• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

G. 

 

Stríðið í Hildardal 

 

CCF 91G 

Einki TSB-nr. 

 

1 Eg veit eina rímuna,  

teknað við nýtum orðum,  

um teir somu kempurnar,  

sum frægir vóru í forðum. 

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,  

so temji eg mín gangara góða  

og lati renna. 

 

2 Hava tit hoyrt frá móður hans,  

ið studdi seg fram á seingir, 

nú skal ríma um kempur tær,  

sum gitið man verða leingi? 

 

3 Grímur heitur Hildar sonur,  

tann gævuligi mann,  

tað leið ikki langt um stund, 

hann fór seg upp á land. 

 

4 Sólin brandar á líðum  

eina morgun snimma,  

Grímur gongur í hallina inn  

sín sæla faðir at finna. 

 

5 Árla var um morgunin,  

sólin tekur at branda,  

Grímur gongur í hallina inn  

fyri faðir sín at standa. 

 

6 Árla var um morgunin,  

sólin fagurt skín,  

Grímur gongur í hallina inn  

fyri Hildibrand, faðir sín. 

 

7 Grímur mælir orðum brátt  

á teirri somu tíð: 

”Eg vil ríða meg upp á land,  

sum liggur for vestan líð!” 

 

8 Grímur so til orða tekur  

á teirri somu stund: 

”Eg vil ríða meg upp á land, 

ið liggur for vestan lund!” 

 

9 ”Vilt tú ríða teg upp á land  

at seta títt lív í vanda? 

Har eru fornar kempur fyri,  

tú kanst teim ikki bestanda!” 

 

10 Grímur so til orða tekur,  

slíkt er eingin tattur: 

”Eg vil ríða meg upp á land,  

um eg ikki komi aftur!” 

 

11 Tað er hann meistarin Hildibrandur,  

sveipar at sær skinn,  

og so búgvin gongur hann  

for sína drotning inn. 

 

12 ”Hoyr tað, tú mín veldiga søta,  

hvat eru nú til ráð,  

nú vil Grímur, okra sonur,  

ríða borgum frá!” 

 

13 Svaraði meistarin Hildibrandur,  

gull bar seg á hond: 

”Nú vil Grímur, okra sonur,  

ríða upp á lond!” 

 

14 Tað er hin svinna Silkieik,  

hon sveipar at sær skinn,  

so gekk hon í hallina  

fyri Grím, son sín, inn. 

 

15 Tað er hin svinna Silkieik,  

hon sveipar at sær lín,  

so gekk hon í hallina  

alt fyri Grím son sín. 

 

16 Svaraði svinna Silkieik  

fyrsta orðið tá: 

”Er tað satt og sanniligt,  

tú ríður borgum frá?” 

 

17 Grímur so til orða tekur 

á teirri somu stund: 

”Eg vil ríða meg upp á land,  

sum liggur for vestan lund!” 

 

18 ”Vilt tú ríða teg upp á land,  

sum liggur for vestan lund,  

har býr frúgvin Ingibjørg,  

tað lystiliga sprund. 

 

19 Vilt tú ríða teg upp á land,  

sum liggur for vestan landa,  

har býr frúgvin Ingibjørg,  

gakk tú henni til handa! 

 

20 Vilt tú ríða teg upp á land,  

Grímur, sonur mín, 

ekta tær eina kongadóttur;  

so gjørdi faðir tín! 

 

21 Vilt tú ríða teg upp á land 

við so nýtum orðum,  

ekta tær eina kongadóttur,  

sum tín gjørdi faðir í forðum? 

 

22 Betri er í borgum her  

at drekka tann mjøð í blandi,  

enn at ríða teg upp á land  

at seta títt lív í vanda. 

 

23 Betri er í borgum her  

at drekka mjøð og vín 

enn at ríða teg upp á land,  

Grímur, sonur mín!” 

