• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

CCF 91-I Ba-I 

TSB E 131 

 

I. Rana táttur. 

1 Eg veit eina rímuna,  

mælir á tungum vilja,  

um hin unga Hildibrand,  

tá hann reið at gilja. 

 

2 Eg veit eina rímuna,  

gjørd um lond og ríki,  

ryggisleys man verðin standa,  

hvør vil annan svíkja. 

 

3 Ryggisleys man verðin standa,  

hvør vil annan svíkja,  

um hin unga Hildibrand,  

hann ríður úr Gantarvík. 

 

4 Hildibrand setst í gyltan stól,  

klæddur í brynju blá: 

“Hvar vita tit so væna jomfrú,  

mær er sámi at fá?” 

 

5 Sendisvein til orða tekur,  

stóð har skamt ífrá: 

“Ólavs dóttir á Upplondum  

hon er tær sámi at fá. 

 

6 Ólavs dóttir á Upplondum  

er runnin undir ský,  

hagar riðu teir sendimenn  

ígjøgnum grøna líð. 

 

7 Ólavs dóttir á Upplondum  

tað lystiliga sprund,  

hagar riðu teir sendimenn  

ígjøgnum grøna lund. 

 

8 Hon ber ikki bleika brá  

undir sínum  gula hári,  

heldur enn tann fagrasta summarsól, 

ið fagurt skín um várið.” 

 

9 Hildibrand so til orða tekur: 

“Nú er til navns at leita,  

sig mær satt og sanniliga,  

hvøssu man moyggin eita?” 

 

10 “Ólavur eitur hennara faðir,  

Ingibjørg hennara móðir,  

svinna Silkieik eitur hon sjálv,  

og Sniolvur hennara bróðir.” 

 

11 “Er hon so von og tekkilig,  

sum tú sigur frá,  

hagar streingi eg eiti mítt,  

tað stendst hvat av ið má. 

 

12 Er hon so von og tekkilig,  

sum tú sigur til,  

hagar streingi eg eiti mítt,  

tað stendst hvat av ið vil.” 

 

13 Út varð loystur gangarin  

undir hallarvegg,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á hóvarskegg. 

 

14 Prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu,  

forgyltur var saðilin, 

ið Hildibrand skuldi á ríða. 

 

15 Hildibrand leyp í saðilin upp  

yvir leysan loga,  

studdist ikki við skjøldareimar  

og ikki við saðilbuga. 

 

16 So ríður hann Hildibrandur  

við gyltum lúður í hondum,  

fann upp á eitt hvíldarhús  

mitt í Selgjalondum. 

 

17 Hann fann upp á eitt fagurt hús,  

tað er væl fimtan mílur,  

bant sín hest til fagran múr,  

gekk so sjálvur til hvílu. 

 

18 Hetta frætti Rani  

suður í Ísanslond,  

Ólavs dóttir á Upplondum  

hon er so biðlavond. 

 

19 Út varð loystur gangarin  

undir hallarvegg,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á hóvarskegg. 

 

20 Út varð loystur gangarin,  

ið Rani skuldi á ríða,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

21 Hoyrdi tað frúgvin Silkieik  

inn í sína høll,  

ríður ígjøgnum grøna lund  

Rani, ljóta trøll. 

 

22 Hoyrdi tað frúgvin Silkieik,  

tað lystiliga sprund,  

nú ríður Rani, kempan reyst,  

ígjøgnum grøna lund. 

 

23 Tað var Rani, kempan reyst,  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Ólavur 

fyri honum stóð. 

 

24 Tí svaraði Ólavur,  

mælir á tungum vilja: 

“Hvat eru tíni ørindi,  

og hvat man kempan vilja?”' 

 

25 Rani so til orða tekur,  

ilt er for sanns at dylja: 

“Tað eru míni ørindi  

Silkieik at gilja.” 

 

26 Rani gekk í hallina inn,  

rættir fram ljósan hand: 

“Frúgvin, vilt tú fylgja mær  

suður í Ísansland?” 

 

27 Svaraði frúgvin Silkieik  

fyrsta orðið tá: 

“Eg eri øðrum riddara lovað,  

ið mín stár hugur á.” 

 

28 Rani so til orða tekur  

fyrsta orðið tá: 

“Hvussu eitur tann riddarin,  

ið tín stár hugur á?” 

 

29 Svaraði frúgvin Silkieik,  

bliknar undir kinn: 

“Hvar er Sniolvur, bróðir mín, 

hví kemur hann ikki inn?” 

 

30 Sniolvur gekk í hallina inn,  

sveipar at sær skinn,  

tá sá hann, at Silkieik  

hon bar bleika kinn. 

 

31 Svaraði frúgvin Silkieik,  

frá man frættast víða: 

“Ert tú lærdur at ríða dyst,  

á leikvøllum at stríða?” 

 

32 Sniolvur stendur á hallargólvi  

í ringabrynju fríða: 

“Hoyr tú, Rani, kempan reyst,  

eg bjóði tær út at stríða!” 

 

33 Ólavur so til orða tekur,  

á borgini hevur hann ráð: 

“Tú fert ei av hallini út,  

tað stendst hvat av ið má.” 

 

34 Ólavur so til orða tekur,  

á borgini hevur hann valdið: 

“Tú fert ei av hallini út,  

tú ert for ungur á aldri.” 

 

35 Árla var um morgunin,  

sólin skín so víða,  

tað var hin ungi Hildibrandur,  

býr seg út at ríða. 

 

36 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

býr seg út at ríða,  

hann kom niður á Upplondum,  

sum vegir liggja víða. 

 

37 Ein kom maður í hallina inn,  

sigur teim øllum frá: 

“Eg síggi mann á borgum ríða,  

miklan í brynju blá.” 

 

38 Ein kom maður í hallina inn,  

eingin ið hann kendi,  

gyltan hjálm á høvdi bar,  

eitt dragið svørð í hendi. 

 

39 Hildibrandur gekk at borðinum,  

rættir fram ljósan hand: 

“Frúgvin, vilt tú fylgja mær  

yvir Selgjaland?” 

 

40 Svaraði Rani, kempan reyst,  

fyrsta orðið tá: 

“Hatta man vera tann riddarin,  

ið tín stár hugur á.” 

 

41 Rani upp frá borði steig,  

gjørdi í eitt svirr,  

allir teir, ið inni vóru,  

hopraðu á hallardyr. 

 

42 Rani upp frá borði steig,  

tað gjørdi hann so brátt,  

allir teir, ið inni vóru,  

hopraðu á hallargátt. 

 

43 Rani upp frá borði steig,  

tann hin menskur mann,  

øvigan tók hann Hildibrand  

á hallargólvið fram. 

 

44 Skikkjan yvir borði hekk,  

blikna tók hin væna,  

Hildibrandur og Rani kempa  

nú ber báðum saman. 

 

45 Kjaftur hans er ógvuligur,  

nasarnar eru langar,  

so eru hansara kjálkabein  

sum fjórðungsvegir at ganga. 

 

46 Árla var um morgunin,  

sólin tekur at branda,  

leggja sínar bardagar  

fram við Upplandi. 

 

47 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

leggja sínar bardagar  

fram við Upplands síðu. 

 

48 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

leggja sínar bardagar  

skamt frá Ólavs høll. 

 

49 Ríða saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

50 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

51 Hildibrand situr á sínum  hesti,  

frá man frættast víða,  

hjálmurin á Rana høvdi  

glógvar sum gullið reyða. 

 

52 Hildibrand situr á sínum  hesti,  

tað er virðin full,  

hjálmurin á Rana høvdi  

glógvar sum reyðargull. 

 

53 Skikkjan yvir høvdi hekk,  

blikna tók hon hátt,  

síðan stríðast kempur tvær  

bæði dag og nátt. 

 

54 Skikkjan yvir høvdi hekk,  

blikna tók hin dýra,  

síðan stríðast kempur tvær  

fult í dagar fýra. 

 

55 Ólavur stendur for hallardurum,  

snúðiliga vendi: 

“Hatta man vera ein mikil kempa,  

so snart ber svørð í hendi.” 

 

56 Ólavur stendur for hallardurum,  

gull ber seg á hand: 

“Hatta er ongum líkari  

enn unga Hildibrand.” 

 

57 Ólavur stendur for hallardurum,  

mælir av tungum belli: 

“Ein gang sá eg Hildibrand,  

hann reið á grønum vølli. 

 

58 Ein gang sá eg Hildibrand,  

han sat á sínum  hesti,  

hann var bæði vænur og vitur,  

gjørdur av góðum treysti.” 

 

59 Hildibrand gav so stórt eitt høgg,  

frálíkur øðrum monnum,  

klývur Rana í Ísanslandi,  

svørðið stóð í tonnum. 

 

60 Ógvuligt var at lýða á,  

tá Hildibrand roynir alvi,  

klývur Rana, ljóta trøll,  

búkin niður í nalva. 

