• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

L. 

 

Rana táttur 

 

CCF 91-I L-I 

TSB E 131 

 

1 Eina veit eg rímuna, 

ið gjørd er um land og ríki, 

ríkileyst í verðini, 

hvør vil annan svíkja. 

 

2 Ríkileyst í verðini, 

hvør vil annan svíkja, 

gjørd um hin unga Hildibrand, 

sum ríður í Brandarvík. 

 

3 Ein er ríman av Íslandi komin, 

mælir av tungum vilja, 

gjørd um hin unga Hildibrand, 

tá hann reið at gilja. 

 

4 Hildibrand krevur sín sendisvein: 

"Tú sig mær satt ífrá: 

Hvar veitst tú so væna jomfrú, 

ið mær er sámi at fá?" 

 

5 Sendisvein til orða tekur, 

hann stóð honum skamt ífrá: 

"Best veitst tú við sjálvum tær, 

hvar tín stár hugur á. 

 

6 Best veitst tú við sjálvum tær, 

hvar tín stár hugur á, 

kongins dóttur á Upplondum 

kundi tú hana fá." 

 

7 Kongins dóttir av Upplondum, 

tað inniliga sprund, 

har riðu teir sendimenn 

ígjøgnum grøna lund. 

 

8 Kongins dóttir av Upplondum, 

tað inniliga vív, 

har riðu teir sendimenn 

ígjøgnum grøna líð. 

 

9 Hildibrand krevur sín sendisvein: 

"Nú er til navn at leita; 

sig mær satt og sanniligt, 

hvøssu man frúgvin eita?" 

 

10 "Ólavur eitur faðir hennara,  

Ingibjørg hennara móðir,  

nevnd er frúgvin Silkieik  

og Sniolvur hennara bróðir. 

 

11 Nevnd er frúgvin Silkieik,  

satt at siga frá,  

væl er frúgvin í kinnum fríð,  

reyður brá litur á." 

 

12 Út varð loystur gangarin  

undir hallarvegg,  

hann var klæddur við skarlak  

niður á hóvskegg. 

 

13 Klæddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu,  

forgyltur var tann saðilin,  

Hildibrand skuldi á ríða. 

 

14 Hildibrand leyp í saðilin upp,  

slíkt mundu dreingir duga,  

studdi seg hvørki við skjøld ella svørð 

og ei við saðilbuga. 

 

15 So ríður hann Hildibrandur  

víðan vegin fram,  

forgyltir leika ringarnir,  

hans góði gangari rann. 

 

16 Tað stendur eitt hús í skógnum burtur, 

tað er væl fimtan mílur, 

hann leiðir sín hest í stallarhús, 

sjálvur gekk hann til hvílu. 

 

17 Hetta frætti Rani  

eystur yvir land,  

kongins dóttir av Upplondum  

hon er so biðlavond. 

 

18 Rani kemur inn árla morgun,  

snakkar um sín vilja: 

"Nú skal ríða til Upplanda  

og kongins dóttur at gilja." 

 

19 Fram varð leiddur gangarin  

undir hallarvegg,  

hann var klæddur við skarlak  

niður á hóvskegg. 

 

20 Hann var klæddur við skarlak  

niður [á] miðal síðu,  

so var allur saðilin, 

ið Rani skuldi á ríða. 

 

21 Rani leyp á gangaran  

av so góðum treysti,  

tað var [mær] á sonnum sagt,  

tað bognaði ryggur í hesti. 

 

22 So ríður hann Rani  

ígjøgnum grøna lund,  

hoyrdi tað frúgvin Silkieik,  

hvør føtur á jørðini glumdu. 

 

23 Hoyrdi tað frúgvin Silkieik  

heima í síni høll,  

riðin [er] gjøgnum grøna lund  

Rani, ljóta trøll. 

 

24 Tað var Rani, kempan reyst,  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Ólavur 

fyri honum stóð. 

 

25 Ólavur so til orða tekur,  

mælir av tungum vilja: 

"Hvat eru tíni ørindi,  

hvat man kappin vilja?" 

 

26 Rani so til orða tekur,  

væl kann tungu skilja: 

"Tað eru míni ørindi  

tykkra dóttur at gilja." 

 

27 "Kjaftur tín er ógvuligur,  

nasarnar tær eru langar,  

so eru tíni kjálkabein  

sum fjórðingsvegur at ganga. 

 

28 Hárið er sum hestatagl,  

ringir í gullbjøllum,  

brýrnar eru sum hamrar tveir,  

uppi standa í fjøllum. 

 

29 Skeggið er sum sótið svart,  

flýtur niður á bringu,  

neglirnar eru sum bukkahorn  

alin fram av fingri." 

 

30 Rani so til orða tekur: 

"Tað tykir mær annað at gera,  

eg skal hana av borgini føra,  

hon skal mín frilla vera." 

 

31 Kongurin so til orða tekur,  

lært hevði listir at gita: 

"Ikki skal frúgvin Silkieik  

við frillunavni sita." 

 

32 Kongurin so til orða tekur,  

lært hevði listir at gera: 

"Ikki skal frúgvin Silkieik  

við frillunavni vera." 

 

33 Rani gekk í hallina inn,  

frá man frættast víða: 

"Hoyr tú, frúgvin Silkieik,  

í morgin skulu vit ríða!" 

 

34 Svaraði frúgvin Silkieik  

fyrsta orðið tá: 

"Eg eri øðrum riddara givin,  

mín stár hugur á." 

 

35 Rani so til orða tekur  

í annað orðið tá: 

"Hvøssu er hann á navni nevndur, 

ið tín stár hugur á?" 

 

36 Tað var frúgvin Silkieik,  

bliknar undir kinn: 

"Hvar er Sniolvur, bróðir mín, 

hví kemur hann ikki inn?" 

 

37 Sniolvur gongur í hallina inn,  

hann lagdi tey orð frá sær: 

"Krist signi teg, Silkieik,  

hvat viljið tær mær?" 

 

38 Svaraði frúgvin Silkieik,  

frá man frættast víða: 

"Vilt tú fara á grønan vøll  

fyri meg at stríða?" 

 

39 Sniolvur klæðir sjálvan seg,  

frá man frættast víða: 

"Hoyr tað, Rani, ljóta trøll,  

eg bjóði tær út at stríða." 

 

40 Kongurin so til orða tekur,  

borgina hevur í valdi: 

"Tú fert ikki av hallini út, 

tú ert so ungur á aldri." 

 

41 Kongurin so til orða tekur,  

borgina hevur í ráði: 

"Tú fert ikki av hallini út,  

tað stendur hvat av ið má!" 

 

42 Árla var um morgunin,  

sólin skínur so víða,  

tað var hin ungi Hildibrandur,  

hann býr sær út at ríða. 

 

43 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

hann býr sær út at ríða,  

hann kom niður á Upplondum,  

sum vegir liggja víða. 

 

44 Ein kom maður í hallina inn,  

eingin ið hann kendi,  

gyltan hjálm á høvdi bar,  

eitt dragið svørð í hendi. 