 

24 Svaraði Grímur, Hildibrands son,  

stóð klæddur í brynju fríða: 

”Í morgin, tá ið sólin rennur,  

eg skal á skógvin ríða!” 

 

25 Árla var um morgunin,  

dagurin var ljús,  

tá var Grímur, Hildibrands son,  

til síni klæði fús. 

 

26 Tá var Grímur Hildibrands son  

til síni klæði fús,  

hann klæddist innan høgaloft  

alt við eitt kertuljós. 

 

27 Út varð loystur gangarin,  

Grímur skuldi á ríða,  

hann var prýddur við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

28 Grímur leyp á gangara sín  

yvir saðilteymar,  

so leyp hann so lætt harí,  

sum snekkjan rennur í streymi. 

 

29 Grímur leyp á gangara sín  

yvir saðilringa,  

so reið hann á markir út,  

hann læt hann goystan springa. 

 

30 Grímur steig á flótan hest,  

seg frá borgum dró,  

fáur ríður tílíkur  

yvir heiðinmarka skóg. 

 

31 So reið Grímur, Hildibrands son,  

hann dró fram yvir heiði,  

av gulli vóru grímurnar,  

tann galtagjørðin breiða. 

 

32 ”Betri er í borgum her,” 

- hon honum á skógvin fylgdi - 

”enn at ríða seg upp á land 

at drekka tað beiska gildið!” 

 

33 Svaraði hans sæla móðir,  

aftur vendi hon tá: 

”Far væl, Grímur, sonur mín, 

eg beri fyri tær trá!” 

 

34 So reið Grímur, Hildibrands son,  

lystiliga fram,  

gyltir leika ringarnir,  

hans góði gangari rann. 

 

35 So reið Grímur, Hildibrands son,  

tað lyftir á gyltum hjálma,  

borgir sær hann undan koma,  

tað skyggir av *rúnarmálmi. 

 

36 Har vóru grundar á gaddi settar  

av hvítum marmorsteini,  

takið av seigum sifrisheggi,  

veggir av elfinbeini. 

 

37 Inn kemur ein av stoltsmoyggjunum, 

sigur øllum frá: 

”Eg sær mann at borgum ríða  

miklan í brynju blá. 

 

38 Eg sær mann at borgum ríða  

miklan í brynju blá,  

ongum er hann líkari  

enn Hildarsoni at sjá!” 

 

39 Ingibjørg talar til sveinarnar,  

tveir ella tríggjar: 

”Leiðið meg í grasagarð  

tann Hildarson at síggja!” 

 

40 Grímur ríður í grasagarð,  

lært hevði tukt og list,  

heilsaði øllum, ið fyri vóru,  

frúnni alrafyrst. 

 

41 Grímur ríður í grasagarð 

við so nýtum orðum,  

heilsaði frúnni Ingibjørg,  

sum frægir gjørdu í forðum. 

 

42 ”Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær og mínum monnum,  

sita yvir mítt breiða borð  

og drekka tann mjøð av sonnum. 

 

43 Tú skalt vera vælkomin  

hjá mær í mínum landi,  

sita yvir mítt breiða borð  

og drekka tann mjøð í blandi!” 

 

44 Teir drukku mjøð í dagin ein,  

annan og tann triðja,  

tá noyddist frúgvin Ingibjørg  

sína sorg at siga. 

 

45 ”Hoyr tú, Grímur Hildibrandsson,  

kanst tú mínar sorgir ráða?  

Geyti hann vá faðir mín  

og raskar brøður báðar. 

 

46 Geyti hann drap faðir mín  

og raskar brøður báðar,  

gróv so gull í heyggin niður,  

so tað skuldi eingin fáa. 

 

47 Geyti hann vá faðir mín, 

sum sigst í hesum tátti,  

gróv hann hann í heyggin niður 

við alt tað gull, hann átti. 

 

48 Eg havi brynjað út hundrað mans 

við svørð og brynju blá,  

men Geyti ríður av skógnum út,  

hann høggur teim høvur frá. 

