• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

N. 

 

CCF 91-VI N  

Ør. 1-57 TSB E 75 ( = Sniolvs táttur) 

Ør. 58-93 TSB E 63 ( = Ásmundar táttur) 

 

Annar Sniolvs táttur 

 

1 Sniolvur býr á Upplondum, 

hans líka kann eingin finna,  

so lystir honum at stríðast  

sum leika við streymin stinna. 

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,  

so temji eg mín gangara góða  

og lati renna. 

 

2 Sniolvur býr á Upplondum,  

hans líka kann eingin fá,  

so lystir honum at stríðast  

sum leika við streym í á. 

 

3 So lystir honum at stríðast  

sum leika við streymin stinna,  

hann er eingin á Upplondum,  

Sniolv torir at finna. 

 

4 So lystir honum at stríðast  

sum leika við streym í á,  

hann er eingin á Upplondum,  

Sniolv torir at sjá. 

 

5 Sniolvur gongur for sína móður  

at leita við hana ráð: 

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

mær er sámi at fá?” 

 

6 Svaraði hansara sæla móðir,  

hon sló tað í ein gleim: 

“Mangar eru á Upplondum,  

tú kjós tær eina av teim!” 

 

7 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,  

eyka mær ei tann harm,  

hon er eingin á Upplondum, 

ið sova skal á mín arm! 

 

8 Hoyr tú tað, mín sæla móðir,  

tú eyka mær ei tann kvíða,  

hon er eingin á Upplondum, 

ið sova skal hos mín side!” 

 

9 Svaraði hansara sæla móðir,  

silki situr og tvinnar: 

“Hertugans dóttur í Brisvík norður  

ert tú ikki maður at vinna.” 

 

10 Sniolvur stendur á hallargólvi,  

hann tók tey orð við vreiði: 

“Tó skal eg til Brisvíkar,  

eg komi ikki aftur í teirri.” 

 

11 So letur hann ungi Sniolvur  

byggja skipin sín,  

bæði letur hann á tey laða  

virtur og so vín. 

 

12 Bræddar hevði hann brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavnur og stýri av reyðargulli,  

og so var segl í topp. 

 

13 Vindur hann upp síni silkisegl,  

fáir finnast slíkir,  

strykar ikki á bunka niður  

fyrr enn við Brisvík. 

 

14 Sveinur var á skógnum staddur,  

goymt hevði smalur og geit,  

hann sær skip eftir havi koma,  

havnir vilja leita. 

 

15 Hann letur nú reka smalurnar  

saman á grønan vøll,  

síðan akslar hann kápu blá,  

hann gongur í hertugans høll. 

 

16 Síðan akslar hann kápu blá,  

hann gongur í hertugans høll: 

“Eg eri mær á einum luti  

vísari enn tykur øll. 

 

17 Eg eri mær á einum luti  

vísari enn tykur øll,  

eg síggi skip eftir havi koma,  

seglini hvít sum mjøll.” 

 

18 “Sært tú skip eftir havi koma,  

takt við hvíta lín,  

vera man onkur høvdingurin  

at biðja dóttur mín.” 

 

19 Tað var enntá hertugin,  

hann ud af vinduet sá: 

“Hvør eigur hesa forgyltu knørri,  

ið higar stevnir á? 

 

20 Hvør eigur hesa forgyltu knørri,  

ið higar stevnir á? 

Teir vilja hvørki lúta ella stryka,  

fyrr enn skotini bresta á.” 

 

21 Tað var enntá hertugin,  

hann tekur at blása í horn: 

“Vit skulu fara til strandar oman  

setja teir allar í torn.” 

 

22 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

hann lítur sær upp til bíggja: 

“Tú vinnur einki á hasari kempu,  

tað kann eg væl síggja.” 

 

23 So var eingin av hertugans monnum, 

ið Sniolv tordi at síggja,  

uttan hann Sjúrður, hertugans son,  

hann mundi til strandar ríða. 

 

24 Kasta sínum  ankørum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fóti á land. 

 

25 Fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fóti á land,  

tá var Sjúrður, hertugans son,  

riðin niður til strand. 

 

26 Sjúrður so til orða tekur,  

gull bar sær á hand: 

“Hvaðan er hesin ungi maður,  

ið fyrstur leyp á land?” 

