• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torbjørn Bekil

 

CCF 98 C 

TSB E 135 

 

1 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður foruttan vanda, 

brátt munnu skip frá Noregi koma 

higar til Ísalanda. 

 

2 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður foruttan ekka, 

brátt munnu skip frá Noregi koma 

her til Ísland rekka. 

 

3 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður foruttan sút, 

brátt munnu skip frá Noregi koma 

her til Ísland út. 

 

4 Árla var um morgunin, 

sól tók fagurt at branda, 

heiman búðist Torbjørn Bekil 

oman av sínum landi. 

 

5 Torkil gekk seg niður til strand,  

hann kjøpti ein stýrimann:  

"Vilt tú tiggja mítt vetrarvist  

og vera í mínum ranni?" 

 

6 "Skal eg tiggja títt vetrarvist  

og vera í tínum ranni,  

tá skalt tú mær til føðslu føra  

mat mót menskum manni. 

 

7 Oksar sjey og flykkini tvey,  

tríati svínatal,  

tólv tunnur av stumpabreyði,  

áðrenn dimmir á dag. 

 

8 Eg vil ikki av skálum drekka, 

ei av smáum kerum, 

tú skalt mat á stongum vega 

í stórum bryggjarkørum." 

 

9 Hundar tóku at goyggja hátt,  

gripur at garði dregur,  

stígur so sterkt á stinnan legg,  

jørð við kálva veður. 

 

10 Hundar tóku at goyggja hátt, 

gripur at garði dró, 

stígur so sterkt á stinnan legg, 

jørð við kálva vóð. 

 

11 Hundar tóku at goyggja hátt,  

tá gripurin dró at garði,  

stígur á legg við stinnum alvi,  

eingin var tað varði. 

 

12 Veggir allir svignaðu,  

hvar hann kom í tún,  

hurðar allar klovnaðu,  

áðrenn hann fekk rúm. 

 

13 Veggir allir svignaðu,  

hvar hann studdist við,  

beinkir allir brotnaðu,  

hvar hann settist niður. 

 

14 Beinkir allir brotnaðu,  

hvar hann gekk í sæti;  

tí svaraði bóndans kona:  

"Slíkt eru trøllalæti." 

 

15 Oksakroppin át hann upp, 

tríati seyðatal, 

mátti hann honum til morgnar ætla, 

áðrenn dimdi á dag. 

 

16 Oksakroppin át hann upp, 

ellivu svínaflykki, 

tólv tunnur av stumpabreyði, 

áðrenn hann kravdi drykkir. 

 

17 Oksakroppin át hann upp,  

tað lógvaði hann um tíma,  

tólv tunnur breyð og laksir sjey  

og flykkini tólv av svíni. 

 

18 Hann vildi ei av skálum drekka, 

ei av smáum kerum, 

teir máttu honum á stongum vega 

í stórum bryggikørum. 

 

19 Tí svaraði bóndans kona, 

væl kann lokum lesta: 

"Tú hevur boðið heim til mín 

trøllið tað hitt versta." 

 

20 Tí svaraði bóndans kona:  

"Eg bíði tað ikki bøtur,  

á ørmundarhús tað etur hann meg,  

verður hann her í vetur." 

 

21 Tí svaraði bóndans kona,  

lært hevði tukt og sinni:  

"Far tú yvir á Ferjubakka,  

har er moyggin svinna!" 

 

22 Tí svaraði bóndans kona,  

fell so væl í lag:  

"Far tú yvir á Ferjubakka,  

kjós tær moyggj og fæ!" 

 

23 Torbjørn snúðist haðan burt,  

tók hennar orð til takka,  

snarliga skundar hann síni ferð  

yvir á Ferjubakka. 

 

24 Torbjørn fór seg yvir um á  

eina morgun snimma,  

bóndin stóð í hoylaðu  

við níggju húskallar sínar. 

