• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sniolvs kvæði

 

D. 

 

Golmars táttur 

 

CCF 91II D-I 

TSB E 62 

 

1 Hevur tú hoyrt frá móður hans,  

ið vánda gerning kann,  

vænur er hann og vøksturligur,  

Ásmund nevni eg hann. 

 

2 Ásmundur sigldi av Suðurlondum,  

áðrenn upp rann sól,  

síðan sigldi hann haðan burt 

inn fyri Fávansfól. 

 

3 Sigldi inn fyri Fávansfól,  

søgur ganga frá,  

síðan sigldi hann haðan burt  

inn fyri Singjantá. 

 

4 Ásmundur sigldi at landinum,  

stendur í fremra stavni,  

har býr fyri hertugi,  

Golmar nevndur at navni. 

 

5 Tað var illi Ásmundur,  

heim í garðin fór,  

úti hertugin Golmar  

fyri honum stóð. 

 

6 Svaraði hertugin Golmar,  

kann væl tungu skilja: 

”Hvat eru tíni ørindi,  

og hvat man kappin vilja?” 

 

7 Tí svaraði Ásmundur: 

”Ilt er for sanns at dylja,  

tað eru míni ørindi  

Ingibjørg at gilja!” 

 

8 Svaraði hertugin Golmar,  

sær á gullið bjarta: 

”Tú giljar ikki Ingibjørg,  

fyrr enn brostið er mítt hjarta!” 

 

9 Svaraði frúgvin Ingibjørg,  

stóð í silkiserki: 

”Ikki mást tú, Ásmundur,  

vinna mær níðingsverkið!” 

 

10 Hann læt Golmar av durum koyra  

við svørð og váknaskildri,  

lyfti so frúnna í song við sær  

og framdi, hvat hann vildi. 

 

11 Golmar græt so møðuliga,  

slíkt var vert at hoyra: 

”Eg haldi tað ei vera kempuligt  

tann veika av durum koyra!” 

 

12 Ásmundur kemur út árla morgun,  

mælir hann um sín vilja,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

nú býr hann seg út at sigla. 

 

13 Tí svaraði Ásmundur  

fyrsta orðið tá: 

”Golmar, vilt tú fylgja mær  

nakað londum frá?” 

 

14 Svaraði hertugin Golmar  

annað orðið tá: 

”Gjarna vil eg fylgja tær  

nakað londum frá!” 

 

15 Tá teir komu í havið út,  

Ásmundur ræð at svara: 

”Hvør eigur hesi fríðu vákn,  

fram við grunni fara?” 

 

16 Enntá mælti Ásmundur,  

fyrsta orð hann sigur: 

”Hvar var tað, ið Hildibrandur  

søkti svørðið niður?” 

 

17 Svaraði tá hann Golmar,  

annað orð hann sigur: 

”Her var tað, ið Hildibrandur  

søkti svørðið niður!” 

 

18 Ásmundur sprakk í havið tá,  

leingi kavar hann,  

snarliga upp frá grunni kemur,  

einki svørð hann fann. 

 

19 ”Vilt tú ikki siga mær,  

hvar ið svørðið liggur,  

harðan skalt tú deyðan tola,  

snart skalt tú hann tiggja!” 

 

20 ”Hoyr tað, ungi Ásmundur,  

lat meg ikki doyggja,  

vit skulu sigla hiðan burt  

og betri fyri Seljaroyggjar!” 

 

21 Tað var hertugin Golmar,  

annað orð hann sigur: 

”Her var tað, ið Hildibrandur  

søkti svørðið niður!” 

 

22 Ásmundur leyp í havið út,  

leingi kavar hann, 

snarliga fram við grunni veður,  

nú hann svørðið fann. 

 

23 ”Nú hevur tú fingið svørðið tað,  

ið tú hevur eftir stundað,  

lova mær nú til landanna  

á Ingibjargar fund!” 

 

24 Ásmundur so til orða tekur,  

leit seg upp mót oy: 

”Hvat man hasum ljóta trølli  

skilja so væna moy?” 

 

25 Golmar so til orða tók,  

mælir móti honum: 

”Ofta hevur lakur maður  

fingið vakra konu!” 

 

26 Ásmundur so til orða tekur,  

ræður fyri londum: 

”Tú kemur ikki livandi  

her av mínum hondum!” 

