• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torbjørn Bekil

 

CCF 98 B 

TSB E 135 

 

1 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður fyri uttan sút, 

brátt kemur skip av Nøríki  

higar til Íslands út. 

 

Er nú *friður um Stórafjall*, fellur nær at ríma,  

kátur leikar folin undir saðil sín. 

 

2 Torkil gongur til strandar oman,  

býður einum stýrimanni:  

"Viljið tær tiggja vetrarvistir  

glaður í mínum ranni?" 

 

3 Torbjørn steig seg út [um] borð,  

flest øll munnu tað síggja,  

fimtan favnar dýpið var,  

tað tók ikki upp til kníggja. 

 

4 Torbjørn steig seg út um borð, 

søgur ganga frá, 

hann var mikil og ógvuligur, 

bóndin undrast á. 

 

5 Torbjørn steig seg út um borð, 

vil eg frá ýtum greina, 

eftir liggja skipin hans 

við garpar hans og sveinar. 

 

6 Bóndans kona til orða tekur:  

"Eti meg Lokkin 'lesti',  

tú hevur boðið heim til mín,  

trøllinum tí versta." 

 

7 Oksan ein og geitir fimm  

lúgvaði hann ein tíma,  

gæsnar sjey og flykkini tvey  

og flykkini tólv av svíni. 

 

8 Hann tekur eina tunnu, sveigar av, 

ei lúgvaði hann minni: 

"Ørfátæka etur hann meg, 

tað vil eg Óði inna." 

 

9 Bóndans kona til orða tekur, 

tekur á at kvíða: 

"Far tær yvir á Ferjubakka, 

kjós, tær moyggj so fríða!" 

 

10 Torbjørn skjýtst úr skálanum,  

ræður nú bónda at takka,  

so snúði hann sínari ferð  

yvir á Ferjubakka. 

 

11 Biturlig øks undan brynju vant, 

skal eg so við at fara, 

hann vá bóndan á Ferjubakka, 

hann segði honum ei til vara. 

 

12 Torbjørn fór sær yvir um á,  

skal eg fyri tær tína,  

bóndin stóð á hoygarði  

við tíggju húskallar sínar. 

 

13 Biturlig øks undan brynju vant,  

hann fór ikki við tí hátt,  

hann vá bóndan á Ferjubakka,  

vann hann tað vívið brátt. 

 

14 Torbjørn gekk í skálan inn,  

myrkt ber honum fyri eyga,  

Halga fagra á beinki sat,  

hon læk við brandi beyga. 

 

15 Deydligt er í ríkinum  

onga gleði at elva;  

Torbjørn talar til Halgu fagru:  

"Vit skulja fara at telva." 

 

16 Tí svaraði Halga fagra,  

hon varð so ill við tey orð,  

seg vildi hon deyðan  

og grivin í døkka jørð. 

 

17 Hann gekk seg av stólinum,  

tað var henni at sút,  

hann tók hana úr sessi upp,  

hann tókti at bera hana út. 

 

18 Hon tók upp ein lindarsaks,  

leyst lá tað hjá henni,  

buðlungur fekk av skærinum mein,  

merki brast honum í enni. 

 

19 "Hoyr nú tað, tú Halga fagra!  

Blóðgað hevur tú meg,  

innan dagur at kvøldi kemur,  

javnlíka vinni eg teg. 

 

20 Hoyr nú tað, tú Halga fagra! 

Her skalt tú mín bíða, 

meðan eg finni Rana, mín frænda, 

risan á Blálandi. 

 

21 Meðan eg finni Rana, mín frænda, 

risan á Blálandi, 

Atli og tann Gyrðilin sterki, 

teim man eingin granda. 

 

22 Rani skal hava tín heiður fyrst,  

harmin skalt tú kenna,  

herja undir meg Ísland alt,  

tey kristnu lið at brenna." 

 

23 "Hóast eg fari um Ísland alt 

kristnum lið at kanna, 

víða man mitt lýti fara, 

sjálv biði eg mær mann." 