 

25 Torbjørn steig í hoylaðuna,  

vil eg for yðrum tína,  

hann vá bóndan í hoylaðuni  

við níggju húskallar sínar. 

 

26 Torbjørn steig í hoylaðuna,  

hann gat onga ilsku sparað,  

hann vá bóndan á Ferjubakka,  

hann tók seg ikki vara. 

 

27 Torbjørn gekk í skálan inn,  

myrkt var honum for eygum,  

bóndans dóttir á beinki sat,  

løgd í bondum beygum. 

 

28 Torbjørn gekk í skálan inn, 

tað var mest av sút, 

tekur hendur á bóndans dóttur, 

ætlar at bera út. 

 

29 Hon hevði upp ein lindarsaks,  

leysur stutt frá henni,  

buðlungur fekk eitt skaðiligt mein,  

moybrest fekk hann í enni. 

 

30 Halga sló, og buðlungur stóð,  

tað neit inn at hjarta,  

blóðið rann sum streymur í á,  

tað var sum sótið svarta. 

 

31 "Hoyr tú, væna bóndans dóttir, 

blóðgað hevur tú meg! 

Áðrenn dagur at kvøldi er komin, 

javnlíkt søki eg teg. 

 

32 Eg skal meg í heiðin lond, 

samla saman djór 

av teim átjan Blálondum, 

sum eingin skín á sól. 

 

33 Mær skal fylgja Rani, mín frændi, 

og risin av Girtlandi, 

Atli og Gyrðilin sterki 

teim man eingin granda. 

 

34 Mær skal fylgja Rani, mín frændi,  

Atli kongins son,  

ógvast teir í hjartanum,  

av honum vita vón. 

 

35 Rani skal hava tín heiður fyrst,  

síðan skal eg teg kenna,  

hegna so undir meg Ísland alt  

kristið lið at brenna. 

 

36 Rani skal hava tín heiður fyrst, 

tað skal eg tær gera, 

allar skammir skal eg tær vinna, 

mín frilla skalt tú verða." 

 

37 Tann fyrsta knørr, sum Torbjørn steig, 

tá rivnaði sáð frá sjó, 

so er sagt, hann sparir ei til, 

hann drekkur blandað blóð. 

 

38 So er sagt, hann sparir ei til,  

hann drekkur blóð í blandi,  

rívur rátt, sum ravnar kjøt,  

hvar hann kemur at landi. 

 

39 Tað var Halga, bóndans dóttir, 

yvir um ánna fór, 

úti tann hin gamli kall 

fyri henni stóð. 

 

40 Tað var tann hin gamli kall. 

sveipar at sær skinn: 

"Ver vælkomin, Halga fagra, 

gakk í skálan inn!" 

 

41 Tað var Halga, bóndans dóttir, 

inn í skálan gekk, 

kellingin kastar dýnu í bonk, 

henni sessin fekk. 

 

42 Kellingin kastaði dýnu í bonk, 

henni sess at bjóða: 

"Tað síggi eg á Halguni fagru, 

henni eru sakir á flóði." 

 

43 Tí svaraði Halgan fagra,  

kortar hon ikki fíggja:  

"Hvar er Ásmundur, sonur tín?  

nú vil eg hann síggja." 

 

44 "Sonur mín er í steikarhúsi 

góðan fostur velur, 

hvørja nátt á skógnum burtur,  

allar leikir fremur. 

 

45 Sonur mín er í steikarhúsi 

góðar kostir nýtur, 

hvørja nátt á skógnum burtur, 

rygg í trøllum brýtur." 

 

46 Tí svaraði Halgan fagra, 

eg geri tað ei at loyna: 

"Hann kemur ikki í song við mær, 

fyrr enn odd við Bekil royna." 

 

47 Kelling snúðist haðan burt,  

so er greint fyri mær,  

haðan í tað steikarhús,  

sum hennara sonur var. 