 

27 Tað var illi Ásmundur,  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv bertugan Golmar  

sundur í lutir tvá. 

 

28 Ásmundur fór til hallar heim,  

drakk har mjøð og vín, 

síðan flutti hann Ingibjørg  

heim í høll til sín. 

 

Handrit: Handritið hjá Napoleoni Nolsøe  Føroya Landsbókasavn F IV vol. II, Nr. 77, s. 156. 

 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 41. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 199. 

 

Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn 1842. 

 

Ásmundar táttur 

CCF 91-IV D [II] Ásmundar táttur 

 

1 Hevur tú hoyrt frá móður hans,  

ið studdi seg fram við seingir,  

nú skal ríma um kempu ta, 

ið gitið man verða leingi. 

 

2 Ásmundur kemur út árla morgun,  

frá man frættast víða,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

nú lystir hann út at ríða. 

 

3 Ásmundur letur hestin saðla,  

lystir seg út at ríða,  

hann kom niður á gullborgum,  

sum vegir liggja víða. 

 

4 Svaraði illi Ásmundur,  

ríður seg út við strandar: 

”Hvør eigur hesi fríðu vákn,  

fremst á borgum standa?” 

 

5 Svaraði ein av sveinunum,  

hann bar hans skjøldarmerki: 

”Høvdingi ræður fyri hesi borg,  

eitur Virgar sterki!” 

 

6 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

”Ber mær boð til Virgar sterka,  

bið hann koma og stríða!” 

 

7 Sveinur fór sum snarast var 

við svørð og brynju tunga,  

síðan snúgvar hann ferðini  

aftur til Ásmund unga. 

 

8 Sveinur bar síni orð so fram,  

tann hin menskur mann: 

”Eg var mær í gullborgum, 

ei eg Virgar fann!” 

 

9 Ásmundur gekk í hallina inn,  

ilsku man hann troyggja,  

hann sær fyri borði sita  

væl hundrað stoltsmoyggjar. 

 

10 Ásmundur so til orða tekur,  

mælir um sín vilja: 

”Eg svørji tann eið á mína trúgv,  

meg lystir tykkum at gilja!” 

 

11 Svaraði ein av stoltsmoygjunum,  

svarar so fyri sær: 

”Ofta mundi eg, Ásmundur,  

dugnað veita tær!” 

 

12 Svaraði onnur av moygjunum  

annað orðið tá: 

”Ikki hevði tú svørðið fingið,  

var eg ikki hjá. 

 

13 Tá ið vit fram við grunni fóru,  

dvaldust vit ikki leingi,  

setti eg teg á bunkan upp 

við stokk og svørð í fangi!” 

 

14 Svaraði triðja av moyggjunum,  

gullstóli sat hon á: 

”Hoyr tað, ungi Ásmundur,  

kom tær hiðan ífrá!” 

 

15 Ásmundur leyp á gangaran sín,  

ilt vil hann útinna,  

so reið hann á markir út,  

ei mundi hann Virgar finna. 

 

16 Ásmundur reið á skógvin burtur,  

honum lystir at stríða,  

hann kom niður í Brandarbý,  

sum vegir liggja víða. 

 

17 Ásmundur krevur sín sendisvein,  

frá man frættast víða: 

”Ber mær boð til Hildibrand,  

bið hann mót mær stríða!” 

 

18 Sveinur fór sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Hildibrand sat við borð. 

 

19 ”Sit væl, reysti Hildibrand,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á skógnum burtur,  

hann býður tær út at stríða!” 

 

20 Tí svaraði Silkieik,  

tekur til at kvíða: 

”Ásmundur er ein illgerðsmaður,  

tú skalt ei mót honum ríða. 

 

21 Minnist tú nakað, harri mín, 

hvat tann nornan sagdi,  

Ásmundur er ein illgerðsmaður,  

fullur í ilskubragdi!” 

 

22 Tí svaraði Hildibrand,  

smílist undir lín: 

”Ber fyri mær onga kvíðu,  

sæla drotning mín! 

 

23 Tú skalt bera honum boðini tey,  

siga honum so til handa,  

eg bað hann ríða hiðan burt  

og aftur til Selgjalanda!” 

 

24 Sveinur fór sum snarast var  

við svørð og brynju tunga,  

síðan skundar hann ferðini  

aftur til Ásmund unga. 