 

45 Rani so til orða tekur 

í fyrsta orði tá: 

"Hatta man vera tann riddarin,  

ið frúnni stár hugur á." 

 

46 Tí svaraði Hildibrandur,  

letur so orðum víkja: 

"Frúgvin, tú skalt fylgja mær  

í morgin til Brandarvíka." 

 

47 Rani upp frá borði steig,  

tað ger hann so brátt,  

allir, ið har vóru innan borgar,  

hopra á hallargátt. 

 

48 Rani upp frá borði steig,  

gjørdi í eitt svirr,  

allir, ið har vóru innan borgar,  

hopra á hallardyr. 

 

49 Rani upp frá borði steig,  

tann hin menski mann,  

øvigan tekur hann Hildibrand  

á hallargólvið fram. 

 

50 Frúgvin yvir borði stendur,  

blikna tekur hin væna,  

Hildibrandur og Rani kempa  

nú bar báðum saman. 

 

51 Hildibrand stendur á hallargólvi,  

svørð í hondum skiftir: 

"Hoyr tú, Rani, ljóta trøll,  

eg standi tær eina syftu!" 

 

52 Hildibrand stendur á hallargólvi,  

svørð í hondum ber: 

"Hoyr tú, Rani, ljóta trøll, 

 eg standi tær syftur tvær!" 

 

53 Árla var um morgunin,  

ið sólin roðar í fjøll,  

løgdu sínar bardagarnar  

fram á grønan vøll. 

 

54 Hildibrand situr á sínum  hesti,  

tað er virðin full,  

hjálmurin á Rana høvdi  

skínur sum reyðargull. 

 

55 Hildibrand situr á sínum hesti,  

heldur um brandin beyga,  

hjálmurin á Rana høvdi  

skínur sum gullið reyða. 

 

56 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

av bar barnagaman,  

eldar ruku av svørðunum,  

tá oddar bóru saman. 

 

57 Teir ríða saman á grønum vølli,  

snúðiliga vendu,  

tað var hin ungi Hildibrandur,  

so skjótt ber svørð á hendi. 

 

58 Kongurin stendur for hallardurum,  

snúðiliga vendi: 

"Hetta er ein mikil kempa,  

so skjótt ber svørð á hendi." 

 

59 Kongurin stendur for hallardurum,  

gull ber seg á hand: 

"Ongum er hann líkari  

enn ungi herr Hildibrand." 

 

60 Kongurin so til orða tekur,  

mælir av tungum melli: 

"Ein gang sá eg Hildibrand,  

hann reið á grønum vølli." 

 

61 Skikkjan yvir høvdi hongur,  

blikna tekur hátt,  

síðan stríðast kempur tvær  

bæði um dag og nátt. 

 

62 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

ikki var kyrt um stund,  

ikki møðist Hildibrandur,  

hann var ein kempa ung. 

 

63 Skikkjan yvir høvdi hongur,  

blikna tekur hátt,  

síðan stríðast kempur tvær  

bæði um dag og nátt. 

 

64 Skikkjan yvir høvdi hongur,  

blikna tekur hin dýra,  

síðan stríðast kempur tvær  

fult í dagar fýra. 

 

65 Ógvuligt var at líta á,  

Hildibrand royndi alva,  

nú klývur hann Rana sundur,  

búkin niður í nalva. 

 

66 Klývur Rana, ljóta trøll,  

sundur av góðum treysti,  

Hildibrand varð í víggi móður,  

opin fell hann av hesti. 

 

67 Klývur Rana, ljóta trøll,  

sundur í lutir tvá,  

Hildibrand varð í víggi móður,  

opin á vølli lá. 

 

68 Vigið fekk hann kempuna,  

sum vit hava frætt,  

tað var hin ungi Hildibrandur,  

opin av hesti datt. 

 

69 Svaraði frúgvin Silkieik,  

hon talar av miklari neyð: 

"Sniolvur, ríð á markina út  

og vita, um kempan er deyð!" 

 

70 Andan hevði hann ikki mist,  

eyguni sundur brá,  

hann sipar til við gyltum lúðri,  

Sniolvi ætlaði hann tað. 

 

71 Hildibrand lá á grønum vølli,  

hann reiggjar svørðið hátt,  

tað var hin ungi Sniolvur,  

hann bar seg undan brátt. 

 

72 Hildibrand lá á grønum vølli  

eina so lítla stund,  

so leyp hann [í] saðilin upp  

yvir leysa lund. 

 

73 Hildibrand sló sín hest við spora,  

letur hann goystum leypa: 

"Hoyr tað, frúgvin Silkieik,  

so dýrt mundi eg teg keypa!" 

 

74 Frúnni støkk tann grátur upp  

av so tungum stríði: 

"Fyri slíkan høvdingin  

vildi eg latið lív." 

 

75 Svaraði frúgvin Silkieik,  

smílist undir lín: 

"Var tað við tín vilja gjørt  

at vega bróður mín?" 

 

76 Hildibrand stóð á hallargólvi  

við gyltan brand í hendi: 

"Svørji tann eið um mína trúgv,  

at Sniolv eg ikki kendi." 

 

77 Fram gekk frúgvin Silkieik  

við sín hvíta hand,  

fagurt var at lýða á  

teirra festnarband. 

 

78 Tað var frúgvin Silkieik,  

hon rættir hand yvir borð,  

fagurt var at lýða á  

teirra festnarorð. 

 

79 Festi hann frúnna Silkieik, 

*fáur veit moyna slíka*, 

hana førdi Hildibrandur 

við sær til Brandarvíkar. 

 

80 Festi hann frúnna Silkieik,  

so er greint for mær,  

hana førdi Hildibrandur  

til Brandarvíkar við sær. 

 

81 Hildibrand letur nunnur bjóða,  

drekka við sær um jól,  

síðan setast saman í ring  

upp á ein sorgarstól. 

 

82 "Hildibrand eigur ein ungan son,  

hann er so menskur mann  

hann er eingin í Brandarbý, 

ið yvirgongur hann." 

 

83 Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum: 

"Hann er kappin reysti,  

hann er eingin í Brandarbý, 

ið situr við hann á hesti." 

 

84 Svaraði triðja av stoltsmoyggjunum: 

"Hann er so nýtur drongur,  

hann skal falla for faðirs svørði,  

sum yvir høvdi hongur." 

 

85 Stíga upp úr sorgarstóli,  

ganga fram á fold;  

Hildibrand stóð og lýddi hará,  

hann sortnar sum ein mold. 

 

80 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

sveipir at sær skinn, 

gongur hann so í gullsal  

for sína drotning inn. 

 

87 "Vit eiga os ein ungan son,  

hann er so nýtur drongur,  

hann skal falla for faðirs svørði, 

ið yvir høvdi hongur." 

 

88 "Hoyr tað, mín hin veldigi harri,  

ber fyri onga sút,  

tak tann gylta bitra brand,  

tú stoyt í pulvur út!" 