 

48 Haðan í tað steikarhús, 

sum hennara sonur var: 

"Statt upp Ásmundur, sonur mín, 

kjós tær moyggj og fæ! 

 

49 Hoyr tað Ásmundur, sonur mín, 

eg geri tað ei at loyna, 

tú kemur ikki í Halgu song, 

fyrr enn odd við Bekil royna!" 

 

50 Svaraði Ásmundur kellingarson,  

hann var ikki vanur við tokka:  

"Plaga so allar høviskar møður  

síni børn mót trøllum lokka?" 

 

51 Kellingin víkur at Ásmundi, 

fram úr sessi dró, 

ikki vikaðist kappin reysti, 

heldur enn í bergi stóð. 

 

52 Kellingin víkur at Ásmundi,  

fram úr øsku draga,  

ikki vikaðist kappin reysti,  

heldur enn í bergi staðið. 

 

53 Ikki vikaðist kappin reysti, 

heldur enn í bergi staðið: 

"Hevði eg ikki gjørt fyri syndir skyld, 

eg skuldi títt hár av 'skaji'" 

 

54 Svaraði Ásmundur kellingarson,  

tekur so spotskt at læa:  

"Hevði tú ikki verið móðir mín,  

so lætt mundi eg teg vega." 

 

55 Hann sýndi henni knívin tann,  

brendur var upp í tanga:  

"Tykir tær henda sámiligan  

mót reystkempum at ganga,?" 

 

56 Kellingin snúðist haðan burtur, 

dvaldist ikki leingi, 

kemur aftur við svørðinum, 

dugiligt var dreingi. 

 

57 Hon kom aftur við svørðinum, 

bar sínum soni fram, 

eitur var í oddinum, 

eldur í eggjum brann. 

 

58 Hon kom aftur við svørðinum 

sínum soni at bera: 

"Tak nú við, mín sæli son, 

hetta kann brynjur skera!" 

 

59 Ásmundur leyp úr árni upp, 

ristir øsku av sær: 

"Eg vildi nú, mín sæla móðir, 

vera ein brynja mær." 

 

60 Kelling snúðist haðan burt, 

dvaldist ikki leingi, 

hon kom aftur við brynjuni, 

sámilig var dreingi. 

 

61 Leggur hann í varman leyg,  

tekur hans hár at greiða,  

hálsurin var sum hermalín,  

gott tókti móður at eiga. 

 

62 Ásmundur gekk í skálan inn,  

hann ber lov og prís,  

Halga fagra á beinki situr,  

upp mót honum rís. 

 

63 "Hoyr tað Ásmundur, søtin mín, 

eg geri tað ei at loyna, 

tú kemur ikki í song við mær, 

fyrr enn odd við Bekil royna!" 

 

64 Tað er Ásmundur kellingarson, 

ræður orðum at svara: 

"Gjarna vil eg hava teg 

við fagurt seksti garðar." 

 

65 Tí svaraði Torbjørn Bekil:  

"Hvør vil mær tað gera?  

Hvør vil vera mítt sendiboð,  

boð fyri Halguna bera? 

 

66 Svaraði ein av sveinunum, 

sigst í hesum tátti: 

"Eg vil vera títt sendiboð, 

so væl eg tað formátti." 

 

67 Sveinin fór til hallar heim, 

aftur í sama sinni. 

Eftir spurdi Torbjørn Bekil: 

"Sá tú Halguna svinnu?" 

 

68 "Yvir henni sá eg skjøld og svørð, 

kápa á veggi hekk, 

mann sá eg fyri Halgu knæum, 

hevði langan legg. 

 

69 Yvir henni sá eg skjøld og svørð, 

kápu á veggi hanga, 

mann sá eg fyri Halgu knæum, 

hann bar leggin langa." 

 

70 "Sá tú mann fyri Halgu knæum, 

hann hevði leggin langa, 

tað man vera tann øskudólgur, 

ræður mót os at ganga. 