 

49 Eg havi brynjað út hundrað mans 

við svørð og bitra knívi,  

men eingin kemur so frægur fram, 

ið Geyta tekur av lívi. 

 

50 Eg havi brynjað út hundrað mans,  

teir bestu í mínum landi,  

men eingin kemur so reystur fram, 

ið Geyta kann bestanda!” 

 

51 Grímur upp frá borði steig,  

hann treiv um dragið svørð: 

”Eg skal meg á skógvin ríða,  

vita, hvussu leikur fer!” 

 

52 Grímur upp frá borði steig,  

sum gitið man verða víða: 

”Í morgin, tá ið sólin rennur,  

eg skal á skógvin ríða!” 

 

53 Árla var um morgunin,  

sólin fagurt rann,  

Grímur steig á flótan hest,  

hann ríður á skógvin fram. 

 

54 Grímur steig á flótan hest,  

hann reið á skógvin fram,  

eg svørji tann eið við mína trú,  

hann væl á heyggin fann. 

 

55 Grímur legðist á harðan vøll,  

heyggin vildi bróta,  

Geyti talar til sínar menn: 

”Tað gull skal hann ei njóta!” 

 

56 Geyti reið av skógnum út,  

ógvuligur at líta,  

hann gav Grími høgg so gott,  

tað tók á holdi níta. 

 

57 Geyti reið av skógnum út  

við svørð og brynju blá,  

hann gav Grími høgg so gott,  

hann sjálvur undrast á. 

 

58 Men Grímur sprakk á gangara sín,  

hann bar so lættan fót,  

so hjó hann til Geyta í Loft,  

at valla beið hann bót. 

 

59 Grímur sprakk á gangara sín,  

hann bar so lættar føtur,  

so hjó hann til Geyta í Loft,  

at valla beið hann bøtur. 

 

60 So var stríð á grønum vølli,  

ógvuligt var at síggja,  

tað var Geyti Áslaksson,  

hann mátti av skógvi flýggja. 

 

61 Tað var Geyti Áslaksson,  

hann læt burt frá honum renna,  

fram reið Grímur Hildibrandsson,  

sum gott mundi alvi kenna. 

 

62 Dró hann gull av heygnum upp,  

frúnni ræð at bera,  

so leingi hon Grím við eygum sá,  

tað hevði hon hann so keran. 

 

63 Tað er hon frúgvin Ingibjørg,  

bæði er hon von og vitur,  

koytarfún og fugladún  

er undir, sum Grímur situr. 

 

64 Ingibjørg situr í gullstóli,  

føgur er hon í brúnum 

flættað hár á herðar lagt 

við silkibondum snúnum. 

 

65 Geyti situr í skógnum burt, 

ei man ilskan tróta: 

”Ikki skal Grímur Hildibrandsson  

tað gull við friði njóta!” 

 

66 Geyti klæðist upp árla morgun  

við skjøld og dragið svørð: 

”Nú skal ríða á gullborgar  

og vita, ið hvussu fer. 

 

67 Nú skal ríða til gullborgar  

og vita, ið hvussu fer. 

”Hann visti, at Virgar Valintsson  

ein avrekskappi er. 

 

68 Árla var um morgunin,  

sólin skín so víða,  

tað er hann Geyti Áslaksson,  

hann búði seg út at ríða. 

 

69 Tað er hann Geyti Áslaksson,  

hann búði seg út at ríða,  

hann kom niður at gullborgum,  

sum vegir liggja víða. 

 

70 Geyti ríður á gullborgar,  

tá upp var runnin sól, 

sum hann Virgar Valintsson 

í gulltrøppum stóð. 

 

71 Svaraði Virgar Valintsson,  

gull bar seg á hond: 

”Vælkomin, Geyti Áslaksson,  

eystan yvir lond! 

 

72 Vælkomin, Geyti Áslaksson,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

73 ”Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvu minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín. 