 

27 “Sniolv skalt tú nevna meg,  

væl til víggja sín,  

Álvur kongur á Upplondum  

var sæli faðir mín. 

 

28 Sniolv skalt tú nevna meg,  

ið væl til víggja stár,  

Álvur kongur av Upplondum  

var sæli faðir vár.” 

 

29 Sniolvur gongur frá strondum niðan,  

hann ræður ei við at tiga: 

“Til tess eri eg higar komin  

tygara systur at biðja.” 

 

30 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

hann mundi so honum svara: 

“Hon eigur bæði [faðir] og móður,  

fyri sær at ráða.” 

 

31 “Ber tú tínum faðir boð,  

at hann skal taka seg vara,  

hann stendur ikki meiri for mær  

enn ein gás at snara!” 

 

32 Sjúrður gekk í hallina inn,  

hann hugsaði um tey orð,  

hvussu tað skuldi við berast,  

tað skuldi ikki vera morð. 

 

33 Sjúrður gekk í hallina inn,  

hann læt síni orð so fúka: 

“Nú er komin riddari tann,  

ið tú manst fyri lúta.” 

 

34 Sjúrður so til orða tekur  

í fyrsta orði tá: 

“Nú er komin riddari tann,  

frú Adalín vil fá.” 

 

35 Tí svaraði hertugin,  

hann er bæði hyggin og vitin: 

“Mundi ikki Brisvík móti staðið  

einum orlogsskipi?” 

 

36 Svaraði Sjúrður, hertugans son,  

hann er bæði hyggin og vitin: 

“Ikki man Brisvík móti standa  

hasum orlogsskipi.” 

 

37 Sniolvur gekk frá strondum niðan,  

var hann við ærum klæddur,  

reiðargullhjálm pá høvdi bar,  

hann var fyri ongum ræddur. 

 

38 Úti í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgu hallir inn. 

 

39 Og so búgvin gongur hann  

í høgu hallir inn,  

sum hertugin á borði situr  

við manna hundrað fimm. 

 

40 Sniolvur stendur á hallargólvi,  

hann ber fram bønarorð síni: 

“Sit væl, raski hertugin,  

tú gev mær dóttur tína!” 

 

41 Leingi tagdi hertugin,  

hann hugsaði um tey ráð,  

hvussu hann skuldi Sniolvi  

honum andsvar fá. 

 

42 “Eg sendi tær boðini tey,  

tú skuldi taka teg vara,  

tú stendur ikki meiri for mær  

enn eina gás at snara.” 

 

43 Tað var enntá hertugin,  

hann sortnaði sum ein mold: 

“Farið mær eftir Adalín,  

tit leiðið hana fram á fold! 

 

44 Ver vælkomin, mín sæla dóttir,  

ið biðlum hevur at svara,  

síðan kanst tú kjósa tær,  

um tú vilt kappan hava!” 

 

45 “Takk havi mín sæli faðir,  

korið gavst tú mær,  

Sniolv unga av Upplondum  

vildi eg kosið mær.” 

 

46 “Mangur ríkur sloltsriddarin  

frú Adalín vildi hava,  

eg læt teir í tornið setja,  

allar av lívi taka. 

 

47 Mangur ríkur stoltsriddarin  

frú Adalín vildi fá,  

eg læt teir í tornið setja,  

allar av lívi gá.” 

 

48 Sniolvur so til orða tekur,  

hann heldur á hvøssum spjóti: 

“Eg hevði gingið tann sama gang,  

var eg ikki maður ímóti.” 

 

49 Sniolvur stendur á hallargólvi,  

hann mælir á tungu inna: 

“Eg hevði gingið tann sama gang,  

var eg ikki maður at vinna.” 

 

50 Tað var hin ungi Sniolvur,  

hann fell upp á síni knæ,  

meðan hann frúnna Adalín  

til ektar festi sær. 

 

51 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

gott var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

Sniolvur og hans vív. 

 

52 Silki og so perlur  

var eftir vegnum breitt,  

so varð frúgvin Adalín  

niður til strandar leidd. 

 

53 Gingu tey til strandar oman,  

fróur í huga full,  

hertugin gav síni dóttur  

fimtan merkur gull. 

 

54 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ikki á bunka niður  

fyrr enn við Uppland. 

