• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torbjørn Bekil

 

CCF 98 F 

TSB E 135 

 

1 Torkil vitur á Oyri situr  

glaður foruttan sút,  

vantar hann skip frá Noregi  

og higar til Íslands út. 

 

Nú fall í ríman yvir tann breiða fjørð,  

og har liggur ein bóndi deyður í døkkari jørð,  

og nú fellur ríman. 

 

2 Torkil vitur á Oyri situr  

glaður foruttan ekka,  

vantar hann skip frá Noregi  

og higar til Íslands rekka. 

 

3 Bóndin gongur til strandar oman, 

biðja sær stýrimann: 

"Viljið tit tiggja vetrarvist 

glaðir í míni rann?" 

 

4 Torbjørn steig seg út for borð,  

var ógvuligur at síggja,  

fimtan favnar var dýpið høgt,  

ei røkk upp til kníggja. 

 

5 Allir veggir svigtaðu,  

teir hann gekk fram hjá,  

allir beinkir brotnaðu,  

har hann settist á. 

 

6 Allir veggir svigtaðu,  

tá ið hann gekk í tún,  

allar hurðar klovnaðu,  

áður hann fekk rúm. 

 

7 Allir beinkir brotnaðu, 

tá ið hann gekk í sæti; 

svaraði Halga, bóndans kona: 

"Slíkt eru trøllalæti." 

 

8 Oksan ein og geitir fimm  

legði hann sær á tíni,  

tunnubreyð og laksar sjey  

og flykkini tólv av svíni. 

 

9 Oksakroppin át hann upp, 

ellivu svínaflykki, 

tólv tunnur av stumpabreyði, 

áður hann kravdi drykkin. 

 

10 Hann gat ei av kerum drekka,  

ei av smáum málum,  

máttu honum av stongum vega  

stórar bryggjuskálir. 

 

11 Svaraði Halga, bóndans kona, 

rætt sum lok á lesti: 

"Tú hevur boðið higar til mín 

trøllið tað hitt versta." 

 

12 "Mangur talar, tað hann veit, 

hjartað mælir av bræði, 

tí bað eg um stýrimann, 

eg meinti frægari væri." 

 

13 Torkil so til orða tekur  

hugsar so við sær:  

"Torbjørn, far teg yvir um á,  

tú kjós tær moy við fæ!" 

 

14 Torbjørn snúðist úr skálanum út, 

ræður tá bónda at takka, 

síðan skundaði síni ferð 

yvir á Ferjubakka. 

 

15 Torbjørn gekk í skálan inn,  

myrkt var honum for eyga,  

Halga fagra á beinki sat,  

var 'felld' í band at 'beja'. 

 

16 Torbjørn gekk í skálan inn 

glaður foruttan sút, 

tekur hann hana í favn sín upp, 

ætlar at bera hana út. 

 

17 Hon hevði upp sín lindarsaks,  

leyst lá tað hjá henni,  

buðlungur fekk av skæri mein,  

so mús brast honum í ennið. 

 

18 "Hoyr tú tað nú, Halga fagra,  

blóðgað hevur tú meg!  

Áður dagur at kvøldi kemur,  

javnræði vinni eg teg. 

 

19 Eg skal mær um heiðið land 

mær at samla tjóð 

av teim trimum Blálondum, 

sum eingin skínur á sól. 

 

20 Mær skal fylgja Rani, mín frændi, 

risin Abarlandi, 

Atli og hann Gyrðilin sterki, 

teimum man einki granda. 

 

21 Mær skal fylgja Rani, mín frændi, 

Atli, kongins son, 

angrast hvør í hjartanum, 

ið av honum hevur vón. 

 

22 Rani skal hava tín heiður fyrst,  

av harmi skalt til kenna,  

herja undir við Ísland alt,  

og kristið lið at brenna." 

 

23 "Um enn tú fert um heiðið land 

teir kristiligu at kanna, 

víða man meg lítið fara, 

sjálv biði eg mær mann." 

 

24 Tað var tá hin Halga fagra 

yvir um ánna fór, 

úti tá tann gamli kallur 

fyri henni stóð. 

 

25 Tað var tá hin Halga fagra  

inn í skálan gekk,  

kelling varpar dýnu á bonk  

og henni sessin fekk. 

 

26 Kelling varpar dýnu á bonk 

henni sess at bjóða: 

"Tað síggi eg á Halgu føgru, 

sorg er í væna fljóði." 

