• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torbjørn Bekil

 

CCF 98 E 

TSB E 135 

 

1 Torkil vitur á Oyri situr  

glaður foruttan sút,  

brátt kemur skip frá Noregi  

og higar til Íslands út. 

 

2 Torkil vitur á Oyri situr 

glaður foruttan ekka,  

brátt kemur skip frá Noregi  

og higar til Íslands rekka. 

 

3 Bóndin fór til strandar oman,  

svá munnu randir ljóða,  

hann gekk seg til strandar oman  

bóndanum heim at bjóða. 

 

4 Hann fór seg til strandar oman, 

biður hann stýrimann: 

"Vilt tú tiggja vetrarvist 

so glaður í mínum ranni?" 

 

5 Torbjørn steig seg út for borð, 

sum søgur siga frá, 

mikil maður og ógvuligur, 

bóndin undrast á. 

 

6 Oksakroppin át hann upp 

og ellivu svínaflykki, 

tólv tunnur av stumpabreyði,  

áðrenn hann kravdi drykkin. 

 

7 Tekur tunnu ..... 

.... var ikki....minni: 

"Ørfátækan etur hann meg, 

tað vil eg for .......... inna." 

 

8 Til tað svaraði bóndans kona, 

alt hevur log og leyst. 

"Tú hevur boðið heim til mín 

trøllið tað hitt versta." 

 

9 Móðir(!) mælir tað, hon ei veit, 

hjartað talar av bræði, 

tykir honum stýrimann, 

"eg visti ongan fríðari vera." 

 

10 Til tað svaraði bóndans kona, 

tekur nú um at kvíða: 

"Far teg yvir á Ferjubakka, 

og kjósa tær moy so fríða!" 

 

11 Til tað svaraði bóndans kona: 

"Av Gudi ver tú kær, 

far teg yvir á Ferjubakka, 

kjósa tær moy og fæ!" 

 

12 Torbjørn gekk av skálanum út,  

ræður tá bónda at takka,  

síðan snýr hann sínari ferð  

og yvir á Ferjubakka. 

 

13 Hann gekk seg í skálan inn,  

sum lýsa tók for eygum,  

hann sær, hvar ið Halgan fagra  

leikar við brondum beygum. 

 

14 Hann gekk seg at skálanum fram, 

ætlar at gera henni sút, 

tekur hann hana í favn sín, 

hann ætlar at bera hana út. 

 

15 Frúgvin fekk upp sín lindarsaks,  

sum lá á borði for henni,  

buðlungur fekk av skærinum, 

svá blóð sprakk honum úr enni. 

 

16 "Hoyr tað tú nú, Halgan fagra,  

blóðgað hevur tú meg!  

Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

javnur vinni eg teg." 

 

17 Torbjørn snúðist av skálanum út, 

tað vil eg for tær greina, 

bóndin er í hoylaðuni 

og kátur við sínar sveinar. 

 

18 Torbjørn gekk seg hiðan burt, 

tað vil eg fyri tær greina, 

bóndin er í hoylaðuni 

við níggju húskallar sínar. 

 

19 Búgvin mæka av slíðrum. vant,  

hann fór ikki við tí hátt,  

hann vá bóndan á Ferjubakka,  

hann vann tað verkið brátt. 

 

20 Búgvin mæka av slíðrum vant,  

tað vil eg fyri tær greina,  

hann vá bóndan á Ferjubakka  

við níggju húskallar sínar. 

 

21 "Hoyr tað, Halgan fagra, 

her skalt tú mín bíða, 

meðan eg finni Rana, mín frænda, 

væl kann brynju síða! 

 

22 Meðan eg finni Rana, mín frænda,  

og risan av Bretlandi,  

Atla og hann Gyrðilin sterka,  

teimum man einki granda. 

 

23 Rani skal hava tín heiður fyrst, 

tann harmin skalt tú kenna 

herja undir Ísland alt 

tað kristna lið at brenna." 