 

71 Standið upp av mínum monnum  

fimtan valdra sveinar,  

takið tann vesala øskudólg,  

berið hann út á teinar!" 

 

72 Teir fóru seg til hallar heim,  

ýla rætt sum hundar,  

Ásmundur gekk teim øllum ímót,  

ongum fór hann undan. 

 

73 Teir fóru seg til hallar heim  

at taka Ásmund av lívi,  

Ásmundur stóð á hallargólvi  

við hvøssum slíðraknívi. 

 

74 Ásmundur stóð á hallargólvi  

við hvøssum slíðraknívi,  

fyrst vá hann ein, so vá hann tvá,  

hann tók teir allar av lívi. 

 

75 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir, 

síðan vá hann allar, 

lítlan skulu teir sigurin rósa, 

fyrst komu heim til hallar. 

 

76 Torbjørn liggur á skipunum, 

talar nú til sín frænda: 

"Eg sendi menn til hallar heim 

einum øskudólgi at granda. 

 

77 Eg sendi menn til hallar heim  

einum øskudólgi at granda,  

leingist mær nú, hvat Torbjørn segði,  

teir koma ikki niður til strandar. 

 

78 Nú skal leggja skipum saman,  

rætt sum boðar berjast,  

hann er eingin av íslendingum,  

frúnna torir at verja. 

 

79 Nú skal leggja skipum saman, 

rætt sum boðar bresta, 

ríða so frá strondum niðan 

við albrynjaðar hestar." 

 

80 Torbjørn steig seg niður for borð, 

tað mundi allir síggja, 

fimtan favnar var dýpið høgt, 

tað stóð ikki meir enn til kníggja. 

 

81 Rani hyggi gekk fram fyrst, 

firra tók fyri elli, 

svartan hevði hann lit á sær, 

gartan lit í leggi. 

 

82 Svartan hevði hann lit á sær, 

gartan lit í beini, 

so steig hann á foldina fast, 

hann merkti spor í steini. 

 

83 Átjan alin er jarnstong Rana,  

reiggjar hann henni hátt,  

harðliga vindur hann skegg sítt upp,  

í hárum er tað grátt. 

 

84 "Man hetta vera tann øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

komin er nú úr árni út 

at royna reystar dreingir? 

 

85 Líkari var tær inni at ligið 

tínar móður grýtu at slúka 

enn at ríða os ímót 

og øsku upp á os rúka. 

 

86 Líkari var tær inni at ligið 

tínar móður grýtu at slikka 

enn at ríða os ímót 

og øsku upp á os rista." 

 

87 "Eg havi sleikt mína móður grýtu 

foruttan allan ekka, 

eg havi tó ikki havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

88 Eg havi sleikt mína móður grýtu 

foruttan allan sút, 

eg havi ikki havt tann sið 

at drekka blóðbollar út." 

 

89 "Nú vil eg binda mín høgra hand, 

við tann vinstra vil eg stríða, 

tú skalt ikki, Ásmundur kellingarson, 

longur á stundum bíða." 

 

90 Ásmundur spennir sín hest við spora, 

sparir hann ei at leypa: 

"Áðrenn dagur at kvøldi er komin, 

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

91 Ásmundur spennir sín hest við spora, 

so fast tá ið hann oysti, 

tað mátti hoyrast langa leið, 

sín hest við spora loysti. 

 

92 Høgga títt og líva lítt, 

dreingir spæla í gíggja, 

Ásmundur ungi blóði sputtar, 

hvørgin vildi flýggja. 

 

93 Høgga títt og líva lítt, 

dreingir spæla í gumma, 

Ásmundur ungi blóði sputtar, 

hvørgin flýddi undan. 

 

94 Høgga títt og líva lítt, 

av dró barnagaman, 

eldur reyk av svørðunum, 

tá eggjar bórust saman. 