 

61 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv Rana, ljóta trøll,  

sundur í lutir tvá. 

 

62 Hann kleyv Rana, ljóta trøll,  

sundur í lutir tvá,  

svørji eg tann eið við mína trúgv,  

hann opin á vølli lá. 

 

63 Svaraði frúgvin Silkieik  

av so tungari neyð: 

“Sniolvur, ríð á markina út  

at vita, um kempan er deyð!” 

 

64 Andan hevði hann ikki mist,  

hann eyguni sundur brá,  

reiggjaði til av miklum alvi,  

Sniolvi ætlaði hann tá. 

 

65 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

reiggjar svørðið hátt,  

tað var hin ungi Sniolvur,  

hann bar seg undan brátt. 

 

66 Hildibrand liggur á grønum vølli  

eina so lítla stund,  

so leyp hann í saðilin upp  

yvir leysa lund. 

 

67 Hildibrand spennir sín hest við spora, 

letur hann goyst um leypa: 

“Hoyr tað, frúgvin Silkieik,  

fulldýrt mundi eg teg keypa!” 

 

68 Svaraði frúgvin Silkieik  

av so tungum stríði: 

“Fyri ein slíkan høvdinga  

tað vildi eg latið lívið.” 

 

69 Svaraði frúgvin Silkieik,  

smílist undir lín: 

“Var tað við tín vilja gjørt  

at vega bróður mín?” 

 

70 Svaraði ungi Hildibrandur,  

snarliga hann sær vendi: 

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,  

at Sniolv eg ikki kendi.” 

 

71 Fram gekk frúgvin Silkieik,  

rætti hond yvir borð,  

lystiligt var á at lýða 

teirra festnarorð. 

 

72 Fram gekk frúgvin Silkieik,  

rætti fram ljósan hand,  

lystiligt var á at lýða  

teirra festnarband. 

 

73 Festi hann frúnna Silkieik,  

fáar finnast slíkar,  

hana førdi Hildibrandur 

við sær til Brandarvíkar. 

 

74 Hildibrand letur nunnum bjóða  

at drekka við sær um jól,  

síðan seta saman í ring  

upp á ein sorgarstól. 

 

75 “Tit eiga tykkum ein ungan son,  

hann verður so mensk ein mann,  

hann er eingin í Brandarvík, 

ið yvirgongur hann.” 

 

76 Svaraði onnur av nunnunum  

av so góðum treysti: 

“Hann er eingin í Brandarvík,  

við hann situr á hesti.” 

 

77 Svaraði triðja nunnan til: 

“Hann gerst so nýtur drongur,  

hann skal falla for faðir síns svørð,  

sum yvir hans høvdi hongur.” 

 

78 Stóðu upp úr sorgarstóli,  

gingu fram á fold,  

Hildibrand stóð og lýddi á,  

hann sortnaði sum ein mold. 

 

79 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

sveipar at sær skinn,  

so gár hann í høgaloft  

for svinnu Silkieik inn. 

 

80 “Vit eiga okkum ein ungan son,  

hann gerst so nýtur drongur,  

hann skal falla for svørðið tað,  

ið yvir hans høvdi hongur.” 

 

81 “Hoyr tú, mín hin veldigi harri,  

ber for onga sút,  

tak tú gylta bitra brand,  

stoyt í pulvur út!” 

 

82 Svaraði frúgvin Silkieik  

bæði av ilsku og bræði: 

“Hoyr tú, mín hin veldigi harri,  

far eftir mínum ráði!” 

 

83 Ikki vildi Hildibrandur  

svørðið so týna av lívi,  

tí hann hevði í langar stundir  

staðið í tungum stríði. 

 

84 Tí hann hevði um langar stundir  

staðið í tungum stríði, 

við tann gylta, bitra brandi  

vunnið tað væna vívið. 

 

85 Árla var um morgunin,  

sólin tók at troyggja,  

tað var hin ungi Hildibrandur,  

hann sigldi for Heljaroyggjar. 

 

86 Hildibrand sigldi for Heljar norður,  

tað var mest av sút,  

hann tók sín gylta, bitra brand  

og varpar í havið út. 

 

87 Grímur eitur sonur hans,  

tann gæviliga mann,  

síðan reið hann haðan burt,  

hann fór seg upp á land. 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 189 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 11. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 121 

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819. 

 

II. Sniolvs táttur. 

CCF 91-II Ba-II 

TSB E 75 

 

88 Sniolvur býr á Upplondum,  

hans líki kann ikki finnast,  

so lystir honum at stríðast,  

sum leika við streymin stinna. 

 

89 So lystir honum at stríðast,  

sum streymur leikar í á,  

hann er eingin í verðini,  

Sniolv ovurgár. 

 

90 Sniolvur gár for sína móður,  

leggur við hana ráð: 

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

mær er sámi at fá!” 

 

91 Svaraði hansara sæla móðir,  

var ei til tess sein: 

“Mong er von á Upplondum,  

tak tær eina av teim!” 

 

92 “Hoyr tú, mín hin sæla móðir,  

eyka mær ei tann harm,  

hon er eingin á Upplondum,  

sova kann í mín arm! 

 

93 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,  

eyka mær onga kvíðu,  

hon er eingin á Upplondum,  

svevur hjá míni síðu!” 

 

94 Svaraði ungi Sniolvur  

fyrsta orðið tá: 

“Hertugans dóttur í Brunsvík norður  

er mær sámi at fá!” 

 

95 Svaraði hansara sæla móðir,  

mælir á tungum inna: 

“Hertugans dóttur í Brunsvík norður 

ert tú ikki maður at vinna!” 

 

96 Svaraði ungi Sniolvur,  

mælir av tungum bræði: 

“Tó skal eg til Brunsvíkar,  

eg komi ei aftur úr teirri!” 

 

97 So letur hann Sniolvur  

síni skipini gera,  

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli vera. 

 

98 Bræddir voru brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavn og stýri av reyðargulli,  

so var segl í topp. 

 

99 Bræddir vóru brandar,  

borðini vóru blá,  

forgyltir ringar av reyðargulli,  

har skín sólin á. 

 

100 Bræddir vóru brandar,  

borðini vóru ný,  

forgyltir leika veðurringar  

høgt í miðjum ský. 

 

101 Sniolvur letur snekkju smíða,  

dreingir munnu gita,  

av gulli vóru mastrarnar,  

av silvuri vóru bitar. 

 

102 Sniolvur letur snekkju smíða  

høgt upp undir ský,  

av gulli sligin lyftingin,  

hann situr sjálvur í. 

 

103 Vindur hann upp síni silkisegl,  

fáir finnast slíkir,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn á Brunsvík. 

 

104 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin rand,  

strykar ei bunkan niður  

fyrr enn við Brunsland. 

 

105 Vindur hann upp síni silkisegl  

við so nýtum orðum,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn á Brunsvík norður. 

 

106 Smaludrongur í líðum  

goymir smalu og geit: 

“Eg sær skip eftir havi koma,  

havnir vilja leita!” 

 

107 Smaludrongur geitum rekur  

út á grønan vøll,  

síðan akslar kápu blá,  

hann gár í kongins høll. 

 

108 Síðan akslar kápu blá,  

han gár í kongins høll: 

“Eg eri meg á einum luti  

vísari, enn tit eru øll. 

 

109 Eg eri meg á einum luti  

vísari, enn tit eru øll,  

eg sær skip eftir havi koma,  

seglini hvít sum bjøll!” 

 

110 “Sært tú skip eftir havi koma,  

seglini hvít sum lín,  

vera man onkur høvdingur  

at biðja dóttur mína!” 

 

111 Glaður leggur Sniolvur  

inn á Brunsvíks vág,  

hann vil hvørki stryka ei lúta,  

skotini bresta á. 

 

112 Hertugin so til orða tekur,  

heldur á brýndum knívi: 

“Sjúrður, gakk til strandar oman,  

tak teir burt av lívi!” 

 

113 Higar ið tann snekkjan  

kendi fagurt land,  

læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand. 

 

114 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Sniolvur  

við sínum  fótum á land. 

 

115 Fyrstur stígur Sniolvur  

við sínum  fótum á land,  

tá var Sjúrður, hertugans son,  

riðin niður til strand. 

 

116 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

lítur á gyltan brand: 

“Sig mær, frægur, eiti títt,  

og hvar byggir tú land?” 

 

117 “Sniolv skalt tú nevna meg,  

væl í víggi stár,  

Ólavur kongur á Upplondum  

er sannur faðir at mær!” 

 

118 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

kann væl tungu skilja: 

“Hvat eru tíni ørindi,  

og hvat tykist tú vilja?” 

 

119 Svaraði ungi Sniolvur,  

letur so orðum siga: 

“Til tess eri eg higar komin  

tína systur at biðja!” 

 

120 “Ólavur kongur á Upplondum  

var ein kongur í ætt,  

einum manni Sniolvi  

havi eg hoyrt frá sagt!” 