 

24 Torbjørn sigldi av landi burt 

á tann sama dag, 

Halga gekk seg yvir um á, 

sum søgur ganga frá. 

 

25 Tað var hon tann Halgan fagra 

yvir um ánna fór, 

úti sá hin gamli kallur 

fyri henni stóð. 

 

26 Tað var sá hin gamli kallur,  

sveipar hann at sær skinn:  

"Ver vælkomin, Halgan fagra,  

gakk í skálan inn!" 

 

27 Tað var hon tá Halgan, 

inn í skálan gekk, 

kellingin varpaði dýnu á bekk 

og henni sessin fekk. 

 

28 Kellingin varpaði dýnu á bonk  

og henni sess at bjóða:  

"Tað síggi eg av Halguni føgru,  

sorg er á vænum fljóði." 

 

29 "Eg fari ikki so Ísland alt  

tað kristna lið at kanna,  

víða man mítt lýti vera,  

sjálv biði eg mær mann." 

 

30 Til tað svaraði Halgan fagra,  

skortaði ei við fíggja:  

"Hvar er Ásmundur sonur tín?  

Og nú vil eg hann síggja." 

 

31 "Mín sonur er í steikarhúsi,  

góðan kostin nemur,  

hvørja nátt á skógum burtur,  

mangar leikir fremur." 

 

32 Kellingin gekk seg haðan burt, 

sum søgur ganga frá, 

í hetta sama steikarhús, 

sum hennara sonur lá. 

 

33 "Statt upp Ásmundur, sonur mín, 

av Gudi verði tú kær! 

Gakk tú teg í skálan inn, 

tú kjósa tær moy og fæ!" 

 

34 Ásmundur so til orða tók,  

hann var ikki vanur við lokka:  

"Plaga so fáar høviskar kvinnur  

síni børn mót trøllum lokka." 

 

35 Ræður hon tá á Ásmundi, 

ætlar av árni draga, 

ikki vikaði kappin reysti, 

heldur enn í bergi hevði staðið. 

 

36 Ásmundur svá til orða tók,  

hann tók so høgt at læa:  

"Hevði tú ikki verið móðir mín,  

so lætt mundi eg teg vigið." 

 

37 Vísir hann henni knívin tann,  

ið brendur var upp á tanga:  

"Tykið tær henda sámiligan  

mær mót kempum ganga." 

 

38 Ásmundur stóð frá árnini upp, 

ristir øsku av sær: 

"Tað vildi eg nú, móðir mín, 

tað var ein brynja mær." 

 

39 Kelling gekk seg hiðan burt  

til ta somu breyt,  

víkir har at eini kistu,  

hon læsir upp við skreyt. 

 

40 Hon kom aftur við brynju tá,  

hon var sum fonnin hvíta:  

"Tak nú við, mín sæli sonur,  

vita, um tú nýtur!" 

 

41 Hon kom aftur við brynju tá,  

so erliga var hon borin,  

hon var bæði víð og síð,  

sum hann var í henni skorin. 

 

42 Ásmundur stóð av árnini upp,  

hann ristir øsku av sær:  

"Tað vildi eg nú, móðir mín,  

tað var ein brandur mær." 

 

43 Kelling gekk sær hiðan burt,  

hon dvøldist ikki leingi,  

rívur svørð úr bosi upp,  

sum har hevði ligið leingi. 

 

44 Rívur hon svørð úr bosi upp,  

sum har hevði ligið leingi,  

ormar møtast á miðjum svørði  

millum odd og tanga. 

 

45 Ormar møtast á miðjum svørði 

millum odd og tanga, 

hon kom aftur við brandi tá, 

ið sámiligur var dreingi. 

 

46 Tekur hon hann í varmar leygar,  

tekur hans høvur at greiða,  

hálsurin var sum hermalín,  

svá gott tykir móður at eiga. 