 

24 Tað var hon Halga fagra 

yvir um ánna fór, 

úti stendur gamli kallur, 

sum fyri henni stóð. 

 

25 Tað var tú hin gamli kallur,  

sveipar um seg skinn:  

"Ver vælkomin, Halga fagra,  

gakk í skálan inn!" 

 

26 Tað var hon Halga fagra  

inn í skálan gekk,  

kelling varpar dýnu á bonk  

og henni sessin fekk. 

 

27 Kelling varpar dýnu á bonk 

henni sess at bjóða: 

"Tað síggi eg á Halgu fagru, 

sorg er á vænum fljóði." 

 

28 Tí svaraði Halga fagra,  

skortar hana ikki fíggja:  

"Hvar er Ásmundur, sonur tín?  

nú vil eg hann síggja." 

 

29 "Min sonur er í steikarhúsi, 

góðar kostir velur, 

hvørja nátt á skógum burtur, 

allar leikir fremur." 

 

30 Tí svaraði Halga fagra, 

tað man ongan vara: 

"Gjarna vil eg eiga hann 

við fagur sekstan garðar." 

 

31 Tí svaraði Halga fagra:  

"Hirði tað ei at loyna,  

kemur hann ikki í song til mín,  

fyri odd við Bekil roynir." 

 

32 Kelling fór sær haðni burtur, 

væl á hesum sinni, 

hon fór í tað steikarhús, 

sum hennar sonur var inni. 

 

33 "Sit heilur, Ásmundur, sonur mín, 

av Gudi ver tú kærur, 

far tú tær í skálan inn, 

kjós tær moyggj og fæ! 

 

34 Hoyr tað, Ásmundur, sonur mín, 

tað man ongan vara, 

gjarna vil hon eiga teg 

við fagrum sekstan garðum! 

 

35 Hoyr tú, Ásmundur, sonur mín, 

hirði tað ei at loyna, 

kemur tú ikki í song til sín, 

fyri odd við Bekil roynir." 

 

36 Ásmundur so til orða tók: 

"Eg eri ikki vanur við flokkar, 

eg kalli tað fáa høviska moyggj, 

síni børn mót trøllum lokkar." 

 

37 Kelling ræð á Ásmund  

hann úr øsku at draga,  

ikki rørdist kappin reysti,  

heldur í bergi staðið. 

 

38 Kelling ræð at Ásmund, 

hon ræð frá honum at víkja: 

"Hevði eg ikki gjørt fyri syndir skuld, 

eg skuldi títt hár av slíta." 

 

39 Ásmundur so til orða tók,  

hann skar so hart at læa:  

"Hevði tú ikki verið móðir mín,  

lítið mundi eg tær vara." 

 

40 Ásmundur tekur knívin tann,  

ið brendur er til tanga:  

"Tekur tær henda sámiligan  

mær mót kempum ganga?" 

 

41 Ásmundur stendur av árni upp, 

hann ristir nú øsku av sær: 

"Tað vildi eg nú, móðir mín, 

her veri ein brynja mær." 

 

42 Kelling fór sær haðani burtur 

á tí somu breyt, 

víkir hon tá at einari kistu, 

læsir upp við skreyt. 

 

43 Hon tók upp ta brynjuna,  

gjørd var av silvuri hvíta,  

hon var gjørd av reinum stáli,  

ei mátti brandur á bíta. 

 

44 Hon kom aftur við brynjuni,  

ið gjørd var av silvur hvíta:  

"Tak nú við, mín sæli sonur,  

og vita, um tú nýtur!" 

 

45 Hann fór sær í brynjuna,  

væl so var hon borin,  

hon var bæði víð og síð,  

til passar var hon skorin. 

 

46 Ásmundur stendur av árni upp,  

hann ristir øsku av sær:  

"Tað vildi eg nú, móðir mín,  

her væri ein brandur mær." 

 

47 Kelling fór sær haðani burtur, 

nú dvøldist hon leingi, 

rívur brand úr bosi upp, 

ið har hevði ligið leingi. 