 

27 Til so svaraði hon Halga fagra:  

"Eg eri ikki von við fíggja,  

hvar er Ásmundur, sonur tín,  

nú vil eg hann síggja?" 

 

28 "Mín sonur er í steikarhúsi, 

allan kostin velur, 

hvørja nátt á skóginum burtur, 

ymsar leikir fremur. 

 

29 Mín sonur er í steikarhúsi, 

ongan kostin trýtur, 

hvørja nátt á skóginum burtur, 

rygg í trøllum brýtur." 

 

30 Kelling snúðist haðan burtur, 

søgur ganga frá, 

í tað sama steikarhús, 

sum hennara sonur lá. 

 

31 "Hoyr tað Ásmundur, sonur mín, 

av Gudi verður tú kærur, 

gakk tú teg í skálan inn, 

tú kjós tær moy við fæ!" 

 

32 Svaraði Ásmundur kellingarson:  

"Eg eri ikki vanur við flokkar,  

plaga so fáar høviskar møður  

síni børn mót trøllum lokka." 

 

33 Rívur hon hann úr árni fram, 

eftir hári at draga, 

ikki vikaðist kappin reysti 

heldur enn í bergi staðið. 

 

34 Kelling so til orða tekur: 

"Eg hevði ikki undan vikið, 

hevði eg ikki gjørt fyri syndaskuld, 

eg skuldi títt hár avslitið." 

 

35 Hann tók upp sín stutta knív,  

brendur upp í tanga:  

"Tykir tær henda sámiliga  

mær mót kempum ganga?" 

 

36 Ásmundur stóð úr árni upp, 

ristir øsku av sær: 

"Tað vildi eg nú, móðir mín, 

tað var ein brynja mær." 

 

37 Kelling snúðist haðan burtur 

eftir somu breyt, 

víkur so at eini kistu, 

læsir upp við skreyt. 

 

38 Hon kom aftur við brynjuni,  

sum fonnin var hon hvít:  

"Tak nú við, mín sæli sonur,  

vita, um tú nýtur!" 

 

39 Hon kom aftur við brynjuni, 

fullvæl var hon vorðin, 

so var hon bæði víð og síð, 

sum skapað var hon skorin. 

 

40 Ásmundur steig úr árni fram,  

ristir øsku av sær:  

"Tað vildi eg nú, móðir mín,  

tað var ein brandur mær." 

 

41 Kelling snúðist haðan burtur,  

tá dvøldist hon leingi,  

rívur svørð úr bosi upp,  

sum har hevði ligið leingi. 

 

42 Rívur svørð úr bosi upp,  

sum har hevði ligið leingi,  

hon kom aftur við svørði tí,  

sum sámiligt var dreingi. 

 

43 Leggur hon hann í varma 'levn',  

tók hans hár at greiða,  

hálsurin var sum hermalín,  

gott tókti móður at eiga. 

 

44 Ásmundur gekk í skálan inn  

bæði við lov og prís,  

Halga fagra á beinki sat,  

upp mót honum rís. 

 

45 "Hoyr tað Ásmundur, søti mín, 

tað man ei um vara! 

Eg vil gjarna eiga teg 

við fæ og seksti garðar. 

 

46 Hoyr tú Ásmundur, søti mín,  

eg geri tað ei at loyna!  

Kemur tú ikki í mína song,  

fyrr enn odd við Bekil roynir." 

 

47 Torbjørn fór um heiðið land 

sær at samla tjóð 

av teim trimum Blálondum, 

sum eingin skín á sól. 

 

48 Nú skal leggja skipin saman, 

skipin saman at berja, 

sá er eingin av Íslendingum, 

ið frúnna torir at verja. 

 

49 Torbjørn fór um heiðið land 

sær at samla tjóð, 

so var sagt, hann spardi ei vín, 

hann hevði blandað blóð. 

 

50 So var sagt, hann spardi ei vín,  

hann hevði blóðið blandað,  

rívur ross og ravnakjøt,  

hvar ið hann kom, at landi. 

 

51 Nú skal leggja skipin saman,  

rætt sum boðar bresta,  

ríða so frá strondum niðan  

á brynjaðum hestum. 

 

52 Torbjørn liggur fyri strondum niðri,  

vissur við at bera:  

"Hvør vil vera mín njósnari,  

míni boð for Halgu bera?" 

