• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

E. 

 

[I. Sniolvs táttur] 

 

CCF 91-III E-I 

TSB E 75 

 

1 Nú skal leggja niður um stund,  

vilja tit orðum trúgva,  

um hann Sniolv av Upplondum  

hagar skal ríman snúgva. 

 

Gyltan sporar er mítt fótaspenni,  

so temji eg mínar gangarar,  

tann góða lati eg renna. 

 

2 Sniolvur er ein kempa so sterk,  

hans líki er ikki at finna,  

so lystir honum at stríðast  

sum leika við streymin stinna. 

 

3 So lystir honum at stríðast  

sum leika við streym í á,  

tað er eingin í vørildini,  

sum Sniolv torir at slá. 

 

4 Sniolvur gongur for sína móður,  

leggur við hana ráð: 

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

sum mær er *sámi at fá!” 

 

5 Svaraði hansara sæla móðir,  

ei er 'til tess sein*: 

“Nógvar eru á Upplondum,  

tak tær eina av teimum!” 

 

6 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,  

vek mær ei tann harm,  

tað er eingin í Upplondum,  

ið sova kann hos mín arm! 

 

7 Hoyr tú tað, mín sæla móðir,  

vek mær ei tann kvíða,  

tað er eingin á Upplondum,  

sum sova kann hos mín síða! 

 

8 Men vildi mær tann hugurin  

lívið leggja á,  

hertugans dóttur av Brunsvík norð  

kundi eg hana fá!” 

 

9 Svaraði hansara sæla móðir,  

mælir á tungum minni: 

“Hertugans dóttur á Brunsvík norð  

ert tú ikki maður at vinna!” 

 

10 Tað var reystur Sniolvur,  

tók móður orð við vreiði: 

“Tó skal eg til Brunsvík norð,  

eg komi ikki aftur í teirri!” 

 

11 Tað var reystur Sniolvur,  

sparir ei við at svara: 

“Tólv hundrað valdir menn  

teir skulu við mær fara!” 

 

12 So letur hann Sniolvur  

sínum  skipum gera,  

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli vera. 

 

13 So letur hann Sniolvur  

sínum  skipum búgva,  

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli snúgva. 

 

14 So letur hann Sniolvur  

byggja skipini sín,  

bæði letur hann á tey leggja  

virtur og so vín. 

 

15 Bræddir vóru brandar,  

borðini vóru ný,  

forgyltir leika veðurringar  

upp í miðal ský. 

 

16 Bræddir vóru brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavn og stýri av reyðargulli, 

so var segl í topp. 

 

17 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gul við roðin brand,  

teir strykaðu ei á bunkanum  

fyrr enn við Brunsvíks land. 

 

18 Lítin svein í mark er nú,  

skuldi goyma geit,  

hann sá skip eftir havi koma,  

havnina vildi tað leita. 

 

19 Sveinur samlar *smalurnar  

har á grønan vøll, 

síðan akslar hann kápu blá,  

hann gár í kongins høll. 

 

20 Síðan akslar hann kápu blá,  

hann gár í kongins høll: 

“Eg eri mær á einum sinni  

vísari enn tú og øll. 

 

21 Eg eri mær á einum sinni  

vísari enn tit og á,  

eg sá skip eftir havi koma,  

seglini ovur blá. 

 

22 Eg sá skip eftir havi koma,  

seglini ovur blá,  

tað vildi hvørki lúta ella strúka,  

skotini bresta á!” 

 

23 Svaraði Sjúrður hertugans sonur,  

bæði hyggin og vitin: 

“Tað man vera ein mætur maður,  

sum hvørki vil lúta ella strúka!” 

 

24 “Sært tú skip eftir havi koma,  

seglini ovur blá,  

vera man onkur høvdingi  

at biðja dóttur vár!” 

 

25 Svaraði reystur hertugin,  

tekur at blása í horn: 

“Eg skal meg til strandar oman,  

seta hann í torn!” 

 

26 Teir hildu upp undir Brunsvík,  

sum hertugin fyri var,  

har vóru gjørdar silvurrósur,  

breiddar av við stál. 

 

27 Von var teirra snekkjan,  

kendi fagurt land,  

kastaðu sínum  ankarum  

á so hvítan sand. 

 

28 Kastaðu sínum ankarum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fót á land. 

 

29 Fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fót á land,  

tólv brynjaðir av hans monnum  

undir hans høgru hond. 

