• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torbjørn Bekil

 

CCF 98 D 

TSB E 135 

 

1 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður foruttan ekka, 

brátt munnu skip frá Nøríki koma 

higar til Ísland rekka. 

 

2 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður foruttan sút, 

brátt munnu skip frá Nøríki koma 

higar til Ísland út. 

 

3 Bóndin gár frá strondum niðan, 

biður stýrimann: 

"Viljið tær 'tia eav vetra vegri' 

ungur av mínum rann." 

 

4 Torbekil gár til strandar oman, 

søgur ganga frá, 

hann var mikil og ógvuligur, 

so bóndin hann undrast á. 

 

5 Torbekil steig sær út fyri borð, 

tað mundi so mangur síggja,  

fimtan favnar var dýpið hátt,  

ikki stóð upp til kníggja. 

 

6 Allir veggir svigtaðu,  

tá ið hann gekk um tún,  

allar hurðar klovnaðu,  

áðrenn hann fekk rúm. 

 

7 Allir veggir svigtaðu,  

tá ið hann studdist við, 

allir beinkir brotnaðu,  

tá ið hann settist niður. 

 

8 Allir beinkir brotnaðu, 

tá ið hann gekk í sæti; 

svaraði Gullborg, bóndans kona: 

"Slíkt eru trøllalæti." 

 

9 Oksan ein og geitir fimm  

tað lógvaði hann ein tíma,  

tunnubreyð og laksar sjey  

og flykkini tólv av svíni. 

 

10 Tá ið hann hevði oksan etið, 

saltaður upp úr tínu, 

tá drakk hann tann minsta drykk, 

bodnar skálir og vín. 

 

11 Hann vildi ei úr kerum drekka, 

ei úr smáum skálum, 

teir mót teim á stongum riðu 

stórar bryggiskálar. 

 

12 Svaraði Gullborg, bóndans kona, 

tekur at 'loge læsta': 

"Tú hevur boðið higar til mín 

trøllið tað hitt versta." 

 

13 "Mangur talar tað hann veit, 

hjartað mælir av bræði, 

tí bað eg hann stýrimann, 

eg meinti frægari var." 

 

14 Svaraði Gullborg, bóndans kona,  

tekur nú um at víka:  

"Gakk teg yvir á Ferjubakka,  

kjós tær moy so fríða!" 

 

15 Torbekil gongur á Ferjubakka, 

vil eg fyri tær tína, 

bóndin stendur í hoylaðuni 

við níggju húskallar sínar. 

 

16 Torbekil gongur á Ferjubakka, 

vil eg fyri tær greina, 

vá hann bóndan á Ferjubakka 

við øllum hansara sveinum. 

 

17 Torbekil gongur á Ferjubakka,  

ongan so vildi hann spara,  

vá so bóndan á Ferjubakka,  

síðan 'maidel veara'. 

 

18 Torbekil gekk í skálan inn 

alt fyri uttan sút, 

hann tók frúnna úr gyltum stóli, 

ætlaði at bera hana út. 

 

19 Hon tók upp tann lindarsaks,  

leyst lá tað fyri henni,  

bulurin fekk av skæri mein,  

mús brast honum í enni. 

 

20 "Hoyr tað, tú Halga fagra,  

blóðgað hevur tú meg,  

áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

javnvæl vinni eg teg! 

 

21 Eg skal mær um heiðin lond 

at samla saman *tjóð 

av teim átjan BIálondum, 

sum eingin skínur sól. 

 

22 Mær skal fylgja Ranild frændi, 

risin av Bretlandi, 

Atli og hann Gyrðilin sterki, 

teim kann einki granda. 

 

23 Mær skal fylgja Ranild frændi, 

Atli kongins son, 

angra svørð í hjartanum 

tykist tær havist vón." 

 

24 "Eg skal mær um Ísland alt 

kristið lið at kanna, 

víða skal mítt gitið verða, 

sjálv biði eg mær mann." 

 

25 Tað var hon tann Halga fagra 

yvir um ánna fór, 

úti hann tann gamli kallur 

fyri henni stóð. 

 

26 Úti stóð hann gamli kallur, 

varpar av sær skinn: 

"Ver vælkomin, Halga fagra, 

gakk í skálan inn!" 

