• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Svarti Svein Kalsson

 

Svarti Svein Kalsson

 

CCF 96 Ba 

TSB E 70 

 

1 Kall og kelling áttu ein son,  

gott er at taka til evna,  

síðan lótu tey presti bera,  

Svarta bóðu tey nevna. 

 

2 Svarti rívur í rekkju sína, 

svørt er hon í sóti, 

blíðan ætlar sær Beimalund  

bjarta brúður ímóti. 

 

3 Svarti stendur for móður knæ, 

vil síni orð útinna: 

"Nú lystir meg í Hilmar høll 

Fróðar kong at finna." 

 

4 Kelling tekstrar alvan sín,  

firrar hann við undur:  

"Hundar eru í kongins garði,  

sum ríva teg kykan sundur." 

 

5 "Tó skal eg í Hilmar høll  

Fróðar lond at líta,  

gista hundar harra sín,  

geva teim bein at bíta." 

 

6 Tað var yndig Svarti Svein, 

mælir tað helst av bræði: 

"Móðir mín, gakk og før meg fram, 

og fá mær faðirs míns klæði! 

 

7 Móðir mín, gakk og før meg fram  

og fá mær faðirs míns rekkju!  

Alt var treyt og trivið um hann,  

hann reiv tey sundur í leppir. 

 

8 Hevur tú nakrar svartar vánir  

bæði víðar og langar?"  

Kelling fór úr gátt frá sær,  

næst á nøsum standa. 

 

9 Kelling fór seg haðan burt,  

hon dvaldist ikki leingi,  

hon kom aftur við brynjuni,  

ið sámilig var dreingi. 

 

10 Hon fekk honum brynjuna,  

gjørd var av silvuri hvíta:  

"Tak nú við, mín sæli son,  

vita um enn tú nýtur!" 

 

11 Svarti fór í brynjuna,  

ið móðir hevði borið,  

so var bæði vítt og sítt,  

sum skap var og skorið. 

 

12 Hon fekk honum brynjuna  

og tók hans hár at greiða,  

hálsurin hvítur sum ermarlín,  

gott tókti móður at eiga. 

 

13 Tað var um eitt jólakvøld,  

man meg rætt um minna,  

Svarti fór seg yvir um á  

Fróðar kong at finna. 

 

14 Tað var um eitt jólakvøld,  

frá man frættast víða,  

Svarti fór seg yvir um a,  

'skujril' og skaft við síðu. 

 

15 Mitt í miðjum grasagarði 

akslar hann síni skinn,  

tókti mær, sum reyður logi  

leikti á riddarins kinn. 

 

16 Mitt í miðjum grasagarði  

akslar hann síni bond,  

tókti mær, sum reyður logi  

leikti á riddarins hond. 

 

17 Svarti gekk í hallina inn,  

so er greint fyri mær,  

skygda hevði hann kápuna  

yvir høvdi á sær. 

 

18 Tí svaraði Fróðar kongur,  

skyggir av tignareldi:  

"Hvaðan er hesi mikli maður,  

meg gistir seint á kvøldi?" 

 

19 Eg eri føddur sum Beimalund 

mitt í ríki tínum, 

alla ævi borgir bygt, 

alla ævi mína. 

 

20 Svarti eri eg kallaður,  

mestur eri eg hvítur,  

eingin veit av søtum at siga,  

fyrr av beiskum bítur. 

 

21 Eg eigi hvørki lond ei lið, 

ei nakrar eigins hestar, 

eg havi ætlað mær Beimalund, 

tína mætu dóttur at festa." 

 

22 "Tú skalt lógva lestir øl,  

flykkini tólv av svíni,  

ert tú hesar treytir førur,  

eg gevi tær dóttur mína. 

 

23 Tú skalt lógva lestir øl,  

eg sigi tær av tí sanna,  

ert tú ikki tær treytir førur,  

háls og høvur av svanna." 

 

24 Tí svaraði Fróðar kongur, 

í hásæti hann sat: 

"Svarti, set teg hjá Siglisveig, 

spar hvørki drekka ei mat!" 

 

25 Svarti settist hjá Siglisveig,  

hana hava menn við orði,  

hann tømir ei fatini tvey ella trý  

so snart av Fróðars borði. 

 

26 Svarti settist hjá Siglisveig,  

hann tók so væl til vistar,  

hann tømdi ei fatið, krás ella ker,  

føt og fríðar diskar. 

 

27 Fróðar rendi goyst um gjógv, 

hendur í halan festi,  

hyggja, tað voldi honum gívurin mest,  

at hann var leysur úr hesti. 

 

28 Stríðir streymar mundu borið 

hann úr londum frá, 

tað var honum til lukku lagað, 

hann á vølli lá. 

 

29 Hetta sama jólakvøld 

mánin tók at skína, 

risin rivur upp grót og grund 

so glaður við øksi síni. 

 

30 Svarti treiv um 'skujril' og skaft, 

niðarlag hann feldi 

beinini undan risanum, 

so nasar í grótið gelti. 

 

31 Svarti treiv um 'skujril' og skaft, 

hann var ei til tess sein, 

øksin skar sum skyggið vaks, 

hvør fell luturin ein. 