 

30 Men eingin tann í Brunsvík norð  

kempuna tordi finna  

uttan Sjúrður hertugans son,  

hann reið til strandar innar. 

 

31 Tað var Sjúrður hertugans sonur,  

væl kundi tungu skilja: 

“Hoyr tú tað, tú reysta kempa,  

hvat man gestur vilja?” 

 

32 Svaraði reystur Sniolvur: 

“Tað er einki yvir at tiga,  

til tess eri eg higar komin  

tína systur at biðja. 

 

33 Vilt tú ikki tína systur  

geva mær í giftu,  

eg bjóði tær eitt annað boð,  

lív skal londum skifta. 

 

34 Vilt tú ikki tína systur  

geva mær í hava,  

tað skal verða deyði tín,  

og fleiri dreingjum at skaða!” 

 

35 Leingi stóð Sjúrður hertugans sonur,  

tonkti hann pá tey orð,  

hvussu hann skuldi viðurbera,  

tað skuldi ikki blíva morð. 

 

36 Svaraði Sjúrður hertugans sonur  

fyrsta orðið tá: 

“Hon hevur bæði faðir og móður,  

henni ráða má!” 

 

37 Tað var Sjúrður hertugans sonur,  

væl var borin til evna: 

“Hoyr tú tað, tú reysta kempa,  

hvussu skal eg teg nevna!” 

 

38 “Sniolv skalt tú nevna meg,  

so er sagt frá,  

Ólavur kongur á Upplondum  

er sagdur faðir vár!” 

 

39 “Ólavur kongur á Upplondum  

hann var ein kempa í akt,  

ein mann eg frá Sniolvi  

tað havi eg hoyrt frá sagt!” 

 

40 Sjúrður snúðist í hallina inn,  

letur so orðum víkja: 

“Nú er komin riddarin tann,  

sum tú mást undan lúta!” 

 

41 Sjúrður kemur í hallina inn,  

letur so orðum fúka: 

“Nú er komin riddarin tann,  

frúgvin Adalín fær sín líka!” 

 

42 Svaraði reystur hertugin,  

heldur á brýndum knívi: 

“Eg skal meg til strandar oman,  

taka hann av lívi!” 

 

43 Tá svaraði Sjúrður hertugans sonur,  

heldur á brýndum knívi: 

“Ert tú tann fyrsti í Brunsvík norð,  

hann tekur teg sjálvan av lívi!” 

 

44 Uppi í miðjum grasagarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

45 Og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn,  

sum hertugin fyri á borði sat  

við monnum hundrað fimm. 

 

46 Sniolvur stendur á hallargólvi,  

ber fram kvøðu sína: 

“Sit væl, reysti hertugin,  

og gev mær dóttur tína! 

 

47 Vilt tú ikki tína dóttur  

geva mær í giftu,  

eg bjóði tær eitt annað boð,  

lív skal londum skifta. 

 

48 Vilt tú ikki tína dóttur  

geva mær í hava,  

tað skal verða deyði tín,  

og fleiri dreingjum at skaða!” 

 

49 Tað var reysti hertugin,  

tykist at vera komin í vanda,  

sær hann hesa reystu kempu sær  

fyri borði standa. 

 

50 “Sit væl, reysti hertugin,  

tú legg tær væl í minni,  

sig mær antin nei ella ja,  

eg biði ikki triðja sinni!” 

 

51 Tað var reysti hertugin,  

hann sortnaði sum ein mold: 

“Tit gangið eftir frúnni Adalín,  

tit leiðið hana fram á fold!” 

 

52 Inn kom frúgvin Adalín  

við silkikneptari húgvu,  

kinnin var reyð sum hummarklógv  

og eygað sum í dúgvu. 

 

53 Kinnin var reyð sum hummarklógv,  

og ljós var hon í enni,  

tað var eingin á Brunsvík norð, 

sum líktist aftur at henni. 

 

54 “Ver vælkomin, mín sæla dóttir,  

higar nú til mín, 

vilt tú henda riddaran lova,  

komin at biðja tín!” 

 

55 Svaraði frúgvin Adalín  

fyrsta orðið tað: 

“Eg hevði hug á Sniolvi,  

áðrenn eg hann sá!” 

 

56 “Mangur reystur riddarin  

frúnna vildi fá,  

eg havi teir í tornið sett  

og teir á lívi á. 