 

121 Sjúrður gekk frá strondum niðan,  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin gongur hann  

fyri hertugan, faðir sín. 

 

122 Hertugin so til orða tekur,  

heldur á brýndum knívi: 

“Hoyr tú, Sjúrður, sonur mín, 

eru teir tiknir av lívi!” 

 

123 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

letur so orðum fúka: 

“Nú er hann komin, riddarin tann,  

tú manst undan lúta!” 

 

124 Tí svaraði hertugin  

bæði følin og nipin: 

“Man ikki Brunsvík móti standa  

einum orlogsskipi!” 

 

125 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

av so tungum stríði: 

“Tú verður tann fyrsti í Brunsvík norður, 

tikin verður av lívi!” 

 

126 Tað er Sjúrður, hertugans son,  

letur so orðum víkja: 

“Nú er hann komin, riddarin tann, 

frú Adalløs fár sín líka!” 

 

127 Gingu teir frá strondum niðan  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

teir settu sín knørr í neystið. 

 

128 Uppi í miðjum grasagarði  

akslar hann síni skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

129 Og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn,  

sum hertugin yvir borði sat 

við monnum hundrað fimm. 

 

130 Sniolvur gekk í hallina inn,  

í forðum var tann siður,  

hann hevur alt í einum orði,  

heilsar og hann biður. 

 

131 Sniolvur stendur á hallargólvi,  

ber fram kvøðju sína: 

“Sit væl, reystur hertugin,  

og gev mær dóttur tína!” 

 

132 Leingi sat hann hertugin,  

hugsaði um tey ráð,  

hvøssu hann skuldi Sniolvi  

eitt hániligt andsvar fá. 

 

133 “Tað er so mangur stoltsriddari,  

Adalløs vildi hava,  

eg læt teir í tornið seta,  

allar av lívi taka. 

 

134 Tað er so mangur stoltsriddari,  

Adalløs vildi fá,  

eg læt teir í tornið seta,  

allar av lívi gá. 

 

135 Tað er so mangur stoltsriddari,  

Adalløs vildi gilja,  

eg læt teir í tornið seta  

ímóti teirra vilja!” 

 

136 Svaraði ungi Sniolvur,  

letur so orðum svara: 

“Tú ert ikki meiri fyri mínum hondum 

enn ein gás at snara!” 

 

137 Tá tóktist hann hertugin  

at vera komin í vanda,  

hann sær hesa miklu kempu  

upp fyri borði standa. 

 

138 Sniolvur gongur á hallargólvi,  

mælir á tungu inni: 

“Sig mær antin nei ella ja,  

eg biði ikki triðja sinni!” 

 

139 Hertugin so til orða tekur,  

sortnar sum ein mold: 

“Gangið eftir frúnni Adalløs  

og leiðið fram á fold!” 

 

140 Hon stóð upp úr gyltum stóli  

við fylgismoyggjar tólv,  

so gekk frúgvin Adalløs  

inn á hallargólv. 

 

141 Frúgvin varð bæði studd og leidd,  

hon inn í hallina gekk,  

fyrst hon Sniolv við eygum sá,  

hon vilja til hann fekk. 

 

142 Svaraði frúgvin Adalløs  

og fyrsta orðið tá: 

“Eg hevði hug á Sniolvi,  

áðrenn eg hann sá!” 

 

143 Svaraði frúgvin Adalløs,  

gull ber seg á hendi: 

“Eg hevði hug á Sniolvi,  

áðrenn eg hann kendi!” 

 

144 Fram gekk frúgvin Adalløs  

rætti hond yvir borð,  

lystiligt var á at lýða  

teirra festnarorð. 

 

145 Fram gekk frúgvin Adalløs  

og rætti fram ljósan hand,  

lystiligt var á at lýða  

teirra festnarband. 

 

146 Silki og so perlur  

var eftir vegnum breitt,  

so varð frúgvin Adalløs  

oman til strandar leidd. 

 

147 Silki og so perlur  

var eftir vegnum prangað,  

ei mátti frúgvin Adalløs  

á berum jørðum ganga. 

 

148 Tað er enn, sum ofta var tá,  

mong er dømin mein,  

hertugin fylgdi síni dóttur  

ytst á flóðarstein. 

 

149 Vindur hann upp síni silkisegl,  

út í havið setti,  

mikil var tann mannamúgva, 

ið stóð á landi eftir. 

 

150 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin rand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Uppland. 

 

151 Millum báðar stavnarnar  

skín so fagur litur,  

sum hon frúgvin Adalløs  

í lyftingini situr. 

 

152 Millum báðar stavnarnar  

brá so fagurt á,  

sum hin ungi Sniolvur  

frúnni stendur hjá. 

 

153 Higar ið tann snekkjan  

kendi fagurt land,  

læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand. 

 

154 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Sniolvur 

sínum  fótum á land. 

 

155 Fyrstur stígur Sniolvur  

sínum  fótum á land,  

og hon frúgvin Adalløs  

undir hans høgru hand. 

 

156 Tók hann frúnna Adalløs,  

lyfti á land við sær: 

“Gud og milda Maria moy  

verði nú við tær!” 

 

157 Silki og so perlur  

var eftir veginum prangað,  

ei mátti frúgvin Adalløs  

á berum jørðum ganga. 

 

158 Silki og so perlur  

var eftir veginum breitt,  

so varð frúgvin Adalløs  

niðan til hallar leidd. 

 

159 Tað var hin ungi Sniolvur,  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin gongur hann  

fyri sína móður inn. 

 

160 Svaraði ungi Sniolvur,  

mælir í fyrsta sinni: 

“Nú er hon komin, frúgvin tann,  

tú segði, eg kundi ikki vinna!” 

 

161 Svaraði hansara sæla móðir,  

hon sá ta brúður bjarta: 

“Góðari stund tá bar eg teg  

fyri mínum hjarta!” 

 

162 Tað var hin ungi Sniolvur,  

tók sær frú at festa,  

snarliga læt til brúdleyps ætla,  

læt ikki longur *fresta. 

 

163 Tað var brúdleyp, ið boðið var,  

ikki mátti tvørra,  

báðum borgum boðið var,  

tólv hundrað av hvørji. 

 

164 Hon var sett á beinkir,  

hann ímillum dreingir,  

reið so mangur hovmann til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

165 Hon var sett á beinkir,  

hann á kallbekk,  

mangur ríkur riddari  

ímillum teirra gekk. 

 

166 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

hirðin var so fegin,  

sum tann fuglur, á viði situr,  

var á ljósum degi. 

 

167 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

Sniolvur og hans vív. 

 

168 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

so er komið til mín, 

síðan fór hvør, sum boðin var,  

haðan heim til sín. 

 

169 Drukkið varð teirra brúdleypið  

bæði við gleði og gaman,  

tað var minst av ævini,  

ið tey vóru saman. 

 

170 Adalløs vaknar á miðjari nátt,  

telur sín dreym so brátt: 

“Undarligt hevur fyri meg borið  

alla hesa nátt. 

 

171 Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli 

við tínar gulmur gjarðar,  

har kom ríðandi riddarin tann,  

hann feldi teg niður til jarðar. 

 

172 Meg droymdi, tá reiðst á grønum vølli, 

bar so tunga trá,  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið høgdi títt høvur frá!” 

 

173 Tað er hin ungi Sniolvur,  

letur so orðum svara: 

“Hann er eingin í verðini,  

ið meg fellir til jarðar!” 

 

174 Svaraði frúgvin Adalløs,  

mælir av tungum inna: 

“Hann er eingin í verðini,  

sín líka kann ikki finna. 

 

175 Hevur tú hoyrt frá móður hans,  

sum vánda gerning kann,  

vænur er hann og vøksturligur,  

Ásmund nevni eg hann!” 

 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 194 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 15. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 132 

 

Heimild: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819. 

 

 

III. Golmars táttur. 

 

CCF 91-II Ba-III 

TSB E 62 

 

 

176 Stoltsmoyggj yvir borði stendur,  

Ásmundi hon sigur: 

“Hildibrand sigldi for Heljar norður, 

har søkti hann svørðið niður!” 

 

177 Árla var um morgunin,  

sólin tók at branda,  

tað var hin ungi Ásmundur,  

hann býst seg út at ganga. 

 

178 Árla var um morgunin,  

sólin skín so víða,  

tað var hin ungi Ásmundur,  

hann býst seg út at ríða. 

 

179 Tað var hin ungi Ásmundur  

hann býst seg út at ríða,  

hann kom niður í Gantarvík,  

sum vegir liggja víða. 

 

180 Hann kom niður í Gantarvík,  

fáur er hans javni,  

har lá hertugin innanfyri,  

Golmar nevndur á navni. 

 

181 Tað var hin ungi Ásmundur,  

heim í garðin fór,  

úti hertugin Golmar  

fyri honum stóð. 

 

182 Svaraði hertugin Golmar,  

hann kann væl tungu skilja: 

“Hvat eru tíni ørindi,  

og hvat man kappin vilja?” 

