• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

F. 

 

Sniolvs táttur 

 

CCF 91-III Fa-[I] 

TSB E 75 

 

1 Nú skal leggja niður um stund,  

vilja tær dømin trúgva,  

um hann Sniolv á Upplandi,  

harum vilja vit snúgva. 

 

Gyltan spora verði mítt fótaspenni,  

so temji eg mínar gangarar góðar,  

lati renna. 

 

2 Sniolvur býr á Upplondum,  

slíkir munnu ikki finnast,  

so lystir honum at stríða  

sum at leika við streymin stinna. 

 

3 So lystir honum at stríða  

sum at leika við streym í á,  

hann er ikki í vørildini,  

sum Sniolv torir at sjá. 

 

4 Sniolv gár for sína móður,  

leggur við henni ráð: 

“Hvar veitst tú so skjøna jomfrú,  

ið mær er sámi at fá?” 

 

5 Svaraði hansara sæla móðir,  

tók tað orð við gleim: 

“Nógvar eru av Upplondum,  

tú kjós tær eina av teim!” 

 

6 “Vildi mær tann hugurin  

lívið leggja á,  

hertugans dóttur av Brunsvík norð,  

kundi eg hana fá!” 

 

7 Svaraði hansara sæla móðir,  

mælir av tungum sinni: 

“Hertugans dóttur av Brunsvík norð  

ert tú ikki maður at vinna!” 

 

8 Til svaraði Sniolvur,  

mælir av tungum sinni: 

“Hertugans dóttur av Brunsvík norð  

eri eg væl maður at vinna!” 

 

9 So letur hann Sniolvur  

síni skipini gera,  

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli vera. 

 

10 So letur hann Sniolvur  

sínum  skipum búgva,  

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli snúgva. 

 

11 So letur hann Sniolvur  

búgva skipini stór,  

bæði letur hann á tey laða  

virtur og so bjór. 

 

12 So letur hann Sniolvur  

búgva sær skipini síni,  

bæði letur hann á tey laða  

virtur og so vín. 

 

13 Bæði letur hann á tey laða  

virtur og so bjór,  

tó hann siglir í fimtan vetrar,  

fattast hann ikki fóður. 

 

14 Ganga teir til strandar oman,  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

tá knørr var drigið úr neysti. 

 

15 Bræddir vóru brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stevni og stýri av reyðargulli,  

so var seglið í topp. 

 

16 Bræddir vóru brandar,  

borðini vóru ný,  

forgyltir leikaðu ringarnir  

upp í miðal ský. 

 

17 Bræddir vóru brandar,  

borðini vóru blá,  

stevni og stýri av reyðargulli,  

har skein sólin á. 

 

18 Vundu teir upp síni silkisegl,  

bæði gul og blá,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn á Brunsvíks vág. 

 

19 Føgur var tann snekkjan,  

kendi fagurt land,  

kastaði sínum  akkerum  

á so hvítan sand. 

 

20 Lítil svein í markina út  

hann goymdi smalur og geit,  

hann sær skip eftir havi koma,  

havnina vil tað leita. 

 

21 Allar rekur hann smalur sínar  

saman á grønan vøll,  

síðan akslar hann kápan blá,  

hann gár í kongins høll. 

 

22 Síðan akslar hann kápan blá,  

hann gár í kongins høll: 

“Eg eri meg av einum luti vísari,  

enn tær eruð øll. 

 

23 Eg eri meg av einum luti  

vísari, enn tær eruð øll,  

eg sær skip eftir havi koma,  

seglini hvít sum mjøll!” 

 

24 “Sært tú skip eftir havi koma,  

seglini gul og blá,  

vera má ein av høvdingum  

at biðja dóttur vár!” 

 

25 Svaraði ein so lítil svein,  

vildi orðini fúka: 

“Nú er komin riddarin tann,  

ið tú mást undan lúta!” 

 

26 Svaraði reysti hertugin  

bæði hyggin og vitur: 

“Mundi ikki Brunsvík móti staðið  

einum orlogsskipi!” 

 

27 Føgur var tann snekkjan,  

kendi so fagurt land,  

kastaði sínum  akkerum  

á tann hvíta sand. 

 

28 Kastaði sínum  akkerum  

á tann hvíta sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fótum á land. 

 

29 Svaraði ein so lítil svein,  

vildi ei undan víkja: 

“Eg skal meg til strandar oman  

at taka hann av lívi!” 