 

95 Átjan alin er jarnstong Rana,  

vil eg for *ydrum greina,  

høggið kom á saðilboga,  

orlov vildi honum meina. 

 

96 Rani gav so vænt eitt høgg,  

øllum tókti undur,  

høggið kom á saðilboga,  

miðjan hestin sundur. 

 

97 Kallin stóð undir skálaveggi,  

tók so sárt at gráta:  

"Nú mant tú, mín sæli son,  

so brádliga lívið láta. 

 

98 Tá tú kemur mót Torbjørn Bekli, 

bein í honum bróta, 

ilt mant tú, hvat kelling segði, 

av mínum ráðum njóta. 

 

99 Ilt mant tú, hvat kelling segði, 

av mínum ráðum njóta, 

tá hann teg við eygum sær, 

við kjaftinum man teg gloypa. 

 

100 Leggið nú saðil á folans bak,  

tann teir kalla hin gráa,  

eg veit honum ongan tílíkan,  

kunnu vit hann ilt fáa." 

 

101 Kallin tokar í herin fram,  

hann bar dreingja lov,  

Ásmundur sprakk í saðilin upp,  

kall fór aftur um døv. 

 

102 Kelling tók upp eitt eikikelvi,  

sipaði inn fyri gátt:  

"Liggið nú inni, vesalur tvær,  

komið ikki út í nátt!" 

 

103 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

troða jørð við kálva,  

bjargamál sang í hvørjum hamri,  

verøldin tók at skelva. 

 

104 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

klúgva tað stálið stinna,  

nú er komið tað garpalið,  

kalsson maka finnur. 

 

105 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

tað er til dømi at taka,  

nú er komið tað garpalið,  

kalsson fær sín maka. 

 

106 Høgga títt og líva lítt,  

bjargamál sang í fjøllum,  

betri væri inni at liggja  

enn at berjast mót trøllum. 

 

107 "Nú vil eg loysa mína høgru hond., 

með beggja vil eg stríða, 

alt for ert tú vorðin sterkur, 

fullvæl kanst til ríða." 

 

108 Blóð sprakk undan naglarót,  

tá Ásmundur roynir alvi,  

síðan kleyv hann Rana sterka,  

búkin niður í nalva. 

 

109 Rani *leyt á jørðina níga,  

sjúkur og sárur av stríði;  

Gyrðilin sterki sprakk á føtur,  

grummur og harður til víggja. 

 

110 Torbjørn heitir á frænda sín:  

"Lív ikki tínum alvi!  

So tykir mær at berjast við hann  

sum leika við frúur í talvi." 

 

111 "Tú hevur dripið frænda mín  

móti minum vilja,  

áðrenn dagur at kvøldi er,  

illa skulu vit skiljast." 

 

112 Ásmundur spennir sín hest við spora,  

sparir hann ei at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi er komin,  

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

113 Ásmundur sló sín hest við spora,  

so fast tá ið hann oysti,  

tá mátti hoyrast langa leið,  

sín hest við spora loysti. 

 

114 "Eg vil binda mín høgra hond, 

við tann vinstra vil eg stríða, 

tú skalt ikki, Ásmundur kellingarson, 

longur á stundum bíða." 

 

115 Høgga títt og líva lítt, 

traðka jørð um kálva, 

bjargamál sang í hvørjum hamri, 

verøldin tók at skelva. 

 

116 Høgga títt og líva lítt,  

dreingir spæla í gíggju,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin vildi flýggja. 

 

117 Høgga títt og líva litt,  

dreingir spæla í gumma,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin flýddi undan. 

 

118 Høgga títt og líva lítt,  

bjargamál sang í fjøllum,  

betri væri inni at liggja  

enn at berjast mót trøllum. 

 

119 Betri er hjá fljóði at sova 

og spenna tað holdið mjúka 

enn at berjast við Gyrðilin sterka, 

eldur av svørðum rúka. 