 

74 Tað býr ein kempa í skógnum burt,  

hon gevur mær ongar náðir,  

eg fái ikki dripið hana  

uttan við tínum ráði!” 

 

75 Svaraði Virgar Valintsson,  

heldur um stálið stinna: 

”Hvussu er kempan at navni nevnd,  

ið tú kannst ikki vinna?” 

 

76 ”Grím læt kempan kalla seg,  

ið eg kann ikki vinna,  

Hildibrandur var faðir hans  

og móðir Silkieik svinna. 

 

77 Grím læt kempan kalla seg,  

sum eingin vinnur í leik,  

Hildibrandur var faðir hans  

og móðir Silkieik!” 

 

78 Svaraði Virgar Valintsson,  

fátt kann sterkum bella: 

”Er tað Grímur Hildibrandsson,  

hann er ei lættur at fella!” 

 

79 Svaraði Virgar Valintsson,  

góður er hann í ráðum: 

”Er tað Grímur Hildibrandsson,  

vit vinna hann ikki báðir!” 

 

80 Virgar so til orða tekur,  

hann mælir for munni á sær: 

”Statt upp, Geyti Áslaksson,  

tó skal eg fylgja tær!” 

 

81 Virgar klæðist upp árla morgun  

við skjøld og dragið svørð: 

”Nú skal ríða í Hólmgarðar  

og vita, ið hvussu fer. 

 

82 Nú skal ríða í Hólmgarðar  

og vita, ið hvussu fer!”  

Hann visti, at Sjúrður Sigmundarson  

ein yvir allar ber. 

 

83 Árla var um morgunin,  

sólin skín so víða,  

Geyti og Virgar Valintsson  

í Hólmgarðar teir ríða. 

 

84 Ríða teir av gullborgum,  

tað fell so væl í lag,  

haðan og í Hólmgarðar  

alt á tann sama dag. 

 

85 Geyti og Virgar Valintsson  

teir heim í garðin fóru,  

úti Sjúrður Sigmundarson  

fyri teimum stóð. 

 

86 ”Vælkomin, Virgar Valintsson,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat lær betur líkar,  

mjøðin ella vín!” 

 

87 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

mælir for munni á sær: 

”Hvat er hatta for mikil maður,  

Virgar, ið fylgir tær!” 

 

88 Svaraði Virgar Valintsson  

við gull og vovin tong: 

”Hatta er Geyti Áslaksson  

eystan yvir lond!” 

 

89 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

væl kann tungu skilja: 

”Sig mær, Virgar Valintsson,  

hvat man kappin vilja!” 

 

90 ”Tað býr ein kempa í skógnum burt,  

hon gevur os ongar náðir, 

vit fáa ikki dripið hana  

uttan við tínum ráði!” 

 

91 Svaraði Sjúrður Sigmundarson  

glaður for uttan vanda: 

”Hvussu er kempan at navni nevnd,  

ið tit kunnu ikki bestanda?” 

 

92 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

heldur um stálið stinna: 

”Hvussu er kempan at navni nevnd,  

ið tit kunnu ikki vinna?” 

 

93 ”Grím læt kempan kalla seg,  

sum vit kunnu ikki vinna,  

Hildibrandur var faðir hans  

og móðir Silkieik svinna. 

 

94 Grím læt kempan kalla seg,  

sum eingin vinnur í leik,  

Hildibrandur var faðir hans  

og móðir Silkieik!” 

 

95 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,  

sum frá man frættast víða: 

”Eg kalli tað einki roysni vera,  

hann til jarðar at níga!” 

 

96 Sjúrður so til orða tekur,  

fátt kann sterkum bella: 

”Eg haldi tað einki roysni vera  

hann til jarðar at fella!” 

 

97 Sjúrður fór í brynjuna,  

hann búðist til vápna væl,  

sum dvørgamoyggin flýddi honum  

eystan av Hildardal. 

 

98 Sjúrður bindur hjálm á seg,  

Gestur stóð honum næst,  

ongan tíma á ævina  

tað bant hann hann so fast. 