 

27 Tað var hon tann Halga fagra 

inn í skálan gekk, 

kelling varpar dýnu á bonk 

og henni sessin fekk. 

 

28 Kelling varpar dýnu á bonk  

og henni sessin at bjóða,  

so sat hon tann Halga fagra,  

sorg var von at fljóði. 

 

29 Tað var hon tann Halga fagra  

tekur nú um at víggja:  

"Hvar er Ásmundur, sonur tín?  

nú vil eg hann síggja." 

 

30 "Mín sonur er í steikarhúsi,  

væl hann kostir velur,  

hvørja nátt á skógum burtur  

og allar leikir fremur. 

 

31 Mín sonur er í steikarhúsi,  

hann er drongur nýtur,  

hvørja nátt í skógum burtur  

rygg í trøllum brýtur." 

 

32 Kellingin gongur í haðan burt,  

so er greint fyri mær,  

í tað sama steikarhús,  

sum hennara sonur var. 

 

33 Kellingin gongur haðan burt, 

sum søgur ganga frá, 

í tað sama steikarhús, 

sum hennara sonur lá. 

 

34 Tekur hon í Ásmund,  

fram úr árninum at draga,  

ikki rørdist kappin reysti  

heldur enn í bergi staðið. 

 

35 Tekur hon í Ásmund,  

fram úr árninum dró,  

ikki rørdist kappin reysti  

heldur enn í bergi stóð. 

 

36 "Hoyr, Ásmundur, søti mín,  

av Gudi ert tú kærur,   

gakk tú teg í skálan inn  

og kjós tær moyggjar frægar!" 

 

37 Tað var Ásmundur kellingarson,  

hann var ikki van við tokka:  

"Tað plaga so fáar høviskar møður  

síni børn við trøllum lokka." 

 

38 Hann tók upp tann stutta knív,  

brendur var upp í tanga:  

"Tað sámir tann 'saamuling'  

mær mót trøllum at ganga." 

 

39 Ásmundur stóð av árninum upp  

og ristir øsku av sær:  

"Tað vil Hilda, móðir mín,  

tað var ein brynja mær." 

 

40 Kellingin gongur í haðan burt  

á teirri somu breyt, 

víkur hon at einari kistu, 

læsir upp við skreyt. 

 

41 Hon tók upp ta brynjuna,  

var gjørd av silvuri hvíta,  

hon var av tí reina stáli,  

ikki kann brandur á bíta. 

 

42 Hon var av tí reina stáli,  

ikki kann brandur á bíta:  

"Tak nú við, mín sæli sonur, 

vita um tú nýtur!" 

 

43 Hann fór í ta brynjuna,  

alvæl var hon borin,  

hon var bæði víð og síð,  

til skapar var hon skorin. 

 

44 Ásmundur stóð av árninum upp 

og ristir øsku av sær: 

"Tað vil Hilda, móðir mín, 

tað var ein brynja mær." 

 

45 Kellingin gongur í haðan burt, 

dvaldist ikki leingi, 

rívur svørð úr bosi upp, 

sum inni hevur ligið leingi. 

 

46 Rívur svørð úr bosi upp,  

sum inni hevur ligið leingi,  

hon kom aftur við svørðinum,  

sum sámiligt var dreingi. 

 

47 Leggur hon hann í varma lak,  

tekur hans hár at greiða,  

kinnin hvít sum hermalín,  

gott tykir móður at eiga. 

 

48 "Hoyr tú Ásmundur, søti mín, 

av Gudi ert tú kærur, 

gakk tú teg í skálan inn, 

og kjós tær moyggjar frægar!" 

 

49 Ásmundur gekk í skálan inn 

og slær sær kors for eyga, 

Halga fagra á beinki sat 

og leikti við brondum beygum. 

 

50 "Hoyr tú Ásmundur, søti mín! 

Av Gudi ert tú kærur, 

gjarna vil eg eiga teg 

við fæ og seksti garðar. 

 

51 Hoyr tú Ásmundur, søti mín! 

Eg geri tað ei at loyna, 

tú kemur ikki í song við mær, 

fyrr enn odd í Bekil royna." 