 

25 ”Hann bað meg bera tær boðini tey  

og siga tær so til handa,  

tú skuldi ríða hiðan burt  

og aftur til Selgjalanda!” 

 

26 ”Tú skalt bera honum boðini tey,  

hann skal sær korini velja,  

ella eg høggi hans høvur av  

sum ein hund til heljar!” 

 

27 Sveinur fór sum snarast var,  

gull bar seg á hand,  

síðan skundar hann ferðini  

aftur til Hildibrand. 

 

28 ”Hann bað meg bera tær boðini tey,  

tú skuldi korini velja,  

ella hann høgdi títt høvur av  

sum ein hund til heljar!” 

 

29 Ivri dró at Hildibrandi,  

hann vá sítt svørð í droyra: 

”Eg man ikki Golmar vera,  

hann læt av durum koyra!” 

 

30 Hildibrand leyp á gangara sín,  

sum hann sjálvur átti,  

so reið hann á skógvin út,  

sum føtur bera máttu. 

 

31 Hildibrand reið á skógvin burt  

morgun ein so snimma,  

møtti honum illi Ásmundur,  

har mundu tveir reystir finnast. 

 

32 Tí svaraði Hildibrand,  

kann væl tungu skilja: 

”Hvat eru tíni ørindi,  

og hvat man kappin vilja?” 

 

33 Svaraði ungi Ásmundur: 

”Ilt er fyri sanns at dylja,  

tað eru míni ørindi  

Silkieik at gilja!” 

 

34 ”Tú tókst konu Golmars,  

far við tí so hátt,  

annað skalt tú fáa at finna,  

áðrenn úti er nátt! 

 

35 Hoyrt havi eg frá Golmari sagt,  

greint frá hvørjum orði,  

hann var ikki til víggið førur,  

hann vardi ei sína konu!” 

 

36 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

37 Hildibrand gav so stórt eitt høgg  

av so góðum treysti,  

so sló hann til Ásmund,  

hann fell av sínum  hesti. 

 

38 Ásmundur stoyttist í jørðina niður  

undir brynju nýggja,  

Hildibrand sat á sínum hesti,  

hann kundi hann fullvæl síggja. 

 

39 Ásmundur kreyp eftir jørðini  

skjótari enn nøkur hara,  

Hildibrand spenti sín hest við spora,  

hann skuldi ikki aftur um fara. 

 

40 Ásmundur liggur á jørðini  

eina so lítla stund, 

so leyp hann í saðilin upp  

yvir leysa lund. 

 

41 So sprakk hann í saðilin upp  

yvir leysa lund,  

síðan lótu teir høggini falla  

bæði mong og tung. 

 

42 Hildibrand gav so stórt eitt høgg,  

hevur ei hondum hóv,  

klývur brynju av Ásmundi,  

hann nakin eftir stóð. 

 

43 Klývur av honum skjøldarnar,  

brynjuna hann spretti,  

nakin stendur Ásmundur  

á grønum vølli eftir. 

 

44 Tá svaraði Ásmundur  

av so tungum vanda: 

”Gev mær lov at ríða burt  

og aftur til Selgjalanda!” 

 

45 ”Nú havi eg klovið brynju av tær,  

tað mundi teg ikki vara,  

brátt manst tú við Sniolvs høvdi  

til Adalús at fara. 

 

46 Nú havi eg klovið brynju av tær,  

frá man frættast víða,  

brátt manst tú við Sniolvs høvdi 

til Adalús at ríða!” 

 

47 Ásmundur snúðist haðan burt  

bæði við sút og sorg,  

glaður snúðist Hildibrand  

aftur í sína borg. 

Handrit: Handritið hjá Napoleoni Nolsøe  Føroya Landsbókasavn F IV vol. II, Nr. 77, s. 156. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 43. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 202. 

 

Heimild: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn 1842. 

 

Annar Sniolvs táttur 

 

CCF 91-VII D-III  

TSB E 63 

 

1 Árla var um morgunin,  

sól tók fagurt at skína,  

tað var hin illi Ásmundur,  

hann býður seg út at ríða. 

 

2 Tað var illi Ásmundur,  

hann býður seg út at ríða,  

hann kom niður á Upplondum,  

sum vegir liggja víða. 

 

3 Hann kom niður á Upplondum,  

eingin sá hann enn,  

so fellir hann Sniolvs menn  

hundrað um í senn. 