 

99 Sjúrður klæðir sjálvan seg,  

hann fer í brynju tunga,  

allir óttast Hildibrand,  

men eingin Grím hin unga. 

 

100 Ríða teir av garði burt,  

hvør undir sínum  merki  

Sjúrður og snarpur Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

101 Ríða teir av garði burt,  

so fagurt var tað lið,  

Sjúrður og snarpur Nornagest,  

Geyti og Virgar við. 

 

102 Ríða teir av garði burt,  

væl kundu brandi stýra,  

haðan og í Hildardal,  

nevndar kempur fýra. 

 

103 Ríða teir eftir veginum fram,  

teir búgvast til vápna væl,  

snarliga skunda teir síni ferð,  

teir kvitta í Hildardal. 

 

104 Sjúrður talar til Virgar unga: 

”Nú man tað so vera,  

send fram harran Tírirant  

tey feigðarboð at bera!” 

 

105 Virgar krevur sín sendisvein,  

hann klæðir hann væl í skrúður: 

”Eg havi teg í forðum roynt,  

tú hevur verið mær trúr. 

 

106 Tú skalt fara til Grím hin unga  

og bera honum boð til handa;  

sig, nú eru kempur í Hildardali,  

teir bjóða honum út at ganga! 

 

107  Tú skalt bera honum boðini tey,  

sum gitið man verða víða,  

antin skal hann undan halda  

ella ímóti stríða!” 

 

108 Tírirant fór, sum snarast var,  

hann goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

sum Grímur sat við borð. 

 

109 ”Tú sit væl, Grím Hildibrandsson,  

eg beri tær boð til handa,  

nú eru kempur í Hildardali,  

teir bjóða tær út at ganga! 

 

110 Tú sit væl, Grím Hildibrandsson,  

sum gitið man verða víða,  

nú eru kempur í Hildardali,  

teir bjóða tær út at stríða! 

 

111 Har eru frægir saman komnir,  

hvør undir sínum  merki,  

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

112 Virgar sendi meg til tín,  

sum gitið man verða víða,  

antin skuldi tú undan halda  

ella ímóti stríða!” 

 

113 Svaraði harrin Tírirant,  

hann heldur á brýndum knívi: 

”Nú verður tú, Grímur ungi,  

brádliga tikin av lívi!” 

 

114 Grímur upp fyri borðið steig,  

hann treiv um dragið svørð: 

”Eg kenni væl harran Tírirant,  

ein avrekstrællur er!” 

 

115 Tírirant brá sínum bitra brandi,  

hann vildi ei megin loyna,  

hann ætlaði Grími banasár  

og odd í hjálmi royna. 

 

116 Tírirant brá sínum bitra brandi,  

ilt var skap at eggja,  

ætlaði Grími banasár  

og deyðan á gólvið leggja. 

 

117 Grímur loftaði høgginum,  

sprakk yvir borðið fram: 

”Bjóð tær ikki valmenning  

alt fyri tín yvirmann!” 

 

118 Grímur loftaði høgginum,  

tað var honum eingin neyð,  

Tírirant á gólvið legði,  

tað brotnaðu rivini sjey. 

 

119 ”Tú ríð teg aftur í Hildardal  

og ber teim boð til handa,  

í morgin, tá ið sólin rennur,  

eg skal ímót teim standa! 

 

120 Tú skalt bera teim boðini tey,  

sum gitið man verða víða,  

eg man ikki undan flýggja,  

men heldur ímóti stríða!” 

 

121 Tírirant fór, sum snarast var  

við svørð og brynju tunga  

haðan aftur í Hildardal  

og fram fyri Virgar unga. 

 

122 Svaraði Virgar Valintsson,  

sum frá man frættast víða: 

”Hvat segði hann Grímur Hildibrandsson, 

vildi hann móti stríða?” 