 

52 Hann fór sær um heiðin lond 

at samla saman *tjóð 

av teim átjan Blálondum, 

sum eingin skínur sól. 

 

53 Honum skuldi fylgja Ranild frændi, 

risin av Bretlandi, 

Atli og hann Gyrðilin sterki, 

teim kann einki granda. 

 

54 Honum skuldi fylgja Ranild frændi, 

Atlar kongins son, 

'angra' svørð í hjartanum 

tykist tær at hava vón. 

 

55 So varð sagt, at sperra vív 

letur blóðið blanda, 

rívur av, sum ravnar, kjøt, 

hvar ið hann kemur at landi. 

 

56 Rívur av, sum ravnar, kjøt,  

hvar ið hann kemur at landi,  

ótøkk havi móður hvør, 

so sín son uppvandi. 

 

57 Torbekil bað saðla sær fyrsta hest, 

sum dreingir kalla grá, 

brotnaði bein í bógvi hans 

og deyður á vølli lá. 

 

58 Torbekil bað saðla sær annan hest, 

sum dreingir kalla grá, 

brotnaði bein í lendum hans 

og deyður lá hinum hjá. 

 

59 Torbekil so til orða tekur,  

heldur á brynju skera:  

"Hvør skal verða mín njósnari,  

boð fyri Halgu bera?" 

 

60 Upp stóð ein av sveinunum,  

sum sigist í hesum tátti:  

"Eg skal verða tín njósnari,  

so væl eg tað formátti." 

 

61 Sendiboð gár frá strondum niðan, 

fór ikki at við fragd, 

tað varð mær av sonnum sagt, 

hann var snart aftur á bragdi. 

 

62 Torbekil so til orða tekur:  

"Mongum havi eg banað.  

Farið tygum til hallar heim  

og sá tú Halgu væna!" 

 

63 "Alvæl sá eg brynjuna  

at hanga har á veggi,  

mann sá eg fyri Halgu knæ,  

hann bar langar leggir. 

 

64 Mann sá eg fyri Halgu knæ,  

hann bar leggir langar;  

óttaðist mær," segði sveinurin tá,  

"tær mót honum at ganga." 

 

65 Torbekil velur av sínum monnum 

fimtan vallara sveinar: 

"Varpum tygum til heim 

og berið hann út á teini!" 

 

66 Teir fóru sær til hallar heim 

hesum manni at níva, 

hann var staddur á hallargólvi 

við slíðrabundnum knívi. 

 

67 Teir fóru sær til hallar heim 

hesum manni at granda. 

"Leingist meg," segði Torbekil, 

"teir koma ikki niður til strandar." 

 

68 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir, 

so vá hann teir allar, 

lítlan kundu teir sigur rósa, 

fyrst komu heim til hallar. 

 

69 "Nú skal leggja skipini saman, 

rætt sum borð at bresta, 

ríða so til hallar heim 

við nýbrynjaðar hestar. 

 

70 Nú skal leggja skipum saman,  

rætt sum borð at berja,  

tað er eingin av íslendingum,  

sum frúnna torir at verja." 

 

71 Kallurin rívur upp eikir tvær, 

stokkar fyri gátt: 

"Liggið inni, vesaligar tvær, 

komið ikki út í nátt!" 

 

72 Ganga teir frá strondum niðan,  

ýla tá sum hundar,  

Ásmundur reið teim øllum mót,  

ongum flýddi hann undan. 

 

73 "Hetta má vera øskudólgur,  

sum inni hevur ligið leingi,  

nú er skriðin av árnini út  

at royna raskar dreingir." 

 

74 "Argur eri eg kallaður,  

til tess hevur tú frætt,  

tað hevur eingin vitað,  

eg eri av trælaætt. 

 

75 Ranild skal hava 'mujn haiiun frend'  

sum sigist í hesum tátti, 

harðan vindur hann skeggið sítt, 

tað er í hærum grátt." 

 

76 Átjan alin er jarnstongin, 

tekur so hart at reiggja, 

høggið kom í saðilin, 

so øllum mátti meina. 

 

77 Ranild reiggjar jarnstongini, 

so øllum tóktist undur, 

høggið kom í saðilin, 

miðjan hestin sundur. 