 

53 Svaraði ein so lítil svein,  

sigist í hesum tátti:  

"Eg vil vera tín njósnari,  

so væl, eg tað formátti." 

 

54 Sendisvein fór til hallar heim,  

sigist í hesum kvæði,  

eg svørji tann eið á mína trúgv,  

hann var aftur av bræði. 

 

55 Torbjørn liggur fyri strondum niðri,  

mongum veit at bana:  

"Vart tú teg til hallar heim,  

og sást tú Halgu vænu?" 

 

56 "Yvrið sá eg brynju blá  

hanga har á veggi,  

mann sá eg for Halgu knæ,  

sum sær bar langar leggir." 

 

57 "Eg skal velja tíggju út  

av mínum bestu sveinum,  

takið vesala øskudólg,  

berið hann út á teinum!" 

 

58 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,  

so vá hann teir allar,  

lítlan mundu teir sigurin rósa,  

ið fyrst komu heim til hallar. 

 

59 Torbjørn liggur fyri strondum niðri,  

tykir verða komin í vanda:  

"Angrar meg, hvat ið risin segði,  

teir komu ikki til strandar." 

 

60 Torbjørn gekk frá strondum niðan, 

søgur ganga frá, 

sum grimmliga vann hann skeggið sítt, 

tað var í hærum grá. 

 

61 Torbjørn talar til frænda sín 

øðrumegin hans: 

"So tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frúvur í dans." 

 

62 Torbjørn talar til frænda sín: 

"Tú leiv ikki tínum alvi! 

So tykist mær at berjast við hann 

sum leika við frúgvur í talvi." 

 

63 "Tú stig fram, Torbjørn Bekil, sjálvur, 

stilla væl streingir stinnar, 

enn at eggja tínum monnum 

roysnisverk at vinna! 

 

64 Nú er hann komin út, øskudólgur, 

inni hevur ligið leingi, 

nú er hann komin av árni út 

at royna os reystar dreingir. 

 

65 Líkari var tær heima sitið  

tína móðurs grýtu at strúka  

enn at ganga os ímóti  

øsku á os at rúka." 

 

66 "Strokið havi eg mína móðurs grýtu 

glaður foruttan ekka, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

av blóðbollum at drekka. 

 

67 Strokið havi eg mína móðurs grýtu 

glaður foruttan sút, 

sjáldan havi eg havt tann sið 

at drekka blóðbollar út." 

 

68 Rani hyggi reið fram fyrst, 

sum søgur ganga frá, 

so grimmliga vant hann skeggið sítt, 

tað var í hærum grá. 

 

69 Fyrsta ið kelling Torbjørn sá, 

so illa varð hon við, 

svørji tann eið á mína trúgv, 

hon fell í óvit niður. 

 

70 Kallin tekur eikir tvær,  

leggur fyri gátt:  

"Liggið inni, vesalar tvær,  

tit koma ei út í nátt!" 

 

71 Átjan alin var jarnstong Rana,  

tók hana hátt at reiggja,  

høggið kom á saðilin,  

hann vildi honum orlov meina. 

 

72 Átjan alin var jarnstong Rana, 

øllum tókti undur, 

høggið kom á saðilin, 

mitt um hestin sundur. 

 

73 Kallur loypur á skálavegg,  

sorgin ræð hann at goyma:  

"Takið henda fríða fola,  

kastið fyri hann teymar!" 

 

74 Tikin varð tann fríði foli,  

stinnur var í bein,  

síðan legðist saðil á  

av reinum silvurreimum. 

 

75 Tikin varð tann fríði foli,  

leiddur fram á vøll,  

Ásmundur sprakk í saðilin upp,  

kallin aftur um doll. 

 

76 Ásmundur sprakk á gangara sín, 

spardi ei hart at leypa: 

"Áður dagur at kvøldi kemur, 

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

77 Ásmundur sprakk á gangara sín, 

sára ið hann goysti, 

hoyrast mátti langt á leið, 

tá ið hesturin sporar loysti. 

 

78 Hann hevði upp sín búgvin brand, 

sum búgvin var frá smiðju, 

so varð sagt, hann var ei seinur, 

hann hjó um Rana miðju. 

 

79 Rani fell í jørðina niður,  

sorg og sára stríði,  

Atli hyggi sprakk á føtur,  

grimmur og hartil víður. 

 

80 "Tú hevur dripið frænda mín 

móti mínum vilja, 

áður dagur at kvøldi kemur, 

illa skulum vit skiljast." 