 

183 Tí svaraði Ásmundur: 

“Ilt er for sanns at dylja,  

tað eru míni ørindi  

Ingibjørg at gilja!” 

 

184 Svaraði hertugin Golmar,  

lítur á brandin bjarta: 

“Tú giljar ikki Ingibjørg,  

fyrr enn brostið er í mær hjartað!” 

 

185 Ásmundur gongur í grasagarði,  

flest øll veit hann skil: 

“Eg skal gilja Ingibjørg,  

eg geri tað, tá eg vil!” 

 

186 Tað var hin ungi Ásmundur,  

inn í hallir fór,  

sum hon frúgvin Ingibjørg  

í glæstriborgum stóð. 

 

187 Svaraði ungi Ásmundur,  

hann mælir um sín vilja: 

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,  

meg lystir teg at gilja!” 

 

188 Svaraði frúgvin Ingibjørg,  

hon stóð í silkiserki: 

“Ikki mást tú, Ásmundur,  

vinna mær níðingsverkið!” 

 

189 Svaraði hertugin Golmar  

enn á hesum sinni: 

“Ikki giljar tú Ingibjørg,  

meðan eg eri inni!” 

 

190 Hann læt Golmar av durum koyra  

við svørð og váknaskildri,  

hann lyfti frúvu í song við sær,  

hann framdi, hvat hann vildi. 

 

191 Golmar græt so møðuliga,  

slíkt var vert at hoyra: 

“Mær tykir tað einki roysni vera  

tann veika av durum koyra!” 

 

192 Ásmundur kemur út árla morgun  

alt for uttan sút: 

“Golmar, vilt tú fylgja mær  

her nakað í havið út!” 

 

193 Svaraði ungi Ásmundur  

í fyrsta orði tá: 

“Golmar, vilt tú fylgja mær  

her nakað londum frá!” 

 

194 Gingu teir til strandar oman,  

vindur blakar í fjøll,  

Golmar fryktar Ásmund,  

tó hann var eitt størri trøll. 

 

195 Gingu teir til strandar oman,  

stigu í lyfting fram,  

Golmar fryktar Ásmund,  

tó hann var ein størri mann. 

 

196 Vundu upp síni silkisegl  

við so nýtum orðum,  

stryka ei á bunkan niður  

fyrr enn við Heljar norður. 

 

197 Svaraði ungi Ásmundur,  

fyrsta orð hann sigur: 

“Hvar var tað, ið Hildibrandur  

søkti svørðið niður?” 

 

198 Svaraði hertugin Golmar,  

fyrsta orð hann sigur: 

“Her var tað, ið Hildibrandur  

søkti svørðið niður!” 

 

199 Ásmundur leyp í havið út,  

leingi kavar hann,  

so kom hann frá grunni upp,  

og einki svørð hann fann. 

 

200 “Vilt tú ikki siga mær,  

hvar ið svørðið liggur,  

harðan skalt tú deyðan tola,  

snart skalt tú hann tiggja!” 

 

201 “Hoyr tú, ungi Ásmundur,  

lat meg ikki doyggja,  

vit skulu sigla hiðan burt  

og betur for Heljaroyggjar!” 

 

202 Vundu teir upp síni silkisegl  

við so nýtum orðum,  

stryka ei á bunkan niður  

fyrr enn við Heljar norður. 

 

203 Tað er hin ungi Ásmundur,  

letur so orðum svara: 

“Hvør eigur hesi bitru vákn,  

fram við grunni fara!” 

 

204 Svaraði hertugin Golmar,  

í annað orð hann sigur: 

“Her var tað, ið Hildibrandur  

søkti svørðið niður!” 

 

205 Svaraði hertugin Golmar  

annað orðið tá: 

“Her søkti hann svørðið niður,  

tá var eg sjálvur hjá!” 

 

206 Ásmundur leyp í havið út,  

lættliga kavar hann,  

so kom hann frá grunni upp,  

nú hann svørðið fann. 

 

207 “Nú havi eg víst tær á brandin tann,  

tú hevur eftir stundað,  

lova mær til landanna  

á Ingibjargar fund. 

 

208 Nú havi eg víst tær á brandin tann,  

leingi hevur staðið til víggja,  

lova mær til landanna 

frú Ingibjørg at síggja!” 

 

209 Tað svaraði Ásmundur,  

lítur seg inn mót oy: 

“Hvat man hasum ljóta trølli  

skilja so væna moy!” 

 

210 Tí svaraði Ásmundur,  

lítur seg inn mót lund: 

“Hvat man hasum ljóta trølli  

skilja so vænt eitt sprund!” 

 

211 Tað var hertugin Golmar,  

ið aftur svaraði honum: 

“Ofta hevur lakur maður  

fingið væna konu!” 

 

212 Tað var hin ungi Ásmundur,  

hevði ei fleiri orð,  

høgdi høvur av Golmari  

og varpar út fyri borð. 

 

213 Vindur hann upp síni silkisegl,  

fáir finnast slíkir,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn á Gantarvík. 

 

214 Higar ið tann snekkjan  

kendi fagurt land,  

læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand. 

 

215 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Ásmundur  

sínum  fótum á land. 

 

216 Fyrstur stígur Ásmundur  

sínum  fótum á land,  

sló hann sínar tjaldbúðir  

skamt frá sjóvarstrand. 

 

217 Ásmundur gekk frá strondum niðan,  

sveipar seg í skinn, 

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

218 Ásmundur gekk at borðinum,  

hann drakk bæði mjøð og vín,  

síðan flutti hann Ingibjørg  

heim í hall til sín. 

 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 200 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 20. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 143 

 

Heimild: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819. 

 

 

IV. Hildibrands táttur. 

 

CCF 91-IV Ba-IV 

TSB E 16 

 

219 Flutti hann frúvu í høll til sín,  

tað mundu flest øll vita,  

síðan sigldi Ásmundur  

fyri Heljaroyggjar ytrar. 

 

220 Ásmundur sigldi av Suðurlondum,  

áður enn upp rann sól,  

síðan sigldi haðan burt  

og inn fyri Fávanspól. 

 

221 Sigldi hann inn fyri Fávanspól,  

ið søgur ganga frá,  

síðan sigldi hann haðan burt  

og inn fyri Singjantá. 

 

222 Svaraði ungi Ásmundur,  

gull ber seg á handa: 

“Hvør eigur hasi fríðu vákn,  

og frammi á borgum standa!” 

 

223 Svaraði ein av hansara monnum,  

gull ber seg á fingur: 

“Fremsta vákn, á borgum stendur,  

tað er Mimmaringur!” 

 

224 Svaraði annar av hansara monnum,  

hann bar gull til merki: 

“Hann býr fyri hasari høll,  

teir kalla Virgar sterka!” 

 

225 Ásmundur stendur á skipabunka,  

mælir á tungu inni: 

“Nú lystir meg til hallar heim,  

Virgar vil eg finna!” 

 

226 Tað var ungi Ásmundur,  

heim í hallir fór,  

burt var svørðið Mimmaringur,  

fremst á borgum stóð. 

 

227 Svaraði ungi Ásmundur,  

leit seg upp til oyggja,  

hann sá yvir borði sitja  

væl hundrada stoltsmoyggja. 

 

228 Tað var ungi Ásmundur,  

skortar ikki fíggja,  

hann fór seg í hallina inn  

til Virgars stoltsinsmoyggjar. 

 

229 Ásmundur stendur á hallargólvi,  

mælir um sín vilja: 

“Eg svørji tann eið við mína trúgv,  

meg lystir til at gilja!” 

 

230 Svaraði ein av stoltsmoyggjunum,  

fáar finnast slíkar: 

“Minnist tú nakað til Ingibjørg,  

tú flutti úr Gantarvík!” 

 

231 Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum, 

høga ber hon krúnu: 

“Tað ið tú bardist mót Torbjørn bøkli, 

væl mundi eg tær dugna!” 

 

232 Svaraði ungi Ásmundur,  

leit millum sína manna: 

“Tað ið tú sigur, tú hjálpti mær,  

tey orð kann eg væl sanna!” 

 

233 Svaraði triðja av stoltsmoyggjunum  

fyrsta orðið tá: 

“Ikki hevði tú svørðið funnið,  

var eg ikki hjá. 

 

234 Tá ið vit fram við grunni fóru,  

dvaldust vit ikki leingi,  

tá setti eg teg á bunkan upp  

við stokk og svørð í fangi!” 

 

235 Svaraði fjórða av stoltsmoyggjunum,  

stóð í hvíta lín: 

“Tá ið tú sodnaði undir brynjuni,  

tá lindraði eg tín pína!” 

 

236 Svaraði ungi Ásmundur,  

tá var hann mestur óður: 

“Hetta rós tað skuldi lagst  

til sjálva mína móður!” 

 

237 Svaraði fimta av stoltsmoyggjunum,  

stóð í kjortil blá: 

“Hoyr tú, ungi Ásmundur,  

tú kom tær hiðan frá!” 