 

4 Sniolvur so til orða tekur: 

"Hví gongur her so skarpt,  

ofta veit eg mín búgvin brand,  

eg gisti á væl skarpt?" 

 

5 Svaraði ein av Sniolvs monnum,  

gull bar seg á hond: 

"Her er komin ein fremmand kempa 

av eitt annað land." 

 

6 Sniolvur so til orða tekur,  

maðurin er hann blíður: 

"Eg man lítið skána honum,  

tóast hann er fríður." 

 

7 Tí svaraði Sniolvur,  

kann væl tungu skilja: 

"Hvat eru tíni ørindi,  

og hvat man kappin vilja?" 

 

8 Ásmundur mælir av tungu inni: 

"Ilt er fyri sanns at dylja,  

tað eru míni ørindi  

Adalús at gilja." 

 

9 Tá svaraði Sniolvur,  

tók til brandin bjarta: 

"Tú giljar ikki Ingibjørg,  

fyrr enn brostið er mítt hjarta." 

 

10 Enn svaraði Sniolvur,  

heldur á brýndum knívi: 

"Tú giljar ikki Adalús,  

meðan eg eri á lívi. 

 

11 Hoyrt havi eg frá Golmari sagt,  

greint frá hvørjum orði,  

hann var ei til víggið førur,  

hann vardi ei sína konu." 

 

12 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av teirra svørðum,  

sum neistar av árni fúka. 

 

13 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi víkja,  

so fell teimum høggini tung,  

í hjarta tókti níta. 

 

14 Riðu teir á grønum vølli,  

hvørgum mundi bella,  

hoyrast mátti langa leið,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

15 Sniolvur situr á sínum  hesti,  

hann er riddarin besti,  

so høgg hann til Ásmund,  

hann fell av sínum  hesti. 

 

16 Ásmundur stoyttist í jørðina niður  

undir brynju blá,  

Sniolvur sat á sínum hesti,  

hann kundi hann ikki sjá. 

 

17 Ásmundur stoyttist í jørðina niður  

undir brynju nýggja,  

Sniolvur sat á sínum  hesti,  

hann kundi hann ikki síggja. 

 

18 Ásmundur kreyp eftir jørðini  

við so lítið veldi,  

hann kom upp á baki hans,  

tann sterka Sniolv feldi. 

 

19 Tað var illi Ásmundur,  

sínum  svørði brá,  

hann kleyv reystan Sniolv sterka  

sundur í lutir tvá. 

 

20 Ásmundur stendur á grønum vølli,  

rósar tí níðingsverki: 

"Væl mátti tú navnið bera,  

Sniolv, kempan sterka. 

 

21 Mangan feldi eg til jarðar  

burt í øðrum londum,  

ongan havi eg tílíkan funnið  

fyri mínum hondum." 

 

22 Ásmundur vendi til hallar heim  

fast av miklum huga,  

tekur nú Sniolvs blóðiga høvur  

og bindur við saðilbuga. 

 

23 Inn kom ein so lítil svein  

og sigur øllum frá: 

"Eg sær mann mót borgum ríða 

miklan í brynju blá." 

 

24 Upp steig frúgvin Adalús,  

glað fyri uttan vanda,  

so gekk hon av hallini út  

fyri Sniolvi at standa. 

 

25 Svaraði frúgvin Adalús,  

leit seg út til bíggjar: 

"Hatta er ikki Sniolvur,  

tað kann eg væl síggja." 

 

26 Ásmundur situr á sínum  hesti,  

talar um sín vilja: 

"Hoyr tað, frúgvin Adalús,  

meg lystir teg at gilja!" 

 

27 Svaraði frúgvin Adalús,  

læt so orðum víkja: 

"Tað verður ikki, meðan eg lívi,  

eg fái Sniolvs líka." 

 

28 Ásmundur so til orða tók  

við sínar gulmar garðar: 

"Eg havi vigið tann sterka Sniolv,  

felt hann niður til jarðar." 

 

29 "Sniolvur var ein kempa so sterk,  

hans líki kundi ei finnast,  

tað var alt við illgerningar,  

tú mundi sigur vinna. 

 

30 Tú eigur tær móður eina,  

ið ein er verst í landi, 

hon hevur manga reysta kempu  

lagt fyri eiturgrandi." 