 

48 Hon kom aftur við svørðinum  

og var blítt móti í at ganga,  

ormar møttust á miðjari leið  

millum odd og tanga. 

 

49 Hon kom aftur við svørðinum,  

ið sámiligt var at bera:  

"Tak nú við, mín sæli son,  

hetta kann brynjur skera!" 

 

50 Letur hon hann í varma leyg,  

hon tekur hans hár at greiða,  

kinnur var hvítur som hermalín,  

gott tókti móður at eiga. 

 

51 Hon kembir hans gula hár,  

setir á silkihúgvu,  

kinnurin er sum hummarklógv  

og eygað sum í dúgvu. 

 

52 Ásmundur gongur í skálan inn,  

miklan bar hann prís,  

Halga fagra á beinki sat,  

upp mót honum rís. 

 

53 "Hoyr tú Ásmundur, søtin mín, 

tað man ongan vara! 

Gjarna vil eg eiga teg 

við fagur sekstan garðar. 

 

54 Hoyr tú Ásmundur, søti mín,  

hirði tað ei at loyna!  

Kemur tú ikki í song, til mín, 

fyri odd við Bekil roynir." 

 

55 Hann fór sær um heiðin lond 

at lata sær samla *tjóð 

av teim átjan Blálondum, 

sum eingin skín á sól. 

 

56 Seksti læt hann herskipini  

út á sjógvin ganga,  

annaðslíkt skal eftir koma  

undir ein loynitanga. 

 

57 Seksti læt hann herskipini 

út á sjógvin sigla, 

halda sín[i] ferð til Íslands vestur, 

ei gekk her til vilja. 

 

58 Torbjørn stýrir tann størsta knørr, 

sum flýtur yvir flóð, 

so var sagt, hann spardi ikki vín, 

hann hevði blandað blóð. 

 

59 So var sagt, hann spardi ikki vín,  

hann hevði blóðið blandað,  

rívur fólk, sum ravnar kjøt,  

hvar hann kemur at landi. 

 

60 "Nú skal leggja skipunum  

báðum saman at berja,  

tað er eingin av Íslendingum,  

ið frúnna torir at verja. 

 

61 Nú skal leggja skipunum,  

rætt sum boðar bresta,  

ríða so frá strondum niðan  

við brynjaðar hestar." 

 

62 Torbjørn saðlar sær hestin tann,  

ið dreingir kalla gráa,  

brotnaði bein í bógvi hans,  

deyður á vølli lá. 

 

63 Torbjørn saðlar sær annan hest,  

ið dreingir kalla grá,  

brotnaði bein í síðu hans,  

deyður lá hinum hjá. 

 

64 Tí svaraði Torbjørn Bekil,  

væl kann bringur skera:  

"Hvør vil vera mín njósnarsvein,  

míni boð til Halgu bera?" 

 

65 Upp stendur ein av monnum hans, 

sigist í hesum tátti: 

"Eg vil vera tín njósnarsvein, 

so væl og eg tað mátti." 

 

66 Tí svaraði Torbjørn Bekil:  

"Mongum veit eg bana,  

vart tú teg til hallar heim,  

og sást tú Halguna vænu?" 

 

67 Yviri [henni] sá eg brynju blá 

at hanga har á veggi, 

eg sá mann fyri Halgu knæ, 

hann hevði langar leggir." 

 

68 "Velji eg út at mínum monnum 

fimtan valdar sveinar, 

teir skulu fara til hallar heim 

og bera hann út á teinum." 

 

69 Torbjørn rópar á frænda sín: 

"Tú loyn ikki tínum alvi! 

So tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frú í talvi." 

 

70 Teir fóru sær til hallar heim  

at taka Ásmund av lívi,  

hann stóð seg á hallargólvi  

við hvøssum slíðraknívi. 

 

71 Fyrst vá hann ein, so vá hann tvá, 

so vá hann teir allar, 

lítlan tóktu teir sigur rósa, 

ið fyrst komu heim til hallar. 

 

72 "Valdi eg út av mínum monnum 

fimtan valdar sveinar, 

'lujis' mær hvat ið Torðjørn segði, 

teir koma ikki niður til strandar. 