 

81 Ásmundur sprakk á gangara sín, 

sparir ei hart at leypa: 

"Áður dagur at kvøldi kemur, 

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

82 Ásmundur sprakk á gangara sín, 

sára ið hann goysti, 

hoyrast mátti langt á leið, 

tá ið hesturin sporar loysti. 

 

83 Hann hjó av honum hendur tvær, 

so man bókin vátta, 

hann høgg av honum aðrar tvær, 

tá hevði hann eftir átta. 

 

84 Hann hjó av honum triðju tvær, 

so man meira fára, 

hann hjó av honum fjórðu tvær, 

so kvistaði niður við læri. 

 

85 Hann hjó av honum fimtu tvær, 

tað var helst av sút, 

hann hjó av honum sættu tvær, 

eitur og ilskan út. 

 

86 "Nú hevur tú høgt mínar hendur tólv, 

nú er mær av tí hól, 

mongum hevur tú, kalsson, statt, 

nú hevur tú gullringar tólv." 

 

87 Tað var Ásmundur kellingarson 

sínum svørði brá, 

miðjan kleyv [hann] Atla hyggja 

sundur í lutir tvá. 

 

88 Atli fell til jørðina niður,  

sorgur og sára stríður,  

Gyrðilin sterki sprakk á føtur,  

grimmur og hartil víður. 

 

89 "Tú hevur dripið frændar mínar 

móti mínum vilja, 

áður dagur at kvøldi kemur, 

illa skulum vit skiljast." 

 

90 Ásmundur sprakk á gangara sín, 

spardi ei hart at leypa: 

"Áður dagur at kvøldi kemur, 

dýrt skalt tú meg keypa." 

 

91 Ásmundur sprakk á gangara sín, 

sára ið hann goysti, 

hoyrast mátti langt á leið, 

tá ið hesturin sporar loysti. 

 

92 Svartar hevði hann litirnar, 

har hann stóð á vølli, 

ei var hann á foldini lættur, 

hann merkti spor í hellu. 

 

93 "Nú skal binda mína høgru hond, 

við vinstru skal eg stríða, 

tú skalt ikki, vesali kellingarsonur, 

longur á stundum bíða." 

 

94 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

av bar barnagaman,  

eldur reyk úr svørðunum,  

oddarnir bóru saman. 

 

95 Teir høgga títt, teir líva lítt,  

ei at spæla bumba,  

Ásmundur ungi blóði sputtar,  

hvørgin flýddi undan. 

 

96 Kallur stendur við skálaveggi,  

tekur so heitt at gráta:  

"Nú manst tú, mín sæli sonur,  

snarliga lívið láta." 

 

97 Tað var Ásmundur kellingarson,  

hann kleyv tað stálið stinna,  

har fann hann tað garpalið,  

sum nógv mátti gullið vinna. 

 

98 Har fann hann tað garpalið,  

sum nógv mátti gullið vinna,  

kostaði ei minni enn átjan hundrað  

lagnar buksur tvinnar. 

 

99 Kallin stóð undir skálaveggi,  

sorgin er á hann at droyggja:  

"Duga nú væl, mín sæli son, 

gott er við ærum at doyggja!" 

 

100 "Nú skal loysa mína høgru hond, 

við báðum skal eg stríða, 

yvir meg ert tú vorðin sterkur, 

fullvæl kannst tú at ríða. 

 

101 Í fjør var eg á Upplondum, 

tá vá eg risar tólv, 

av øllum ert tú sterkari,  

nú er mær av tí hól." 

 

102 Tað var Ásmundur kellingarson 

sínum svørði brá, 

miðjan hjó hann Gyrðilin sterka 

sundur í lutir tvá. 

 

103 Gyrðilin fell til jørðina niður,  

sorgur og sára stríður,  

Torbjørn Bekil sprakk á føtur,  

grimmur og hartil víður. 

 

104 "Mítt hitt skæra reyðargull 

tað vil eg geva tær, 

svørjum os í stalbrøðralag,  

kalsson, fylg tú mær!" 

 

105 "Títt hitt skæra reyðargull 

tað vil eg ikki tiggja, 

lovar tú ikki sannan Gud,  

fyrr skal eg á vølli liggja." 

 

106 Torbjørn so til orða tekur, 

biður so for mál: 

"Eg lovi ikki sannan Gud,  

fyrr gangi eg á bál." 