 

47 Ásmundur gekk í skálan inn  

bæði með lov og prís,  

Halga fagra á borði sat  

og upp mót honum rís. 

 

48 "Eg fari ikki svá Ísland alt  

tað kristna lið at kanna,  

víða man mítt lýti vera,  

sjálv biði eg mær mann. 

 

49 Hoyr tað Ásmundur, søti mín! 

Tað man nú svá vera, 

vilt tú nakað eiga meg 

við fæ og seksti garðar? 

 

50 Hoyr tað Ásmundur, søti mín! 

Eg geri tað ei at loyna, 

tú kemur ikki í song við mær, 

fyrr enn tú odd við Bekil roynir." 

 

51 Torbjørn fór um heiðið land 

til at samla sær tjóð 

av teim átjan Blálondum, 

sum eingin skínur á sól. 

 

52 Svá var sagt, hann spardi ei við,  

blóðið hevur hann blandað,  

rætt sum ravnur rívur hann kjøt,  

í hvar hann kemur at landi. 

 

53 Torbjørn steig á størsta knørr, 

tað rivnaði sáð frá fljóði, 

svá var sagt, hann spardi ei við, 

hann hevur nú blandað blóðið. 

 

54 "Nú skal leggja skipum saman, 

rætt sum boðar bresta, 

síðan skal ríða frá strondum niðan 

við nýbrynjaðar hestar." 

 

55 Átjan hundrað herskipini 

út frá Noregi dynja, 

ætla síni ferð til Íslands vestur, 

alt gekk eftir vilja. 

 

56 Kastaðu sínum akkerum 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig hann Torbjørn Bekil 

sínum fóti á land. 

 

57 Fyrstur steig tá Torbjørn Bekil 

sínum fóti á land, 

tólv brynjaðir adilsmenn 

undir hans hvørji hand. 

 

58 Saðlaðu honum hestin tann, 

ið dreingir kalla hin grá, 

brotnaði bein í bógvi hans, 

og deyður á vølli lá. 

 

59 Saðlaðu honum annan hest, 

ið dreingir kalla hin grá, 

brotnaði bein í lendum hans, 

og deyður lá hinum íhjá. 

 

60 Torbjørn svá til orða tók: 

"Og tað man nú svá vera, 

hvør vil vera mín njósnarsvein 

og boð for Halgu bera?" 

 

61 Upp leyp ein av sveinunum, 

sum sigist í hesum tátti: 

"Eg vil vera tín njósnarasvein, 

svá væl eg tað formátti." 

 

62 Til tað svaraði Torbjørn Bekil, 

mongum veitti hann bana: 

"Vart tú teg til hallar heim 

og sást tú Halgu vænu?" 

 

63 "Eg sá bæði skjøld og svørð 

hanga har á veggi, 

mann sá eg for Halgu knæum, 

hann bar langar leggir." 

 

64 "Velja skal út av mínum monnum  

valdar fimtan sveinar,  

taka tann vesala øskudólg,  

teir bera hann út á teini." 

 

65 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir, 

og so vá hann teir allar, 

lítlan mundu teir sigurin rósa, 

ið fyrst komu heim til hallar. 

 

66 "Hetta man vera sá øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

nú er hann komin av árninum út 

at royna os raskar dreingir." 

 

67 Tá ið kellingin Torbjørn sá, 

svá illa varð henni við, 

eg svørji tann eið á mína trúgv, 

hon fell í óvit niður. 

 

68 Síðan tókust teir hondum saman, 

beinið *tað at bróta: 

"llt man eg," segði kellingin, 

"av mínum ráði njóta." 

 

69 Rani hyggi gekk fram fyrst, 

sum søgur siga frá, 

sá yvrið vatt hann skeggið sítt, 

hann var í hærum gráur. 

 

70 Átjan alin var jarnstong Rana,  

tók hana høgt at veiða,  

høggið kom á saðilin  

og vildi honum meina. 

