• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

Ásmunds kvæði 

 

CCF 91-VII I Ásmunds kvæði 

TSB E 36 

 

1 Ásmundur gongur skipa millum,  

heldur sær at gaman,  

hvørt eitt skip,  

ið fyri liggur, letur hann hekta saman. 

 

2 Ásmundur gongur skipa millum,  

stígur á skip so fast,  

hvør tann kappi, ið fyri liggur,  

hans høvur á bunka brast. 

 

3 Ásmundur kom frá grunni upp  

av so tungum stríði: 

"Vitið tær nakra kempu til, 

ið nú er eftir á lívi?" 

 

4 "Kempa býr á landi uppi,  

hans líka kann eingin finna,  

so lystir honum at stríða,  

sum leikar við streymin stinna. 

 

5 Væl fellur honum at stríða  

og leika við streymin stinna,  

hann er eingin á Upplondum, 

ið orkar Grím at vinna." 

 

6 Ásmundur krevur sín sendisvein 

- frá man frættast víða -: 

"Ber mær boð til Grím hin unga,  

bið hann koma at stríða!" 

 

7 Sveinur fór sum skjótast var,  

goymdi væl á orði,  

hann kom sær í hallina inn,  

tá Grímur sat yvir borði. 

 

8 "Sit væl, Grímur, kappi sterki,  

frá tær frættist víða,  

Ásmundur liggur í skógvinum,  

býður tær at stríða!" 

 

9 *Grímur so til orða tekur, 

maðurin er hann blíður: 

"Eg man ikki spara hann,  

tó hann er alvæl fríður." 

 

10 Uppaftur hann til orða tekur,  

hann svør við gull og garðar: 

"Hann hevur vigið sterka Sniolv,  

felt hann niður til jarðar." 

 

11 Grímur tagdi langa stund  

við so lítið veldi,  

tá ið hann hoyrdi hesi orð: 

hann sterka Sniolv feldi. 

 

12 "Sniolvur var mín mammubeiggi,  

hans líka kann eingin finna,  

tað vóru barasta illgerningar,  

ið mundu sigur vinna. 

 

13 Hann hevur átt sær móður ta,  

ið ein er verst í landi,  

mangan hevur hon raskan *kappa  

lagt við eiturblandi. 

 

14 Bið hann brynja út fimmti garpar,  

bestu hansara lands,  

eg vil ei ímót honum stríða,  

tí hann illgerning kann." 

 

15 Sveinur tók svørð og fjakkaði út,  

hann hevði brynju tunga,  

síðan skundar hann sínari ferð  

aftur til Ásmund unga. 

 

16 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

langt tykist honum at bíða,  

tá sær hann sín sendisvein  

aftur til sín ríða. 

 

17 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvussu segði hann *Grímur ungi,  

skal hann móti mær stríða?" 

 

18 "Hann segði, tú átti móður ta,  

ein var verst í landi,  

mangan hevði hon reystan *kappa  

felt við sínum  hondum. 

 

19 Hann bað teg brynja út fimmti garpar,  

frægastu menn títt lands,  

hann vil ei ímót tær stríða,  

tí tú illgerning kannt." 

 

20 Grímur ríður í skógvin burtur,  

hevur sær frítt mót,  

allar sló hann fimmti garpar  

deyðar fyri sín fót. 

 

21 Ásmundur ríður á grønum vølli,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvat feilar tær, tú Grímur ungi,  

hví vilt tú ei mót mær stríða?" 

 

22 "Eg bað teg brynja út fimmti garpar,  

ið reystir eru allir,  

eg vildi ikki móti tær stríða,  

tí tú ert gandakallur. 

 

23 Eg segði, tú átti móður ta,  

verst var ein í landi,  

mangan hevði hon ramman kall  

lagt við eiturblandi. 

 

24 Far tú tær til hallar heim  

kappar saman at søkja,  

eg bíði eftir í skógvinum,  

eg fari teimum at møta!" 

 

25 Ásmundur reið haðan burtur,  

gull bar sær á hand,  

hann fór eftir Odda sterka  

suður í Ísans land. 

 

26 Tað var hin ungi Ásmundur  

heim í garðin fór,  

úti Oddur í Ísans landi  

fyri honum stóð. 

 

27 "Ver vælkomin, Ásmundur, 

higar út til mín, 

drekk nú, hvat ið tær helst fellur,  

mjøðin ella vín!" 

 

28 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hvaðna minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín! 

 

29 Kappi býr í skógvi burtur,  

frá man frættast víða,  

eg fái ikki riddaran tann,  

mót honum torir at stríða. 

 

30 *Kappi býr í skógvi burtur,  

hann gevur os ongar náðir,  

eg fái ikki dripið hann  

uttan við tínum ráðum." 