 

78 Kallurin eigur ein gráan fola, 

stinnur er hann í beini, 

síðan legði hann saðil á, 

sum gjørdur [var] av silvuri reina. 

 

79 Kallurin eigur ein gráan fola, 

sum dreingir kalla 'føer'. 

Ásmundur í saðilin upp, 

og kallin aftur um døv. 

 

80 Tá var at síggja barnagaman, 

Ásmundur spenti alva, 

miðjan kleyv hann Ranild sterka, 

búkin niður í nalva. 

 

81 Ranild datt á vøllin niður, 

sára var búkur at stríða. 

Atli sterki sprakk á føtur, 

grimmur og harður til víggja. 

 

82 "Tú hevur dripið frænda mín 

ímóti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur. 

illa skulu vit skiljast. 

 

83 Tú hevur dripið frænda mín 

ímóti mínum já, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

eg høggi títt høvur frá." 

 

84 Ásmundur tók sín hest við sporar,  

tekur so hart at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skuluð tær meg keypa." 

 

85 Hann høgg av honum fyrstu tvær,  

tað var helst av bræði,  

hann høgg av honum øðru tvær  

og kvistaði niður við læri. 

 

86 Hann høgg av honum triðju tvær, 

tá ið hann sat á tilja, 

hann høgg av honum fjórðu tvær, 

kvistaði niður við rivja. 

 

87 Ásmundur brá sínum bitra brandi, 

tað var helst av sút, 

hann høgg av honum fimtu tvær, 

eitur og ilskan út. 

 

88 Hann høgg av honum sættu tvær, 

tá kom at hans hjarta, 

blóðið dreiv í himmalin upp, 

tá sortnaði sólin bjarta. 

 

89 "Tú hevur høgt mínar hendur av, 

nú hevur tú av tí hól, 

enn livir tú kallins kona, 

har hevur gullringar tólv," 

 

90 Tá var at síggja barnagaman, 

Ásmundur spenti alva, 

miðjan kleyv hann Atla sterka, 

búkin niður í nalva. 

 

91 Atli datt á vøllin niður,  

sárur var búkur at stríða,  

Gyrðilin sterki sprakk á føtur,  

grimmur og harður til víggja. 

 

92 "Tú hevur dripið frænda mín 

ímóti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skulum vit skiljast." 

 

93 Ásmundur tók sín hest við sporar,  

tekur so hart at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skuluð tær meg keypa." 

 

94 "Nú skal eg binda mína høgru hond, 

við vinstru skal eg stríða, 

tú skalt ikki, argur kellingarson, 

longur á stundum bíða." 

 

95 "Argur eri eg kallaður,  

til tess hevur tú frætt,  

tað hevur eingin vitað,  

eg eri av trælaætt." 

 

96 Høgga títt, teir líva lítt,  

dreingir spæla við gíggja,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin vildi flýggja. 

 

97 Høgga títt, teir líva lítt,  

dreingir spæla við boga,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin flýddi undan. 

 

98 Høgga títt, teir líva lítt,  

og dvørgar stinga í fjøllum,  

betri var í eldi at brunnið  

enn at berjast mót trøllum. 

 

99 Høgga títt, teir liva ei, 

leika við barnagaman, 

eldur fleyg í luftina, 

tá ið svørðini bóru saman. 

 

100 Kallurin stendur undir skálaveggi,  

tekur nú sorg at troyggja:  

"Dugir nakað mín sæli sonur,  

gott var fyri æru at doyggja." 

 

101 "Betri var tær heima at ligið 

tín móðurs grýtu at strúka 

enn at berjast við Gyrðilin sterka, 

eldur úr svørðum fúka." 

 

102 "Eg havi strokið míni móðurs grýtu 

foruttan nakran ekka, 

ikki havi eg havt tann sið 

av blóðbollar at drekka. 

 

103 Eg havi strokið míni móðurs grýtu 

foruttan nakra sút, 

ikki havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út. 

 

104 Eg havi strokið míni móðurs grýtu 

foruttan nakran skaða, 

ikki havi eg havt tann sið 

av blóðbollum at kaga." 

 

105 "Í fjør var eg í Atlandi,  

tá drap eg risar tólv,  

av øllum ert tú sterkari,  

nú hevur tú av tí hól. 