 

89 Ikki vildi Hildibrandur  

svørðið týna av lívi,  

tí hann hevði um langar stundir  

staðið í tungum stríði. 

 

90 Tí hann hevði um langar stundir  

staðið í tungum stríði, 

við tann gylta bitra brandi  

vunnið tað væna vív. 

 

91 Árla var um morgunin,  

ið sólin tekur at troyggja,  

tað er hin ungi Hildibrandur,  

hann siglir for Heljaroyggjar. 

 

92 Hildibrand siglir for Heljaroyggjar  

av so tungari sút,  

hann tekur tann gylta bitra brand,  

hann varpar í havið út. 

 

93 Grímur eitur sonur hans,  

tann geviliga mann,  

síðan reið hann sær haðan burtur,  

hann fór sær upp á land. 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens, 1904. Sumbiarbók (um 1850) nr. 2. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 91. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 109. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jacob Symphor Johannesen (1823-1846) og Joen Jacob Johannesen (1828-1873), Sumba, 1851. 

 

 

Hildibrands táttur 

 

CCF 91-IV L ør. Hildibrands táttur og Virgars táttur 1-54 

TSB E 16 

 

1 Ásmundur liggur í síni song  

eina morgun snimma: 

”Nú lystir meg á Suðurland  

sigur av kempum vinna!” 

 

2 Svaraði frúgvin Ingibjørg,  

henni tykir ikki í tí táttur: 

”Kvittar tú á suðurlond,  

tú manst ikki koma aftur!” 

 

3 Ásmundur siglir á Suðurlond,  

áðrenn upp rann sól,  

nú siglir hann haðani  

inn for Pávanspól. 

 

4 Ásmundur siglir for Pávanspól,  

søgur ganga frá,  

nú siglir hann haðani  

inn fyri Silgjanstá. 

 

5 Tí svaraði Ásmundur,  

gull bar sær á hand: 

”Hvør eigur hesi blonku svørð,  

fremst á borgum standa?” 

 

6 Svaraði ein av sveinunum,  

gull bar sær á fingri: 

”Fremsta svørð, á borgum stendur,  

tað er Mimaringur!” 

 

7 Letur hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur hann Ásmundur  

sínum  fótum á land. 

 

8 Fyrstur stígur Ásmundur  

sínum  fótum á land,  

tólv brynjaðir av hans monnum  

undir hans hvørji hand. 

 

9 Ásmundur gongur frá strondum niðan 

við silvurspentum skó: 

”Hvar er svørðið Mimaringur,  

fremstur á borgum stóð?” 

 

10 Svaraði ein av sveinunum,  

svaraði honum so and: 

”Nú er hann Virgar Valintsson  

riðin á skógvin fram!” 

 

11 Ásmundur gekk í hallina inn,  

lítur sær upp til oyggja,  

hann sær yvir breiða borði  

hundrað skjoldarmoyggjar. 

 

12 Ásmundur so til orða tekur,  

gull ber sær á hendi: 

”Vilja tygur henda riddara lova,  

fyri breiða borði stendur!” 

 

13 Svaraði ein av stoltsmoyggjunum,  

fáa finnur tú slíka: 

”Minnist tú nakað til Ingibjørg,  

tú flutti til Gantarvíkar?” 

 

14 Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum,  

høga bar [hon] krúnu: 

”Tá ið tú bardist mót 'tora biøge', 

tá mundi eg tær dugna!” 

 

15 Svaraði triðja av stoltsmoyggjunum,  

øll í gulli skín: 

”Tá ið tá annaði undir brynju,  

tá lindraði eg tín' pínu!” 

 

16 Ásmundur [stóð] á hallargólvi,  

av tí varð hann *óður: 

”Hatta rós tað skuldi tú  

lagt til mína móður!” 

 

17 Svaraði ein av stoltsmoyggjunum,  

mælir so for sær: 

”Tá ið tú fram við grunni fór,  

tá mundi eg fylgja tær!” 

 

18 Svaraði ein av stoltsmoyggjunum,  

tá tagdi hann leingi: 

”Eg setti [teg] á skipabunka  

við stokk og svørð í fangi!” 

 

19 Ásmundur sprakk á gangara sín,  

dreingir fullvæl inna,  

so reið hann á skógvin burtur,  

Virgar vil hann finna. 

 

20 Svaraði ein av stoltsmoyggjunum,  

honum fylgdi á breyt: 

”Hevði tú verið her [í] nátt,  

tú kom í størri treyt!” 

 

21 Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum,  

honum á vegi fylgdi: 

”Hevði tú verið her í nátt,  

tú komst í størri gildi!” 

 

22 Ásmundur sprakk á gangara sín,  

meir enn menskur mann,  

so reið hann [á] skógvin burtur,  

ikki Virgar fann. 

 

23 Árla var um morgunin,  

frá man frættast víða,  

tað er hin ungi Ásmundur,  

býður sær út at ríða. 

 

24 Tað var hin ungi Ásmundur,  

hann beyð sær út at ríða,  

hann kom niður á Brandarvík, 

sum vegir liggja víða. 

 

25 Tí svaraði Ásmundur,  

gull bar sær á fingri: 

”Hvør eigur henda gullsal,  

her á borgum stendur?” 

 

26 Svaraði ein av sveinunum,  

gull bar sær á hand: 

”Hann býr fyri hesi høll,  

hann eitur Hildibrand!” 

 

27 Ásmundur tekur sín sendisvein,  

maðurin er hann blíður: 

”Tú skalt ríða til Hildibrand,  

biðja hann koma at stríða.” 

 

28 Tað var hin ungi sendisvein  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Hildibrandur  

fyri honum stóð. 

 

29 ”Ver vælkomin, sendisvein,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

30 Svaraði hansara sendisvein,  

frá man frættast víða: 

”Ásmundur er í skógnum burtur,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

31 Tí svaraði Hildibrandur,  

gull bær sær á hand: 

”Bið hann ríða hiðan burtur  

aftur á Selgjaland!” 

 

32 Ásmundur liggur í skógnum burtur,  

tykir leingi at bíða,  

nú sær hann sín sendisvein 

aftur til sín ríða. 

 

33 Tí svaraði Ásmundur,  

frá man frættast víða: 

”Hvat segði Hildibrandur,  

skal hann mót mær stríða?” 

 

34 ”Tí svaraði Hildibrandur,  

gull bar hann á hand,  

hann bað teg ríða hiðan burtur  

aftur á Selgjaland!” 

 

35 ”Tú skalt bera honum boðini tey,  

hann skal sær korini velja,  

ella høggi eg hans høvur av,  

rætt sum hundur til heljar!” 

 

36 Tað var hin ungi sendisvein,  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Hildibrandur  

fyri honum stóð. 

 

37 ”Hann bað meg bera tær boðini tey: 

Tú skalt tær sjálvur velja,  

ella høggi [eg] høvur av honum  

sum ein hundur til heljar!” 