 

30 Svaraði Sjúrður hertugans son,  

heldur á *búnum knívi: 

“Ert tú tann fyrsti av Brunsvík norð,  

hann tekur teg, Sniolv, av lívi!” 

 

31 Tað var eingin í Brunsvík norð,  

kempuna tordi at finna,  

uttan Sjúrður, hertugans son,  

sum reið til strandar inn. 

 

32 Svaraði Sjúrður hertugans son,  

væl kann tungu skilja: 

“Hvat er tykkara ørindi,  

og hvat munnu gestir vilja!” 

 

33 Til tað svaraði Sniolvur: 

“Tað er ikki yvir at tiga,  

tað eru míni ørindi 

tína systur at biðja. 

 

34 Vilt tú ikki tína systur  

geva mær í giftu,  

eg bjóði tær eitt annað boð, 

lív skal *londum skifta!” 

 

35 Leingi stóð hann Sjúrður  

og tonkti upp á tey orð,  

í hvøssu hann skuldi við at bera,  

tað skuldi ikki blíva morð. 

 

36 Til tað svaraði Sjúrður  

fyrsta orðið tá: 

“Hon hevur bæði faðir og móður,  

á henni hava ráð!” 

 

37 Svaraði Sjúrður hertugans son,  

góður var borin til evni: 

“Sig mær tað, tú fremmanda kempa,  

hvøssu skal eg teg nevna!” 

 

38 “Sniolv skalt tú nevna meg,  

væl í víggjum stár,  

Ólavur kongur av Upplandi  

er frægi faðir vár!” 

 

39 “Ólavur kongur av Upplandi  

var mær so nær í ætt,  

ein maður eri eg frá Sniolvi,  

so havi eg hoyrt frá sagt!” 

 

40 Uppi í miðjum grasagarði 

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann at  

í høgar hallir inn. 

 

41 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn,  

sum hertugin á borði sat  

við manna hundrað fimm. 

 

42 Inn kemur Sjúrður hertugans son,  

vildi ikki orðum víkja: 

“Nú er komin riddarin tann,  

frú Adalín fær sín líka!” 

 

43 Hildu upp undir Brunsvík,  

sum hertugin fyri lá,  

har vóru gjørdar silvurgøtur,  

brúgvar alt við stál. 

 

44 Mitt í miðjum grasagarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

45 Sniolvur stendur á hallargólvi,  

ber fram kvøðu sína: 

“Sit væl, reysti hertugin,  

gev mær dóttur tína!” 

 

46 Leingi sat hann hertugin,  

tyktist vera komin í vanda,  

tá ið hann sá ta reystu kempu  

seg fyri borðum standa. 

 

47 Til svaraði Sniolvur,  

mælir av tungum sinni: 

“Sig mær antin nei ella ja,  

eg biði ikki triðja sinni!” 

 

48 Til svaraði hertugin,  

hann sortnaði sum ein mold: 

“Gangið eftir frúnni Adalín  

og leiðið hana fram á fold!” 

 

49 Frúgvin varð leidd í hallina inn,  

merki bar hon í enni,  

eingin av teim í Brunsvík norð  

líktist aftur at henni. 

 

50 “Ver vælkomin, mín sæla dóttir,  

higar út til mín, 

vilt tú henda riddara lova,  

er komin at biðja tín!” 

 

51 Svaraði frúgvin Adalín  

tað fyrsta orðið tá: 

“Eg hevði hug á Sniolvi,  

áðrenn eg hann sá!” 

 

52 Lótu tá til brúdleyps ætla,  

tá var ei at tvørra,  

átjan borgum boðið var,  

tólv hundrað á hvørji. 

 

53 Lótu tá til brúdleyps ætla  

av so mikið meingi,  

kom so mangur hovmaður til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

54 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

og kátt var teirra lív, 

bæði gingu í eina song  

Sniolvur og hans vív. 

 

55 Gingu so bæði í eina song  

Sniolvur og hans vív,  

síðan hvør, sum boðin var,  

haðan heim til sín. 

 

56 Tað var tá, sum oftum er enn,  

duld eru døpur mein,  

hertugin fylgdi sínari dóttur  

á ytsta sjóvarstein. 

 

57 Vant hann upp síni silkisegl,  

gull og vovin brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Uppland. 

 

58 Føgur var tann snekkjan,  

kendi fagurt land,  

kastaði sínum  akkerum  

á so hvítan sand. 