 

31 Tað var illi Ásmundur,  

vendi sínum  hesti til veggjar,  

tá fekk frúgvin Adalús  

Sniolvs høvur at síggja. 

 

32 Tað gjørdi frúgvin Adalús 

í fyrsta viðbragð tá, 

blóðigan kysti hon munnin tann, 

á Sniolvs høvdi lá. 

 

33 Blóðigar kysti hon varrarnar,  

á Sniolvs høvdi lá,  

tað var mær av sonnum sagt,  

at deyð fell hon sjálv frá. 

 

34 Tungt er tað í verøldini  

eftir slíkum at stunda,  

lindin sprakk, og hjartað brast  

eftir Sniolv unga.  

 

35 Hon sprakk av harmi eftir hann,  

tann hin ríka frú,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

tað hendir ongan nú. 

 

Handrit: Handritið hjá Napoleoni Nolsøe  Føroya Landsbókasavn F IV vol. II, Nr. 87, s. 217. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 45. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 208. 

 

Heimild: Napoleon Nolsøe (1809-18t7), Tórshavn 1842. 

 

Gríms táttur 

 

CCF 91-VIII D-IV 

TSB E 36 

 

1 Árla var um morgunin, 

sól tók fagurt at skína,  

tað var hin illi Ásmundur,  

hann býður seg út at ríða. 

 

2 Tað var hin illi Ásmundur,  

hann býður seg út at ríða,  

hann kom niður á loynioy,  

sum vegir liggja víða. 

 

3 Hann kom niður við loynioy,  

av dró barnagaman,  

hvørt tað skip við oynna var,  

letur hann hekta saman. 

 

4 Ásmundur gongur skipa millum,  

fram gekk hann so fast,  

allir teir, ið fyri vóru,  

høvur á bunka brast. 

 

5 Ásmundur leyp for borðið út,  

hugdi sær til frama,  

tá var snúgvið navnið hans,  

teir kallaðu hann Kappabana. 

 

6 Ásmundur so til orða tekur  

av so tungum stríði: 

"Vita tit nakra kempu ídag,  

ið mót mær torir stríða?" 

 

7 "Her býr ein kempa skamt ífrá,  

hans líki kann ikki finna,  

so lystir honum at stríða,  

sum leika við streymin stinna. 

 

8 So lystir honum at stríða,  

sum leika við streymin stinna,  

so kemur eingin riddari, 

ið Grím torir finna." 

 

9 Ásmundur krevur sín sendisvein, 

frá man frættast víða: 

"Ber mær boð til Grím unga,  

bið hann mót mær stríða!" 

 

10 Sveinur fór sum snarast var,  

goymdi væl hans orð,  

hann kom seg í hallina inn,  

tá Grímur sat við borð. 

 

11 "Ver vælkomin, sendisvein,  

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betri líkar,  

mjøðin ella vín!" 

 

12 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

frá man frættast víða,  

Ásmundur er á grønum vølli,  

býður tær út at stríða." 

 

13 Grímur so til orða tekur,  

maðurin er hann blíður: 

"Lítið man eg spara hann,  

tóast hann er fríður." 

 

14 Sendisvein til orða tók 

við sínar gulmar geirar: 

"Hann hevur vegið tann sterka Sniolv, 

felt hann niður til jarðar." 

 

15 Grímur tagdi langa stund,  

tað við lítið veldi,  

tá hann hoyrdi orðini tey,  

tann sterka Sniolv feldi. 

 

16 "Sniolvur var mín móðurbróðir,  

hans líki kundi ei finnast,  

tað var alt við illgerningar,  

hann mundi sigur vinna. 

 

17 Hann eigur sær móður ta,  

ið ein er verst í landi,  

manga hevur hon reysta kempu  

lagt fyri eiturgrandi. 

 

18 Tú bið hann brynja út fimmti kempur,  

bestar í sítt land,  

eg vil ikki stríðast mót honum,  

tí hann illgerning kann!" 

 

19 Ásmundur situr á skógnum burtur,  

leingist honum at bíða,  

inntil hann sá sendisvein  

aftur mót sær ríða. 

 

20 Ásmundur so til orða tók,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvat segði hann Grímur,  

vildi hann mót mær stríða?" 

 

21 "Grímur tagdi langa stund,  

tað við lítið veldi,  

tá hann hoyrdi orðini tey,  

tann sterka Sniolv feldi. 

