• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Stulku táttur

 

Stulku táttur

 

(Vismar Gismar kappi) 

 

CCF 94 Ba 

TSB E 117 

 

1 Tað var Vismar Gismar kappi,  

leit seg fram for brondum:  

"Hvat vil Torstein, kongins son,  

í dag í heiðin lond?" 

 

2 Tað var Vismar Gismar kappi,  

leit fram undan skildri:  

"Sig mær, frægur Torstein jall,  

hvat tú higar vildi!" 

 

3 "Eg var meg á skógv í gjár  

og sá so mangt til feingjar,  

'odna lioumir fudgja' drekar  

eftir mær at leingja. 

 

4 Eg var meg á skógv í gjár  

so einsleingin í ræði,  

eg sá gull og mentarsnót  

og hartil silvdragin klæði. 

 

5 Til tess eri eg higar komin  

fornar vinir at finna,  

aftur skal eg á skógvin ríða  

mentarsnót at vinna." 

 

6 Tað er Vismar Gismar kappi,  

mælir for munni á sær:  

"Hoyr tú, Torstein, kongins son,  

eg skal fylgja tær! 

 

7 Eg skal meg á skógv við tær,  

samla góðar gripir,  

fyrst skal eg í Hildarheim  

mínum húsi skipa. 

 

8 Dóttir mín, sent ikki ómála tín  

síðla út á kvøldi!  

eg skal heldur ganga sjálv,  

eg eri á háttri eldri. 

 

9 Dóttir mín, sent ikki ómála tín  

síðla út í myrkri!  

eg skal heldur ganga sjálv,  

eg eri á háttri sterkri. 

 

10 Eg sá tógva summardrekar  

vestan eftir heiði,  

eingin hestur er so skjótur,  

ið fylgir teim í skeiði. 

 

11 Eg sá tógva summardrekar 

vestan eftir gøtu, 

eingin hestur er so skjótur, 

fylgir teim á føti." 

 

12 Riðu teir á skógvin burt,  

reystar kempur tvær,  

tá ið teir komu á heiðin skógv,  

tá skjúlti Vismar sær. 

 

13 Vismar kreyp í skógvin inn,  

óráð vóru á ferð,  

einsamallur Torstein ríður,  

lítur á skjøld og svørð. 

 

14 Torstein kom so síðla á degi  

millum tveggja elda,  

drekar tóku at ýla hátt,  

og dagurin tók at kvølda. 

 

15 Torstein kom so síðla á degi  

millum tveggja hurða,  

skeyt sítt spjót í skálan inn,  

slíkt var mikil furða. 

 

16 Torstein skeyt sítt búgvið spjót  

um skáladyrnar inn,  

stór sat kona við bryggjareld,  

hon bliknar undir kinn. 

 

17 Tað rivnaði tann hin tjúkka eik,  

ið stóð fyri brósti á henni,  

spjótið rendi igjøgnum hana,  

hon fell á Skálagólvið. 

 

18 Torstein gekk í skálan inn  

at leita eftir spjóti sínum  

Skjáldgerð seg í songum lá,  

so svørt í hvílu síni. 

 

19 Torstein gekk at seingini,  

sum bryggjareldurin brendi, 

nívdi hann hana á songarstokk  

og brá henni snart úr veldi. 

 

20 Stulkan leyp eftir hallargólvi  

fast av miklum móði,  

saks og svørð í hondum bar,  

tá var svøvnur á fljóði. 

 

21 Stulkan leyp at seingini,  

deyð var hennara móðir,  

saks og svørð í hondum bar,  

men tá vóru sorgir á fljóði. 

 

22 Ryktust bæði hart og skarpt,  

ei var blítt til verka,  

Torstein fekk hon undir seg,  

hon legðist at bíta hans barka. 

 

 

23 "Eg skal tjena tær, Ólavur kongur, 

ævi og allan aldur, 

um enn eg sleppi hiðan leysur," 

segði tann benjarbaldur. 

 

24 Spýggjan legðist í Torsteins háls,  

tað vil eg fyri tær tína,  

síðan varð Torstein tvíhamaður  

alla ævi sína 

 

25 Banað fekk hann stulkuni  

við sínum slíðraknívi,  

síðan tjenti hann Ólavi kongi,  

meðan hann var á lívi. 

 

CCF 94 Ba 

TSB E 117 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [3]. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 155. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 107. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1867),  Sandi, 1853. 

 

E 117 Stulku táttur (Man fights female giant and wins with Saint Olav’s help)

Vismar Gismar eggjar Torsteini til at koma við sær til heidna manna land. Tá ið teir koma at skóginum, fjalir Vismar seg, og Torstein heldur leiðina fram einsamallur. Hann kemur til eitt risahelli og drepur eina gamla gívur. So endar hann í stríði við dóttur hennara, sum nærum megnar at drepa hann. Tá ið hann biður til Ólav Halga og lovar at tæna honum alt lívið, um bert hann sigrar á skrímslinum, fær hann bjargað sær. Hann megnar at drepa hana, men eftir hetta er hann annar maður.

á føroyskum: CCF 94 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019