 

71 Rani hjó svá mikið høgg,  

at øllum tókti undur,  

høggið kom á saðilin,  

miðjan hestin sundur. 

 

72 Ásmundur sprakk úr saðli burt, 

sum søgur siga frá, 

svá var hann á foldini lættur, 

sum fuglur í viði brá. 

 

73 Kallur stendur undir skálaveggi,  

gevur ei sorgin geyma:  

"Takið henda fríða fola,  

kastið for hann teymar!" 

 

74 Tikin varð sá hin fríði foli,  

stinnur var hann í beini,  

síðan varð settur saðil á  

av skæra silvur reina. 

 

75 Kallin reið í herin fram,  

sum fyrr var 'droda' á vøll,  

Ásmundur sprakk í saðilin upp,  

men kall fór aftur um døv. 

 

76 Síðan tóku teir hondum saman,  

tað var alt væl so fast,  

so var sagt, at Rani gavst,  

hans ryggur sundur brast. 

 

77 Kallin stendur undir skálaveggi,  

ræður á kníggjum krúpa,  

heimakonur í skála ganga,  

Halguna føgru út rópa. 

 

78 Rani læt á jørðini níga,  

sárur í sorgarstríði. 

Atli hyggi gekk fram tá,  

grimmur og hartil víður. 

 

79 "Tú hevur dripið frænda mín  

móti mínum vilja,  

áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

illa skulu vit skiljast." 

 

80 Ásmundur stakk sín hest við sporar,  

sparir hann ei at leypa:  

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur,  

dýrt skalt tú mín keypa." 

 

81 Ásmundur sínum svørði brá,  

hann hevur tann bók at vátta,  

hann høgg av honum hendur tvær,  

nú hevur hann eftir átta. 

 

82 Hann høgg av honum aðrar tvær, 

tað var alt av sút,  

blóðið rann sum bikið svart,  

bæði eitur og ilskan út. 

 

83 Hann høgg av honum fjórðu tvær,  

tað var helst av bræði,  

hann høgg av honum fimtu tvær,  

hann kvistaði niður við læri. 

 

84 "Nú hevur tú høggið mínar hendur fjórar, 

er mær ei á tí hól,  

alvæl hevur tú, kalsson, statt,  

nú hevur tú gullringar tólv." 

 

85 Hann høgg av honum sættu tvær, 

tað neit inn at hjarta, 

blóðið [dreiv]! at himmalin upp, 

tað sortnaði sólin bjarta. 

 

86 Tá fekk hann tað garpalið, 

nógv man tað gullið vinna,  

skortaði við eitt átjan hundrað,  

ladnar bussur tvinnar. 

 

87 Atli læt á jørðini níga,  

sárur í sorgarstríði.  

Gyrðilin sterki spratt á føtur,  

grimmur og har til víður. 

 

88 Kallin stendur undir skálaveggi,  

ræður á kníggjum krúpa,  

heimakonur í skála ganga,  

Halguna føgru út rópa. 

 

89 Gyrðilin sterki sprakk á føtur,  

ilt man vera at [eggja],  

svartar hevur hann litir á sær  

og gartarlitir til leggjar. 

 

90 "Tú hevur dripið frænda mín 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

svá illa skulu vit skiljast." 

 

91 Ásmundur stakk sín hest við sporar, 

sparir hann ei at leypa: 

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

dýrt skalt tú mín keypa. 

 

92 Nú skal binda mína høgru hond, 

við vinstru skal eg stríðast, 

eg skal vega teg í miðju sundur, 

longur skalt tú ikki bíða. 

 

93 Vænari var í eldibrandi 

tína móðurs grýtu at strúka 

enn at ganga os ímót 

og øsku pá os rúka." 

 

94 "Eg havi slokt mína móðurs grýtu 

foruttan sorg og sút, 

sjaldan havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út. 