 

59 Kastaði sínum  akkerum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fótum á land. 

 

60 Fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fótum á land,  

og so frúgvin Adalín  

undir hans høgru hand. 

 

61 Uppi í miðjum grasagarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

62 Svaraði reysti Sniolvur  

bæði við gleði og gleim: 

 “Sit nú væl, mín sæla móðir,  

so glaður kom eg heim!” 

 

63 Svaraði hansara sæla móðir,  

heldur á ringinum bjarta: 

“Góðari stund tað bar eg teg  

fyri mínum hjarta!” 

 

64 Svaraði hansara sæla móðir  

bæði við gleði og gleim: 

“Góðari stund tað vart tú gitin,  

so vart tú borin [í] heim!” 

 

Handrit: Fugloyarbók. AM access. 4a, nr. 33, s. 153. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 56. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 23. 

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854. 

 

[II. Ásmundar táttur.] 

 

CCF 91-VI Fa-[II. Ásmundar táttur] 

TSB E 63 

 

65 Nú skal leggja niður um stund,  

eg kvøði ikki longur á sinni,  

nú skal taka upp annan tátt,  

betur at leggja í minni. 

 

66 Frú Adalín vaknar um midnátt,  

fortelur sínar dreymar so brátt: 

"Undarligt hevur fyri meg borið  

í alla hesa nátt. 

 

67 Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli 

við tínar gulmar garðar,  

har kom ríðandi riddarin tann,  

ið teg sló niður til jarðar." 

 

68 Til svaraði Sniolvur  

við sínar gulmar garðar: 

"Hann er ikki í vørildini,  

ið meg slær niður til jarðar." 

 

69 Svaraði frúgvin Adalín,  

mælir á tungum sinni: 

"Eingin hevur so reystur verið,  

sín líka hevur ikki fingið." 

 

70 Tá svaraði Sniolvur  

av so tungum vanda: 

"Eg fái ikki mín ovurmann  

her í hesum landi." 

 

71 Tað var um ein árla morgun,  

sólin skín so víða,  

tað var hin illi Ásmundur,  

hann býr seg út at ríða. 

 

72 Tað var hin illi Ásmundur,  

ei *leiðist honum enn,  

fellir niður av Sniolvs monnum  

hundrað um í senn. 

 

73 Til svaraði Sniolvur: 

"Hví gongur her so hart,  

havi eg gitið mín búgvin brand,  

kunngjørt í alla land?" 

 

74 Tí svaraði Sniolvur,  

hann vildi ikki undan víkja: 

"Eg skal meg á herin fram  

at taka hann av lívi." 

 

75 Svaraði ein so lítil sveinur,  

hann vildi undan flýggja: 

"Tú vinnur einki av hesari kempu,  

tað kann eg væl síggja." 

 

76 Hartil svaraði Sniolvur  

við sínar gulmar garðar: 

"Eg skal tó á somu stund  

sláa hann niður til jarðar." 

 

77 Riðu teir á grønum vølli,  

hvørgin vildi víkja,  

so fullu teimum høggini tung,  

í hjarta tóktist níta. 

 

78 Tað svaraði hin illi Ásmundur,  

hann talar um sín vilja: 

"Eg skal meg til hallar heim  

frú Adalín at gilja." 

 

79 Til svaraði Sniolvur,  

hann heldur á ringinum bjarta: 

"Eingin giljar Adalín,  

fyrr enn løstað er í mær hjarta." 

 

80 "Eg tók konu Golmars  

eg fór ikki undan við hátt,  

annað skalt tú fáa at síggja,  

áðrenn úti er nátt." 

 

81 Til svaraði Sniolvur,  

mælir ímóti honum: 

"Hann var ikki til víggja borin,  

hann vardi ikki sína konu." 

 

82 Riðu teir á grønum vølli,  

av bar barnagaman,  

eldur feyk úr svørðunum,  

tá ið oddar bóru saman. 

 

83 Riðu teir á grønum vølli  

av so miklum móði,  

tað var hin illi Ásmundur,  

hann stóð í mannablóði. 

 

84 Ásmundur leit til jørðina niður  

undir sínum reyða skildri,  

hann kom upp á baki hans,  

sterka Sniolv feldi. 

 

85 Ásmundur leit til jørðina niður  

undir reyðum skildri,  

hann kom upp á baki hans,  

sjálvan Sniolv feldi. 

 

86 Ásmundur gongur á grønum vølli,  

sínum roysni lovar,  

hann tók Sniolvs høvur upp  

og bant við saðilbuga. 