 

120 "Her skuldi tú staðið, Torbjørn, 

og roynt tað stálið stinna,  

ikki eggja tínum monnum  

roysnisverk at vinna. 

 

121 Her skuldi tú staðið, Torbjørn, 

roynt tað stálið føra,  

ikki eggja tínum monnum  

roysnisverk at gera. 

 

122 Nú vil eg loysa mína høgru hond, 

með beggja vil eg stríða,  

alt for ert tú vorðin sterkur,  

og fullvæl kanst tú ríða." 

 

123 Blóð sprakk undan naglarót,  

tá Ásmundur spenti alva,  

síðan kleyv hann Gyrðilin sterka,  

búkin niður í nalva. 

 

124 Gyrðilin *leyt at jørðini níga,  

sjúkur og sárur av stríði;  

Atli sterki sprakk á føtur,  

grummur og harður til víggja. 

 

125 Ein kom undan Álafossi, 

róði við átta árum, 

so brýtur frá buli hans, 

sum vindur blakar á báru. 

 

126 Átta hendur á búki hans,  

annaðslíkt á baki,  

búgvið svørð í hvørji teirri,  

tá fekk kalsson maka. 

 

127 Torbjørn heitir á frænda sín: 

"Lív ikki tínum alvi! 

So tykist mær at berjast við hann, 

sum leika við frúvur í talvi." 

 

128 "Tú hevur dripið frændur mínar, 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi er komin, 

illa skulu vit skiljast." 

 

129 Ásmundur spenti sín hest við spora, 

spardi hann ei at leypa: 

"Áðrenn dagur at kvøldi er, 

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

130 Ásmundur spenti sín hest við spora, 

fast tá ið hann oysti, 

tá mátti hoyrast langa leið, 

sum hest við spora loysti. 

 

131 Tí varð hann kallaður dólgurin sterki, 

eingin har hans maki, 

átta hendur á búki hans 

og annaðslíkt á baki. 

 

132 Hann høgg av honum fyrstu tvær, 

ei var á tí hól, 

hann høgg av honum aðrar tvær, 

tá vóru eftir tólv. 

 

133 Hann høgg av honum triðju tvær, 

tað hevur mín bók at vátta, 

hann høgg av honum fjórðu tvær, 

tá vóru eftir átta. 

 

134 Hann høgg av honum fimtu tvær, 

tað var mest av sút, 

hann høgg av honum sættu tvær, 

eitur og ilsku út. 

 

135 Hann høgg av honum sjeyndu tvær, 

tá neit inn at hjarta, 

eitrið dreiv til himmals upp, 

tá sortnaði sólin bjarta. 

 

136 "Tú hevur vigið mínar hendur av, 

er mær ei á tí hól, 

hoyr tú, Ásmundur kellingarson, 

nú hevur tú gullringar tólv. 

 

137 Í fjør var eg á Írlandi  

og bardist við risar tólv,  

enn ert tú, Ásmundur, frægari,  

er mær ei á tí hól. 

 

138 Eg havi vigið risar tólv, 

ein av hvørjum landi, 

nú man vera, hvat Gyrðilin segði, 

nú verður mær ein at grandi." 

 

139 Blóð sprakk undan naglarót,  

tá Ásmundur spenti alva,  

síðan kleyv hann Atla sterka,  

búkin niður í nalva. 

 

140 Atli *leyt at jørðina níga,  

sjúkur og sárur av stríði,  

Torbjørn Bekil sprakk á føtur,  

grummur og harður til víga. 

 

141 Torbjørn læt sær hestin saðla,  

dreingir folan kalla,  

brotnaði bein í bógvi hans,  

deyður fell hann til valla. 

 

142 Torbjørn læt sær annan saðla,  

dreingir kalla hin snara,  

brotnaði bein í lendum hans,  

deyður fell hann til jarðar. 