 

73 Úti kelling Torbjørn sá,  

so sára skar hon við,  

svørji tann eið á mína trúgv,  

hon fell í óvit niður. 

 

74 Ásmundur so til orða tók:  

"Eg eri ikki vanur við flokkar,  

kalli tað fáa høviska móður,  

síni børn mót trøllum lokkar." 

 

75 "Nú er hann komin út, øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

hann er komin av árni út 

at royna reystar dreingir. 

 

76 Betri var tær inni at ligið 

tína móðurs grýtu at strúka 

enn at ganga os ímót 

og øsku á os rúka." 

 

77 "Fátækur eri eg kellingarsonur 

uttan allan ekka, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

78 Fátækur eri eg kellingarsonur 

uttan allan sút, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út." 

 

79 Rani gekk fram fyrst, 

søgur ganga frá, 

harðliga vant hann skeggið á sær, 

tað var í hærum grá. 

 

80 Átjan alin var jarnstong hans, 

hann tekur henni hátt at reiggja, 

høggið kom á saðilboga, 

og allir vildu honum meina. 

 

81 Stálið støkk úr hjálminum,  

*tjóðini tókti undur,  

høggið kom á saðilboga,  

miðjan hestin sundur. 

 

82 Ásmundur so til orða tók:  

"Eg eri vandur við flokkar,  

kalli tað fáar høviskar møður,  

síni børn mót trøllum lokka. 

 

83 Innan vit eiga folan tann,  

ið dreingir kalla gráa,  

finst eingin slíkur á Íslandi,  

kundu vit hann fáa." 

 

84 Kallin talar til heimakonur:  

"Gevið ikki sorgini geyma,  

takum tann hin fríða fola,  

kastið fyri hann teymar!" 

 

85 Tey tóku tá hin fríða fola,  

stinnur var í beinum,  

síðan løgdu tey saðil á  

at royna silvur í einum. 

 

86 Kallurin ríður í herin fram,  

'firur sujn Draangja vera'.  

Ásmundur sprakk í saðilin,  

og kallur aftur um døv. 

 

87 Kallin tekur eikir tvær, 

kastar fyri gátt: 

"Liggið nú inni, vesalar tvær, 

tit ganga ikki út í nátt!" 

 

88 Síðan tókust teir hondum saman, 

tað var alt um fast, 

so var sagt, at Rani gavst, 

hans ryggur sundur brast. 

 

89 Rani *leyt til jarðar niður, 

sárur av hesum stríði, 

Atli hyggi sprang á føtur, 

var grimmur og harður til víga. 

 

90 "Tú hevur dripið frænda mín 

móti mínum vilja, 

innan dagur at kvøldi kemur, 

illa skuljum vit skiljast." 

 

91 Ásmundur sló sín hest við spora,  

hann tók so hart at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

92 "Nú er hann komin út, øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

nú er hann komin úr árni út 

at royna reystar dreingir. 

 

93 Betri var tær inni at ligið 

tína móðurs grýtu at strúka 

enn at ganga os ímót 

og øsku á os rúka." 

 

94 "Fátækur eri eg kellingarsonur, 

havið tær til tess frætt, 

tað verður aldri *á mínum ævi, 

eg eri av trøllaætt. 

 

95 Fátækur eri eg kellingarsonur 

uttan allan ekka, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

96 Fátækur eri eg kellingarsonur 

uttan allan sút, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út." 

 

97 Ásmundur sló sín hest við spora, 

hart tyki eg hann goysti, 

hoyrast mátti langan leið, 

so hest við sporar loysti. 

 

98 Hann høgg av honum hendur tvær, 

man tann bókin vátta, 

hann høgg av honum aðrar tvær. 

tá hevði hann eftir átta. 

 

99 "Tú hevur høgt mínar hendur fjórar, 

er mær á tí hól, 

mikið hevur tú, kalsson, statt, 

nú hevur tú gullringar tólv." 

