• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Svein av Miklagarði

 

Harra Svein av Miklagarði

 

CCF 95 Ba 

TSB E 76 

 

1 Viljið tit nú lýða á, 

meðan eg flyti fram, 

kvøða um reystan Arvar jall, 

tann ærlig borin mann. 

 

Orlov biðjum vær!  

Ærligir menn,  

dans skulum vær fremja,  

tað er ikki dagur enn.  

Orlov biðjum vær! 

 

2 Arvar jallin dóttur eigur,  

hava hana menn við orði,  

henni er stólur av gulli gjørdur  

framman for kongins borði. 

 

3 Hann hevur ein sal bygt,  

skipað við reystar dreingir,  

har kann eingin livandi koma  

uttan ein fuglur við veingi. 

 

4 Hann hevur henni ein sal bygt,  

stendur á borgum nærri,  

leyvini blaktra uppi við ský,  

so ikki byggist hærri. 

 

5 Harra Svein krevur sín sendisvein,  

klæðir hann í skrúður:  

"Eg havi teg av øllum roynt,  

at tú hevur verið mær trúur." 

 

6 Harra Svein setst at skriva bræv,  

skrivar tað út so víða:  

"Við hesum skalt tú, lítin svein,  

til Arvar jallin  ríða." 

 

7 Harra Svein setst at skriva bræv, 

skrivar tað út til enda: 

"Hetta skalt tú, lítin svein, 

til Arvar jallin venda." 

 

8 Harra Svein [Glopp]. 

 

9 Út varð loystur gangarin  

undir hallarvegg,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á hóvarskegg. 

 

10 Prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu,  

forgyltur var saðilin,  

ið sendisvein skuldi á  ríða. 

 

11 Sendisvein leyp í saðilin upp 

yvir leysa lund, 

so reið hann um breiða fjall 

á Arvar jallins fund. 

 

12 Tað var lítin sendisvein,  

heim í garðin fór,  

úti reystur Arvar jall  

fyri honum stóð. 

 

13 "Ver vælkomin, sendisvein, 

higar nú til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!" 

 

14 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvu minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín." 

 

15 Sendisvein stendur á hallargólvi,  

snarliga hann sær vendi:  

"Her eru brøv av Miklagarði,  

harra Svein tær sendi." 

 

16 Tí svaraði Arvar jall, 

tá hann brævið sá: 

"Harra Svein av Miklagarði 

sámir mær ei til mág." 

 

17 Tað gjørdi reystur Arvar jall, 

tá hann brævið kendi, 

kastaði tað í heita bál 

í reyðum loga brendi. 

 

18 "Bið hann ikki, harra Svein, 

eftir tí at lysta, 

hann skal verða við vápnum vegin 

hanga høgt við kvistar! 

 

19 Bið hann ikki, harra Svein, 

eftir tí at trá, 

hann skal hanga við hægsta træ, 

ið rótum rennur frá! 

 

20 Bið hann ikki, harra Svein, 

eftir tí at langa, 

hann skal verða við vápnum vigin, 

hátt við kvistar hanga!" 

 

21 Aftur loypur sendisvein 

til sín góða hest, 

so reið hann til Miklagarð, 

sum føtur bera mest. 

 

22 Tað var lítin sendisvein, 

heim í garðin fór, 

úti reystur harra Svein 

fyri honum stóð. 

 

23 "Ver vælkomin, sendisvein, 

higar nú til mín: 

hvøssu tók hann Arvar jall 

við orð og boðum mín?" 

 

24 Tað svaraði Arvar jall,  

tá hann brævið sá:  

"Harra Svein av Miklagarði  

sámdi sær ei til mág." 

 

25 Tað gjørdi reystur Arvar jall,  

tá hann brævið kendi,  

kastaði hann tað í heita bál,  

í reyðum loga brendi. 

 

26 "Hann bað teg ikki, harra Svein, 

eftir tí at lysta, 

tú skuldi verða við vápnum vigin 

hanga høgt við kvistar. 

 

27 Hann bað teg ikki, harra Svein, 

eftir tí at trá, 

tú skuldi hanga við hægsta træ, 

ið rótum rennur frá. 

 

28 Hann bað teg ikki, harra Svein, 

eftir tí at langa, 

tú skuldi verða við vápnum vigin 

høgt við kvistar hanga." 

 

29 Harra Svein klæðist for síni song 

eina morgun snimma: 

"Nú skal eg um breiða fjall 

Arvar jall at finna." 

 

30 Harra Svein klæðist for síni song 

eina morgunstund: 

"Nú skal eg um breiða fjall 

á Arvar jallins fund." 

 

31 Út varð loystur gangarin,  

harra Svein skuldi á ríða,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

32 Harra Svein leyp í saðilin upp 

yvir leysan loga, 

studdist hvørki við skjøld ei svørð, 

ei við saðilboga. 

 

33 So reið harra Svein fyrsta dag  

um knubbar og harðar kvistar,  

eg havi ei við orðum greint,  

hvar ið [hann] nætur gisti. 

 

34 So reið harra Svein annan dag  

um knubbar og harðar viðar,  

hann sá eina gívur stíga til fjals,  

hon beit ein mann um miðju. 