 

95 Eg havi slokt mína móðurs grýtu 

foruttan allan ekka, 

sjaldan havi eg havt tann sið 

blóðbollar út at drekka." 

 

96 Torbjørn rópar á frænda sín 

hvørjumegin hans: 

"So tykist mær at berja við hann 

sum leika við frúvur í dans." 

 

97 Torbjørn rópar á frænda sín: 

"Tú leiv ikki tínum alvi! 

So tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frúvur í talvi." 

 

98 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

ei var barnagaman,  

eldur reyk av svørðunum,  

tá ið oddar bóru saman. 

 

99 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

dvørgamál syngur í fjøllum,  

vænari var í eldibrandi  

enn at berjast mót trøllum. 

 

100 "Nú skal eg loysa mína høgru hond, 

við báðum skal eg stríðast, 

alvæl ert tú vorðin sterk, 

fullvæl kanst tú ríða." 

 

101 Kallin stendur undir skálaveggi, 

tekur so høgt at gráta: 

"Nú manst tú, mín sæli sonur, 

snarliga lívið láta." 

 

102 Kallin stendur undir skálaveggi, 

vanur við sorgartrota: 

"Statt nú væl, mín sæli sonur, 

gott er við ærum at doya!" 

 

103 Gyrðilin *leyt á jørðini níga,  

sárur í sorgarstríði.  

Torbjørn Bekil sprakk á føtur,  

grimmur og har til víður. 

 

104 Kallin stendur undir skálaveggi, 

........................ 

........................ 

........................ 

 

105 "Tú hevur dripið frænda mín 

móti mínum vilja, 

áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

illa skulu vit skiljast." 

 

106 Ásmundur stakk sín hest við sporar, 

sparir hann ei at leypa: 

"Áðrenn dagur at kvøldi kemur, 

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

107 Til tað svaraði hann Torbjørn Bekil, 

hann gav sodant svar: 

"Svørjum okkum í stalbrøðralag, 

kalsson, fylg tú mær!" 

 

108 Til tað svaraði Ásmundur: 

"Eg vil ikki tí boð tiggja, 

vilt tú ikki lova sannan Gud,  

fyrr skal eg eftir liggja." 

 

109 Til tað svaraði Torbjørn Bekil 

í øðrum orði tá: 

"Eg lovi ikki sannan Gud, 

fyrr gangi eg á bál." 

 

110 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

so av bar barnagaman,  

eldur reyk úr svørðunum,  

tá ið oddar bóru saman. 

 

111 Ásmundur hjó svá mikið høgg, 

at øllum tókti undur, 

hann hjó vándan Torbjørn Bekil 

av í kníggjum sundur. 

 

112 "Tað segði mær mangur maður, 

at eg bar høvur við hári, 

nú má eg á stubbum ganga, 

nú eri eg mikið lægri. 

 

113 Víða havi eg í víggjum verið,  

bæði skjøld og brynjur at skera,  

mundu mær ikki meiri treytir á  

míni móður vera." 

 

114 Illgerð síggja teir norðan vega 

mót tá bylgju blá, 

tað tørvdi hvørki buss ei skip, 

svá strítt mót streymi lá. 

 

115 Ræður hon tá at Ásmundi,  

lívir ei sínum megin,  

ógvuligt við veingjun banka,  

tá vóru at honum bæði. 

 

116 Kallin leyp undan skálaveggi, 

lívir ei megin eftir, 

rívur upp ta stóru eik 

og henni um ryggin setti. 

 

117 Mæla tók í høvdinum, 

tá ið bulurin lá á vølli: 

"Ilt hevur kallin verkið vunnið, 

nú er evst á elli." 

 

118 Illgerð síggja teir norðan vega 

av so miklum mæti, 

eitur rennur av kjaftinum út, 

og eldur brennur á vætu(!). 

 

119 Topp hevur hon í høvdi á sær, 

beran hevur hon skalla, 

hoyrast mátti langa leið, 

í hvussu gullbjøllur gjalla. 