 

57 Mangur reystur riddarin  

frúnna vildi hava,  

eg havi teir í tornið sett  

og teir av lívi taka!” 

 

58 Svaraði reystur Sniolvur,  

mælir á tungum minni: 

“Eg mundi farið tann sama veg,  

men maður var eg at vinna!” 

 

59 Lótu so til brúdleyps ætla,  

einki mátti tvørra,  

átjan borgum boðið var,  

og tólv hundrað á hvørjum. 

 

60 Lótu so til brúdleyps ætla  

skjótt og ikki leingi,  

har kom so mangur hovmaður til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

61 Drukku teir á Brunsvíkum  

bæði úti og inni,  

drukku mjøð og kláran vín,  

vóru glaðir á hvørjum sinni. 

 

62 Drukku teir á Brunsvíkum,  

har var hvør so fegin  

sum tann fuglur, á kvisti sat,  

var glaður á ljósum degi. 

 

63 Drukku teir á Brunsvík norð,  

herurin var so fegin,  

hertugin letur síni dóttur  

fimtan merkur geva. 

 

64 Drukku teir á Brunsvík norð  

bæði við gleði og gleim,  

hertugin fylgdi síni dóttur  

ytst á sjóvarstein. 

 

65 Vinda teir upp síni silkisegl,  

gul við roðin brand,  

hann strykaði ei á bunkanum 

fyrr enn við Uppland. 

 

66 Von var teirra snekkjan,  

kendi fagurt land,  

kastaðu sínum  ankarum  

á so hvítan sand. 

 

67 Kastaðu sínum  ankarum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fóti á land. 

 

68 Fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fóti á land,  

so var frúgvin Adalín  

upp undir hans høgru hond. 

 

69 Sniolv gár fyri sína móður  

bæði við gleði og gleim: 

“Ver nú glað, mín sæla móðir, 

vit eru væl komin heim!” 

 

70 Svaraði hansara sæla móðir,  

heldur á ringi bjarta: 

“Góða stundina bar eg teg  

fyri mínum hjarta!” 

 

71 Svaraði hansara sæla móðir  

bæði við gleði og gleim: 

“Góða stundina vart tú gitin,  

so ert tú komin heim!” 

 

72 Sniolvur gár for Adalín: 

ræður fyri henni at siga: 

“Nógv er gullið á Upplondum,  

sjálva teg at gleða.  

 

73 Lótu so til brúdleyps ætla,  

einki mátti tvørra,  

báðum borgum boðið var,  

og tólv hundrað á hvørjum. 

 

74 Lótu so til brúdleyps ætla  

skjótt og ikki leingi,  

har kom so mangur hovmaður til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

75 Drukku teir á Upplondum  

bæði úti og inni,  

drukku mjøð og kláran vín,  

vóru glaðir á hvørjum sinni. 

 

76 Drukku teir á Upplondum,  

har var hvør so fegin 

sum tann fuglur, á kvisti sat,  

var glaður á ljósum degi. 

 

77 Drukku teir á Upplondum,  

næst var komið til sanns,  

har var hvør, sum boðin var,  

og har var kongur av Frans.  

 

78 Drukku teir á Upplondum,  

gott var teirra lív,  

bæði gingu í eina song  

Sniolvur og hans vív. 

 

79 Frúgvin Adalín vaknar um midnátt,  

fortelur hon dreym so brátt: 

“Undarligt hevur mær fyriborið  

alla hesa nátt. 

 

80 Eg droymdi, tú reiðst á grønum vølli  

millum tínar gulmigarðar,  

har kom reysta kempan tann,  

sum teg sló niður til jarðar!” 

 

81 Svaraði reystur Sniolvur  

við sínar gulmigarðar: 

“Tað er eingin í vørildini,  

sum meg slær niður til jarðar!” 

 

82 Svaraði frúgvin Adalín,  

mælir á tungum minni: 

“Eingin hevur so reystur verið,  

sín líka hevur ikki funnið!” 

 

Handrit: Handrit hjá Svend Grundtvig,  Dansk Folkemindesamling 68B,d. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 50. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 7. 

 

Heimild: Úr Vágum: Joen Heinesen, Gamli Jógvan í Nýggjustovu (1799-1877), Sørvági 1846. 