 

143 Torbjørn læt tann triðja saðla,  

dreingir kalla hin gráa,  

brotnaði bein í bøgi hans,  

deyður á vølli lá. 

 

144 "Tú hevur dripið frændur mínar 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi er komin, 

illa skulu vit skiljast." 

 

145 Ásmundur sló sín hest við spora, 

fast tá ið hann oysti, 

tá mátti hoyrast langa leið, 

sín hest við spora loysti. 

 

146 Høgga títt og líva lítt,  

av dró barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá eggjar bórust saman. 

 

147 Ásmundur gav so vænt eitt høgg, 

so er greint fyri mær, 

stykki burtur úr Torbjørn sló, 

sum góður hestur bar. 

 

148 Tí svaraði Torbjørn Bekil,  

áðrenn hann læt lív:  

"Ov seint vart tú nú á ferð,  

sæla móðir mín." 

 

149 Illgerð sóu teir norðan vaða 

mót teirri bylgju blá, 

stóðst henni hvørki buss ei skip, 

so strítt mót streymi lá. 

 

150 Illgerð sóu teir norðan vaða,  

toppurin stóð á skalla,  

tað mátti hoyrast langa leið,  

sum gullbjøllurnar gjalla. 

 

151 Løgdu inn at Ásmundi, 

sigst í hesum kvæði, 

her vil eg við beinum banga, 

tá vóru at honum bæði. 

 

152 Kallin leyp undan skálaveggi,  

var ei seinur til fóta,  

trívur um eina stóra eik,  

reiv hana upp við rót. 

 

153 Kallin leyp undan skálaveggi,  

legði ikki møði eftir,  

trívur um eina stóra eik,  

henni um ryggin setti. 

 

154 Tí svaraði Torbjørn Bekil,  

áðrenn hann læt lív:  

"Ov seint vart tú nú á ferð,  

eldra systir mín." 

 

155 Illgerð sóu teir norðan vaða 

mót teirri bylgju blá, 

stóðst henni hvørki buss ei skip, 

so strítt mót streymi lá. 

 

156 Illgerð sóu teir norðan vaða,  

toppurin stóð á skalla,  

hoyrast mátti langa leið, 

sum gullbjøllurnar gjalla. 

 

157 Legði inn at Ásmundi,  

sigst í hesum kvæði,  

harðliga við beinum banga,  

tá vóru at honum bæði. 

 

158 Høgga títt og líva 1ítt, 

vil eg for *ydrum greina, 

ikki beit svørð á hennara húð, 

heldur enn knívur á hørðum jami. 

 

159 Kallin so til orða tekur,  

hann stóð har skamt ífrá:  

"Tú fært ikki dripið hana,  

fært tú ikki onnur ráð." 

 

160 Høgga títt og líva lítt, 

vil eg for *ydrum greina, 

ristir nú kross á hennara høvur. 

tá beit svørð á steini. 

 

161 Tí svaraði Torbjørn Bekil,  

áðrenn hann læt lív:  

"Ov seint vart tú nú á ferð  

yngra systir mín." 

 

162 Illgerð sóu teir norðan vaða 

mót teirri bylgju blá, 

stóðst henni hvørki buss ei skip, 

so strítt mót streymi lá. 

 

163 Illgerð sóu teir norðan vaða,  

toppurin stóð á skalla,  

hoyrast mátti langa leið,  

sum gullbjøllurnar gjalla. 

 

164 Legði inn at Ásmundi, 

sigist í hesum kvæði: 

"Her vil eg við beinum banga." 

Tá vóru at honum bæði. 

 

165 "Hoyr tað Ásmundur, søtin mín, 

hvat eg sigi teg, 

nokta skalt tú sannan Gud, 

men eiga skalt tú meg!" 

 

166 "Eg havi einki sár á mær,  

grið skal eg ikki tiggja,  

eg nokti ikki skapara mín,  

fyrr skal eg eftir liggja." 