 

120 Til tað svaraði hann TorbjørnBekil, 

áðrenn hann læt lív: 

"For sein ert tú nú á ferð 

og *Elrig' systir mín. 

 

121 Her situr tú, hin gamli kallur, 

bogin ert tú í baki, 

tú hevur dripið móður mína, 

fá visti eg hennara maki." 

 

122 "Tú tarvt einki bregða mær,  

tó ið meg søkir elli,  

tá ið eg var á ungum aldri,  

møtt hevði eg tær á vølli. 

 

123 Tú tarvt einki bregða mær,  

eg lati á jørðini níga, 

hvar eru tínar fríðu flættur?  

Kampar hevur tú síðar. 

 

124 Kampar hevur tú við kjaft 

rætt sum selur á sundi, 

ei er munnin kyssilig, 

og vænt er at sova hjá sprundi." 

 

125 "Hoyr tað Ásmundur, søti mín,  

tú lova mær kallin at strúka!  

Eg skal hann á skamri stund  

frá allari møði lúka." 

 

126 So sára klóraði hon kalsins kjøt,  

so blóð tók um at renna,  

Ásmundur leyp so fimliga [á] føtur  

sína jarnstong at spenna. 

 

127 "Hoyr tað Ásmundur, søti mín!  

Vit geva nú høggum frest,  

vit skulu okkum til hallar heim  

í denna aftanfest." 

 

128 Tey høgga títt, tey líva lítt, 

tað vil eg for tær greina, 

ei beit svørð á hennara høvdi 

heldur enn knívur á hørðum steini. 

 

129 Kallin stendur undir skálaveggi, 

sær so mikið undur, 

saman renna lutir tá, 

sum áður vóru sundur. 

 

130 Kallin so til orða tók, 

og so er sagt ífrá: 

"Tú fært ikki dripið hana, 

fært tú ikki onnur ráð." 

 

131 Kallin so til orða tók: 

"Og hetta er mikil villa, 

vit skulu taka stokk og stein 

og bera har ímillum." 

 

132 Tey høgga títt, tey líva lítt,  

tað vil eg for tær greina,  

ristu kross í báðar oddar,  

tá stóð hon í steini. 

 

133 Harra Gud í himmiríki, 

hvar mikil er tín kraft, 

so var Ásmundur í víggjum móður, 

opin fell hann aftur. 

 

134 Tað var eingin av íslendingum, 

ið tordi síggja teir búkar, 

uttan Ásmundur kellingarson, 

ið aftur fell tá á grúgvu. 

 

135 Grøðir hon hann um dagin, 

og grøðir hon hann um tvá, 

triðja dagin í fjórðu viku 

fór hann í brynju blá. 

 

136 Takk havi sá Ásmundur 

so væl helt hann sína æru, 

mánaðsdagin har eftir kom, 

læt hann sítt brúdleyp gera. 

 

137 Takk havi sá Ásmundur, 

so væl helt hann sín trá, 

mánaðsdagin har eftir kom, 

læt hann sítt brúdleyp búa. 

 

138 'Halgreb' eitur tann heiðursbóndi 

hesa søgubók átti, 

Hallvarð tók við tungari list, 

og alvæl ið hann mátti. 

 

139 Hallvarð tók við tungari list, 

og alvæl ið hann mátti, 

settist aftur í ríkið tað, 

ið Torbjørn Bekil átti. 

 

CCF 98 E 

TSB E 135 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [9]. Kvæðabókin hjá Ísaki Jacobsen, Mykinesi, 1829. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 219. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 99. 

 

Heimild: Úr Mykinesi: Ísak Jacobsen (1807-1877), Mykinesi, 1829 

 

E 135 Torbjørn Bekil (Giant threatens maiden who gets suitor to kill giant)

Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær.

Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg.

Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.

á føroyskum: CCF 98 (bert á føroyskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019