 

22 Hann segði, tú átti móður ta,  

ið ein er verst í landi,  

hon hevði manga reysta kempu  

lagt fyri eiturgrandi. 

 

23 Hann bað teg brynja út fimmti kempur,  

bestu í tínum landi,  

hann vildi ikki stríðast mót tær,  

tí tú illgerning kann." 

 

24 Grímur ríður á markir út 

við so frítt eitt mót,  

allar vá hann fimmti kempur,  

eingin tann beið bót. 

 

25 Svaraði illi Ásmundur,  

maðurin er hann blíður: 

"Hvat feilar tær, Grímur,  

hví vilt tú ikki mót mær stríða?" 

 

26 "Eg sigi, tú eigur móður ta,  

ið ein er verst í landi,  

hon hevur manga reysta kempu  

lagt fyri eiturblandi. 

 

27 Far tú tær til hallar heim,  

kempur saman at søkja,  

eg man her í skógnum bíða,  

eg skal ímóti møta." 

 

28 Hildibrand vaknar á miðjari nátt,  

læt so orðum víkja: 

"Mær tókti, at mítt góða svørð  

var komið frá havsíns dýpi." 

 

29 Svaraði frúgvin Silkieik  

bæði við sorg og sút: 

"Óttist eg fyri dreyminum,  

við sorgum gongur hann út." 

 

30 "Hoyr tað, svinna Silkieik,  

sig tað ei av munni,  

hann er eingin í verøldini, 

ið svørðið søkir frá grunni." 

 

31 Tað var illi Ásmundur  

heim í garðin fór,  

úti sjálvur Hildibrandur  

fyri honum stóð. 

 

32 Ásmundur so til orða tekur,  

frá man frættast víða: 

"Hoyr tað, reysti Hildibrandur,  

vilt tú fyri meg stríða? 

 

33 Her er ein kempa í skógnum burt,  

leingist honum at bíða,  

eg kann ikki finna tann riddara,  

mót honum torir stríða." 

 

34 Hildibrand so til orða tekur,  

í jarni klæddur hálvur: 

"Hvat feilar tær, Ásmundur,  

tú fert ikki mót honum sjálvur? 

 

35 "Hann segði, eg átti móður ta,  

ið ein er verst í landi,  

hann vildi ikki stríðast mót mær,  

tí eg illgerning kann." 

 

36 Hildibrand so til orða tekur  

á tí sama sinni: 

"Eg skal fara á skógvin burt  

tann avrekskappa at finna." 

 

37 Teir stigu á sínar hestarnar  

við so fullgott mak,  

riðu so á skógvin burt,  

sum Grímur fyri sat. 

 

38 "Her situr tú, kempan reysta,  

leingi hevur bíðað, 

nú havi eg fingið riddaran tann,  

ið mót tær torir stríða." 

 

39 "Tú fór teg til hallar heim  

kempur saman [at] kalla,  

ei er tað so undarligt,  

at eg man síðstur falla." 

 

40 Grímur ríður á grønum vølli,  

mælir av tungum inni,  

Hildibrand ríður honum ímót,  

har mundu tveir reystir finnast. 

 

41 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

gongur so eldur av svørðum teirra,  

sum neistar av árni fúka. 

 

42 Riðu saman á grønum vølli,  

hvørgin vildi bella,  

hoyrast mátti langa leið,  

sum svørð á brynjum gella. 

 

43 Riðu teir á grønum vølli,  

hvørgin vildi lúta,  

so fullu teirra høggini tung, 

í beinið tókti níta. 

 

44 Hildibrand høggur til so fast,  

Grími vildi meina,  

ikki beit egg á stáli stinna,  

heldur enn á hørðum steini. 

 

45 Ásmundur so til orða tekur: 

"Nú er á at líta,  

eg skal læna tær svørðið mítt,  

tað man betri bíta." 

 

46 Hildibrand tók við svørðinum,  

svikaráð ei kendi,  

ógvuligur, við miklari reiði,  

fram mót Grími rendi. 

 

47 Hildibrand gav so stórt eitt høgg,  

frálíkur øðrum monnum,  

klývur Grímin, sonin sín,  

so svørðið stóð í tonnum. 

 

48 Ógvuligt er at líta á,  

tá Hildibrand roynir alvi, 

klývur Grímin, sonin sín,  

búkin niður í nalva. 