 

106 Nú skal eg loysa mína høgru hond, 

við báðum skal eg stríða, 

alvæl ert tú vorðin sterk, 

fullvæl kanst tú ríða. 

 

107 Í fjør tá drap eg risar tólv, 

glaður av Bretlandi, 

angrar mær," segði Gyrðilin tað, 

"tá verður mær enn at grandi." 

 

108 Torbekil rópar á frænda sín  

hinumegin við alv:  

"So vakurt tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frúvur í talv." 

 

109 Torbekil rópar á frænda sín 

hinumegin við hans: 

"So vakurt tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frúvur í dans." 

 

110 Torbekil rópar á frænda sín: 

"Síðst mundi eg tí vara, 

takið henda vesaliga øskudólg 

og varpið hann niður til jarðar!" 

 

111 "Ríð tú fram, tú Torbjørn Bekil, 

finn tú dreingin stinna! 

Eggja einki tínum monnum 

roysnisverk at vinna!" 

 

112 Tað var Ásmundur kellingarson 

klývur á stáli stinna, 

har fann hann tað gartalalið, 

so mikið gull at vinna. 

 

113 Har fann hann tað gartalalið, 

so mikið gull at vinna, 

kostar ikki minni enn átjan hundrað 

lodnar buksur tvinnar. 

 

114 Tá var at síggja barnagaman, 

Ásmundur spenti alva, 

miðjan kleyv hann Gyrðilin sterka, 

búkin niður í nalva. 

 

115 Gyrðilin datt á vøllin niður,  

sárur var búkur at stríða,  

Torbjørn Bekil sprakk á føtur,  

grimmur og harður til víggja. 

 

116 "Tú hevur dripið frænda mín 

ímóti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skulum vit skiljast." 

 

117 Ásmundur tók sín hest við spora,  

hann tekur so hart at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skuluð tær meg keypa." 

 

118 Tað var, ið hann Ásmundur 

sínum svørði brá, 

miðjan kleyv hann Torbjørn Bekil 

av um kníggjum tá. 

 

119 Torbekil datt á vøllin niður,  

hann læt ikki á sær finna,  

setti stubban niður í jørð,  

hann bardist ikki minni. 

 

120 Torbekil datt á vøllin niður,  

øllum tóktist undur,  

saman gróðu lutirnir,  

sum á honum vóru sundur. 

 

121 Kallurin leyp undan skálaveggi, 

fann upp á góð ráð, 

hann tók upp eitt sandtrog 

og stoypti ímillum tá. 

 

122 Illgerð sóu teir norðan koma, 

tekur við vindi at flúgva, 

betri er á víðum vølli 

enn berjast við mannamúgvu. 

 

123 Illgerð sóu teir norðan koma, 

tekur við vindi at fara, 

betri er á víðum vølli 

enn berjast við mannaskara. 

 

124 Eitur dreiv úr kjaftinum, 

so eldur brann á veingi, 

betri er á víðum vølli 

enn berjast við mannameingi. 

 

125 Toppur stóð úr heysi upp  

og ber ein høgan skalla,  

hoyrast mátti langan veg  

við gullbjøllum at gjalla. 

 

126 Trívur hon í Ásmund 

bæði av grimd og reiði, 

ógvuliga við veingjum bankar, 

nú er tað at henni bæði. 

 

127 Torbekil liggur á grønum vølli, 

hugsar so við sær: 

"Tað vil Hilda, móðir mín, 

tað verður tær sum mær." 

 

128 Kallurin stendur undir skálaveggi, 

tekur so hart at gráta: 

"Nú mást tú, mín sæli sonur, 

snarliga lívið láta." 

 

129 Kallurin leyp undan skálaveggi, 

loyndi ei megið eftir, 

hann tók upp ta stóru eik, 

henni um ryggin setti. 

 

130 Illgerð sóu teir norðan koma,  

tekur við vindi at fara,  

betri er á víðum vølli  

enn berjast við mannaskara. 

 

131 Illlgerð sóu teir norðan koma, 

tekur við vindi at flúgva, 

betri er á víðum vølli 

enn berjast við mannamúgvu. 

 

132 Eitur dreiv úr kjaftinum. 

so eldur brann á veingi, 

betri er á víðum vølli 

enn berjast við mannameingi. 