 

[Ásmundar táttur] 

 

CCF 91-VII E-II 

TSB E 63 

 

83 Tað var um ein árla morgun,  

sólin skínur so víða,  

tað var illi Ásmundur,  

lystir út at ríða. 

 

84 Tað var hann illi Ásmundur,  

lystir út at ríða,  

hann kom niður á Upplondum,  

sum vegir liggja víða. 

 

85 Hann kom niður á Upplondum,  

sum vegir liggja víða: 

"Hoyr tú, reystur Sniolvur,  

eg bjóði tær út at stríða!" 

 

86 Ásmund ríður á grønum vølli,  

eingin sær hann enn,  

hann feldi av Sniolvs monnum  

hundrað um í senn. 

 

87 Svaraði reystur Sniolvur: 

"Hví gár her so 'haart'?  

Eg havi mín hin búna brand  

kunngjørt í øllum londum." 

 

88 Til svaraði Teknar,  

gull bar seg á hond: 

"Her er komin ein fremmand kempa  

út av onnur lond." 

 

89 Tað svaraði Sniolvur,  

heldur á brýndum knívi: 

"Eg skal meg í herin fram  

og taka hann av lívi." 

 

90 Svaraði Sniolvs høvuðsmaður,  

lítur seg upp til bíggjar: 

"Tú vinnur einki av hesi kempu,  

tað kann eg væl síggja." 

 

91 Út reið reystur Sniolvur,  

hann tann kempan stinna,  

Ásmund reið mót honum snart,  

har munna tveir reystir finnast. 

 

92 Ríða teir á grønum vølli,  

hvørgin vildi bella,  

eldur fýkur av teirra skjøldum,  

neistar av svørðum fella. 

 

93 Ríða teir á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

neistar fúka av teirra hjálma,  

neistar av svørðum fúka. 

 

94 Ríða teir á grønum vølli,  

hvørgin vildi víkja,  

so fullu teimum høggini tung,  

at hjartað mundi níta. 

 

95 Tað var reystur Sniolvur,  

mælir av tungum bragdi: 

"Nú man ganga dreymurin út,  

frúgvin Adalín mær sagdi." 

 

96 Ásmund stendur á grønum vølli,  

talar um sín vilja: 

"Nú lystir meg til hallar heim  

frú Adalín at gilja." 

 

97 Svaraði reystur Sniolvur,  

heldur á ringi bjarta: 

"Eingin giljar frú Adalín,  

fyrr enn brostið er í mær hjarta." 

 

98 Tað var illi Ásmundur,  

hann fór ikki við tí hátt: 

"Annað skalt tú fáa at síggja,  

áðrenn úti er nátt. 

 

99 Eg tók konu Golmar,  

fór ikki við tí hátt,  

annað skalt tú fáa at síggja, 

áðrenn úti er nátt." 

 

100 "Eg havi hoyrt frá Golmari sagt,  

greint frá hvørjum orði,  

hann var ei til víggja borin,  

vardi ei sína konu." 

 

101 Sniolvur ríður á grønum vølli,  

hann er kempan reysta,  

so høgdi hann til Ásmund,  

hann svímaði av sínum  hesti. 

 

102 Ásmund skeytst í jørðina niður  

undir reyðum skildri,  

hann kom upp fyri aftan hann,  

sum sjálvan Sniolv feldi. 

 

103 Ásmund kastar svørðinum,  

frálíkur var hann monnum,  

hann kleyv Sniolvs gylta hjálma,  

oddin niður at tonnum. 

 

104 Blóð sprakk undir naglarót,  

tá ið Ásmund spendi kálva,  

hann kleyv Sniolvs gylta hjálma,  

oddin niður í nalva. 

 

105 Ásmund stendur á grønum vølli,  

lovar roysnisverk: 

"Fullvæl mást tú bera títt navn,  

Sniolv, kempan sterk. 

 

106 Mangan havi eg feldan,  

helst av øðrum londum,  

tín líka havi eg ikki funnið  

fyri mínum hondum." 

 

107 Ásmund stendur á grønum vølli,  

talar um sín vilja: 

"Nú lystir meg til hallar heim  

frú Adalín at gilja." 

 

108 Ásmund stendur á grønum vølli,  

sínum  roysni lovar,  

tók hann Sniolvs høvur upp  

og bant við saðilbuga. 

 

109 Inn kemur ein so lítil drongur,  

sigur Adalín frá: 

"Eg sá mann á borgum ríða  

í miklari brynju blá. 