 

238 Svaraði ein av hansara monnum,  

honum fylgdi av breyt: 

“Vart tú her í gullborgum,  

tú komst í tunga treyt!” 

 

239 Svaraði annar av hansara monnum,  

honum á vegin fylgdi: 

“Hevði tú verið her í nátt,  

tú komist í konugildi!” 

 

240 Árla var um morgunin,  

sólin skín so víða,  

tað var hin ungi Ásmundur,  

hann býst seg út at ríða. 

 

241 Tað var hin ungi Ásmundur,  

hann býst seg út at ríða,  

hann komst niður í Brandarvík,  

sum vegir liggja víða. 

 

242 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

gull ber seg á hendur: 

“Hvør eigur handa gullsaðil,  

fremstur á borgum stendur!” 

 

243 Svaraði ein av hansara monnum,  

gull ber seg á hand: 

“Hann býr fyri hesi høll,  

tey kalla hann Hildibrand!” 

 

244 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

“Ber mær boð til Hildibrand,  

bið hann koma og stríða!” 

 

245 Sveinin fór sum snarast var,  

hann goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Hildibrand sat við borð. 

 

246 “Sit væl, reystur Hildibrandur,  

glaður og drekkur vín,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út til sín! 

 

247 Sit væl, ungi Hildibrandur,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á grønum vølli  

og býður tær út at stríða!” 

 

248 Tí svaraði Hildibrandur,  

gull bar seg á handa: 

“Bið hann ríða hiðan burt  

aftur til Selgjalanda!” 

 

249 Sveinin fór sum snarast var  

við svørð og brynju tunga,  

síðan skundar hann ferðina  

aftur til Ásmund unga. 

 

250 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

frá man frættast víða: 

“Hvat segði hann Hildibrandur,  

skuldi hann mót mær stríða!” 

 

251 “Tað svaraði Hildibrandur  

alt for uttan vanda: 

hann bað teg ríða hiðan hurt  

aftur til Selgjalanda!” 

 

252 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

“Ber mær boð til Hildibrand,  

bið hann koma og stríða! 

 

253 Tú skalt bera honum boðini tey,  

hann skal sær korini velja,  

ella eg høggi hans høvur av  

sum ein hund til heljar!” 

 

254 Sveinin fór sum snarast var  

og goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Hildibrand sat við borð. 

 

255 “Sit væl, reystur Hildibrandur,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á grønum vølli  

og býður tær út at stríða! 

 

256 Hann bað meg bera tær boðini tey,  

tú skuldi korini velja,  

ella hann høgdi títt høvur av  

sum ein hund til heljar!” 

 

257 Ivri dregur á Hildibrand,  

hann vá sítt svørð í droyra: 

“Eg man ikki Golmar vera,  

hann læt av durum koyra!” 

 

258 Hildibrand leyp á gangaran sín,  

ið dreingir fullvæl inna,  

møtti honum ungi Ásmundur,  

tá mundu tveir reystir finnast. 

 

259 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

neistar av árni fúka. 

 

260 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langa leið,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

261 Hildibrand gav so vænt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann Ásmund,  

hann svímaði av sínum  hesti. 

 

262 Ásmundur stoyttist á jørðina niður  

undir brynju blá,  

Hildibrand sat á sínum  hesti,  

hann kundi fullvæl sjá. 

 

263 Ásmundur stoyttist í jørðina niður  

undir brynju nýggja, 

Hildibrand sat á sínum  hesti,  

hann kundi hann fullvæl síggja. 

 

264 Ásmundur eftir jørðini krýpur  

skjótari enn nøkur hara,  

Hildibrand vendi sín hest í spring,  

hann skuldi ikki aftur um fara. 

 

265 Ásmundur liggur á grønum vølli  

eina so lítla stund,  

so leyp hann í saðilin upp  

yvir leysa lund. 

 

266 So leyp hann í saðilin upp  

yvir leysa lund,  

síðan læt hann høggini falla  

bæði mong og tung. 

 

267 Hildibrand gav so stórt eitt høgg  

av so miklum móði,  

klývur brynju av Ásmundi,  

hann nakin eftir stóð. 

 

268 Hann klývur av honum skjøldarnar, 

brynjuna hann spretti,  

nakin stendur Ásmundur  

á grønum vølli eftir. 

 

269 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

tykist vera í vanda: 

“Gev mær lov at ríða í dag  

aftur til Selgjalanda!” 

 

270 “Nú havi eg klovið brynju tína,  

tað mundi teg ikki vara,  

brátt manst tú við Sniolvs høvdi  

til Adalløs at fara!” 

 

271 Ásmundur snúðist haðan burt  

bæði við sút og sorg,  

glaður snúðist Hildibrandur  

aftur í sína borg. 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 203 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 22. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 149 

 

Heimild: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819. 

 

V. Virgars  táttur. 

 

CCF 91-V Ba-V 

TSB E 8 

 

 

272 Ásmundur ríður út árla morgun, 

vil eg for ydrum greina,  

smíðaði aftur brynjuna, 

ið gjørd var av silvuri reina. 

 

273 Ásmundur ríður út árla morgun,  

ógvuligur at líta,  

smíddi aftur brynjuna,  

gjørd var av silvuri hvíta. 

 

274 Ásmundur ríður út árla morgun,  

mangt var honum at meini,  

smíddi aftur brynjuna,  

sum gjørd var av fílabeini. 

 

275 Ásmundur ríður út árla morgun  

fram undir rúnarkletti: 

“Tað mundi vera ein mikil kempa,  

mína brynju spretti!” 

 

276 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

hyggur á brandin sín: 

“Nú hevði eg verið sligin í dag,  

var ikki móðir mín!” 

 

277 Árla var um morgunin,  

sól tók fagurt at branda,  

tað var hin ungi Ásmundur,  

hann býst seg út at ganga. 

 

278 Tað er enn, sum ofta er,  

frá man frættast víða,  

hann komst niður á Selgjaland,  

sum vegir liggja víða. 

 

279 Hann komst niður á Selgjaland,  

vil eg for ydrum greina,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

tá var Virgar heima. 

 

280 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

“Ber mær boð til Virgar sterka,  

bið hann koma og stríða!” 

 

281 Sveinin fór sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Virgar sat við borð. 

 

282 “Sit væl, Virgar Valintsson,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út at stríða! 

 

283 Sit væl, Virgar Valintsson,  

eg beri tær boð til handa,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út at ganga!” 

 

284 Svaraði Virgar Valintsson,  

lítur sær upp til oyggja: 

“Eg fari meg í hallina inn  

til mínar stoltsinsmoyggjar!” 

 

285 Svaraði ein av stoltsmoyggjunum  

fyrsta orðið tá: 

“Tú verður sligin í henda dag,  

tað kann eg væl sjá!” 

 

286 Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum, 

skortar ikki fíggja: 

“Tú verður sligin í henda dag,  

tað kann eg væl síggja!” 

 

287 Svaraði Virgar Valintsson,  

í forðum kempa glaður: 

“Meg slær eingin av Skemmings baki 

uttan ein illgerðsmaður!” 

 

288 Tað var mong av stoltsmoyggjunum, 

bar for honum sút,  

tá hann leyp á Skemmings bak  

um hallardyrnar út. 

 

289 Virgar leyp á gangaran sín,  

og dreingir fullvæl inna,  

møtti honum ungi Ásmundur,  

har mundu tveir reystir finnast. 

 

290 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

291 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

292 Virgar reið mót kalssyni  

niðan í grønar lundar,  

tá sá hann, at kalssonur  

hann illgerningar kundi. 

 

293 Teir settu skøft mót saðilbuga,  

so er greint fyri mær,  

sógvu tað allir høviskir sveinar,  

at Virgar sterkari var. 

 

294 Virgar gav so stórt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann til Ásmund,  

hann fell av sínum  hesti. 

 

295 Ásmundur fór í jørðina niður  

undir brynju blá,  

Virgar sat á sínum  hesti,  

hann kundi hann ikki sjá. 

 

296 Ásmundur fór í jørðina niður  

undir brynju nýggja,  

Virgar sat á sínum  hesti,  

hann kundi hann ikki síggja. 

 

297 Men hann kom upp á baki hans,  

nú man tað so verða, 

stakk so Virgar Valintsson  

ímillum rivs og herða. 

 

298 Tað var Virgar Valintsson,  

av dýrum deyða drakk,  

hann bøtti aftur skaðan tann,  

sum Ásmundur hann stakk. 

 

299 Nú er kongurin vorðin óður,  

hann heldur á lokalesti,  

Virgar dreiv í havið út  

á kolsvørtum hesti. 

 

300 Virgar dreiv í havið út,  

maður og hestur í senn,  

hann komst aftur í gullborgir,  

eg meini, hann er har enn. 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 206 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 24. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 155 

 

Heimild: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819. 