 

32 Svarti treiv um 'skujril' og skaft, 

tá var hann til tess snar, 

øksin skar sum skyggið vaks, 

hvør fell luturin sær. 

 

33 Tað var yndig Svarti Svein 

heim í garðin fór, 

úti hansara sæla móðir 

fyri honum stóð. 

 

34 "Statt væl úti fyri mær, 

hin vitra og hin svinna, 

treytir hevur kongurin lagt á meg, 

hvussu skal eg tað vinna?" 

 

35 Tað var hansara sæla móðir, 

tók so sárt at gráta: 

"So man kongurin skiljast við tær, 

at tú mant lívið láta." 

 

36 "Eg skuldi lógva lestir øl,  

flykkini tólv av svíni,  

var eg hesar treytir førur,  

hann gav mær dóttur sína 

 

37 Eg skuldi lógva lestir øl,  

hann segði av tí sanna,  

var eg ikki tær treytir førur,  

háls og høvur av svanna. 

 

38 Fróðar rendi goyst um gjógv, 

eg hendur í halan festi, 

hyggið, tað voldi mær gívurin mest, 

at eg varð leysur úr hesti! 

 

39 Stríðir streymar mundu borið 

meg úr londum frá, 

tað var mær til lukku lagað, 

at eg á vølli lá." 

 

40 "Tú skalt sita í loyndum á hesti, 

tað skal eg tær valda, 

ikki skal kongurin síggja teg, 

um tú í hans klæði [man] halda. 

 

41 Tú skalt sita í loyndum á hesti, 

so man skøftum skilja, 

halt tú ikki í hala á hesti, 

ger eftir móður vilja! 

 

42 Tú skalt sita í loyndum á hesti, 

so man skøftum valla, 

verður tú staddur í nakrari neyð, 

tú minst á móður at kalla!" 

 

43 Kelling fór eftir einum høvdi, 

bar tað fram við glógvum: 

"Tað er bæði ........  

so mikið við tær lógvar. 

 

44 Høvdið skal lógva lestir øl,  

flykkini tólv av svíni,  

bið tá Fróðar kongin  

halda væl orðum sínum. 

 

45 Høvdið skal lógva lestir øl,  

sum eg tær ræð at lova,  

síðan dett tú drykkimaður,  

lat, sum tú skalt sova!" 

 

46 Tað var annað jólakvøld,  

man meg rætt um minna,  

Svarti fór seg yvir um á  

Fróðar kong at finna. 

 

47 Hetta sama jólakvøld,  

frá man frættast víða,  

Svarti fór seg yvir um á,  

'skujril' og skaft við síðu. 

 

48 Mítt í miðjum grasagarði 

akslar síni bond, 

tókti mær, sum reyður logi 

leikti um riddarins hond. 

 

49 Mítt í miðjum grasagarði 

akslar síni skinn, 

tókti mær, sum reyður logi 

leikti á riddarins kinn. 

 

50 Svarti gekk í hallina inn,  

so er greint fyri mær,  

skygda hevði hann kápuna  

yvir høvdi á sær. 

 

51 Tí svaraði Fróðar kongur, 

skyggir av tignareldi: 

"Aftur er mín gestur komin, 

hiðan fór á kvøldi." 

 

52 Tí svaraði Fróðar kongur, 

í hásæti hann sat: 

"Svarti, set teg hjá Siglisveig, 

spar hvørki drekka ei mat!" 

 

53 Svarti settist hjá Siglisveig,  

hana hava menn við orði,  

hann tømir nú føtini tvey ella trý  

so snart av Fróðars borði. 

 

54 Svarti settist hjá Siglisveig,  

hann tók so væl til vistar,  

hann tømir nú bæði krás og ker,  

føt og fríðar diskar. 

 

55 Høvdið lógvaði lestir øl,  

flykkini tólv av svíni:  

"Hoyr tú, Fróðar kongurin,  

tú halt væl orðum tínum!" 

 

56 Høvdið lógvaði lestir øl,  

sum kelling ræð at lova,  

síðan datt hann drykkjudeyður,  

læt, sum hann skuldi sova. 

 

57 Fróðar rendi goyst um gjógv 

enn á øðrum sinni, 

Svarti sat í loyndum á hesti, 

hann vildi síni orð útinna. 

 

58 Svarti sat í loyndum á hesti, 

kelling mundi tað valda, 

ei mundi kongurin síggja hann,  

tó hann í hans klæði [mundi] halda. 

 

59 Svarti sat í loyndum á hesti,  

so mundi skøftum skilja,  

hann helt ikki í hala á hesti,  

men gjørdi eftir móður vilja. 

 

60 Tað var reystur Fróðar kongur 

heim í garðin fór, 

úti frúgvin Rekkarsveig 

fyri honum stóð. 

 

61 Gómin gapar í gívur gloypt, 

ógvuligt at líta, 

einki glógvar í Rekkarsveig 

uttan trant og tonnin hvíta. 

 

62 Hvøssu skal eg kvøða,  

nú gerst mín ríma long? 

Kongurin og Rekkarsveig  

gingu bæði í song. 