 

31 Oddur stendur fyri breiða borði,  

heldur á hvøssum knívi: 

"Eg haldi lítið roysni vera  

at taka hann av lívi. 

 

32 Mær skal fylgja Ívint ungi,  

hann er riddarin besti,  

hann er eingin í Ísans landi,  

ið situr við hann á hesti." 

 

33 Teir stigu á sínar hestarnar,  

ei var ferðin greið,  

Oddur var í trimum brynjum,  

ið hann í skógvin reið. 

 

34 Teir stigu á sínar hestarnar,  

høvdu fullgott mak,  

riðu so í skógvin fram,  

ið Grímur fyri sat. 

 

35 Oddur ríður á grønum vølli,  

hevur bustur stinnar: 

"Hetta man vera tann ørvagarpur,  

ei er lættur at vinna." 

 

36 Grímur situr á sínum  hesti,  

bindur hjálmin nýggja: 

"Hvørki tær ella tínum monnum  

vil eg undan flýggja." 

 

37 "Tú ríð fram, Ívint, frændi mín, 

og klúgv tað stálið stinna,  

eg haldi tað einki roysni vera  

henda *kappa at vinna!" 

 

38 Ívint ríður á grønum vølli,  

hevur svørð og spjót,  

Grímur kom úr skógvinum fram,  

hann brá honum brátt ímót. 

 

39 Grímur kom úr skógvi fram  

við so fríðum móti,  

tað var skjótt á skamri stund,  

Ívint spjálkaði fóti. 

 

40 Grímur gav so vænt eitt høgg,  

søgur ganga frá,  

hann kleyv Ívint Ísanslending  

sundur í lutir tvá. 

 

41 Oddur sló sín hest við spora,  

rann so vænt á heiði,  

so sló hann til Grím hin unga,  

og tað av mikli reiði. 

 

42 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gekk so eldur av teirra brynjum,  

sum neistar úr grúgvu fúka. 

 

43 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin mundi bella,  

hoyrast mundi langa tíð,  

svørð og brynjur gella. 

 

44 Grímur gav so vænt eitt høgg,  

so er greint fyri mær,  

kleyv so brynju av Oddi sterka,  

so at hon fór í tvær. 

 

45 Teir høgga títt og líva lítt,  

av bar barnagaman,  

eldurin reyk av svørðunum,  

tá ið oddar bóru saman. 

 

46 Grímur gav so vænt eitt høgg,  

hann vigar við eggjateini,  

klúgvur so brynju av Oddi sterka,  

enn er eftir tann eini. 

 

47 Grímur gav so vænt eitt høgg,  

so er greint ífrá,  

kleyv so Odd í Ísanslandi  

sundur í lutir tvá. 

 

48 Hann kleyv Odd í Ísanslandi  

sundur í lutir tvá,  

legði hann so á grønum vølli  

Ívinti íhjá. 

 

49 Ásmundur ríður á grønum vølli,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvat feilar tær, Grímur ungi,  

at tú ei vilt stríða?" 

 

50 "Eg bað teg brynja út fimmti kappar,  

tá bestu, ið eigur títt land,  

eg vil ikki ímót tær stríða,  

tí tú illgerning kannt. 

 

51 Far tú tær til hallar heim  

kappar saman at søkja,  

eg fari aftur í skógvi at vera  

øllum somlum at møta." 

 

52 Hildibrand droymdi dreymin tann,  

í salinum sum hann lá: 

"Har kom ríðandi sonur mín, 

eg høgg hans høvur frá. 

 

53 Eg droymdi, eg reið á grønum vølli  

við mítt góðs og garðar,  

har kom ríðandi sonur mín, 

eg sló hann niður til jarðar." 

 

54 Svaraði frúgvin Silkiborg  

bæði við sukk og sút: 

"Eg óttist um teir dreymarnar,  

við sútini ganga teir út." 

 

55 "Hoyr tað, tú mín væna søta,  

syrg har ikki um,  

hann er eingin í verðini, 

ið svørðið søkir frá grunni!" 

 

56 Har kom ríðandi riddarin  

út av øðrum landi,  

ríkur maður var so nevndur  

við sínum  teknarbrandi. 

 

57 Ríkur maður var so nevndur 

við sínum  teknarbrandi,  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið bar hvast svørð í hand. 

 

58 Tað var hin ungi Ásmundur,  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Hildibrandur  

fyri honum stóð. 

 

59 Svaraði ungi Hildibrandur,  

sól skein fagurt á buga: 

"Hoyr tú, illi Ásmundur,  

hvat feilar tær nú?" 