 

VI. Ásmundar táttur. 

 

CCF 91-VII Ba-VI 

TSB E 63 

 

301 Árla var um morgunin,  

sólin skín so víða,  

tað var hin illi Ásmundur,  

hann býst seg út at ríða. 

 

302 Tað var ungi Ásmundur,  

han býst seg út at ríða,  

hann kom niður á Upplondum,  

sum vegir liggja víða. 

 

303 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

“Ber mær boð til Sniolv unga,  

bið hann koma og stríða!” 

 

304 Sveinin fór sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Sniolvur sat við borð. 

 

305 “Sit væl, ungi Sniolvur,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

306 Sniolvur brynjar út sínar menn  

við gyltan glavind og spjót,  

Ásmundur er á skógnum burt,  

hann brá teim øllum ímót. 

 

307 Vigið fekk hann allar teir  

við svørð og brynju tunga,  

ein bar livandi boðini  

aftur til Sniolv unga. 

 

308 Gongur hann aftur for Sniolv unga,  

kærar sína neyð: 

“Nú er fallið liðið alt,  

ikki er kempan deyð!” 

 

309 Sniolvur so til orða tekur,  

heldur á brýndum knívi: 

“Lovið mær í stríðið fram  

at taka hann burt av lívi!” 

 

310 Svaraði ein av sveinunum  

fyrsta orðið tá: 

“Tú vinnur einki av hasi kempu,  

tað kann eg væl sjá!” 

 

311 Svaraði annar av sveinunum,  

skortar ikki fíggja: 

“Tú vinnur einki av hasi kempu,  

tað kann eg væl síggja!” 

 

312 Sniolvur leyp á gangaran sín,  

ið dreingir fullvæl inna,  

møtti honum illi Ásmundur,  

tá mundu tveir reystir finnast. 

 

313 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

314 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum svørð á brynju gella. 

 

315 Riðu saman á grønum vølli,  

troða jørð um kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

vørildin tók at skelva. 

 

316 Svaraði ungi Sniolvur,  

kann væl tungu skilja: 

“Hvat eru tíni ørindi,  

hvat man kappin vilja?” 

 

317 Ásmundur so til orða tekur: 

“Ilt er for sanns at dylja,  

tað eru míni ørindi  

Adalløs at gilja!” 

 

318 Svaraði ungi Sniolvur,  

heldur á ringinum bjarta: 

“Tú giljar ikki Adalløs,  

fyrr enn brostið er í mær hjartað!” 

 

319 Sniolvur gav so stórt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann til Ásmund,  

hann svímaði av sínum  hesti. 

 

320 Ásmundur fór í jørðina niður  

undir brynju nýggja,  

Sniolvur sat í tímar seks,  

hann kundi hann ikki síggja. 

 

321 Ásmundur fór í jørðina niður  

undir brynju blá,  

Sniolvur sat í tímar seks,  

hann kundi hann ikki sjá. 

 

322 Tað var hin ungi Ásmundur,  

gjørdi verri veldi,  

hann kom upp á baki hans,  

tann sterka Sniolv feldi. 

 

323 Ein kom maður í hallina inn,  

sigur øllum frá: 

“Eg sær mann mót borgum ríða,  

miklan í brynju blá. 

 

324 Eg sær mann mót borgum ríða  

miklan í brynju blá,  

ongum manni líkari  

enn Sniolvi at sjá!” 

 

325 Svaraði frúgvin Adalløs,  

skortar ikki fíggja: 

“Lovið mær av hallini út,  

latið meg sjálva síggja!” 

 

326 Svaraði frúgvin Adalløs  

fyrsta orðið tá: 

“Hatta er ikki Sniolvur,  

hvørki á brún ei brá!” 

 

327 Svaraði frúgvin Adalløs  

bæði av sút og sorg: 

“Hatta er ikki Sniolvur,  

ið ríður til mína borg!” 

 

328 Svaraði frúgvin Adalløs,  

smílist undir lín: 

“Hatta er ikki Sniolvur,  

ið higar ríður til mín!” 

 

329 Tað var ungi Ásmundur,  

heim í garðin fór,  

úti frúgvin Adalløs  

fyri honum stóð. 

 

330 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

mælir um sín vilja: 

“Hoyr tú, frúgvin Adalløs,  

meg lystir teg at gilja!” 

 

331 Svaraði frúgvin Adalløs,  

tann hin svinna kona: 

“Betur tú vart út í mítt kamar,  

tú skuldi har ei útkomið. 

 

332 Tað var hin illi Ásmundur,  

vendi sín hest til bíggjar,  

tá fekk frúgvin Adalløs  

Sniolvs høvur at síggja. 

 

333 Tað var frúgvin Adalløs,  

tað gjørdi hon tá,  

blóðigar kysti hon varrarnar,  

á grønum vølli lá. 

 

334 Svaraði frúgvin Adalløs,  

fáar finnast slíkar,  

ongan vildi hon ediling lova  

eftir Sniolv ríka. 

 

335 Svaraði frúgvin Adalløs,  

helt á ringinum reyða: 

“Eg vil ongan ediling lova  

eftir Sniolvs deyða!” 

 

336 Svaraði frúgvin Adalløs 

við so lítið veldi: 

“Tað var alt við illgerningar,  

at tú Sniolv feldi!” 

 

337 Svaraði frúgvin Adalløs,  

mælir av tungum inna: 

“Tað var alt við illgerningar,  

tú mundi sigur vinna!” 

 

338 So sára græt frúgvin Adalløs,  

at hjartað mátti bløda,  

lindin sprakk, og hjartað brast  

eftir Sniolvs døda. 

 

339 Hon sprakk av harmi eftir hann,  

tann hin ríka frú,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

tað hendir ongan nú. 

 

340 Hvør sum elskar dyggan drong,  

líkst teim illa á happ,  

lindin tann um Adalløs  

í níggju lutir sprakk. 

 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 208 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 26. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 159 

 

Heimild: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819 

 

 

VII. Gríms  táttur. 

 

CCF 91-VII Ba-VII 

TSB E 36 

 

341 Ásmundur gongur skipa millum,  

heldur sær á gaman,  

hvørt tað skip, ið fyri liggur,  

letur hann hekta saman. 

 

342 Ásmundur gongur skipa millum,  

stígur til so fast,  

hvør tann kempa, fyri var,  

høvur á bunka brast. 

 

343 Ásmundur leyp í havið út  

av so tungari kvíðu: 

“Vita tit nakra kempu til,  

ið nú er eftir á lívi?” 

 

344 Ásmundur kom frá grunni upp,  

hugdi sær til frama,  

tá var navnið snúgvivent,  

tey kalla hann Kappabana. 

 

345 Tað býr ein kempa upp á land,  

søgur ganga frá,  

so lystir honum at stríðast,  

sum streymur leikar í á. 

 

346 So lystir honum at stríðast,  

sum streymur leikar í á,  

hann er eingin í verðini, 

ið Grím torir sjá. 

 

347 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

“Ber mær boð til Grím unga,  

bið hann koma og stríða!” 

 

348 Sveinin fór sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Grímur sat við borð. 

 

349 “Sit væl, ungi Grímur,  

eg beri tær boð til handa,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út at ganga! 

 

350 Sit væl, ungi Grímur,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

351 Svaraði Grímur Hildibrandsson,  

frá man frættast víða: 

“Eg man einki skóna honum,  

tóast hann er ikki fríður.” 

 

352 Sendisvein til orða tekur  

við sínar gulmur gjarðar: 

“Hann hevur vigið tann sterka Sniolv, 

felt hann niður til jarðar.” 

 

353 Grímur tagdi langa stund,  

tað við lítið veldi,  

tá hann hoyrdi orðini tey: 

tann sterka Sniolv feldi. 

 

354 “Sniolvur var mín móðurbróðir, 

hans líki kann ikki finnast,  

tað var alt við illgerningar,  

hann mundi sigur vinna. 

 

355 Hann hevur átt sær móður ta,  

ein er verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

356 Tú bið hann brynja út fimmti kempur,  

bestu í sítt land,  

eg vil ikki mót honum stríðast,  

tí hann illgerning kann!” 

 

357 Sveinin fór sum snarast var,  

brynju bar hann tunga,  

síðan skundar hann ferðina  

aftur til Ásmund unga. 

 

358 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

maðurin er hann blíður: 

“Hvat segði hann Grímur,  

skuldi hann mót mær stríða?” 

 

359 “Hann segði tú átti tær móður ta,  

ein var verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

360 Hann bað teg brynja út fimmti kempur, 

bestar í títt land,  

hann vil ikki mót tær stríðast,  

tú illgerningar kann.” 

 

361 Ásmundur brynjar út fimmti kempur  

bæði við glavind og spjót,  

Grímur kom úr skógnum út,  

hann reið teim øllum ímót. 

 

362 Grímur kom úr skógnum út  

við so frítt eitt mót,  

allar sló hann fimmti kempur  

niður for sín fót. 

 

363 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

maðurin er hann blíður: 

“Hvat feilar tær, Grímur,  

hví vilt tú ikki mót mær stríða?” 