 

87 Tað var hin illi Ásmundur,  

hann hugsar um sín vilja: 

"Eg skal meg til hallar heim  

frú Adalín at gilja. 

 

88 Tað gjørdi frúgvin Adalín  

alt við ongum vanda,  

hon gekk seg av borgini út  

mót Sniolvi at standa. 

 

89 Inn kemur frúgvin Adalín  

við so mikla sorg: 

"Hetta er ikki Sniolvur,  

ið higar kemur í borg." 

 

90 Tað var hin illi Ásmundur,  

hugsar um sín vilja: 

"Hoyr tað, frúgvin Adalín,  

meg lystir teg at gilja." 

 

91 Svaraði frúgvin Adalín,  

vildi ikki undan víkja: 

"Tað verður ikki, meðan eg livi,  

eg fái Sniolvs líka!" 

 

92 Svaraði illi Ásmundur,  

heldur á reyðum ringi: 

"Eingin hevur so reystur verið,  

sín líka hevur ei fingið." 

 

93 Til svaraði Ásmundur,  

hann hugsar um sítt veldi: 

"Enn var eg tá frægari,  

tann sterka Sniolv feldi." 

 

94 Svaraði frúgvin Adalín,  

mælir á tungum sinni: 

"Tað var alt við illgerningar,  

tú mundi sigur vinna." 

 

95 Tað var hin illi Ásmundur,  

hann tók tað upp við gaman: 

"Hoyr tú, frúgvin Adalín,  

meg lystir at sova í títt kamar." 

 

96 Tað var frúgvin Adalín,  

mælir ímóti honum: 

"Vart tú komin út í mítt búr,  

har út skuldi tú ikki komið." 

 

97 Tað var hin illi Ásmundur,  

vendi seg um til víggja,  

tá fekk frúgvin Adalín  

Sniolvs høvur at síggja. 

 

98 Tað var frúgvin Adalín,  

tað fyrsta hon tað sá,  

allur tann hin fagri litur  

úr hennara kinnum brá. 

 

99 Tað gjørdi frúgvin Adalín  

av so tungari neyð,  

beltið brast, men hjartað sprakk  

eftir Sniolvs deyð. 

 

100 Av harmi sprakk hon eftir hann,  

tann hin ríka frú,  

eg svørji tann eið á mínari trú,  

tað hendir ongan nú. 

 

Gyltan spora verði mítt fótaspenni,  

so temji eg mínar gangarar góðar,  

lati renna. 

 

Handrit: Fugloyarbók. AM access. 4a, nr. 33, s. 153. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 60. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 31. 

 

Heimild: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854. 

 

E 63 Ásmundar táttur (Man kills another to get his wife, but she dies from sorrow)

(Frábr. F, N: Adalín droymir, at maður hennara, Sniolvur, verður dripin.) Ásmundur fer til lands Sniolvs og drepur fleiri av monnum hansara.

Sniolvur fer í bardaga við hann, men á galdrahátt verður hann dripin. Ásmundur kvettir høvdið av honum og bindur tað í saðilin.

Hann fer at vitja Adalín og sigur seg vilja hava hana. Hon vísir honum frá sær og sigur, at hon fer ongantíð at finna nakran, sum kann meta seg við Sniolv, og tá ið hon sær avkvetta høvur hans, doyr hon av harmi.

á føroyskum: CCF 91 A: III, B: VI, D Annar Sniolvs táttur, E [II Ásmundar táttur], F [II Ásmundar táttur], N ør. 58-93 (eisini á norskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 75 Sniolvs táttur (Man gets a bride in spite of her father’s hostility)

Sniolvur fer til Brunsvíkar at biðja um hertogadóttrina. Hertogin sær skip hansara koma og vil hava ókunumannin handtiknan. Men hertogasonurin vil fyrst vita, hvør ið tann fremmandi er, og fer oman á sjóvarstrond ímóti honum. Hann verður bergtikin av Sniolvi og stuðlar søk hansara hjá pápanum.

Hertogin óttast Sniolv og menn hansara og sendir boð eftir dóttrini. Hon fær benanvegin tokka til Sniolv, og tey giftast. Saman fara tey til land Sniolvs.

Stutt aftaná droymir hon, at ein fremmandur riddari drepur mannin.

á føroyskum: CCF 91 A: II, B: II, E: I, F: I, N ør. 1-63 (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019