 

49 Tá gleddist illa Ásmundi,  

hann sá tað níðingsverkið: 

"Ongan sá eg tílíkan  

uttan Sniolv sterka." 

 

50 Hildibrand so til orða tók 

við so lítið teiti: 

"Sig mær satt og sanniliga,  

hvat mundi kempan eita?" 

 

51 "Grím læt kempan kalla seg,  

má meg rætt um minna,  

Hildibrand var faðir hans  

og móðir Silkieik svinna." 

 

52 Hildibrand so til orða tekur,  

læt so orðum víkja: 

"Bannaður verði hans búk og bein, 

ið svørðið søkti frá dýpi!" 

 

53 Hildibrand so til orða tekur  

av so tungum stríði: 

"Hetta er mín sæli sonur,  

eg havi tikið av lívi." 

 

54 Hildibrand liggur á grønum vølli  

við so tungum jarmi,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

at kykur sprakk hann av harmi. 

 

55 Hann vá sín hin sæla son,  

so sigur frøðið frá,  

eingin ger at forða tí, 

ið nornur leggja á. 

 

Handrit: Handritið hjá Napoleoni Nolsøe  Føroya Landsbókasavn F IV vol. II, Nr. 77, s. 156. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 47. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 19. bind, s. 213. 

 

Heimild: Napoleon Nolsøe (1809-18t7), Tórshavn 1842. 

 

 

 

E 36 Gríms táttur (Prophecy is fulfilled when man kills his own son)

Ásmundur bjóðar Grími av í bardaga, men Grímur sýtir, tí Ásmundur við svikum hevur dripið Sniálv, farbróður Gríms. Hann biður Ásmund senda boð eftir fimmti riddarum, og hann skal stríðast ímóti teimum í staðin fyri.

Grímur drepur allar riddararnar og sýtir framvegis at berjast við Ásmund. (Frábr.: B, I, K: Síðani sendir Ásmundur tveir riddarar afturat at berjast, og Grímur drepur teir við.) At enda lumpar Ásmundur Hildibrand at berjast við Grím. Hann lænir Hildibrandi svørð sítt til bardagan uttan at siga fyri honum, at svørðið av røttum er ogn Hildibrands, og at mótstøðumaðurin er sonur hansara.

Hildibrandur drepur Grím. Tá sigur Ásmundur fyri honum, hvør deyði maðurin var. Hildibrandi hevur verið spátt, at hann fer at drepa egna son sín við einum serligum svørði, sum hann helt liggja við havsins botn. Tá ið hann skilir, at spádómurin er gingin út, doyr hann av sorg.

á føroyskum: CCF 91 A: IV, B: VII, D Gríms táttur, I, K Gríms táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 62 Golmars táttur (Man forces another to reveal secret and then kills him)

Ásmundur kemur til hús Golmars, rekur hann út og neyðtekur konu hansara.

Dagin eftir hevur Ásmundur Golmar við sær á báti og noyðir hann at vísa sær, hvar ið Hildibrandur tveitti svørð sítt á bláman. Ásmundur kavar eftir svørðinum og finnur tað. Golmar vil sleppa aftur til lands, men Ásmundur drepur hann og tekur síðani konu Golmars við sær heim.

á føroyskum: CCF 91, A: I, B: III, D Golmars táttur, L Golmars táttur (bert á føroyskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

E 63 Ásmundar táttur (Man kills another to get his wife, but she dies from sorrow)

(Frábr. F, N: Adalín droymir, at maður hennara, Sniolvur, verður dripin.) Ásmundur fer til lands Sniolvs og drepur fleiri av monnum hansara.

Sniolvur fer í bardaga við hann, men á galdrahátt verður hann dripin. Ásmundur kvettir høvdið av honum og bindur tað í saðilin.

Hann fer at vitja Adalín og sigur seg vilja hava hana. Hon vísir honum frá sær og sigur, at hon fer ongantíð at finna nakran, sum kann meta seg við Sniolv, og tá ið hon sær avkvetta høvur hans, doyr hon av harmi.

á føroyskum: CCF 91 A: III, B: VI, D Annar Sniolvs táttur, E [II Ásmundar táttur], F [II Ásmundar táttur], N ør. 58-93 (eisini á norskum). Partur av ”Sniolvs kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019