 

110 Eg sá mann á borgum ríða  

í miklari brynju blá,  

ongum er hann líkari  

enn Sniolvi at sjá." 

 

111 Tað gjørdi frúgvin Adalín  

for uttan nakran vanda,  

hon gekk seg í garðin út  

for Sniolvi at standa. 

 

112 Inn kemur frúgvin Adalín  

av so miklari sorg: 

"Hetta er ikki Sniolvur,  

sum higar ríður á borg." 

 

113 Inn kemur hin illi Ásmundur  

og talar um sín vilja: 

"Hoyr tú, frúgvin Adalín,  

nú lystir meg teg at gilja." 

 

114 Svaraði frúgvin Adalín,  

letur so orðum víkja: 

"Tað verður ikki, meðan eg livi,  

eg fái Sniolvs líka." 

 

115 Svaraði illi Ásmundur  

av so miklum veldi: 

"Enn var eg tað frægari,  

tann sterka Sniolv feldi." 

 

116 Svaraði frúgvin Adalín  

á so tungum minni: 

"Tað var alt við illgerningar,  

tú mundi Sniolv vinna. 

 

117 Tú átti tær móður ta,  

ein var verst í landi,  

manga hevur hon kristna kempu  

lagt í eiturgrandi." 

 

118 Tað var hin illi Ásmundur,  

heldur sær á gaman: 

"Hoyr tú, frúgvin Adalín,  

meg lystir at sova teg í kamar." 

 

119 Svaraði frúgvin Adalín,  

heldur á vonum spóni: 

"Hevði tú verið út í mítt búr,  

tú skuldi ei undkomið." 

 

120 Tað var hin illi Ásmundur,  

hann leit seg upp til bíggjar,  

tá fekk frúgvin Adalín  

Sniolvs høvur at síggja. 

 

121 Tað gjørdi frúgvin Adalín  

av so stórari neyð,  

beltið brast, og hjartað sprakk  

eftir Sniolvs deyð. 

 

122 Hon sprakk av harmi eftir hann,  

tann hin ríka frú,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

tað hendir ongan nú. 

 

Gyltan sporar er mítt fótaspenni,  

so temji eg mínar gangarar,  

tann góða lati eg renna. 

 

CCF 91-III E-I 

TSB E 75 

 

Handrit: Handrit hjá Svend Grundtvig,  Dansk Folkemindesamling 68B,d. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 54. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 17. 

 

Heimild: Joen Heinesen, Gamli Jógvan í Nýggjustovu (1799-1877), Sørvági 1846. 

 

E 63 Ásmundar táttur (Man kills another to get his wife, but she dies from sorrow)

(Frábr. F, N: Adalín droymir, at maður hennara, Sniolvur, verður dripin.) Ásmundur fer til lands Sniolvs og drepur fleiri av monnum hansara.

Sniolvur fer í bardaga við hann, men á galdrahátt verður hann dripin. Ásmundur kvettir høvdið av honum og bindur tað í saðilin.

Hann fer at vitja Adalín og sigur seg vilja hava hana. Hon vísir honum frá sær og sigur, at hon fer ongantíð at finna nakran, sum kann meta seg við Sniolv, og tá ið hon sær avkvetta høvur hans, doyr hon av harmi.

á føroyskum: CCF 91 A: III, B: VI, D Annar Sniolvs táttur, E [II Ásmundar táttur], F [II Ásmundar táttur], N ør. 58-93 (eisini á norskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 75 Sniolvs táttur (Man gets a bride in spite of her father’s hostility)

Sniolvur fer til Brunsvíkar at biðja um hertogadóttrina. Hertogin sær skip hansara koma og vil hava ókunumannin handtiknan. Men hertogasonurin vil fyrst vita, hvør ið tann fremmandi er, og fer oman á sjóvarstrond ímóti honum. Hann verður bergtikin av Sniolvi og stuðlar søk hansara hjá pápanum.

Hertogin óttast Sniolv og menn hansara og sendir boð eftir dóttrini. Hon fær benanvegin tokka til Sniolv, og tey giftast. Saman fara tey til land Sniolvs.

Stutt aftaná droymir hon, at ein fremmandur riddari drepur mannin.

á føroyskum: CCF 91 A: II, B: II, E: I, F: I, N ør. 1-63 (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019