 

100 Hann høgg av honum triðju tvær, 

tað var helst av *bræði, 

hann høgg av honum fjórðu tvær, 

hann kvistar niður við læri. 

 

101 Hann høgg av honum fimtu tvær, 

tað var helst av sút, 

blóðið dreiv sum *bikið svart 

eitur og ilskan út. 

 

102 Hann høgg av honum sættu tvær, 

næst tók inn at hjarta, 

blóðið setti á himmalin upp, 

tá svartnaði sólin bjarta. 

 

103 Blóð stakk undan naglarót, 

Ásmundur spennir alva, 

miðjan kleyv hann Atlan sundur, 

búkin niður í nalva. 

 

104 Atli *leyt til jarðar at *níga,  

sárur høgdur av stríði,  

Gyrðilin sterki sprang á føtur  

grummur og harður til víga. 

 

105 Gyrðilin sterki sprang á føtur 

sjálvur sær at eggja, 

ei var hann í foldini lættur, 

merkti spor í hellu. 

 

106 "Nú er hann komin út, øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

nú er hann komin av árni út 

at royna reystar dreingir. 

 

107 Betri var tær inni at ligið 

tína móðurs grýtu at strúka 

enn at ganga os ímót 

og øsku á os rúka." 

 

108 "Fátækur eri eg kellingarsonur 

uttan allan ekka, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

109 Fátækur eri eg kellingarsonur 

uttan allan sút, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út. 

 

110 Fátækur eri eg kellingarsonur, 

havið tær til tess frætt, 

tað verður nú aldri á míni ævi, 

eg eri av trøllaætt." 

 

111 "Tú hevur dripið frændur mínar 

móti mínum vilja, 

innan dagur at kvøldi kemur, 

illa skuljum vit skiljast." 

 

112 Ásmundur slær sín hest við spora,  

hann tekur so hart at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

113 Ásmundur slær sín hest við spora,  

hart tyki eg hann goysti,  

hoyrast mátti langan leið,  

so hest við sporar loysti. 

 

114 "Nú skal eg binda mína høgru hond, 

við vinstru skal eg stríðast, 

tú skalt ikki, Ásmundur, 

stundina longur bíða." 

 

115 Teir høgga títt, teir líva lítið, 

ikki spara gaman, 

eldur reyk úr svørðunum, 

tá ið oddar bóru saman. 

 

116 Teir høgga títt, teir líva lítið,  

dvørgamál syngur í fjøllum,  

betri er hjá fljóði at sova  

enn at ganga mót trøllum. 

 

117 "Betri var tær inni at ligið, 

spenna tað holdið hvíta, 

enn at ganga mót Gyrðilin sterka, 

eldur úr svørði líta. 

 

118 Betri var tær inni at ligið, 

spenna tað holdið mjúka, 

enn at ganga mót Gyrðilin sterka, 

eldur úr svørði rúka. 

 

119 Nú vil eg loysa mína høgru hond,  

við báðum vil eg stríðast,  

mikil ert tú vorðin sterkur,  

fullvæl kanst tú ríða." 

 

120 Torbjørn rópar á frænda sín, 

orðini vóru hans: 

"So tykist mær at berjast við hann 

sum ganga við frú í dans." 

 

121 "Eggja tú ikki tínum monnum 

roysnisverk at vinna, 

gakk tú higar, Torbjørn Bekil, 

stilla væl streingir stinnar!" 

 

122 Tað var tá hin gamli kallur,  

letur ikki sorgina troyggja:  

"Sæli mín sonur, tú duga nú væl,  

gott er við ærun[i] at doyggja." 

 

123 Teir høgga títt, teir líva lítið,  

ikki spara bumma,  

Ásmundur ungi blóði spruttar,  

hvørgin flýggjar undan. 

 

124 Ásmundur so til orða tók:  

"Eg eri vanur við flokkar,  

kalli tær fáar høviskar møður,  

síni bøm mót trøllum lokka. 

 

125 Eg havi barst við risar tólv, 

frægir á Girklandi, 

nú eri eg ræddur, hvat Gyrðilin segði, 

nú verður mær ein at grandi." 