 

38 Ivri dró at Hildibrandi,  

hann vá sítt svørð í droyra: 

”Eg skal ikki Golmar vera,  

hann læt av durum koyra!” 

 

39 Hildibrandur sprakk á gangaran sín, 

dreingir fullvæl inna,  

so reið hann á skógvin burtur,  

Ásmund mundi hann finna. 

 

40 Hildibrandur til orða tekur,  

flest øllum kann hann skil: 

”Hoyr tað, ungi Ásmundur,  

sig mær, hvat tú vil!” 

 

41 Tí svaraði Ásmundur,  

snakkar um sín vilja: 

”Tað eru míni ørindi  

Silkieik at gilja!” 

 

42 ”Tú tókst konu Golmars,  

hann var so veikur ein maður,  

annað skalt tú fáa at finna,  

áðrenn úti er dagur. 

 

43 Tú tókst konu Golmars,  

tú fórt ikki við so hátt,  

annað skalt tá fáa at vita,  

áðrenn úti er nátt!” 

 

44 Ríða saman á grønum vølli,  

hvørgin mundi bella,  

hoyrast mundi langan [veg],  

hvøssu svørð á brynju gella. 

 

45 Hildibrandur gav so stórt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann til Ásmund  

opnan av sínum  hesti. 

 

46 Ásmundur stoyttist til jørðina niður  

undir kápu blá,  

Hildibrand sínum  hesti vendi,  

hann skuldi ikki aftur um ná. 

 

47 Ásmundur var í jørðini kvikur,  

skjótari enn ein hara,  

Hildibrand sínum  hesti vendi,  

aftur um skuldi hann ikki fara. 

 

48 Ásmundur sprakk í saðilin upp  

yvir leysa lund,  

síðan letur hann høggini falla  

bæði mong og tung. 

 

49 Hildibrandur gav so stórt eitt høgg,  

hjálmarnar hann spretti,  

nakin stendur Ásmundur  

á grønum vølli eftir. 

 

50 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

staddur í stórum vanda: 

”Gevið mær lív at ríða tá  

aftur til *Selgjalanda!” 

 

51 Svaraði hin ungi Hildibrandur,  

mælir for sínum  munni: 

”Hoyr tað, ungi Ásmundur,  

í dag havi eg teg vunnið!” 

 

52 Svaraði hin ungi Hildibrandur,  

frá man frættast víða: 

”Brátt manst tú við Sniolvs høvdi  

til Adalús at ríða!” 

 

53 Svaraði hin ungi Ásmundur,  

hann ríður mót rúnarketti: 

”Eg meinti ongan í verðini vera,  

ið mína brynju spretti!” 

 

54 So ríður ungi Ásmundur,  

allur í  gulli skín 

”Nú hevði [eg] verið sligin í dag,  

var ikki móðir mín!” 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens, 1904. Sumbiarbók (um 1850) nr. 7. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 95. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 121. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jacob Symphor Johannesen (1823-1846) og Joen Jacob Johannesen (1828-1873), Sumba, 1851. 

 

Virgars táttur 

 

CCF 91-IV L Hildibrands táttur og Virgars táttur ør. 55-77 

TSB E 16 

 

55 So ríður ungi Ásmundur 

við sínum  feigðarsveini,  

smíddi aftur brynjuna,  

ið gjørd var av silvuri reina. 

 

56 So ríður ungi Ásmundur  

við sínum  feigðarsveini: 

”Eg svørji tann eið um mína trú,  

at nú er Virgar heima!” 

 

57 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

maðurin er hann blíður: 

”Tú skalt ríða til Virgars,  

biðja hann koma at stríða!” 

 

58 Sveinur fór sum fljótast var,  

goymdi væl á orðum,  

hann kom ikki í høll til hans,  

fyrr enn Virgar sat yvir borði. 

 

59 ”Ver vælkomin, sendisvem,  

higar út til mín,  

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

60 ”Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálv væl minni um vín,  

onnur havi eg ørindi  

higar í dag til tín!” 

 

61 Sendisvein til orða tekur,  

frá man frættast víða: 

”Ásmundur er í skógnum burtur,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

62 Svaraði Virgar Valintsson,  

í forðum var hann glaður: 

”Eingin slær meg frá Skemmingi  

for uttan ein illgerðsmaður!” 

 

63 Tað var mong av stoltsmoyggjum,  

bar for honum sút,  

tá hann settist [á] Skemmings bak  

um hallardyrnar út. 

 

64 Svaraði ein av stoltsmoyggjum,  

skortar hon ikki fíggja: 

”Tú verður sligin í henda dag,  

tað kann eg væl síggja!” 

 

65 Svaraði ein av stoltsmoyggjum,  

svaraði honum so and: 

”Hoyr tað, Virgar Valintsson,  

ver teg sum ein mann!” 

 

66 Virgar sprakk á Skemmings bak,  

dreingir fullvæl inna,  

so reið hann á skógvin burtur,  

Ásmund mundi hann finna. 

 

67 Teir riðu saman á grønum vølli,  

troða jørð *við kálva,  

dvørgamál sang í hvørjum hamri, 

*øll vørildin* tók til [at] skjálva. 

 

68 Virgar reið mót Ásmundi  

niðan í grøna lund,  

tað sá hann á kalssonin,  

hann illgerningar kundi. 

 

69 Virgar gav so stórt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann til Ásmund  

opnan av á hesti. 

 

70 Ásmundur stoyttist til jørðina niður  

undir kápu nýggja,  

Virgar stóð í tríggjar tímar,  

hann kundi hann ikki síggja. 

 

71 Ásmundur stoyttist í jørðina niður  

undir kápufeldi, 

hann kom upp á baki hans  

og sjálvan Sniolv feldi. 

 

72 Tað var hin ungi Ásmundur,  

skjótur mundi hann vera,  

stakk hann Virgar Valintsson  

millum buls og herða. 

 

73 Tað var Virgar Valintsson,  

av dýrum deyða drakk,  

'Butli(?) saa at ter skam',  

tann ið Ásmundur hann stakk. 

 

74 Nú er kongurin vorðin  

heldur 'leg o lest',  

Virgar helt í havið út  

á kolsvørtum hesti. 

 

75 Tað var mong av stoltsmoyggjum,  

bóru fyri honum sút,  

hann var ikki lærdur av listum teim,  

tí sprakk hann í havið út. 

 

76 Tað er hin ungi Ásmundur,  

lítur seg upp til oyggja,  

ikki torir aftur í høll  

til Virgars stoltsinsmoyggja. 

 

77 Hildu teir í havið út  

hestar og maður í senn,  

hann kom niður á høgu borgum,  

eg meini, hann er horvin. 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens, 1904. Sumbiarbók (um 1850) nr. 7. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 98. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 127. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jacob Symphor Johannesen (1823-1846) og Joen Jacob Johannesen (1828-1873), Sumba, 1851. 

 

Hildar táttur 

 

CCF 91 L 

Einki TSB-nr.  (= Hildardalsstríð) 

 

1 Hevur tá hoyrt um móður hans, 

*studdist fram á seingir, 

nú skal ríma um kempur tær,  

ið gitið man verða leingi. 