 

35 So reið harra Svein triðja dag 

við so lítið veldi, 

hann sá tríggjar trøllkonur sita 

hvør við sínum manni á eldi. 

 

36 So reið harra Svein triðja dag,  

mangt var honum á meini,  

hann sá tríggjar trøllkonur sita  

hvør við sínum manni á teini. 

 

37 So reið hann á skógvin burt, 

langa leið og drúgva, 

eld sá hann í høgum fjøllum, 

stórar neistar flúgva. 

 

38 Harra Svein hugsar við sjálvum sær: 

"Úti fari eg ikki at standa, 

antin her búgva fólk ella trøll, 

her fari eg inn at ganga." 

 

39 Út kom ein tann grimma gívur, 

forðum ið hon troysti, 

hon tók í Sveinins ringabrynju, 

tað bognaði stál for brósti. 

 

40 Út kom ein tann grimma gívur, 

grumm og hørð til víggja,  

hon tók tann Svein úr saðli niður:  

"Tú dugir ei longur at ríða." 

 

41 Harra Svein gekk í hallina inn,  

mangt varð hann har vís,  

tær skúgva fram ein gullstól,  

tær bóru torn og rís. 

 

42 Harra Svein gekk í gullstóli, 

tykist ei lítið duga, 

hellið sær hann innan skína 

við reyðan rínarloga. 

 

43 Harra Svein leyp úr gullstóli, 

hann hevði so fiman fót, 

hann høgg høvur av grimum gívrum 

fuku um hallargólv. 

 

44 Árla var um morgunin, 

roðar fyri sól, 

vindur upp á gangara sín 

gullkisturnar tólv. 

 

45 Tólv gullkistur  

gera so lítið av,  

hetta førdi harra Svein  

við sær til Miklagarð. 

 

46 Tólv gullkistur 

hvørju megin tá, 

síðan setst hann harra Svein 

at ríða omaná. 

 

47 Harra Svein klæðist for síni song 

eina morgun snimma: 

"Enn skal eg um breiða fjall 

Arvar jall at finna." 

 

48 Harra Svein klæðist for síni song 

eina morgunstund: 

"Enn skal eg um breiða fjall 

á Arvar jallins fund." 

 

49 Út varð loystur gangarin 

undir hallarvegg, 

prýddur var hann við skarlak 

niður á hóvarskegg. 

 

50 Harra Svein leyp í saðilin upp 

yvir leysa lund, 

so reið hann um breiða fjall 

á Arvar jallins fund. 

 

51 Mítt í miðjum grasagarði 

akslar síni skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn. 

 

52 Harra Svein gekk í hallina inn,  

í forðum var tann siður,  

hevur alt í einum orði  

heilsar og hann biður. 

 

53 Harra Svein stendur á hallargólvi 

ber upp kvøðju sína: 

"Sit væl, reystur Arvar jall, 

gev mær dóttur tína!" 

 

54 Leingi sat hann Arvar jall,  

áðrenn hann tordi tala:  

"Heintið mína dóttur í hallina inn  

sjálv fyri seg at svara!" 

 

55 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

inn í hallina gekk, 

fyrsta hon hann við eygum sá, 

hon vilja til hann fekk. 

 

56 Svaraði frúgvin Marita, 

uttar stóð við dyr: 

"Hvat var betri, mín sæli faðir, 

tú hevði gift meg fyrr?" 

 

57 Fram gekk frúgvin Marita,  

rætti hond yvir borð,  

lystiligt var á at lýða 

teirra festnarorð. 

 

58 Fram gekk frúgvin Marita,  

rætti fram ljósan hand,  

lystiligt var á at lýða  

teirra festnarband. 

 

59 Tað var brúdleyp, ið boðið varð, 

ikki mátti tvørra, 

báðum borgum boðið varð 

tólv hundrað av hvørji. 

 

60 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

harra Svein og hans vív. 

 

Orlov biðjum vær!  

*Orhjer mem*,  

dans skulum vær fremja,  

tað er ikki dagur enn.  

Orlov biðjum vær! 

 

CCF 95 Ba 

TSB E 76 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. DFS 68, No. 4, p. 25. 

 

Útgávur:   

1. Jóannes í Króki; Sandoyarbók I, 1968, s. 15. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long. Kvæðið ber her heitið “Arvar jadl”. 

2. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 160, Teil 2, s. 161. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 119. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Clemensen (1782-1858),  Sandi, 1821.  

 

E 76 Harra Svein av Miklagarði (Rejected suitor forces man to give him his daughter after he has killed ogres)

Ervin jallur byggir dóttur síni hús, sum ikki slepst inní (frábr. A, D: hann vil hava hana at fara í kleystur).

Svein av Miklagarði sendir jallinum bræv og biður um dóttur hansara.

Jallurin svarar honum háðandi aftur og hóttir við at drepa Svein.

Svein heldur av stað til góðs jalsins.

Á vegnum hittir hann fýra konufólkamannátaraskrímsl. Hann fer inn í holu teirra og drepur tey. Hann fermir alt gull teirra á hestin og fer til jallin, sum hann noyðir at geva sær dóttrina til konu.

á føroyskum: CCF 95 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019