 

167 "Hoyr tað Ásmundur, søtin mín, 

gev nú høggjunum frest! 

Vit skulu okkum til hallar heim 

hesa aftansfest." 

 

168 Kallin so til orða tekur,  

sorgina mundi troyggja:  

"Orkar tú nakað, sonur mín?  

Gott er við ærum at doyggja." 

 

169 "Hoyr tað, tú hin gamli kall, 

bogin ert tú í baki! 

Tú hevur dripið móður mína, 

fáur var hennara maki." 

 

170 "Tú tarvt ikki brigða mær, 

tóat meg søkir elli, 

hevði eg verið á ungum aldri, 

møtt hevði eg tær á vølli. 

 

171 Tú tarvt ikke brigða mær, 

tóat mær elli søkir, 

hevði eg verið á ungum aldri, 

møtt hevði eg tær á føti. 

 

172 Tá eg var so ungur sum tú,  

tá mundi eg óræddur renna,  

nú tekur elli at boyggja meg,  

sjálvur man eg tað kenna. 

 

173 Tú tarvt einki at brigða mær,  

eg ljóti á jørðina at níga,  

hvar eru tínar fríðu flættur?  

Kampar hevur tú síðar. 

 

174 Kampar hevur tú tær við kjaft 

rætt sum selur á sundi, 

ei er munnur kyssiligur, 

vænt er at sova hjá sprundi." 

 

175 "Hoyr tað Ásmundur, søti mín,  

tú lova mær kalli at strúka!  

Eg skal honum á skamri stund  

frá allari møði lúka." 

 

176 So klóraði hon kallins skegg,  

blóð tók um at renna,  

Ásmundur leyp so linur á føtur  

sína jarnstong at spenna. 

 

177 Høgga títt og líva lítt, 

vil eg for *ydrum greina, 

ikki beit svørð á hennara húð 

heldur enn knívur á hørðum steini. 

 

178 Kallin so til orða tók,  

hann stóð har skamt ífrá:  

"Tú fært ikki dripið hana,  

fært tú ikki onnur ráð." 

 

179 Høgga títt og líva lítt, 

vil eg for *ydrum greina, 

ristir nú kross for hennara høvur, 

tá beit svørð á steini. 

 

180 Tungan tók at tala,  

bulurin lá á vølli:  

"Ilt er verkið vunnið í dag,  

kallin var elstur av øllum." 

 

181 Blóð sprakk undan naglarót,  

tá Ásmundur spenti alva,  

síðan kleyv hann Torbjørn Bekil,  

búkin niður í nalva. 

 

182 Hann var eingin av íslendingum,  

tordi at síggja teir búkar,  

uttan Ásmundur kellingarson,  

hann fell so fram á grúgvu. 

 

183 "Sovni eg undir brynju míni,  

tað verður mín størsta pína,  

faðir mín, gakk til hallar heim  

og heilsa móður míni! 

 

184 Sovni eg undir brynju míni,  

tað verður mær ei til frama,  

faðir mín, gakk til hallar heim  

heilsa Halguni vænu!" 

 

185 "Tá eg var á ungum aldri,  

eg læt mítt brúdleyp gera,  

tað var ikki á míni ævi,  

eg læt mær klæði skera." 

 

186 Tað var Ásmundur kellingarson, 

hann fell pá síni knæ, 

meðan hann Halgu, bóndans dóttur,  

til ektar festi sær. 

 

187 Torkil æt tann avrekskappin, 

ið hetta frøði gjørdi,  

síðan fór tað um allan heyg, 

teir kalla tað Bekils kvæði. 

 

CCF 98 C 

TSB E 135 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 70, s. 687. 

 

Útgávur: 

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1970-1982, s. 219 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 201. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 55. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannessen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1823 

 

E 135 Torbjørn Bekil (Giant threatens maiden who gets suitor to kill giant)

Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær.

Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg.

Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.

á føroyskum: CCF 98 (bert á føroyskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019