 

2 Sólin brandar á líðum  

eina morgun snimma,  

Grímur gongur innan høgaloft  

sín sæla faðir at finna. 

 

3 Sólin brandar á líðum,  

drukku mjøð av skál,  

Grímur gongur innan høgaloft,  

hann fann sín faðir til mála. 

 

4 Grímur gongur í hallina inn,  

sólin yvir hann skín: 

”Nú vil eg ríða londum frá,  

sæli faðir mín!” 

 

5 Tað var hansara sæli faðir  

sveipar at sær lín,  

gongur hann so í gullsal inn  

fyri drotning sín. 

 

6 ”Hoyr tú, mín hin veldiga søta,  

eg sigi tær satt ífrá,  

nú vil Grímur, sonur mín, 

ríða londum frá!” 

 

7 Tað var frúgvin Silkieik,  

hon mælir á tungum inna,  

gongur hon innan høgaloft  

sín sæla son at finna. 

 

8 Svaraði frúgvin Silkieik,  

sólin fagurt skín: 

”Vilt tú ríða londum frá,  

sæli sonur mín!” 

 

9 Grímur stendur á hallargólvi  

eina morgunstund: 

”Eg vil ríða mær upp á land,  

sum liggur for vestan lund!” 

 

10 Grímur stendur á hallargólvi  

eina morguntíð: 

”Eg vil ríða mær upp á land,  

sum liggur for vestan líð!” 

 

11 Svaraði frúgvin Silkieik,  

sól tók fagurt at branda: 

”Har býr frúgvin Ingibjørg,  

gakk tú henni til handa! 

 

12 Har býr frúgvin Ingibjørg,  

gakk tú henni til handa,  

roðin dregur at hennara kinn,  

sum sólin skyggir á brandi!” 

 

13 Grímur leyp á gangara sín,  

sær frá borgum dró,  

eingin ríður tílíkur  

á heidna manna skóg. 

 

14 So ríður Grímur Hildarson  

víðan vegin fram,  

forgyltir leika ringarnir,  

hans góði gangari rann. 

 

15 Ein kom maður í hallina inn,  

sigur teim øllum frá: 

”Eg sær mann at borgum ríða  

[í] miklari brynju blá!” 

 

16 Svaraði frúgvin Ingibjørg,  

skortar hon ei fíggja: 

”Leiðið meg í grasgarðar  

tann Hildar son at síggja!” 

 

17 Grímur ríður í grasagarð 

við so nýtum orðum,  

heilsar frúnni Ingibjørg,  

sum aðrir gjørdu í forðum. 

 

18 ”Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær í mínum landi,  

sita yvir mítt breiða borð  

og drekka tann mjøð í blandi. 

 

19 Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær [og] mínum monnum,  

sita yvir mítt breiða borð  

aldur og ævi á sonnum!” 

 

20 Ingibjørg í stóli situr 

við silkibondum snúnum,  

gullband um hennara herðar lá,  

reyð var kinn undir brúnum. 

 

21 Ingibjørg í stóli situr,  

bæði von og vitur,  

koytarfún og fugladún  

er undir, sum Grímur situr. 

 

22 Drukku mjøð í dagin,  

ein og tann triðja,  

noyðist frúgvin Ingibjørg  

frá sínum sorgum at siga. 

 

23 ”Hoyr tú, Grímur, Hildar sonur,  

kanst tú sorgini ráða,  

Geyti hann vann faðir mín, 

raskar brøður báðar. 

 

24 Geyti hann drap faðir mín, 

sum sigist í hesum tátti,  

gróv hann hann í heygin niður 

við alt tað gull, hann átti. 

 

25 Eg havi brynjað av mínum landi  

alt mítt valdra lið,  

Geyti kemur úr skógnum út,  

hann høggur teir allar niður. 

 

26 Eg havi brynjað út hundrað mans,  

besta av mínum liði,  

Geyti kemur úr skógnum út,  

hann høggur teir allar niður!” 

 

27 Grímur stendur fyri breiðum borði,  

heldur um dragið svørð: 

”Tó skal eg ríða í skógin fram  

og vita, hvøssu fer!” 

 

28 Árla var um morgunin,  

sólin fagurt rann,  

tá var hin ungi Grímur  

riðin á skógin fram. 

 

29 So ríður Grímur Hildarson,  

gangarin rennur á fold,  

hann kom sær [á] heygin fram,  

sum deyður lá dreygur [í] mold. 

 

30 Grímur legðist á harðan vøll,  

heygin vildi bróta,  

Geyti talar til sínar menn: 

”Tað gull skal hann ikki njóta!” 

 

31 Geyti kom úr skógnum út,  

við sínum  svørði brá,  

gevur Grími høgg so gott,  

hann sjálvur undrast á. 

 

32 Grímur leyp á gangara sín,  

hann var so snarur til føtur,  

so [høgg] hann til Geyta í Loft,  

at valla bíður hann bøtur. 

 

33 Høggur hann so til Geyta í Loft,  

at valla bíður hann bøtur,  

fimtan vá hann bestu kempur,  

honum fullu til føtur. 

 

34 Fimtan vá hann reystar kempur,  

frá man frættast víða,  

Geyti skyndar ferðini,  

hann mundi frá honum ríða. 

 

35 Grímur ríður til hallar heim  

Ingibjørg gull at føra  

so leingi hon hann við eygum sá,  

tá hevði hon hann so kæran. 

 

36 Svaraði Geyti Áslaksson,  

ei man ilskan tróta: 

”Ikki skal Grímur Hildarson 

tað gull við friði njóta. 

 

37 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

tað er Geyti Áslaksson,  

á gullborgina hann ríður. 

 

38 Sólin brandar á líðum  

eina morgun snimma,  

Geyti ríður á gullborgina,  

Virgar vildi hann finna. 

 

39 Tað var Geyti Áslaksson,  

heim í garðin fór,  

sum hann Virgar Valintsson  

í gullborgini stóð. 

 

40 Svaraði Geyti Áslaksson,  

sólin fagurt skín: 

”Hvat eru tíni ørindi  

higar í dag til mín?” 

 

41 Svaraði Geyti Áslaksson,  

heldur á brúnum knívi: 

”Tað er ein kempa uppi á land,  

fingu vit hana av lívi!” 

 

42 Svaraði Virgar Valintsson,  

sólin brandar til líða: 

”Hvøssu er kempan á navni nevndur,  

ið vit skulu móti stríða?” 

43 ”Grím læt kempan kalla seg,  

eg kundi ikki vinna,  

Hildibrandur heitur faðir hansara,  

móðir Silkieik svinna!” 

 

44 Svaraði Virgar Valintsson,  

mælir á tungum inna: 

”Er tað Grímur Hildarson,  

hann er ikki góður at vinna!” 

 

45 Svaraði Virgar Valintsson  

royndur í dreingja ferð: 

”Tó skal eg ríða á skógin fram  

og vita, hvøssu fer!” 