 

126 Ásmundur sló til mikið høgg,  

hann kleyv tað stálið stinna,  

har fekk hann tað gartalín,  

sum nógv mundi gullið vinnast. 

 

127 Har fekk hann tað gartalín, 

sum nógv mundi gullið vinna, 

turvti ikki minni 

enn átjan hundrað ladnar trinnar. 

 

128 Blóð stakk undan naglarót, 

Ásmundur spenti alva, 

miðjan kleyv hann Gyrðilin sterka, 

búkin niður í nalva. 

 

129 Gyrðilin *leyt til jarðar at níga,  

sárur høgdur av stríði,  

Torbjørn Bekil sprang á føtur,  

var grimmur og *harður til víga. 

 

130 "Tú hevur dripið frændur mínar 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skuljum vit skiljast. 

 

131 Nú er hann komin út, øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

nú er hann komin úr árni út 

at royna reystar dreingir. 

 

132 Betri var tær inni at ligið  

tína móðurs grýtu at strúka  

enn at ganga mær ímót  

og øsku á meg rúka." 

 

133 "Fátækur eri eg kellingarsonur, 

uttan allan ekka, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

134 Fátækur eri eg kellingarsonur, 

uttan allan sút, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út. 

 

135 Fátækur eri eg kellingarsonur, 

havið tær til tess frætt, 

tað verður nú aldri á míni ævi, 

eg eri av trøllaætt." 

 

136 "Tú hevur dripið frændur mínar 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skuljum vit skiljast." 

 

137 Ásmundur sló sín hest við spora,  

hann tók so hart at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

138 Ásmundur sló sín hest við spora, 

hart tyki eg, hann goysti, 

hoyrast mátti langan leið, 

sín hest við spora loysti. 

 

139 Ásmundur sló til mikið høgg, 

øllum tókti undur, 

hann høgg sjálvan Torbjørn Bekil 

rætt um knøini sundur. 

 

140 "Tað søgdu mær mangir menn, 

eg hevði høvdið hægri, 

nú *ljóti eg á stúgvum ganga, 

nú eri eg mikið lægri." 

 

141 Tí svaraði Torbjørn Bekil, 

hugsar so við sær: 

"Mátti mín móðir betri enn eg, 

tá var mær tørv á tær." 

 

142 Illgerð sóu teir norðan koma 

mót teirri bylgju blá, 

turvti henni hvørki buss ella skip, 

so strítt mót streymi lá. 

 

143 Tað var nú hin gamli kallur, 

skeivur var í føtum, 

hann tók tá eina stóra eik, 

hann reiv hana upp við rótum. 

 

144 Kallur titar títt um tún,  

hann loyvir ikki møði eftir,  

hann tók tá eina stóra eik,  

hann henni um ryggin setti. 

 

145 Tungan tók at tala, 

bulurin lá á vølli: 

"Ilt hevur tú verkið vunnið, 

kallin, elst av øllum." 

 

146 Blóð stakk undan naglarót, 

Ásmundur spenti alva, 

miðjan kleyv hann Torbjørn Bekil 

búkin niður í nalva. 

 

147 Tá svaraði Torbjørn Bekil, 

tá ið hann læt lív: 

"Ov seint ert tú komin í ferð, 

hin eldra systir mín." 

 

148 Drekan sóu teir norðan koma 

mót teirri bylgju blá, 

turvti henni hvørki bussur ei skip, 

so strítt mót streymi lá. 

 

149 Kampar hevur hon sær við kjaft, 

rætt sum selur á sundi, 

ei er flóðið kyssiligt, 

og ei er at sova hjá sprundi. 

 

150 Toppur stendur úr heysi oman,  

beran hevur hon skalla,  

hoyrast mátti langa leið,  

hvussu gullbjøllurnar gjalla. 

 

151 "Her stendur tú, hin gamli kallur, 

bein ert tú í baki, 

tú hevur dripið móður mína, 

fá visti eg hennara maka." 