 

364 “Eg sigi, tú eigur móður ta,  

ein er verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

365 Eg biði teg brynja út fimmti kempur,  

bestu í títt land,  

eg vil ikki mót tær stríðast,  

tú illgerning kann. 

 

366 Far tú tær til hallar heim,  

kempur saman søkja,  

eg skal sita í skógnum burt,  

eg skal ímóti møta!” 

 

367 Ásmundur snúðist haðan burt,  

helt um gyltan brand,  

hann fór eftir Oddi sterka  

suður í Ísansland. 

 

368 Tað var Ásmundur kellingarson  

heim í garðin fór,  

úti Oddur í Ísanslandi  

fyri honum stóð. 

 

369 “Ver vælkomin, Ásmundur,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

370 “Tað býr ein kempa í skógnum burt, 

frá man frættast víða,  

eg fái ikki riddaran tann,  

mót honum torir stríða.” 

 

371 Svaraði Oddur í Ísanslandi,  

helt á brýndum knívi: 

“Eg skal ríða á skógvin burt  

at taka hann av lívi. 

 

372 Mær skal fylgja Ívint,  

hann er so mensk ein mann,  

hann er eingin í Ísanslandi,  

yvirgongur hann. 

 

373 Mær skal fylgja Ívint,  

riddarin tann hin besti,  

hann er eingin í Ísanslandi,  

við hann situr á hesti.” 

 

374 Teir stigu á sínar hestarnar,  

ikki var ferðin greið, 

Oddur hevði tríggjar brynjur á sær,  

tá hann á skógvin reið. 

 

375 Teir stigu á sínar hestarnar  

við so fullgóð mak,  

riðu so í skógvin burt,  

sum Grímur fyri sat. 

 

376 “Ríð fram, Ívint, frændi mín, 

klúgv tað stálið stinna,  

mær tykir tað einki roysni vera,  

hasa kempu vinna!” 

 

377 Grímur so til orða tekur,  

letur gott alvi kenna: 

“Hvørki tær ei Ásmundi  

tað man eg undan renna.” 

 

378 Grímur so til orða tekur,  

letur gott alvi síggja: 

“Hvørki tær ei Ásmundi  

tað man eg undan flýggja.” 

 

379 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

380 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

381 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

frálíkur øðrum monnum,  

klývur Ívint í Ísanslandi,  

svørðið stóð í tonnum. 

 

382 Ógvuligt var at lýða á,  

tá Grímur roynir alvi,  

klývur Ívint í Ísanslandi,  

búkin niður í nalva. 

 

383 Tað var Grímur Hildibrandsson  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv Ívint í Ísanslandi  

sundur í lutir tvá. 

 

384 Hann kleyv Ívint í Ísanslandi  

sundur í lutir tvá,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

á víðum vølli lá. 

 

385 Oddur spennir sín hest við spora,  

loypur so goyst á heiði,  

so reið hann mót Grími  

fast av miklari vreiði. 

 

386 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

387 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langa leið,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

388 Teir riðu saman á grønum vølli,  

troðaðu jørð um kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

vørildin tók at skelva. 

 

389 Grímur gav so vænt eitt høgg,  

so er greint for mær,  

hann klývur brynju av Oddi sterka,  

nú er tó eftir tvær. 

 

390 Grímur ríður á grønum vølli,  

letur gott alvi kenna,  

sveittin støkk úr hvørjum hári,  

niður um beltið renna. 

 

391 Grímur ríður á grønum vølli,  

dreingir góvu í geyma,  

sveittin støkk úr hvørjum hári,  

niður um beltið streymar. 

 

392 Grímur ríður á grønum vølli,  

frá man frættast víða,  

so rennur sveitti um beltið hans,  

sum elvin for fossin stríða. 

 

393 Grímur ríður á grønum vølli,  

buksur niður til kníggja: 

“Man hatta vera slík avrekskempa,  

eingin torir at síggja?” 

 

394 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

hann vá við eggjartein,  

klývur brynju av Oddi sterka,  

nú er eftir ein. 

 

395 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

frálíkur øðrum monnum,  

klývur Odd í Ísanslandi,  

svørðið stóð í tonnum. 

 

396 Ógvuligt var at lýða á,  

tá Grímur royndi alvi,  

kleyv Odd í Ísanslandi,  

svørðið stóð í nalva. 

 

397 Tað var Grímur Hildibrandsson,  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv Odd í Ísanslandi  

sundur í lutir tvá. 

 

398 Hann kleyv Odd í Ísanslandi  

sundur í lutir tvá,  

so lá hann á grønum vølli  

Ívinti íhjá. 

 

399 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

maðurin er hann blíður: 

“Hvat feilar tær, Grímur,  

hví vilt tú ikki ímót mær stríða?” 

 

400 Ásmundur situr á sínum  hesti 

við sínar gulmur gjarðar: 

“Eg havi vigið tann sterka Sniolv,  

felt hann niður til jarðar.” 

 

401 “Sniolvur var mín móðurbróðir,  

hans líki kann ei finnast,  

tað var alt víð illgerningar,  

tá mundi sigur vinna.” 

 

402 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

rósar tey andboðverka: 

“Enn var eg tá frægari,  

eg feldi tann Sniolv sterka.” 

 

403 “Eg sigi, tú eigur móður ta,  

ein er verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

404 Eg bað teg brynja út fimmti kempur  

bestu í títt land,  

eg vil ikki mót tær stríðast,  

tú illgerningar kann. 

 

405 Far tú teg til hallar heim,  

kempur saman søkja,  

eg skal sita í skógnum burt,  

mær leingist ikki at møta! 

 

406 Far tú teg til hallar heim,  

kempur saman biðja,  

eg skal eftir í skógnum sita,  

mær leingist ikki at bíða!” 

 

407 Ásmundur fór seg haðan burt,  

gull bar seg á hand,  

síðan skundar hann ferðina  

heim til Hildibrand. 

 

408 Silkieik vaknar á miðjari nátt,  

fortelur sín dreymin brátt: 

“Undarligt hevur fyri meg borið  

alla hesa nátt. 

 

409 Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli 

við tínar gulmur garðar,  

har kom Grímur, sonur tín,  

tú feldi hann niður til jarðar. 

 

410 Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli, 

bart so tunga trá,  

har kom Grímur, sonur tín,  

tú høgdi hans høvur frá.” 

 

411 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,  

syrg her einki um,  

hann er eingin í verðini,  

tað søkir frá havsins grunn!” 

 

412 Har kom ríðandi riddarin tann  

av eitt annað land,  

ríkur maður so er nevndur 

við sín teknarbrand. 

 

413 Ríkur maður so er nevndur  

við sín teknarbrand,  

har kom ríðandi riddarin tann,  

ið hans bar svørð í hand. 

 

414 Tað var Ásmundur kellingarson,  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Hildibrandur  

fyri honum stóð. 

 

415 “Ver vælkomin, Ásmundur,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

416 “Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvæl minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín. 

 

417 Tað býr ein kempa í skógnum burt,  

frá man frættast víða,  

eg fái ikki riddaran tann,  

mót honum torir stríða. 

 

418 Tað býr ein kempa í skógnum burt,  

hann gevur ikki náðir,  

eg fái ikki dripið hann  

uttan við tínum ráði.” 

 

419 Tað svaraði Hildibrandur,  

klæddur í brynjubjálvum: 

“Hvat feilar tær, Ásmundur,  

hví stríðist tú ikki mót honum sjálvur?” 

 

420 “Hann sigur, eg eigi móður ta,  

ein er verst í land,  

hon hevur manga raska kempu  

lagt for eiturgrand. 

 

421 Hann biður meg brynja út fimmti kempur, 

bestu í mítt land,  

hann vil ikki mót mær stríðast,  

eg illgerning kann.” 

 

422 Tí svaraði Hildibrandur,  

heldur á brýndum knívi: 

“Eg skal ríða á skógvin burt  

at taka hann av lívi.” 

 

423 Tí svaraði Hildibrandur,  

gull bar seg á hand: 

“Læna mær títt góða svørð  

út av tín egin hand!” 

 

424 Tí svaraði Ásmundur,  

helt um teknarbrand: 

“Tú skalt fáa mítt góða svørð  

út av mín egin hand.” 

 

425 Grímur droymdi dreymin tann,  

í skógnum sum hann lá,  

har kom ríðandi riddarin tann. 

ið høgdi hans høvur frá. 

 

426 Teir stigu á sínar hestarnar  

við so fullgóð mak,  

riðu so í skógvin burt,  

sum Grímur fyri sat. 

 

427 Tí svaraði Ásmundur,  

frá man frættast víða: 

“Nú havi eg fingið riddaran tann,  

mót tær torir stríða.” 

 

428 “Tú hevur verið í øðrum londum,  

kempur saman kallað,  

ei er tað so undarligt,  

um eg man síðstur falla.” 