 

123 ”Hann bað meg bera tær boðini tey  

og alt fyri uttan vanda: 

í morgin, tá ið sólin rann,  

hann skuldi ímóti standa!” 

 

124 Ríða teir í Hildardali,  

hvør undir sínum  merki,  

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki. 

 

125 Grímur krevur sín sendisvein  

klæðir hann væl í lín: 

”Tú skalt fara til Brandarvíkar  

til Hildibrand faðir mín. 

 

126 Tú bið hann ríða á markir út,  

kann hann brandi stýra,  

har eru fyri í Hildardali  

nevndar kempur fýra!” 

 

127 Sveinur fór sum snarast var,  

rætt sum fuglur í ský,  

ikki stillaði ferðini  

fyrr enn í Brandarvík. 

 

128 Sveinur fór, sum snarast var,  

tað var honum eingin treyt,  

hann komst niður í Brandarvík,  

og borgir upp hann breyt. 

 

129 Sveinur fór sum snarast var,  

hann goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallir inn,  

sum Hildibrand sat við borð. 

 

130 ”Tú sit væl, meistarin Hildibrand,  

eg beri tær boð í bý,  

Grímur biður sjálvan teg  

koma við sær í stríð! 

 

131 Tú sit væl, meistarin Hildibrand,  

eg beri tær boð til handa,  

nú er Grímur, sonur tín,  

staddur í stórum vanda. 

 

132 Nú er Grímur, sonur tín,  

staddur í stórum vanda,  

hann biður teg koma í Hildardal 

í stríði við sær at standa. 

 

133 Hann biður teg ríða í markir út,  

kanst tú brandi stýra,  

har eru fyri í Hildardali  

nevndar kempur fýra. 

 

134 Har eru frægir saman komnir,  

hvør undir sínum  merki: 

Sjúrður og snarpi Nornagestur,  

Geyti og Virgar sterki!” 

 

135 Svaraði hesi lítli sveinur,  

heldur á gyltum knívi: 

”Nú verður Grímur, sonur tín,  

brádliga tikin av lívi!” 

 

136 Reiður var meistari Hildibrandur,  

sínum  borði skeyt,  

allur tann hin brúni mjøður  

á hallargólvi fleyt. 

 

137 Svaraði meistari Hildibrandur  

alt fyri uttan mein: 

”Ikki skal hann mót teim stríða  

Grímur kempan ein!” 

 

138 Hildibrandur fór í blanka brynju,  

hann læt ei á sær finna,  

innan undir legði hann tá  

tað dvørgabeltið stinna. 

 

139 Hildibrandur fór í blanka brynju  

av so miklari reiði,  

innan undir legði hann tá  

tað dvørgabeltið breiða. 

 

140 Árla var um morgunin,  

dagurin var ljús,  

tá var meistarin Hildibrandur  

til síni klæði fús. 

 

141 Tá var meistarin Hildibrandur  

til síni klæði fús,  

hann klæddist innan høgaloft  

alt við eitt kertiljós. 

 

142 Út varð loystur gangarin,  

sum Hildibrand skuldi á ríða,  

hann var prýddur við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

143 Hann var prýddur við skarlak  

niður á miðal síðu,  

gyltur var saðilin,  

sum Hildibrand skuldi á ríða. 

 

144 Hildibrand leyp á gangara sín  

yvir saðilringar,  

so reið hann á markir út,  

hann læt sín gangara springa. 

 

145 Tað var meistarin Hildibrandur,  

seg frá borgum dró,  

fáur ríður tílíkur 

um heiðinmarka skóg. 

 

146 Hildibrandur reið eftir veginum fram 

bæði av ilsku og reiði,  

av gulli vóru grímurnar,  

tann galtagjørðin breiða. 

 

147 Hildibrandur ríður úr Brandarvík  

ta somu morgunstund,  

Grímur reið av Upplondum, 

teir møttust í grønari lund. 

 

148 Møttust teir á grønum vølli,  

nú man tað so vera,  

síðan løgdu ráðini,  

hvussu teir skuldu gera. 