 

46 Árla var um morgunin,  

sólin brandar á líðum,  

Geyti og Virgar Valintsson 

teir mundu á skógin ríða. 

 

47 Virgar ríður á skógin fram  

bæði við skjøld og svørð,  

hann visti, at Sjúrður Sigmundarson  

ein yvir allar bar. 

 

48 Tað var Virgar Valintsson,  

heim í garðin fór,  

úti Sjúrður Sigmundarson  

fyri honum stóð. 

 

49 ”Ver vælkomin, Virgar,  

higar út til mín, 

drekk nú, hvat tær betri líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

50 Svaraði Virgar Valintsson,  

heldur á brúnum knívi: 

”Tað er ein kempa uppi á land,  

fingu vit hana av lívi!” 

 

51 ”Tú hevur verið í herraferð,  

vigið tær kempur sterk',  

tóast tú hana av lívi tók,  

tað var einki roysnisverk!” 

 

52 ”Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,  

eg sigi tær satt ífrá,  

annað manst tú fáa at finna  

at royna tað roysni á!” 

 

53 Svaraði tað Sjúrður Sigmundarson,  

tekur nú til at kvíða: 

Hvøssu er kempan á navni nevndur,  

ið vit skulu móti stríða?” 

 

54 ”Grím letur kempan kalla seg,  

vit kundu ikki vinna,  

Hildibrand er faðir hans,  

móðir Silkieik svinna!” 

 

55 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

hann mælir á tungum inna: 

”Er tað Grímur Hildarson,  

hann er ikki góður at vinna!” 

 

56 Sjúrður klæðir sjálvan seg,  

hann fór í brynju tunga,  

allir frykta Hildibrand,  

men eingin Grím hin unga. 

 

57 Sjúrður bindur hjálm á seg,  

Gestur stóð honum næst,  

ongantíð á ævini  

tað bant hann hann so fast. 

 

58 Riðu teir í Hildardal,  

væl kundu brandi stýra,  

svørji tann eið um mína trúgv,  

nevndar kempur fýra. 

 

59 Ríða teir í Hildardal  

hvør undir sínum  merki: 

Sjúrður, snarpur Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

60 Sjúrður talar til Virgar: 

”Nú man tað so vera,  

sent fram harra Tírirant  

tey feigdarbrøv at bera! 

 

61 Tá ið tú kemur í hallina inn,  

ver vreiður og ikki blíður,  

sig, Virgar sendir Grími boð  

í Hildardal at stríða!” 

 

62 Sveinin fór sum snarast var,  

goymir væl tað orðið,  

hann kom innan høgaloft,  

ið Grímur stóð yvir borði. 

 

63 ”Statt væl, Grímur Hildarson,  

frá man frættast víða,  

Virgar er í Hildardal,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

64 Grímur stóð for breiðum borði,  

heldur um dragið svørð: 

”Eg kenni væl harran Tírirant,  

ein avrekstrællur er!” 

 

65 Tírirant sítt svørðið brá,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Grími banasár  

og odd í hjálmi royna. 

 

66 Grímur loftaði høgginum,  

tað var honum eingin neyð,  

Tírirant á gólvið legði,  

tað brotnaðu rivini sjey. 

 

67 ”Ríð teg aftur í Hildardal,  

frá man frættast víða,  

morgin, áðrenn sólin rennur,  

eg skal ímóti honum stríða!” 

 

68 Grímur tekur sín njósnarasvein,  

klæðir hann væl í skrúð: 

”Eg havi teg so leingi roynt,  

at tú hevur verið mær trú. 

 

69 Hoyr tað, mín hin lítin svein,  

tú ver til ferðar snarur,  

bið hann Hildibrand, faðir mín, 

koma í stríðið við mær!” 

 

70 Sveinin fór sum snarast var,  

líka sum fuglur við ský,  

síðan skyndar hann ferðini,  

hann kom í Brandarbý. 

 

71 Sveinin kom í Brandarbý,  

tað var honum eingin treyt,  

hann kom sær í hallina inn,  

borgir upp hann breyt. 

 

72 Sveinin fór sum snarast var,  

goymdi væl á orði,  

kom ikki fyrr í hallina inn,  

enn Hildibrand stóð yvir borði. 

 

73 ”Statt væl, ungi Hildibrandur,  

eg beri tær boð til handa,  

nú er Grímur, sonur tín,  

staddur í stórum vanda! 

 

74 Statt væl, ungi Hildibrandur,  

tú far í brynju ný,  

Grímur biður sjálvan teg  

koma við sær í stríð!” 

 

75 Hildibrand leyp á gangaran,  

var klæddur í brynju blá,  

møtti sínum  unga syni,  

gáar 'føge' tað. 

 

76 Møttust teir í skógnum burtur,  

væl kundu brynju bera,  

síðan løgdu teir ráðini saman,  

hvøssu teir skuldu gera. 

 

77 ”Tú skalt ríða mót Virgar  

í øllum hansara heri,  

síðan aftur mót Geyta á Loft  

at geva honum sár av svørði. 

 

78 Sjálvur skal eg mót Sjúrði ríða,  

øllum hansara liði,  

honum fylgir Nornagestur,  

merkismaður, við!” 

 

79 Ríða teir í Hildardal,  

sum stríðið skuldi standa,  

svørji tann eið um mína trú,  

at roðin dregur at branda. 

 

80 Møttust teir í Hildardal,  

sum roðin dregur í ský,  

Grímur og Virgar Valintsson  

møttust fyrstir í stríð. 

 

81 Møttust teir á grønum vølli,  

hvørgin mundi bella,  

hoyrast mundi langan veg,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

82 Høgga títt, teir loyva lítt,  

tað var við nýtum orðum,  

hoyrast mátti langan veg,  

sum svørðini sungu á borðum. 

 

83 Høgga títt, teir líva lítt,  

blóð sprakk út av fingri,  

alt var Grímur frægari,  

í sínum  høggum tyngri. 

 

84 Grímur brá sínum bitra brandi,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Virgari banasár,  

odd í hjálmi royna. 

 

85 Grímur brá sínum bitra brandi  

yvir leysa lund,  

høggið kom á rúnarklett,  

hann brast í fýra sundur. 

 

86 Høggið kom á rúnarklett,  

øllum tykir undur,  

hestin undir Geyta á Loft  

hann hjó í herðum sundur. 

 

87 Tað var Grímur Hildarson,  

gott mundi álvið kenna,  

Geyti og Virgar Valintsson  

mundu frá honum renna. 

 

88 So rann blóð í Hildardal  

á grønum vølli víða,  

Sjúrður og frægi Hildibrandur  

nú komu teir at stríða. 

 

89 Ríða saman á grønum vølli,  

av bar barnagaman,  

ógvuligt var at líta á,  

tá fornir brestu saman. 

 

90 Ógvuligt var at líta á,  

fornir saman brestu,  

so fóru teir á jørðina niður  

hvør frá sínum  hesti. 