 

429 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langa leið,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

430 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

431 Teir riðu saman á grønum vølli,  

troða jørð um kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

vørildin tók at skelva 

 

432 Teir riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin annan kendi, 

sítt svørð, sum Hildibrand niður søkti, 

bar hann nú í hendi. 

 

433 Grímur gav so stórt eitt høgg,  

tað av góðum treysti,  

hann sló til Hildibrand, faðir sín,  

hann fell av sínum  hesti. 

 

434 Hildibrand liggur á grønum vølli  

eina lítla stund,  

so leyp hann í saðilin upp  

yvir leysa lund. 

 

435 Hildibrand reiggjar svørðið í kring,  

frálíkur øðrum monnum,  

klývur Grím, sonin sín,  

svørðið stóð í tonnum. 

 

436 Ógvuligt var at lýða á,  

tá Hildibrand royndi alvi,  

klývur Grím, sonin sín,  

búkin niður í nalva. 

 

437 Tað var reystur Hildibrandur,  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv Grím, son sín,  

sundur í lutir tvá. 

 

438 Hann kleyv Grím, son sín,  

sundur í lutir tvá,  

svørji eg tann eið við mína trúgv,  

á víðum vølli lá. 

 

439 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

rósar tey andboðverka: 

“Tílíkan hava vit ongan funnið  

uttan Sniolv sterka. 

 

440 Manga hava vit kempu vigið  

burt í øðrum londum,  

tílíka hava vit onga funnið  

fyri okkara hondum.” 

 

441 Hildibrand so til orða tekur: 

“Nú er til navns at leita,  

sig mær satt og sanniliga,  

hvøssu mundi kempan eita?” 

 

442 “Grím læt kempan kalla seg,  

man meg rætt um minnast,  

Hildibrand eitur faðir hans 

og móðir Silkieik svinna.” 

 

443 “Tað er Grímur, sonur mín, 

eg havi á skógnum dripið,  

forbannaður verði búkur og bein, 

ið svørðið søkti frá dýpi. 

 

444 Tað er Grímur, sonur mín, 

eg havi á skógnum vunnið,  

forbannaður verði búkur og bein, 

ið svørðið søkti frá grunni.” 

 

445 Hildibrand sipar svørðið frá sær  

av so tungum jamri,  

eg svørji tann eið við mína trúgv,  

kykur sprakk hann av harmi. 

 

446 Hildibrand kastar svørðið frá sær,  

tann gylta brandin beyga,  

so lá hann á grønum vølli,  

sprakk eftir sonar deyða. 

 

447 Satt er tað, ið talað er,  

so er greint ífrá,  

eingin ger at forvitnast,  

hvat nornur leggja á. 

 

Gyltar sporar er mítt fótaspenni,  

so temji eg mín gangaran góð  

og lati renna. 

 

Handrit: Hentzasavnið. Ny kgl. saml. 1954, 4to. Nr. 17, s. 97. 

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn - Kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, fróðskapur, Tórshavn 2011 s. 211 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 28. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 164 

 

Heimild: Johannes Clementsen, Jóannes í Króki, (1794-1869), Sandi 1819. 

 

E 8 Virgars táttur (Ásmundur defeated in fight but treacherously stabs his opponent)

Ásmundur sendir ein boðbera til Virgar at bjóða honum av at berjast.

Kvinnurnar í Virgars húsi siga honum, at hann fer at verða dripin á tí degi. Hann sigur, at bara eitt bakbeist kann gera av við seg.

Virgar slær Ásmund av hestinum, Ásmundur sníkir seg inn á Virgar og stingur hann í bakið. Sìðani sæst Virgar úti á havi á svørtum hestbaki, og hann kemur til eina borg.

á føroyskum: CCF 91 B: V, L Hildibrands táttur og Virgars táttur ør.55-77 (bert á føroyskum). Partur av Sniolvs kvæði.

E 16 Hildibrands táttur (Hildibrand defeats Ásmundur in fight)

Ásmundur setur sær fyri at fara í bardaga. Hann sóknast eftir Virgari, men hann er ikki heima. Í staðin fyri bjóðar hann Hildibrandi av, sum roynir at fáa hann at fara.

Ásmundur hóttir við at avhøvda Hildibrand.

Teir rúka saman at berjast, og Hildibrandur kvettir brynjuserkin av Ásmundi, so hann stendur nektaður.

Ásmundur biður lova sær av stað.

á føroyskum: CCF 91 B:IV, D Ásmundar táttur, L Hildibrands táttur og Virgars táttur ør.1-54 (bert á føroyskum). Ein av táttunum í ”Sniolvs kvæði”.

E 36 Gríms táttur (Prophecy is fulfilled when man kills his own son)

Ásmundur bjóðar Grími av í bardaga, men Grímur sýtir, tí Ásmundur við svikum hevur dripið Sniálv, farbróður Gríms. Hann biður Ásmund senda boð eftir fimmti riddarum, og hann skal stríðast ímóti teimum í staðin fyri.

Grímur drepur allar riddararnar og sýtir framvegis at berjast við Ásmund. (Frábr.: B, I, K: Síðani sendir Ásmundur tveir riddarar afturat at berjast, og Grímur drepur teir við.) At enda lumpar Ásmundur Hildibrand at berjast við Grím. Hann lænir Hildibrandi svørð sítt til bardagan uttan at siga fyri honum, at svørðið av røttum er ogn Hildibrands, og at mótstøðumaðurin er sonur hansara.

Hildibrandur drepur Grím. Tá sigur Ásmundur fyri honum, hvør deyði maðurin var. Hildibrandi hevur verið spátt, at hann fer at drepa egna son sín við einum serligum svørði, sum hann helt liggja við havsins botn. Tá ið hann skilir, at spádómurin er gingin út, doyr hann av sorg.

á føroyskum: CCF 91 A: IV, B: VII, D Gríms táttur, I, K Gríms táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 62 Golmars táttur (Man forces another to reveal secret and then kills him)

Ásmundur kemur til hús Golmars, rekur hann út og neyðtekur konu hansara.

Dagin eftir hevur Ásmundur Golmar við sær á báti og noyðir hann at vísa sær, hvar ið Hildibrandur tveitti svørð sítt á bláman. Ásmundur kavar eftir svørðinum og finnur tað. Golmar vil sleppa aftur til lands, men Ásmundur drepur hann og tekur síðani konu Golmars við sær heim.

á føroyskum: CCF 91, A: I, B: III, D Golmars táttur, L Golmars táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 63 Ásmundar táttur (Man kills another to get his wife, but she dies from sorrow)

(Frábr. F, N: Adalín droymir, at maður hennara, Sniolvur, verður dripin.) Ásmundur fer til lands Sniolvs og drepur fleiri av monnum hansara.

Sniolvur fer í bardaga við hann, men á galdrahátt verður hann dripin. Ásmundur kvettir høvdið av honum og bindur tað í saðilin.

Hann fer at vitja Adalín og sigur seg vilja hava hana. Hon vísir honum frá sær og sigur, at hon fer ongantíð at finna nakran, sum kann meta seg við Sniolv, og tá ið hon sær avkvetta høvur hans, doyr hon av harmi.

á føroyskum: CCF 91 A: III, B: VI, D Annar Sniolvs táttur, E [II Ásmundar táttur], F [II Ásmundar táttur], N ør. 58-93 (eisini á norskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 75 Sniolvs táttur (Man gets a bride in spite of her father’s hostility)

Sniolvur fer til Brunsvíkar at biðja um hertogadóttrina. Hertogin sær skip hansara koma og vil hava ókunumannin handtiknan. Men hertogasonurin vil fyrst vita, hvør ið tann fremmandi er, og fer oman á sjóvarstrond ímóti honum. Hann verður bergtikin av Sniolvi og stuðlar søk hansara hjá pápanum.

Hertogin óttast Sniolv og menn hansara og sendir boð eftir dóttrini. Hon fær benanvegin tokka til Sniolv, og tey giftast. Saman fara tey til land Sniolvs.

Stutt aftaná droymir hon, at ein fremmandur riddari drepur mannin.

á føroyskum: CCF 91 A: II, B: II, E: I, F: I, N ør. 1-63 (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 131 Rana táttur (Suitor kills ogre rival and marries maiden)

Hildibrandur heldur av stað at biðja um Silkieik, dóttur Upplands kongs. Men trøllið Rani kemur hagar áðrenn hann. Bønarorð Rana verða kveistrað burtur, og hann hóttir við at gera Silkieik til hjákonu sína.

Silkieik vil hava beiggja sín Sniolv at berjast fyri seg, men faðir hennara sigur, at Sniolvur er ov ungur.

Tá kemur Hildibrandur. Hann berjist við Rana og drepur hann. Hann giftist Silkieik. Spátt verður teimum, at svørðið hjá pápanum fer at drepa son teirra Grím. Tá tveitir Hildibrandur svørð sítt í havið.

á føroyskum: CCF 91 B: I, L Rana táttur, M (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019