 

55 Kasta sínum  ankørum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum  fóti á land. 

 

56 Tekur hann frúnna Adalín,  

hana lyftir á land við sær: 

“Gud og milda Maria moy  

verði nú við mær!” 

 

57 Silki og so perlur  

tað var eftir vegnum breitt,  

so varð frúgvin Adalín  

upp í hallina leidd. 

 

CCF 91-VI N ør. 1-57. 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens B III, nr. 9a, 1904. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 112. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 163. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Andreas Djurhuus, á Høgugeil (1840-1933), Sumba, 1904. 

 

Ásmundar táttur 

 

58 Frúgvin vaknar um miðnátt,  

hon telur sín dreyin so brátt: 

"Undarligt hevur fyri meg borið  

alla hesa nátt. 

 

59 Eg droymdi, tú reiðst á grønum vølli,  

tú vart kappin besti,  

har kom ríðandi riddarin tann,  

ið teg sló niður frá hesti. 

 

60 Eg droymdi, tú reiðst á grønum vølli  

við tína 'gulsogära',  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið teg sló niður til jarðar." 

 

61 Sniolvur so til orða tekur,  

tann avrekskappin sterki: 

”Hann er eingin í verðini, 

ið meg slær niður frá hesti." 

 

62 Sniolvur so til orða tekur  

við sína 'gulsogära': 

"Hann er eingin í verðini,  

meg slær niður til jarðar." 

 

63 Svaraði frúgvin Adalín,  

ið lært hevði tukt og sinni: 

"So er eingin í verðini,  

sín líkamann kann jú finna." 

 

64 Árla var um morgunin,  

sólin skínur so víða,  

tá var hin illi Ásmundur  

boðin sær út at ríða. 

 

65 Tá var hin illi Ásmundur  

boðin sær út at ríða,  

hann kom niður á Upplandar,  

sum vegir lógu víða. 

 

66 Hann kom niður á Upplandar,  

sum vegir lógu víða,  

sendir hann boð til Sniolv sterka,  

hann biður hann koma og stríðast. 

 

67 Sniolvur so til orða tekur,  

hann linnir á sínum  alvi: 

"So glaður eri eg at berjast við hann  

sum leika við frúur í talvi." 

 

68 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

settu teir sínum  bardøgum  

so skamt frá kongins høll. 

 

69 Ásmundur ríður í herin fram,  

eingin kundi hann síggja,  

so fellir hann Sniolvs menn,  

sum grasið fellur for líggja. 

 

70 Ásmundur ríður í herin fram,  

eingin sær hann enn,  

so fellir hann Sniolvs menn,  

hundrað um í senn. 

 

71 Sniolvur situr á sínum hesti,  

hann heldur á brúnum knívi: 

"Lova mær í herin fram  

at taka hann burtur av lívi!" 

 

72 Sniolvur ríður í herin fram,  

hann tók seg ei til vara,  

fyrsta slag hann til hann sló,  

hann sló hann niður til jarðar. 

 

73 Sniolvur situr á sínum  hesti,  

heldur hann at tí gleim,  

Ásmundur hvarv av jørðini,  

hann sást ikki aftur meir. 

 

74 Ásmundur stoyttist í jørðina niður  

undir føgrum veldi, 

hann kom upp á baki hans  

og sterka Sniolv feldi. 

 

75 Fram reið hin illi Ásmundur,  

grimt var honum í huga,  

hann høgg Sniolvs høvur av,  

bant við saðilbuga. 

 

76 "Manga havi eg kempu felt  

burtur á øðrum londum,  

men slíka havi eg onga rakað  

fyri mínum hondum." 

 

77 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

hann heldur av tí verki: 

"Hann mátti væl bera navnið tað,  

var kallaður Sniolvur sterki." 

 

78 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

roysni sínum  lovar: 

"Nú havi eg skilt hans høvur frá búk, 

nú má hann í friði sova." 

 

79 Ásmundur so til orða tekur,  

mælir hann um sín vilja: 

"Nú lystir meg til hallar heim  

frú Adalín at gilja." 

 

80 Inn kemur maður í kongins høll,  

hann sigur teim øllum frá: 

"Eg síggi mann at borgum ríða  

í miklari brynju blá. 

 

81 Eg síggi mann at borgum ríða  

í miklari brynju blá,  

ongum manni líkari  

enn Sniolvi at sjá." 