 

149 ”Hoyr tá, Grímur, mín sæli son,  

tú lat meg fyri ríða,  

tí mær eru kunnig svik um stund  

og allar loynistígar! 

 

150 Tú skalt fara mót Virgari  

við øllum hansara heri,  

síðan aftur mót Geyta á Loft  

og geva honum sár av svørði. 

 

151 Sjálvur skal eg mót Sjúrði fara, 

øllum hansara liði,  

honum fylgir Nornagestur,  

ein merkismaður við!” 

 

152 Fagurt var at líta á,  

sólin skyggir á brandar,  

ríða so í Hildardal 

í tungum stríði at standa. 

 

153 Stríða teir í Hildardali,  

sum gitið man verða víða,  

Grímur og Virgar Valintsson  

teir koma nú fyrst at stríða. 

 

154 Teir høgga títt, teir loyva lítt,  

hvørgin vildi víkja,  

høggini geva teir mong og tung,  

tey tóku í bein at níta. 

 

155 Teir høgga títt, teir loyva lítt,  

blóð sprakk undan fingri,  

enn er Grímur frægari, 

í sínum  høggum tyngri. 

 

156 Grímur gav so vánt eitt høgg,  

alt fór eftir vari,  

hann sló Virgar Valintsson  

leysan út av saðli. 

 

157 Fram reið Geyti Áslaksson,  

hann vildi ei megin loyna,  

ætlaði Grími banasár  

og odd í hjálmi royna. 

 

158 Grímur gav so vánt eitt høgg,  

øllum tókti undur,  

hestin undan Geyta á Loft  

hann kleyv í herðum sundur. 

 

159 So var stríð í Hildardali,  

ógvuligt var at síggja,  

Geyti og Virgar Valintsson  

teir lótu á skógvin flýggja. 

 

160 Geyti og Virgar Valintsson  

teir lótu á skógvin renna,  

fram reið Grímur Hildibrandsson,  

sum gott mundi alvi kenna. 

 

161 Fagurt var at líta á,  

sólin brandar víða,  

Sjúrður og meistarin Hildibrandur  

nú komu teir at stríða. 

 

162 So var stríð í Hildardali,  

blóð á svørðum hekk,  

Sjúrður og meistarin Hildibrandur  

hvør mót øðrum gekk. 

 

163 So var stríð í Hildardali,  

blóð á svørðum hongur,  

Sjúrður og meistarin Hildibrandur  

hvør mót øðrum gongur. 

 

164 Sjúrður gav so vánt eitt høgg,  

legði ei megin eftir,  

so sló hann til Hildibrand,  

hann brynju av honum sprettir. 

 

165 Hildibrand ríður í Hildardali,  

einki fekk hann mein,  

eftir stendur kappin reysti 

í dvørgabrynju ein. 

 

166 Teir høgga títt, teir loyva lítt  

av so góðum treysti,  

Sjúrður og meistarin Hildibrandur  

hvørgin fór av hesti. 

 

167 Riðu saman í Hildardali,  

fornir leikin troystu,  

Sjúrður og meistarin Hildibrandur, 

tá bogna stál for brósti. 

 

168 Teir høgga títt, teir loyva lítt,  

hvørgin vildi flýggja,  

sveitin støkk av holdi út,  

og roykur sló til skýggja. 

 

169 Sjúrður gav so vánt eitt høgg,  

øllum tókti undur,  

hann høggur niður á Hildibrand  

ringar og rammir sundur. 

 

170 Hildibrand gav so vánt eitt høgg,  

hann heldur á bitra brandi,  

Sjúrður undir høggið kom,  

tá bognaði stál í hondum. 

 

171 Hildibrand gav so vánt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

Sjúrður undir høggið kom,  

tá slitnaði stál for brósti. 

 

172 Hildibrand reiggjar brandi til  

bæði av ilsku og reiði,  

Sjúrður undir høggið kom,  

tá rivnaði brynjan breiða. 

