tann bitri brandur,  

klingar yvir rín,  

sjungar so høgt til himmals upp,  

dreingir lótu lív. 

 

107 Sjúrður og Virgar Valintsson  

aftur av skógnum vendu,  

hetta var tað síðsta stríð, 

ið Hildibrand førdi til enda. 

 

108 Hetta var tað síðsta stríð,  

satt at siga frá,  

uttan har á grønum vølli,  

hann sín sonin vá. 

 

109 Uttan hann á grønum vølli  

hann sín sonin vá,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

tá lá hann sjálvur hjá. 

 

110 Síðla var um aftanin,  

ent var hetta stríðið,  

tað er Virgar Valintsson,  

hann aftur í borgir ríður. 

 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 6.  

 

Útgávur:  

1. Jóannes í Króki: “Sandoyarbók I”, s. 36. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1968 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 34. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 179. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Peder Lukassen, Pætur Lukasson (1771-1857), Skálavík 1821. 

 

 

Risin á Blálandi 

 

CCF 91-VI Ca-II 

TSB E 18 

 

1 Virgar ríður í gullborgum  

við gull og vovin tong,  

síðan letur hann brøvum skriva  

eystur yvir lond. 

 

2 Síðan letur hann brøvum skriva  

eystur yvir lond,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

tann kempubana í hond. 

 

3 Ásmundur las tey brev so brátt  

av so tungum stríði: 

”Nú skal ríða upp á land 

at taka Grím av lívi!” 

 

4 Ásmundur kemur út árla morgun,  

mælir um sín vilja,  

svørji eg tann eið við mína trúgv,  

nú býr hann seg út at sigla. 

 

5 Ásmundur sigldi av Suðurlondum  

eina morgunstund,  

síðan sigldi hann haðan burt  

inn fyri vestan lund. 

 

6 Sigldi hann inn fyri vestan lund  

eina morgun snimma,  

har lá hann í mánar sjey,  

har kundi hann einki vinna. 

 

7 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

hann sigldi so fyri Ytrar norð  

inn fyri Brandarbý. 

 

8 Ásmundur siglir landanna millum  

avreksverk at vinna,  

kvittaði fram við sjóvarstrond,  

hann ætlaði Grím at finna. 

 

9 Grímur kemur út árla morgun,  

mælir um sín vilja,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

hann býr seg út at sigla. 

 

10 So letur Grímur Hildibrandsson  

síni skipini gera,  

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli vera. 

 

11 Grímur gongur til strandar oman  

við sítt skipalið,  

møtti honum ungi Ásmundur,  

hann búðist ei við frið. 

 

12 Ásmundur so til orða tekur,  

frá man frættast víða: 

”Hoyr tú, Grímur Hildibrandsson,  

eg bjóði tær út at stríða!” 

 

13 Riðu saman á grønum vølli,  

søgur ganga frá,  

Ásmundur leysur úr saðli sprakk,  

opin á vølli lá. 

 

14 Enntá loypur Ásmundur  

yvir saðilbuga,  

riðu saman á øðrum sinni,  

tóktust ei litið duga. 

 

15 Grímur gav so stórt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann til Ásmund,  

hann fell av sínum  hesti. 

 

16 ”Nú hevur tú meg av hesti sligið,  

hetta er fyrsta sinni,  

hoyr tú, Grímur Hildibrandsson,  

eg vænti teg aftur at finna! 

 

17 Nú hevur tú meg av hesti sligið  

og illa við mær farið,  

leggja skalt tú høvur á jørð  

av tann, teg minst um varir!” 

 

18 Grímur snúðist honum frá,  

einki ið hann segði,  

vant hann upp ein hvítan dúk  

og út í havið legði. 

 

19 Ásmundur stendur í grasagarði,  

gull ber seg á hendi,  

ramar ristir hann illgerningar,  

eftir Grími sendi. 

 

20 Reistist upp ein stórur sjógvur,  

breyt á bunkan inn,  

Grímur sat í lyftingini,  

bliknar undir skinn. 

 

21 So var veður á sjónum hart,  

Grímur gekk til stýrið,  

aldan breyt í bæði borð,  

tá bliknaðu dreingir dýrir. 

 

22 So var veður á sjónum hart,  

ódnir mátti kalla,  

so stýrdi hann Grímur ungi,  

hvørgum borði hallar. 