 

91 Tað var stríð [í] Hildardal,  

blóð á svørðum hongur,  

Sjúrður og frægi Hildibrandur  

hvør mót øðrum gongur. 

 

92 Tað var stríð í Hildardal,  

blóð á svørðum hekk,  

Sjúrður og frægi Hildibrandur  

hvør mót øðrum gekk. 

 

93 Ógvuligt var at líta á,  

'fodnar mein felti',  

hoyrast mundi langan veg,  

sum svørð á brynjum smelti. 

 

94 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,  

øllum tykir undur,  

hann kleyv brynju av Hildibrandi,  

reimar og ringar sundur. 

 

95 Nornagestur til orða tekur,  

letur ei reiði renna: 

Nú skal taka Hildibrand  

hans búk á báli brenna!” 

 

96 Hildibrandur sítt svørðið brá,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Gesti banasár,  

odd í hjálmi at royna. 

 

97 Gestur skundar og førkar seg,  

vendir sínum  hesti til *heiða,  

Sjúrður undir høggið kom,  

tað rivnaði brynjan breiða. 

 

98 Ógvuligt var at líta á,  

'fodnar laygien trøsti',  

Sjúrður undir høggið kom,  

tað rivnaði stál for brósti. 

 

99 Hildibrand brá sínum bitra brandi  

bæði av ilsku og bræði,  

Sjúrður undir høggið kom,  

hann støkti buðlungs klæði. 

 

100 Hildibrand brá sínum bitra brandi,  

vildi ei megi loyna,  

ætlaði Sjúrði banasár,  

odd í hjálmi royna. 

 

101 Ætlaði at klúgva Sjúrð hin unga  

rætt í miðju sundur,  

høggið kom í dvørgarheyg,  

tað rivnaði grót og grundir. 

 

102 Dvørgurin enn á vølli stóð,  

heygurin var brotin: 

”Ofta havi eg, Hildibrandur,  

av tínum háttri notið!” 

 

103 Tað var hin ungi Hildibrandur,  

menskur var hann av dreingjum,  

buktaði dvørg í heygin inn,  

sum hann hevðl ligið leingi. 

 

104 Bogna tók tann gylti brandur,  

klingaði yvir *rín,  

tað sjungar so hátt í himin upp,  

tá dreingir lótu lív. 

 

105 Sjúrður og snarpi Nornagestur  

lótu úr stríði venda; 

hetta var tað síðsta stríð,  

ið Hildibrand førdi til enda. 

 

106 Hetta var tað síðsta stríð,  

satt at siga frá,  

inntil hann á grønum vølli,  

hann sín sonin vá. 

 

107 Grímur fór til hallar heim  

Ingibjørg gull at føra,  

so leingi hon hann við eygum sá,  

so hevði hon hann so kæran. 

 

108 Hildibrandur sigur fekk,  

vinning í tí stríði,  

tað [var] Virgar Valintsson,  

á gullborgina hann ríður. 

 

109 Virgar ríður á gullborg  

við gull og vovin tong,  

síðan letur hann brøvini skriva  

eystur yvir lond. 

 

110 Síðan letur hann brøvini skriva  

eystur yvir land,  

sendi tey so langan veg  

tann kempubana í hond. 

 

111 Ásmundur las tey brøv so brátt  

av so tungum stríði,  

at hann skuldi ríða upp á land  

at taka Grím av lívi. 

 

112 Ásmundur sigldi av Suðurlondum  

eina morguntíð,  

legði so í havið út  

inn fyri vestan líð. 

 

113 Ásmundur sigldi av Suðurlondum  

eina morgunstund,  

legði so í havið út 

inn fyri vestan lund. 

 

114 Legði inn fyri vestan lund,  

man meg rætt um minna,  

har lá hann í mánar tvá,  

hann kundi har einki vinna. 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens, 1904. Sumbiarbók (um 1850) nr. 1. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 99. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 130. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jacob Symphor Johannesen (1823-1846) og Joen Jacob Johannesen (1828-1873), Sumba, 1851. 

 

 

Golmars táttur 

 

CCF 91-II L-IV 

TSB E 62 

 

1 Adalus vaknar um miðnátt,  

hon sigur sín dreym so brátt: 

”Undarligt hevur fyri meg borið  

alla hesa nátt. 

 

2 Eg droymdi, tú reiðst á grønum vølli  

við tínar 'gølmun garra',  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið [teg] sló til jarðar. 

 

3 Eg droymdi, tú reiðst á grønum vølli 

- søgur ganga frá -,  

har kom ríðandi riddarin tann,  

ið høgg títt høvur frá!” 

 

4 ”Hoyr tað, tú mín veldiga søta,  

lat tað nú so vera,  

vetrarnáttin er so long,  

tað kann í dreymar bera!” 

 

5 Sniolvur so til orða tekur 

- søgur ganga frá - : 

”Eingin er hann í verðini, 

ið høggur mítt høvur frá!”  

 

6 Svaraði frúgvin Adalus,  

var klædd í hvíta lín: 

”Eingin hevur so raskur verið,  

ikki fáir líka sín. 

 

7 Hevur tú hoyrt frá kempu teirri,  

ið vánda gerning kann,  

bæði er hann vænur og vøksturligur  

Ásmund nevni eg hann. 

 

8 Ásmundur er á Suðurlondum,  

hetta veit hann av: 

Hildibrandur svørðið søkti  

niður í salta hav!” 

 

9 Stoltsmoyin ein for borði stendur,  

Ásmundi ið hon sigur: 

”Eystur fyri Heljaroy  

søkti hann svørðið niður!” 

 

10 Árla var um morgunin,  

sólin skínur so víða,  

tá var hin ungi Ásmundur  

búgvin sær út at ríða. 

 

11 Og tað er hin ungi Ásmundur,  

hann býr sær út at ríða,  

hann kom niður á Gantarvík,  

sum vegir liggja víða. 

 

12 Tað var hin ungi Ásmundur,  

heim í garðin fór,  

úti hertugin Golmar  

fyri honum stóð. 

 

13 ”Tú ver vælkomin, Ásmundur,  

higar út til mín, 

drekk nú, hvat tær betri líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

14 ”Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvæl minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín!” 

 

15 Svaraði hertugin Golmar,  

flest øllum veit hann skil: 

”Hoyr tað, ungi Ásmundur,  

sig mær, hvat tú vil!” 

 

16 Svaraði ungi Ásmundur,  

snakkar um sín vilja: 

”Tað eru míni ørindi  

Ingibjørg at gilja!” 

 

17 Svaraði hertugin Golmar 

í tí sama sinni: 

”Eingin giljar Ingibjørg  

meðan eg er inni!” 

 

18 Svaraði hertugin Golmar,  

hann heldur á ringinum bjarta: 

”Eingin giljar Ingibjørg,  

fyrr enn brostið er í mær hjartað!” 

 

19 Svaraði ungi Ásmunur,  

flest øllum veit hann skil: 

”Eg skal gilja Ingibjørg,  

tað stendst hvat av ið vil!” 