 

173 Hildibrand gav so vánt eitt høgg  

bæði av ilsku og bræði,  

heysar sungu, hjálmar sprungu,  

tá rivnaðu Sjúrðar klæði. 

 

174 Fram reið snarpi Nornagestur,  

hann letur gott alvi kenna: 

”Nú skal taka Hildibrand,  

hans búk á báli brenna!” 

 

175 Hildibrand gav so vánt eitt høgg,  

ógvuligt var at síggja,  

tað var snarpi Nornagestur,  

hann mátti undan flýggja. 

 

176 Hildibrand brá sínum  bitra brandi, 

so øllum tókti undur,  

høggið kom á rúnarklett,  

hann brast í fýra sundur. 

 

177 Hildibrand svørð í lofti brá  

so høgt yvir leysar lundir,  

høggið kom niður í dvørgaheyg, 

so upp gekk grót og gundir. 

 

178 Dvørgurin kom á víðan vøll fram,  

tá heyggjurin hann var brotin: 

”Ofta havi eg, Hildibrandur,  

av tínum háttri notið!” 

 

179 Dvørgurin tók hans bitra brand,  

hann fast í heyggin trykti,  

tá skalv bæði leyv og lund,  

tá hin tað aftur rykti. 

 

180 Aftur rykti hann brandin sín,  

tí hann var menskur av dreingi,  

buktaði dvørg í heyggin inn,  

sum har hevði ligið leingi. 

 

181 Bogna tók tann bitri brandur,  

tað klingar yvir Rín,  

tað sjungar so hátt í himlaský,  

tá dreingir lótu lív. 

 

182 So var stríð í Hildardali,  

ógvuligt var at síggja,  

Sjúrður og snarpi Nornagestur  

teir lótu á skógvin flýggja. 

 

183 Sjúrður og snarpi Nornagestur  

teir lótu á skógvin venda,  

hetta var tað síðsta stríð, 

ið Hildibrand førdi til enda. 

 

184 Hetta var tað síðsta stríð,  

satt at siga frá,  

inntil hann á grønum vølli,  

tá hann sín sonin vá. 

 

185 Inntil hann á grønum vølli,  

tá hann sín sonin vá,  

svørji tann eið við mína trú,  

tá lá hann sjálvur hjá. 

 

186 Ríða teir til hallar heim  

frúnni gull at bera,  

so leingi hon Grím við eygum sá,  

tað hevði hon hann so keran. 

 

187 Virgar ríður á gullborgar  

við gull og vovin tong,  

síðan letur brøvini skriva  

suður yvir lond. 

 

188 Virgar letur brøvini skriva,  

so er greint fyri mær,  

hann visti, at illi Ásmundur  

ein kappabani var. 

 

189 Virgar letur brøvini skriva  

við sín egin hond,  

síðan letur hann senda tey  

suður á Selgjarlond. 

 

190 Ásmundur las tey brøv so snart  

av so tungum stríði,  

hann skuldi sigla upp á land  

og taka Grím av lívi. 

 

191 Ásmundur legði í havið út  

eina morgunstund,  

sigldi hann seg so loyniliga  

inn fyri vestan lund. 

 

192 Hann sigldi inn fyri vestan lund, 

satt at siga frá,  

har lá hann í mánar tveir,  

hann vann har einki á. 

 

193 Har lá hann í mánar tveir  

alt fyri uttan sút,  

inntil ungi Ásmundur  

helt aftur í havið út. 

 

194 Ásmundur legði í havið út,  

hann helt á brýndum knívi,  

so fór hann til Upplanda,  

har tók hann Grím av lívi. 

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,  

so temji eg mín gangara góða  

og lati renna. 

 

CCF 91G 

Einki TSB-nr. 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [3]. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 62. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 20. bind, s. 36. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Joensen, Óli í Kirkjugerði (1810-1899), Skálavík, 1848. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019