 

152 "Hoyr tú Ásmundur, søti mín, 

tú lova mær kalli at strúka, 

eg skal honum av skamri stund 

fyri sína møði lúka!" 

 

153 Illa klóraði hon kalsins kjøt,  

blóð tók um at renna,  

Ásmundur sprakk tá fimur á føtur  

sína jarnstong at spenna. 

 

154 Tey høgga títt, tey liva lítið, 

spara ikki gaman, 

eldur reyk úr svørðunum, 

tá ið oddar bóru saman. 

 

155 "Hoyr tú Ásmundur, søti mín, 

tú gevi nú høgginum frist, 

far tú tær til hallar heim 

og 'hendar attan fæst'!" 

 

156 Ásmundur so til orða tók:  

"Tú tarvt tað ikki kvitta,  

lova tú ikki sannan Gud,  

fyrr skal eg eftir liggja!" 

 

157 Drekin so til orða tók,  

av so tungum stríði:  

"Ikki lovi eg sannan Gud,  

so leingi eg eri á lívi." 

 

158 Tey høgga títt, tey líva lítið, 

vil eg fyri ýtum greina, 

so beit svørð á hennara skalla 

sum knívur á hørðum steini. 

 

159 Tað var *sá hin gamli kallur,  

hann stóð tar skamt ífrá:  

"Vit fáum ikki dripið hana,  

høvum vit ikki onnur ráð." 

 

160 Tey høgga títt, tey líva lítið 

vil eg fyri ýtum greina, 

so beit svørð á hennara skalla 

sum knívur á hørðum steini. 

 

161 Tey høgga títt, tey líva lítið,  

vil eg fyri ýtum greina,  

risti nú kross í báðar stúgvir,  

tá varð hon ein steinur. 

 

162 Harra Gud í himmiríki,  

mikil er tín kraft,  

so var Ásmundur í vígginum móður,  

opin fell hann aftur. 

 

163 "Eg sovi undir brynju míni,  

mikil er mín mein,"  

talar til sín sæla faðir:  

"Far til húsa heim! 

 

164 Eg sovi undir brynju míni, 

mikil er mín pína, 

far tú tær til hallar heim 

og heilsa móður míni!" 

 

165 Kallur fór til hallar heim,  

hann ræð á kníggjum at krúpa,  

tá ið hann kom at skáladurum,  

Halgu fagru hann rópar. 

 

166 "Tá ið eg var á ungum aldri,  

læt eg mítt brúdleyp gera,  

aldri læt eg á míni ævi  

brúdleypsklæði skera. 

 

167 Tá ið eg var á ungum aldri,  

læt eg mítt brúdleyp búgva,  

aldri læt eg á míni ævi  

brúdleypsklæði snúgva." 

 

168 Drukkið varð teirra brúdleyp 

bæði væl og leingi, 

komu so mangir hovmenn til 

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

169 Drukkið varð teirra brúdleyp, 

kátt var teirra lív, 

gingu bæði í eina song 

Ásmundur og hans vív. 

 

170 Arngrímur æt *sá heiður bóndi, 

hetta kvæði gjørdi, 

so fór tað um allan heim, 

tey kalla tað Bekils gerði. 

 

171 Arngrímur æt *sá heiður bóndi, 

hesa bókina átti, 

Tormaður tók við tungulist, 

og væl so eita mátti. 

 

Er nú *friður um Stórafjall*, fellur nær at ríma,  

kátur leikar folin undir saðil sín. 

 

CCF 98 B 

TSB E 135 

 

Handrit: Oktavhandrit Svabos. Ny kgl. Saml 344, 8vo. Nr 3, s. 87. 

 

Útgávur:  

1. Svabos færøske vieshaandskrifter, 1937-1939. Chr. Matras legði til rættis s. 509 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 192. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 33. 

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, (Chr. Matras førir fram, at uppskriftirnar í hesum minna handriti Svabos helst eru úr Suðuroy frá um 1773). 

 

E 135 Torbjørn Bekil (Giant threatens maiden who gets suitor to kill giant)

Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær.

Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg.

Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.

á føroyskum: CCF 98 (bert á føroyskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019