 

20 Golmar læt hann at durum koyra  

við svørð og riddaraskjøldur, 

lyfti inn frúur úr songini, 

fremdi hvat ið hann vildi. 

 

21 Sára græt frúgvin Ingibjørg  

á tí sama sinni,  

tað er hann hertugin Golmar,  

hann grætur ikki minni. 

 

22 Sára græt frúgvin Ingibjørg,  

tað mundu flestøll hoyra: 

”Eg haldi tað einki roysni vera  

tann veika at durum koyra!” 

 

23 Svaraði hin ungi Ásmundur  

helst fyri uttan sút: 

”Golmar, vilt tú fylgja mær  

nakað í havið út!” 

 

24 Ásmundur so til orða tekur 

- søgur ganga frá -: 

”Golmar, vilt tú fylgja mær  

hesum borgum frá!” 

 

25 Tí svaraði Golmar  

av so tungari trá: 

”Nakað skal eg fylgja tær  

hesum borgum frá!” 

 

26 Gingu teir til strandar oman,  

vindur blæsur í høll,  

Golmar fryktar Ásmund,  

tí hann var eitt størri trøll. 

 

27 Gingu teir til strandar oman,  

stigu í lyfting fram,  

Golmar fryktar Ásmund,  

tí hann var ein størri mann. 

 

28 Vinda teir upp síni silkisegl 

við so nýtum orðum,  

stryka teir ikki á bunkan niður  

fyrr enn for Heljar norður. 

 

29 Ásmundur gongur eftir bunkanum,  

fyrsta orð hann sigur: 

”Var tað her, ið Hildibrandur  

svørðið søkti niður!” 

 

30 Tí svaraði Golmar,  

mælir so for sær: 

”Her søkti hann svørðið niður, 

so er greint for mær!” 

 

31 Ásmundur loypur í havið út,  

lættliga kavar hann,  

snarliga fram við grunni fór,  

ikki hann svørðið fann. 

 

32 Ásmundur kemur frá grunni upp,  

hann hevur ikki fleiri orð: 

”Eg skal høgga títt høvur av,  

kasta út for borð!” 

 

33 Tí svaraði Golmar,  

ikki vildi hann doyggja: 

”Siglum burtur haðani  

betur for Heljaroyggjar!” 

 

34 Vinda teir upp síni silkisegl,  

tað munnu flest øll vita,  

síðan sigla teir haðani burt  

for Heljaroyggjar ytra. 

 

35 Tí svaraði Ásmundur,  

hann læt so orðum svara: 

”Hvør eigur hesi blonku svørð,  

her við grunni fara?” 

 

36 Tí svaraði Golmar  

av [so] tungari trá: 

”Her søkti hann svørðið niður,  

tá var eg sjálvur hjá!” 

 

37 Ásmundur leyp í havið út,  

lættliga kavar hann,  

snarliga fram við grunni fór,  

nú hann svørðið fann. 

 

38 Ásmundur leyp í havið út,  

sigist í skipagangi,  

tá kom hann á bunkan [upp] 

við svørð og stokk í fangi. 

 

39 Ásmundur kemur frá grunni upp  

við forgyltum brandi: 

”Eg havi ikki møddari 

staðið í stríð á landi!” 

 

40 Ásmundur kemur frá grunni upp,  

tá var hann ikki fríður: 

”Eg havi ikki møddari  

á landi staðið í stríði!” 

 

41 ”Nú havi eg víst tær á brandin tann,  

sum gott man alvi duga,  

lovið mær til hallar heim  

Ingibjørg at skoða! 

 

42 Nú havi eg víst tær á brandin tann,  

royndur er væl í víggjum,  

lovið mær til hallar heim  

Ingibjørg at síggja!” 

 

43 Tí svaraði Ásmundur,  

hann lítur seg niðan í lund: 

”Hvat skal hesum ljóta trølli  

sær so fagurt sprund?” 

 

44 Ásmundur gongur eftir bunkanum,  

hevur ikki fleiri orð,  

hann høgdi høvdið av Golmar,  

hann varpar tað út for borð. 

 

45 Vindur hann upp síni silkisegl,  

tung eru dømin slík,  

strykar ikki á bunka niður  

fyrr enn við Gantarvík. 

 

46 Ásmundur gongur frá strondum niðan, 

so er greint for mær,  

og hana frúnna Ingibjørg  

hann fylgir í hall við sær. 

 

47 Ásmundur gongur frá strondum niðan, 

hann blandar mjøðin í vín,  

hana frúnna Ingibjørg  

hann fylgir í hall til sín. 

 

CCF 91-I L-I 

TSB E 131 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens, 1904. Sumbiarbók (um 1850) nr. 6. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 105. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 145. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Jacob Symphor Johannesen (1823-1846) og Joen Jacob Johannesen (1828-1873), Sumba, 1851.

 

E 16 Hildibrands táttur (Hildibrand defeats Ásmundur in fight)

Ásmundur setur sær fyri at fara í bardaga. Hann sóknast eftir Virgari, men hann er ikki heima. Í staðin fyri bjóðar hann Hildibrandi av, sum roynir at fáa hann at fara.

Ásmundur hóttir við at avhøvda Hildibrand.

Teir rúka saman at berjast, og Hildibrandur kvettir brynjuserkin av Ásmundi, so hann stendur nektaður.

Ásmundur biður lova sær av stað.

á føroyskum: CCF 91 B:IV, D Ásmundar táttur, L Hildibrands táttur og Virgars táttur ør.1-54 (bert á føroyskum). Ein av táttunum í ”Sniolvs kvæði”.

E 62 Golmars táttur (Man forces another to reveal secret and then kills him)

Ásmundur kemur til hús Golmars, rekur hann út og neyðtekur konu hansara.

Dagin eftir hevur Ásmundur Golmar við sær á báti og noyðir hann at vísa sær, hvar ið Hildibrandur tveitti svørð sítt á bláman. Ásmundur kavar eftir svørðinum og finnur tað. Golmar vil sleppa aftur til lands, men Ásmundur drepur hann og tekur síðani konu Golmars við sær heim.

á føroyskum: CCF 91, A: I, B: III, D Golmars táttur, L Golmars táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 131 Rana táttur (Suitor kills ogre rival and marries maiden)

Hildibrandur heldur av stað at biðja um Silkieik, dóttur Upplands kongs. Men trøllið Rani kemur hagar áðrenn hann. Bønarorð Rana verða kveistrað burtur, og hann hóttir við at gera Silkieik til hjákonu sína.

Silkieik vil hava beiggja sín Sniolv at berjast fyri seg, men faðir hennara sigur, at Sniolvur er ov ungur.

Tá kemur Hildibrandur. Hann berjist við Rana og drepur hann. Hann giftist Silkieik. Spátt verður teimum, at svørðið hjá pápanum fer at drepa son teirra Grím. Tá tveitir Hildibrandur svørð sítt í havið.

á føroyskum: CCF 91 B: I, L Rana táttur, M (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019