 

63 Tá hann steig í songina upp, 

hevði hann ilt av elli: 

"Tykir nú mær, sum Svarti stendur 

heilur for Hilmar helli. 

 

64 Eg stígi ikki so upp ella fram,  

eg kenni av beiskum ranni,  

vek upp Ulkinn, alvan tín,  

vítt um vegir at kanna," 

 

65 Ulkurin sprakk tá fimur á føtur 

vítt um vegir at kanna, 

øksin skar sum skyggið vaks 

háls og høvur av svanna. 

 

66 Ulkurin datt tá deyður í dyr, 

ljós í lampu logar, 

kelling brá av blundi upp, 

biður ei Fróðar sova. 

 

67 Kelling fór eftir skæri at leita 

í svørtum silkiserki: 

"Higar er Kalsson komin í nátt, 

staddur í illum verki." 

 

68 Svarti treiv um 'skujril' og skaft, 

hann var ei til tess sein, 

øksin skar sum skyggið vaks, 

hvør fell luturin ein. 

 

69 Svarti treiv um 'skujril' og skaft,  

tá var hann til tess snar,  

øksin skar sum skyggið vaks,  

hvør fell luturin sær. 

 

70 "Nú havi eg dripið Fróðar kong, 

sætt havi eg hans blóð, 

nú vil eg vinna gívrina, 

minnast á móður góð. 

 

71 Nú havi eg dripið Fróðar kong, 

latið hevur hann lív, 

nú vil eg vinna gívrina, 

minnast á móður mín." 

 

72 Tað var yndig Svarti Svein,  

hann reikar nú heim frá helli,  

hann kom fram, sum hans móðir  

lá mestur deyð á vølli. 

 

73 "Her ljóti eg at lata mítt lív, 

eg eri ei før at ganga, 

sonur mín, liv nú heilur og sælur,  

njót væl guls og landa! 

 

 

74 Her ljóti eg at lata mítt lív, 

í heyggi liggja leingi, 

sonur mín, liv nú heilur og sælur, 

glaður í gulmars geingi!" 

 

75 Svarti fór seg aftur um á  

væl í góðan tíma,  

hirðin ríður honum ímóti  

og fagnar harra sínum. 

 

76 Lítið lyfti hann gullkrúnu, 

skínandi gullið bjarta, 

tað tóktist teim undarligt vera, 

teim rann tá ryður í hjarta. 

 

77 Svarti gekk í hallina inn,  

so er greint fyri mær,  

skygda hevði hann kápuna  

yvir høvdi á sær. 

 

78 Tað var yndig Svarti Svein,  

tók sær frúgvur at festa,  

snarliga læt til brúdleyps ætla,  

læt ei longur fresta. 

 

79 Fram gekk frúgvin Beimalund, 

rætti fram ljósa hand, 

lystiligt var á at líta 

teirra festnarband. 

 

80 Fram gekk frúgvin Beimalund, 

rætti hond yvir borð, 

lystiligt var á at lýða 

teirra festnarorð. 

 

81 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

kátt var teirra lív, 

gingu bæði í eina song 

Svarti og hans vív. 

 

82 Reikaði hann runt um Hilmar høll 

út á grønan vøll, 

Svarti ráddi for Sjólondum, 

hann læt sítt lív av elli. 

 

CCF 96 Ba 

TSB E 70 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling  68, Nr. 14, s. 209. 

 

Útgávur:   

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, s. 115. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1968. 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 174. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 156. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Elsebeth Joensdatter (1765-1842), Sandi, 1822. 

 

E 70 Svarti Svein Kalsson (King assigns tasks to daughter’s suitor who carries them out with his mother’s help)

Svarti Svein er sonur fátæk foreldur. Hann setir sær fyri at biðja um dóttur Fróðar kongs. Kongur heldur ikki Svein vera nóg góðan til dóttur sína, men hann lovar Sveini, at hann skal fáa hana, um hann stendur tvinnar royndir: hann má vísa, at hann orkar at eta og drekka eina rúgvu og eisini royna at elta kong, tá ið hann ríður av stað. Hvørga royndina stendur Svein.

Hann fer heim aftur og sigur tað fyri mammuni, sum lovar at hjálpa honum. Hon gevur honum ein gandaskølt, sum fer at gera hann føran fyri at standa fyrstu royndina, og leggur honum lag á, hvussu hann ósæddur kann elta kong. Hon lovar honum eisini at koma honum til hjálpar, um hann rópar á hana.

Svein fer aftur til kong, stendur fyrstu royndina og letst síðani, sum hann fer at leggja seg. Ósæddur megnar hann at koma sær aftan fyri kong at sita á hesti hansara. Teir ríða til eitt kvinnuskrímsl, sum er frilla kongs. Kongur leggur seg hjá henni.

Hon tevjar kristna manna blóð og sendir yngsta son sín út at kanna málið. Svein drepur hann. Síðani drepur hann kong, rópar á mammu sína og drepur við hennara hjálp frilluna. Mamma hansara doyr aftan á bardagan, og hann jarðar hana. So fer hann aftur á kongsborgina og giftist við prinsessuni.

á føroyskum: CCF 96 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019