 

60 "Kappi liggur í skógvi burtur,  

frá man frættast víða,  

eg fái ikki riddaran tann, 

ið torir við hann stríðast." 

 

61 Svaraði ungi Hildibrandur,  

stóð klæddur í brynjubjálva: 

"Torir tú ikki, Ásmundur,  

ímóti honum sjálvur?" 

 

62 "Hann sigur, eg eigi móður tá,  

ein er verst míns lands,  

hann vil ikki ímót mær stríða,  

tí eg illgerning kann." 

 

63 Svaraði ungi Hildibrandur,  

hann heldur seg frægan mann: 

"Lán tú mær títt góða svørð  

út úr tíni hand!" 

 

64 Grímur droymdi dreymin tann,  

í skógvi sum hann lá,  

har kom ríðandi riddarin tann, 

ið høgg hans høvur frá. 

 

65 Hildibrandur á ross sítt leyp,  

burtur frá borg hann dró,  

eingin ríður tílíkur 

í heiðimarka skógv. 

 

66 Hildibrandur á gangara leyp,  

hevði fullgott mak,  

so reið hann í skógvin fram,  

sum Grímur fyri sat. 

 

67 Ásmundur ríður á grønum vølli,  

maðurin er so blíður: 

"Nú havi eg fingið riddarin tann,  

ið mót tær torir at stríða." 

 

68 "Tú hevur verið á øðrum londum,  

liðið samankallað,  

ei er tað so undarligt,  

eg má umsíðir falla." 

 

69 Grímur svørð við ivri tók,  

hann tað í loftið brá,  

so sló hann til Hildibrand, faðir sín,  

so hann á gólvi lá. 

 

70 Hildibrandur frá gólvi reistist,  

menskastur ein av monnum,  

hann høgg eftir Grími, syni sínum ,  

svørðið fór við hans tonnum. 

 

71 Svaraði ungi Hildibrandur,  

svørðið loysir av bondum: 

"Slíkan havi eg ongan rakt  

við hesum mínum hondum." 

 

72 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

rósar av bragdaverki: 

"Slíkan havi eg ongan rakað  

uttan Sniolv sterka." 

 

73 Svaraði hin ungi Hildibrandur: 

"Nú er til navns at leita,  

sig mær, illi Ásmundur,  

hvussu man kempan eita?" 

 

74 "Grím læt kempan kalla seg,  

ið eg kundi ikki vinna,  

Hildibrandur var faðir hans,  

og móðir Silkieik svinna." 

 

75 "Er hetta Grímur, sonur mín, 

eg havi í skógvi vunnið,  

bannaður verði hans búkur og bein, 

ið svørðið søkti frá grunni!" 

 

76 Hildibrandur tveitir svørð frá sær 

við so tungum jarmi,  

so lá hann á grønum vølli,  

kykur sprakk hann av harmi. 

 

77 Hildibrandur kastar svørð frá sær,  

sútir honum beyga,  

so lá hann á grønum vølli,  

harmaði son síns deyða. 

 

78 Og satt er tað, ið talað er,  

so er sagt ífrá,  

eingin ger at forvitnast,  

hvat nunnur leggja á. 

 

CCF 91-VII I Ásmunds kvæði 

TSB E 36

 

Handrit: Landsbókasafn Íslands, Reykjavík. 1458 4to, Nr. II. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 76. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 71. 

 

Heimild: Úr Eysturoy: Alexander Weyhe (1825-1870), Søldarfjørður. 

 

E 36 Gríms táttur (Prophecy is fulfilled when man kills his own son)

Ásmundur bjóðar Grími av í bardaga, men Grímur sýtir, tí Ásmundur við svikum hevur dripið Sniálv, farbróður Gríms. Hann biður Ásmund senda boð eftir fimmti riddarum, og hann skal stríðast ímóti teimum í staðin fyri.

Grímur drepur allar riddararnar og sýtir framvegis at berjast við Ásmund. (Frábr.: B, I, K: Síðani sendir Ásmundur tveir riddarar afturat at berjast, og Grímur drepur teir við.) At enda lumpar Ásmundur Hildibrand at berjast við Grím. Hann lænir Hildibrandi svørð sítt til bardagan uttan at siga fyri honum, at svørðið av røttum er ogn Hildibrands, og at mótstøðumaðurin er sonur hansara.

Hildibrandur drepur Grím. Tá sigur Ásmundur fyri honum, hvør deyði maðurin var. Hildibrandi hevur verið spátt, at hann fer at drepa egna son sín við einum serligum svørði, sum hann helt liggja við havsins botn. Tá ið hann skilir, at spádómurin er gingin út, doyr hann av sorg.

á føroyskum: CCF 91 A: IV, B: VII, D Gríms táttur, I, K Gríms táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019