 

82 Tað var frúgvin Adalín,  

hon linnir nú sorg og vanda,  

so gekk hon í grasgarð út  

for Sniolvi at standa. 

 

83 Tað var frúgvin Adalín,  

hon lítur sær upp til bíggja: 

"Hetta er ikki Sniolvur,  

tað kann eg væl síggja." 

 

84 Svaraði frúgvin Adalín  

við tregan og tunga sorg: 

"Hetta er ikki Sniolvur,  

ið higar kemur at borg." 

 

85 Tað var hin illi Ásmundur,  

hann heim í garðin fór,  

úti frúgvin Adalín  

fyri honum stóð. 

 

86 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

heldur hann at tí gaman: 

"Hoyr tú, frúgvin Adalín,  

meg lystir at sova til kamar!" 

 

87 Svaraði frúgvin Adalín,  

ið lært hevði siðir og sóma: 

"Hevði tú verið út í mítt kamar,  

tú skuldi ei úr tí komið." 

 

88 Ásmundur so til orða tekur  

við sína 'gulmsogära': 

"Eg havi vigið tann sterka Sniolv  

og felt hann niður til jarðar. 

 

89 Svaraði frúgvin Adalín,  

hon mælir á tungu inna: 

"Tað var alt við illgerningar,  

at tú mundi sigur vinna. 

 

90 Tú átti tær móður ta,  

ið verst var ein í landi,  

mangar hevur hon raskar kempur  

lagt við eiturgandi." 

 

91 Tað var hin illi Ásmundur,  

hann vendi sínum  hest til bíggja,  

tá fekk frúgvin Adalín  

Sniolvs høvur at síggja. 

 

92 Tað var frúgvin Adalín,  

tann skínandi rósin reyða,  

beltið sprakk og hjartað brast  

eftir Sniolvs deyða. 

 

93 Hon sprakk av harmi eftir hann,  

tann hin ríka frú, 

eg svørji tann eið á mína trú,  

tað hendir ongan nú. 

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,  

so temji eg mín gangara góða  

og lati renna 

 

CCF 91-VI N ør. 58-93. 

Ør. 1-57 TSB E 75 ( = Sniolvs táttur) 

Ør. 58-93 TSB E 63 ( = Ásmundar táttur) 

 

Handrit: Føroya Landsbókasavn. Savn Jakob Jakobsens B III, nr. 9a, 1904. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 115. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 170. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Andreas Djurhuus, á Høgugeil (1840-1933), Sumba, 1904. 

 

E 63 Ásmundar táttur (Man kills another to get his wife, but she dies from sorrow)

(Frábr. F, N: Adalín droymir, at maður hennara, Sniolvur, verður dripin.) Ásmundur fer til lands Sniolvs og drepur fleiri av monnum hansara.

Sniolvur fer í bardaga við hann, men á galdrahátt verður hann dripin. Ásmundur kvettir høvdið av honum og bindur tað í saðilin.

Hann fer at vitja Adalín og sigur seg vilja hava hana. Hon vísir honum frá sær og sigur, at hon fer ongantíð at finna nakran, sum kann meta seg við Sniolv, og tá ið hon sær avkvetta høvur hans, doyr hon av harmi.

á føroyskum: CCF 91 A: III, B: VI, D Annar Sniolvs táttur, E [II Ásmundar táttur], F [II Ásmundar táttur], N ør. 58-93 (eisini á norskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 75 Sniolvs táttur (Man gets a bride in spite of her father’s hostility)

Sniolvur fer til Brunsvíkar at biðja um hertogadóttrina. Hertogin sær skip hansara koma og vil hava ókunumannin handtiknan. Men hertogasonurin vil fyrst vita, hvør ið tann fremmandi er, og fer oman á sjóvarstrond ímóti honum. Hann verður bergtikin av Sniolvi og stuðlar søk hansara hjá pápanum.

Hertogin óttast Sniolv og menn hansara og sendir boð eftir dóttrini. Hon fær benanvegin tokka til Sniolv, og tey giftast. Saman fara tey til land Sniolvs.

Stutt aftaná droymir hon, at ein fremmandur riddari drepur mannin.

á føroyskum: CCF 91 A: II, B: II, E: I, F: I, N ør. 1-63 (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019