• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Svein av Miklagarði

 

Harra Svein av Miklagarði

 

CCF 95 Ca 

TSB E 76 

 

1 Harra. Svein situr í gylturn stóli, 

talar við sínar dreingir: 

"Hvar vitið tær mín javnlíka, 

tað havi eg hugsað leingi?" 

 

2 Allir droyptu høvdið niður, 

eingin tordi tala, 

uttan ein av sveinunum, 

hann komst ikki við at svara. 

 

3 "Hoyr tað, mín hin veldigi harri! 

Hví spyrjið tær svá? 

Best manst tú vita við sjálvum tær, 

hvørt tín stár hugur á. 

 

4 Best manst tú vita við sjálvum tær,  

hvørt tín stár hugur á,  

hevur tú hoyrt, at Arvar jall  

væna dóttur ár? 

 

5 Arvar jallur dóttur eigur,  

hava teir menn við orði,  

hennara stólur av gulli gjørdur  

fram av jalsins borði. 

 

6 Hennara sal av gulli gjørdur,  

settur av reystum dreingjum,  

har kemur eingin fuglur frá, 

valla fuglur við veingi." 

 

7 "Er hon so væn og tekkilig, 

sum tú sigur frá, 

hagar streingi eg heiti mítt, 

hana skal eg fá. 

 

8 Hagar streingi eg heiti mítt, 

hana skal eg fá, 

biðja dóttur Arvar jall, 

standist hvat av ið má." 

 

9 Harra Svein settist at skriva bræv, 

yvir sítt breiða borð, 

síðan setir hann omaná 

nøkur teiknarorð. 

 

10 Harra Svein settist at skriva bræv,  

frá man frættast víða:  

"Hoyr tað, mín hin lítil svein,  

tú skalt til hans ríða!" 

 

11 Út varð leiddur gangarin 

undir hallarvegg, 

hann var klæddur við skarlak 

niður á hóvskegg. 

 

12 Hann var klæddur við skarlak 

niður á miðal síðu, 

so er allur saðilin, 

sendisvein skal á ríða. 

 

13 So ríður hann sendisvein  

allan vegin fram,  

forgyltir leika ringarnir,  

góði gangari rann. 

 

14 Uppi í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

15 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Arvar jall at borði sat 

við manna hundrað fimm. 

 

16 "Væl siti tú, harri Arvar jall, 

væl í góðan tíma, 

harra Svein av Miklagarði 

sendir tær kvøðu sína. 

 

17 Harra Svein av Miklagarði  

sendi tey boð við mær,  

hann vil tykkara einkardóttur  

til drotning at sær." 

 

18 Leingi tagdi Arvar jall, 

hugsar um tey ráð, 

hvussu hann skuldi sendisveini 

eitt hánligt andsvar fá. 

 

19 Leingi tagdi Arvar jall,  

hugsar um tann trega,  

hvussu hann skuldi sendisveini  

eitt hánligt andsvar geva. 

 

20 "Tú skalt bera honum boðini tey, 

siga honum ífrá, 

at harra Svein av Miklagarði 

sámir ei mær til mág. 

 

21 Tú skalt bera honum boðini tey, 

hann skal ikki eftir lysta, 

hann skal verða við vápnum vigin 

hanga høgt við kvistar. 

 

22 Tú skalt bera honum boðini tey,  

hann skal ikki eftir langa,  

hann skal verða við vápnum vigin  

høgt í kvisti hanga." 

 

23 Tí svaraði sendisvein, 

hann rymur í brósti rennur: 

"Áður tá hann í gálgan hevur, 

tá sveittar tú um ennið." 

 

24 Fimmti manns frá borði leyp 

sendisvein at grípa, 

hann var bæði fimur og snarur, 

teir fingu hann ei at líta. 

 

25 Sendisvein leyp í saðilin 

yvir leysan loga, 

hann studdist hvørki við saðil ella svørð 

og ei vi saðilboga. 

 

26 So ríður hann sendisvein  

so víðan vegin fram,  

gyltir leika ringarnir,  

hans góði gangari rann. 

 

27 Tað var enn tá sendisvein 

heim í garðin fór, 

úti sjálvur harra Svein 

fyri honum stóð. 

 

28 "Ver vælkomin, sendisvein, 

higar nú til mín! 

Hvussu tók hann Arvar jall 

við bønarorðum tínum?" 

 

29 "Hann bað meg bera tær boðini tey 

og siga tær ífrá, 

harra Svein av Miklagarði 

sámir ei sær til mág. 

 

30 Hann bað meg bera tær boðini tey, 

tú skalt ikki eftir lysta, 

tú skalt verða við vápnum vigin, 

hanga høgt við kvistar. 

 

31 Hann bað meg bera tær boðini tey, 

tú skalt ikki eftir langa, 

tú skalt verða við vápnum vigin 

høgt í kvisti hanga." 

 

32 Tí svaraði harra Svein, 

at rymur í brósti rennur: 

"Áður hann meg á gálgan hevur, 

tá sveittar hann um ennið." 

 

33 Harra Svein klæðist árla morgun, 

klæðist í brynju nýggja: 

"Nú lystir meg yvir breiða fjall 

Arvar jall at síggja." 

 

34 Harra Svein klæðist árla morgun, 

man meg rætt um minna: 

"Nú lystir meg yvir breiða fjall 

Arvar jall at finna." 

 

35 Út varð leiddur gangarin 

undir hallarvegg, 

hann var klæddur við skarlak 

niður á hóvskegg. 

