• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Harra Svein av Miklagarði

 

Harra Svein av Miklagarði

 

CCF 95 Da 

TSB E 76 

 

1 Havið tær eina rímu hoyrt, 

sum søgur ganga frá?  

gjørd er um hann Ervin jall,  

væna dóttur ár. 

 

Troðum lættliga dansin! 

Dagurin skínur so fagurliga, 

komið er hægst á summarið. 

 

2 Hann læt henni sal gera 

av tí grønari eik, 

hann var alt við silki sett, 

leyv og liljuleik. 

 

3 Hann læt henni sal gera, 

fáir finnast fagri, 

leyvini blaka á himli hátt, 

tí standa borgir lægri. 

 

4 Hann læt hana í salin inn  

ellivu fylgismoyggjar  

og so mikið reyðargull,  

sum væl mátti jomfrú eiga. 

 

5 Silki var hans troyggja,  

og gyllin var hans bond,  

so gár hann for sína dóttur  

við fingurgulli á hond. 

 

6 Tað var ið hann Ervin jall 

heim í garðin fór, 

úti hansara sæla dóttir 

fyri honum tá stóð. 

 

7 Svaraði frúgvin Margreta,  

tekur síni orð at skifta:  

"Lítið havið tær áræði,  

tit vilja meg ongum gifta." 

 

8 Til svaraði Ervin jall:  

"Hugsað so havi eg leingi,  

eg skal teg til nunnu gera,  

giftast ongum dreingi." 

 

9 Tað var frúgvin Margreta, 

hon svór á sína trúgv: 

"Tað verður ikki, meðan eg livi, 

eg verði kleystrafrúgv." 

 

10 Vreiður varð hann Ervin jall,  

vildi hana ikki hoyra,  

harra Svein skrivar loynibræv,  

hagar ið tað meira. 

 

11 Harra Svein á Miklagarði  

talar til smásvein sín:  

"Tú skalt fara til Ervin jall  

við bønarorðum mín." 

 

12 Sveinurin tók við brævinum 

í teim somu orðum, 

hann kom ikki til høgar hallar, 

fyrr enn jallurin sat at borði. 

 

13 Sveinurin tók við brævinum, 

haðan ið hann gekk, 

hann kom ikki til høgar hallar, 

fyrr end jallur at borðum gekk. 

 

14 Tað var ið hann sendisvein,  

kastar brøvum á borð:  

"Harra Svein á Miklagarði  

sendi tær kvøðu og orð. 

 

15 Harra Svein á Miklagarði  

sendi tær kvøðu sína,  

hann vil hana til ektar hava,  

einkardóttur tína." 

 

16 Leingi sat hann kongurin, 

tonkti sær til ráð, 

hvøssu hann skuldi harra Svein 

eitt hániligt andsvar fá. 

 

17 Tað stóð á teim brøvunum,  

kundi hann væl at ráða:  

"Harra Svein á Miklagarði  

sømir ei mær til mág." 

 

18 Tað stóð á teim brøvunum, 

kundi hann væl at lystra: 

"Hann skal finna sær vápnum við 

ella hanga høgt í kvisti." 

 

19 Til tað svaraði sendisvein,  

heldur var óður í gavni:  

"Harra Svein á Miklagarði  

tykist at vera tín javni." 

 

20 Tað var ið hann Ervin jall  

sínum svørði brá,  

øvugur bardist sendisvein  

av hallardurum frá. 

 

21 Ervin jall brá sínum brandi, 

tað var helst á bræði, 

brandar brustu, og brynjur stukku, 

tá rivnaði buðlungs klæði. 

 

22 Sendisvein leyp á gangara sín, 

so hesturin tók at renna,  

einki hevði Ervin jall  

á sendisvein at spenna. 

 

23 Tað var ið hann sendisvein 

heim í garðin fór, 

úti Sveinur á Miklagarði 

fyri honum stóð. 

 

24 "Ver vælkomin, sendisvein,  

higar heim til mín!  

Hvøssu tók hann Ervin jall  

við bønarorðum mín?" 

 

25 Leingi sat hann Ervin jall, 

tonkti seg til ráð, 

hvøssu hann skuldi harra Svein 

eitt hániligt andsvar fá. 

 

26 Tað stóð á teim brøvunum,  

kundi hann væl at ráða,  

harra Svein á Miklagarði  

sømdi ei sær til mág. 

 

27 Tað stóð á teim brøvunum, 

kundi væl at lystra, 

hann skuldi finna seg vápnum við 

ella hanga høgt í kvisti." 

 

28 "Hoyrið tær allir, mínir menn, 

búnir í brandi bjarta! 

Meðan eg ríði um breiða fjall, 

mær bilar hvørki hug ei hjarta." 

 

29 Harra Svein ríður allan dag 

at skógins tjúkka við, 

hann sær gýggjur higar um fjallið 

higar til mannalið. 