 

133 Toppur stóð úr heysi upp, 

ber ein høgan skalla,  

hoyrast mátti langan veg 

við gullbjøllum at gjalla. 

 

134 Torbekil liggur á grønum vølli,  

tá læt hann sítt lív:  

"Ov seint ert tú nú á ferð,  

Illgerð, systir mín." 

 

135 "Hoyr tað, tú gamli kallur,  

tú hevur bogið henni bakið!  

Tú hevur dripið móður mína,  

fá vistu hennara maka." 

 

136 "Tú gerst einki at brigda mær, 

eg má til jørðina níga, 

hvar eru tínar fríðu flættur, 

kampar hevur tú síðar. 

 

137 Kampar hevur tú um kjaft,  

rætt sum selur á sundi,  

ei var moyggin kyssilig,  

ei varð sovið hjá sprundi." 

 

138 Yptust hart, tey yptust skarpt,  

tað mundi mangan harpa,  

kallin fekk hon undir seg,  

búðist at bíta barka. 

 

139 Stríddust bæði hart og skarpt, 

ei var blítt til verkir, 

kallin fekk hon undir seg, 

búðist at bíta barka. 

 

140 Illa klóraði hon kallins kjøt,  

blóðið støkk um at renna,  

Ásmundur var tá fimur á føtur  

síni stong at spenna. 

 

141 Høgga títt og líva lítt, 

vil eg fyri tær greina, 

ikki bítur á hennara skalla 

heldur enn á hørðum steini. 

 

142 Til tað svaraði gamli kallur,  

hann stóð har skamt ífrá:  

"Ikki fáa vit dripið hana,  

fáa vit ikki onnur ráð." 

 

143 Høgga títt og líva lítt,  

vil eg fyri tær greina,  

ristu kross í báðar endar,  

tá stóð hon til ein stein. 

 

144 Harra Gud í himmiríki, 

mikil er tín makt, 

so var Ásmundur í víggjum løstur, 

opin fell hann aftur. 

 

145 Harra Gud í himmiríki, 

mikil er tín pína. 

"Hoyr tað, mín hin sæli faðir. 

heilsa móður mína!" 

 

146 Kallurin vappar títt og hart,  

tykist at síggja til bóta,  

heimakonur á skálanum  

og Halgu fagra rópar. 

 

147 Kelling flýddi líknisstøv, 

ei var fagur til sjúka,  

Halga tokar í fylki fram,  

tá rymur í mannabúki. 

 

148 Grøddi hon hann í dagar,  

grøddi hon hann í tvá,  

fyrsti dagur í fjórðu viku  

fór hann í brynju blá. 

 

149 Tað var eingin av íslendingum,  

tá tordi stíga teir búkar,  

uttan Ásmundur kellingarson,  

øvigur fell á grúgvu. 

 

150 Tað var Ásmundur kellingarson  

tók sær frúnna [í] festi,  

snarliga læt til brúdleyps ætla,  

læt ikki longur fresta. 

 

151 Lótu tá til brúdleyps ætla 

av so mikið meingi, 

kom so mangur hovmaður til 

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

152 Lótu tá til brúdleyps ætla, 

har var ei at tvørra, 

átjan borgum boðið var, 

tólv hundrað á hvørji. 

 

153 Lótu tá til brúdleyps ætla,  

alt var komið til sans,  

átjan borgum boðið var,  

har kom kongin av Frans. 

 

154 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

gott var teirra lív, 

bæði gingu í eina song 

Ásmundur og hans vív. 

 

155 Gingu so bæði í eina song 

Ásmundur og hans vív, 

síðan hvør, sum biðin var,  

haðan heim til sín. 

 

156 Torgrímur æt tann heimbóndi, 

sum hetta kvæði gjørdi, 

síðan varar allar ævir, 

kalla Bekils kvæði. 

 

CCF 98 D 

TSB E 135 

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 18, s. 107. 

 

Útgávur:  

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long, 1970-1982, s. 219 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras  greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 211. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 79. 

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854 

 

E 135 Torbjørn Bekil (Giant threatens maiden who gets suitor to kill giant)

Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær.

Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg.

Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.

á føroyskum: CCF 98 (bert á føroyskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019