 

36 Hann var klæddur við skarlak 

niður á miðal síðu, 

so er allur saðilin 

harra Svein skal á ríða. 

 

37 Harra Svein leyp í saðilin upp, 

ið hann sjálvur átti, 

so ríður hann yvir breiða fjall, 

sum føtur bera máttu. 

 

38 Harra Svein ríður yvir breiða fjall, 

tað var so síðla á kvøldi, 

hann sær fýra trøllkellingar, 

hvør sín mann á eldi. 

 

39 Harra Svein ríður yvir breiða fjall, 

mangt var honum ímóti, 

hann sær fýra trøllkellingar, 

og hvør sín mann á spjóti. 

 

40 Harra Svein ríður yvir breiða fjall, 

mangt var honum at meini, 

hann sær fýra trøllkellingar, 

og hvør sín mann á teini. 

 

41 Upp stóð eitt av grimmum trøllum, 

frá man frættast víða, 

tekur í reystan harra Svein: 

"Tú dugir ei longur at ríða." 

 

42 Upp stóð onnur av grimmum trøllum,  

gott var í henni treysti,  

tekur hon reysta harra Svein  

niður av sínum hesti. 

 

43 Tær bóru fram ein gullstól,  

av øllum ber hann prís,  

tær kyndu upp ein bálaeld,  

tær bóru tornarís. 

 

44 Upp stóð triðja av grimmum trøllum 

gott var í henni troysti, 

so tók hon í Sveinsins brynju, 

tá bognaði stál fyri brósti. 

 

45 Upp stóð fjórða av grimmum trøllum, 

hátt var hilmar hjarta,  

so tók hon í Sveinsins brynju,  

tá bognaði stál fyri hjarta. 

 

46 Harra Svein leyp úr gylturn stóli, 

maðurin var hann førur, 

hann breyt rygg í trimum trøllum, 

og tá vórðu deyðar tvær. 

 

47 Harra Svein leyp úr gyltum stóli,  

mangt var honum ímóti,  

høvdini flugu fyri hellisdyr,  

tann fjórða lá fyri fótum. 

 

48 Árla var um morgunin, 

áður upp rann sól, 

hann bant upp á gangara sín 

gullkisturnar tólv. 

 

49 Tólv gullkistur, 

so er greint fyri mær, 

hetta førir harra Svein 

á Miklagarð við sær. 

 

50 Harra Svein klæðist árla morgun, 

klæðist í brynju nýggja: 

"Enn lystir meg yvir breiða fjall 

Arvar jall at síggja." 

 

51 Harra Svein leyp í saðilin, 

ið hann sjálvur átti, 

so ríður hann yvir breiða fjall, 

sum føtur bera máttu. 

 

52 Úti í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

53 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Arvar jall á borði sat 

við monnum hundrað firam. 

 

54 "Tú bað hann bera mær boðini tey, 

og siga mær so ífrá, 

at harra Svein av Miklagarði 

sámir ei tær til mág. 

 

55 Tú bað hann bera mær boðini tey, 

eg skal ikki eftir lysta, 

eg skal verða við vápnum vigin, 

hanga høgt við kvistar. 

 

56 Tú bað hann bera mær boðini tey, 

eg skal ikki eftir langa, 

eg skal verða við vápnum vigin, 

høgt í kvisti hanga." 

 

57 Harra Svein stendur á hallargólvi,  

hann rymur í brósti rennur:  

"Áður tú meg á gálgan hevur,  

sveittar tú um ennið." 

 

58 "Ver vælkomin, harra Svein,  

gull millum okkara at skifta!  

Eg veit ikki mætari mann  

mína dóttur at gifta." 

 

59 Árla var um morgunin,  

sól tekur fagurt at skína,  

sjálvur er gingin Arvar jall  

í sal fyri dóttur sína. 

 

60 "Væl siti tú, mín sæla dóttir,  

biðlum her at svara,  

síðan kanst tú kjósa tær,  

um tú vilt garpin hava." 

 

61 "Takk havi mín, hin sæli faðir, 

andsvar gavst tú mær, 

harra Svein av Miklagarði 

vildi eg kosið mær." 

 

62 Harra Svein stendur á hallargólvi, 

rættir hond yvir borð, 

fagurt er at lýða á 

teirra festnaðarorð. 

 

63 Harra Svein stendur á hallargólvi, 

rættir fram ljósa hond, 

fagurt er at líta á 

teirra festnaðarband. 

 

64 Festi hann dóttur Arvar jall, 

so er greint fyri mær, 

hana førir harra Svein 

til Miklagarð við sær. 

 

CCF 95 Ca 

TSB E 76 

 

Handrit: Savn Hemmershaimbs AM Acc. 4c II [3] 

 

Útgávur:   

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 163. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 127. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Daniel Joensen, Dánjal við Gjógvará (1789-1855),  Vági, 1848. 

 

 

 

E 76 Harra Svein av Miklagarði (Rejected suitor forces man to give him his daughter after he has killed ogres)

Ervin jallur byggir dóttur síni hús, sum ikki slepst inní (frábr. A, D: hann vil hava hana at fara í kleystur).

Svein av Miklagarði sendir jallinum bræv og biður um dóttur hansara.

Jallurin svarar honum háðandi aftur og hóttir við at drepa Svein.

Svein heldur av stað til góðs jalsins.

Á vegnum hittir hann fýra konufólkamannátaraskrímsl. Hann fer inn í holu teirra og drepur tey. Hann fermir alt gull teirra á hestin og fer til jallin, sum hann noyðir at geva sær dóttrina til konu.

á føroyskum: CCF 95 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019