 

30 Harra Svein ríður allan dag, 

gjørdur við sárum vendi, 

hann sær gýggjur higar um fjallið 

við blóðigum svørð í hendi. 

 

31 Harra Svein ríður allan dag  

langar leiðir drúgvar,  

hann sær eld í fjalli brenna,  

og høgar neistar flúgva. 

 

32 Harra Svein hugsar við sjálvum sær: 

"Ikki er úti at standa, 

antin tað búgva fólk ella trøll, 

eg skal í hellið ganga." 

 

33 Harra Svein gekk í hellið inn,  

fátt var honum at meini,  

har sótu fýra trøllkonur,  

hvør við sínum manni á teini. 

 

34 Harra Svein gekk í hellið inn,  

fátt var honum á vási:  

"Ver vælkomin, harra Svein  

øllum okkum til krás!" 

 

35 Harra Svein situr í gyltum stólum, 

tykist at minka prís, 

kyndi upp tann bálareld 

til riv og r......-rís. 

 

36 Harra Svein leyp úr gyltum stóli, 

so er greint fyri mær, 

høvdini fúka um hellisdyr, 

nú eru deyðar tvær. 

 

37 Harra Svein leyp úr gyltum stóli, 

glaður í hjartarótum, 

høvdini fúka um hellisdyr, 

tann fjórða vimpaði fótum. 

 

38 Harra Svein og allir hans menn 

óttaðust onga sorg, 

laðaðu gull á gangara sín 

og riðu so glaðir í borg. 

 

39 Fyrst vá hann tann duravaktar, 

har av yptist hans sorg, 

lítið gleðist Ervin jall, 

Sveinur er komin í borg, 

 

40 Leggur fyri Ervin jall,  

tað nú er av at kvetta:  

"Antin er at láta lív  

ella tína dóttur at festa." 

 

41 Tað var ið hann Ervin jall,  

tekur síni orð at skifta:  

"Eg kann ikki mætari mann  

mína dóttur gifta." 

 

42 Silki var hans troyggja,  

av gulli var hans bond,  

so gár hann for sína dóttur  

við fingurgull á hond. 

 

43 Tað var ið hann Ervin jall, 

heim í garðin fór, 

úti hansara sæla dóttir 

fyri honum stóð. 

 

44 "Ver vælkomin, sæla dóttir, 

higar heim til mín! 

Vilt tú eiga harra Svein, 

er komin at biðja tín?" 

 

45 "Ver vælkomin, sæli faðir, 

higar heim til mín! 

Drekk nú, hvat tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!" 

 

46 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálva minni um bjór,  

onnur hevði eg ørindini,  

tá ið eg heiman fór. 

 

47 Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálva minni um vín, 

vilt tú henda riddara lova, 

er komin at biðja tín?" 

 

48 Tað var frúgvin Margreta, 

tekur til orða svá: 

"Best man tú, mín sæli faðir, 

slíkum av at ráða." 

 

 

49 Til tað svaraði Ervin jall 

alt foruttan ekka: 

"Tær gevi eg nú mína dóttur. 

har til brúdleyp og drekka." 

 

50 Lótu tá til brúdleyps ætla  

av so miklum meingi,  

kom so mangur hovmaður til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

51 Lótu til tað brúdleyp ætla,  

tá var ei at tvørra,  

átjan borgum boðið var,  

tólv hundrað av hvørji. 

 

52 Lótu tá til brúdleyps ætla, 

alt var komið til sans, 

har kom hvør, sum boðin var, 

har kom kongin av Frans. 

 

53 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

gott var teirra lív, 

bæði gingu í eina song, 

harra Svein og hans vív. 

 

54 Gingu so bæði í eina song,  

harra Svein og hans vív,  

síðan hvør, sum boðin var,  

haðan heim til sín. 

 

Troðum lættliga dansin!  

Dagurin skínur so fagurliga,  

komið er hægst á summarið. 

 

CCF 95 Da 

TSB E 76 

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 37, s. 184. 

 

Útgávur:   

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 166. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 136. 

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854. 

 

E 76 Harra Svein av Miklagarði (Rejected suitor forces man to give him his daughter after he has killed ogres)

Ervin jallur byggir dóttur síni hús, sum ikki slepst inní (frábr. A, D: hann vil hava hana at fara í kleystur).

Svein av Miklagarði sendir jallinum bræv og biður um dóttur hansara.

Jallurin svarar honum háðandi aftur og hóttir við at drepa Svein.

Svein heldur av stað til góðs jalsins.

Á vegnum hittir hann fýra konufólkamannátaraskrímsl. Hann fer inn í holu teirra og drepur tey. Hann fermir alt gull teirra á hestin og fer til jallin, sum hann noyðir at geva sær dóttrina til konu.

á føroyskum: CCF 95 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019