 

23 So var veður á sjónum hart,  

sandur á tiljum breyt,  

so stýrdi hann Grímur ungi,  

alt tað, ið knørrur fleyt. 

 

24 So var veður á sjónum hart,  

aldan reis frá grunni,  

voldi tað illi Ásmundur,  

hann illgerningar kundi. 

 

25 So var veður á sjónum hart,  

náttin tekur at skunda,  

seglini fullu á bunkan niður,  

togini gingu sundur. 

 

26 Drivu teir í havinum  

í so døkkan heim, 

viltust norð í Trøllabotn,  

sum eingin sólin skein. 

 

27 Hann legði inn á eina vág,  

læt so ankar falla,  

fyrst steig Grímur fótum á land  

og síðan heim til hallar. 

 

28 Grímur gekk í hellið inn,  

sær seg um so víða,  

stórur kom risi úr beinki fram,  

letur ivri síga. 

 

29 Tað var Grímur Hildibrandsson,  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv henda Gríma risa  

sundur í lutir tvá. 

 

30 Hann kleyv henda grima risa  

sundur í lutir tvinnar,  

laddi so sína snekkjuna 

við alt tað, hann kundi finna. 

 

31 Laddi hann sína snekkjuna,  

so er komið til mín, 

síðan sigldi Grímur  

haðan heim til sín. 

 

32 Grímur gekk frá strondum niðan  

bæði við gleði og gleim,  

møtti hann einum miklum manni  

mítt á síni leið. 

 

33 Tað er Grímur Hildibrandsson,  

mælir for sínum  munni: 

”Hvat hevur tú, mikla kempa,  

í dag til nýtur vunnið?” 

 

34 ”Ríða dyst og fremja leik,  

roysnisverk at vinna, 

síðan bæði gull og silvur,  

alt tað, ið eg kann finna!” 

 

35 Tað var í tann fyrsta dyst,  

teir lótu saman renna,  

hvørgin sekur úr saðli gekk,  

teir lótu gott alvi kenna. 

 

36 Tað var í tann annan dyst, 

ið teir saman gingu,  

rivnaðu teirra skjøldareimar,  

spjótini gingu sundur. 

 

37 Tað var í tann triðja dystin,  

ið teir ráddust á,  

Grímur leysur úr saðli sprakk,  

á víðum vølli lá. 

 

38 ”Hoyr tað, tú hin mikli maður,  

hvussu skal eg teg nevna!” 

”Kalla meg Sjúrður Sigmundarson, 

ið væl kann dreingjum stevna!” 

 

39 ”Ert tú Sjúrður Sigmundarson,  

eg vil ikki við teg stríða,  

hann er eingin so reystur á fold, 

ið torir tínum brandi bíða. 

 

40 Plaga so allir høviskir sveinar  

at fremja dyst og stríða,  

tær gevi eg nú sigur í hond,  

meg lystir nú heim at ríða. 

 

41 Nú lystir meg til hallar at ríða  

bæði snart og skjótt,  

Ásmundur liggur á Brandarvík,  

eg vænti hans komur brátt!” 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 2, s. 267.  

 

Útgávur:  

1. Jóannes í Króki: “Sandoyarbók I”, s. 41. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1968 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 39. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 193. 

 

Heimild: Peder Lukassen, Pætur Lukasson (1771-1857), Skálavík 1821. 

 

E 18 Risin á Blálandi (Grímur Hildibrandsson defeats Ásmundur and kills a giant but gives up in fight with Sjúrður)

Ásmundur leggur til brots at drepa Grím Hildibrandsson. Grímur gevur Ásmundi eitt sip, so hann fer sendandi av hesti sínum, og heldur síðani til havs.

Við gandi øsir Ásmundur sjógvin, og Grímur rekur fyri vág og vind, til hann at enda leggur at landi hjá trøllunum. Hann drepur ein risa, rænir dýrgripir úr hellinum og ætlar sær heimaftur.

Hann møtir hermanni, og teir berjast, til hann verður tveittur úr saðlinum. Tá ið hann varnast, at maðurin er Sjúrður Sigmundarson, gongur stríðshugurin frá honum.

á føroyskum: CCF 91 C Risin á Blálandi (bert á føroyskum). Ein táttur av ”Sniolvs kvæði” C.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019