 

107 Teir høgga títt, teir líva lítt, 

av bar barnagaman, 

eldur reyk úr svørðunum,  

oddarnir bóru saman. 

 

108 Torbjørn so til orða tekur, 

hugsar so við sær: 

"Má mín móðir meiri enn eg,  

tørv er mær á tær." 

 

109 Drekan sóu teir norðan koma, 

allan í vindi fara, 

betri var á grønum vølli 

berjast í mannaskara. 

 

110 Tey høgga títt, tey líva lítt,  

fast av miklum ræði,  

ógvuliga við veingjum bankar,  

nú eru at honum bæði. 

 

111 Kallur leyp undan skálaveggi, 

loyvir ei megin eftir, 

trívur um ta tjúkku eik 

og henni um ryggin setti. 

 

112 Torbjørn so til orða tekur,  

tá læt hann sítt lív:  

"Ov seint ert tú nú á ferð,  

tú eldra systir mín." 

 

113 Illgerð sóu teir norðan koma 

mót teirri bylgju blá, 

tókti henni hvørki skip ei buss, 

strítt mót streymi lá. 

 

114 Hon var klædd í síðum faldi,  

spangað hevði hon belti,  

eygun[i] vóru sum tjarnir tvær  

og tonn sum í villum gelti. 

 

115 Hon var klædd í síðum faldi,  

beran hevði hon skalla,  

tað mátti hoyrast langt á leið,  

sum gullbjøllurnar gjalla. 

 

116 "Her stendur tú hin gamli kallur, 

bogin ert tú á baki, 

tú hevur dripið móður mína, 

fáur var hennara maki." 

 

117 "Tú tarvt einki brigda mær,  

eg lati til jørðina níga,  

hvar eru tínar fríðu flættur?  

Kampar hevur tú síðar. 

 

118 Kampar hevur tú í kjafti 

rætt sum selur á sundi, 

ei er moyin kyssilig, 

ei er at sova hjá sprundi." 

 

119 "Hoyr tað Ásmundur, søti mín!  

Tú lova mær kallin at strúka,  

eg skal hann á skamri stund  

av allari møði lúta." 

 

120 Tey varpast hart, tey varpast skarpt, 

fátt man slíkum harpa, 

kallin fekk hon undir seg, 

hon búgvist at bíta barka. 

 

121 Harra Gud av Himmiríki, 

hvussu mikil er tín makt, 

so var Ásmundur vígum móður, 

opin fell hann aftur. 

 

122 Mjúkan vildi hon munnin kyssa, 

Ásmund upp at reisa, 

kallin sprakk tá fimur á føtur, 

heilsar henni av feigð. 

 

123 Tey høgga títt, tey líva lítt, 

so vil eg fyri tær greina, 

so beit svørð á hennara høvdi 

sum knívur á hørðum steini. 

 

124 Til tað svaraði gamli kallur,  

tekur hann so uppá: 

"Tú fært ikki dripið hana,  

fært tú ei onnur ráð." 

 

125 Tað var hesin gamli kallur  

henni varð á meini,  

risti kross í báðar eggir,  

tá stóð hon í steini. 

 

126 Kelling tokar í vánið fram, 

fer ei lint við sjúkum, 

stígur nú sterkt av stinnum alvi, 

rymur í risabúkum. 

 

127 Grøddu tær hann í dagar,  

grøddu teir hann í tvá,  

triðja dagin í fjórðu viku  

fór hann í brynju blá. 

 

128 Triðja dagin í fjórðu viku  

tá fór hann í brynju blá,  

hann gekk seg í høgaloft,  

so vænur var garpur at sjá. 

 

129 Tað var Ásmundur kellingarson 

fellur upp á síni knæ, 

meðan hann vonu Halgu føgru 

til ektar festi sær. 

 

130 Grímur æt tann heidni kongur, 

hetta kvæði gjørdi, 

síðan varð tað allar ævir 

kallað Bekils gerði. 

 

131 Grímur æt tann heidni kongur, 

hesa søgubók átti, 

Tormóður tók við tungari list,  

so øllum 'stast' mátti. 

 

Nú fall í ríman yvir tann breiða fjørð,  

og har liggur ein bóndi deyður í døkkari jørð, 

og nú fellur ríman. 

 

CCF 98 F 

TSB E 135 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [9]. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr. Matras greiddu til útgávu, 1967) Band  IV, Teil 2, s. 226. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 117. 

 

Heimild: Úr Mykinesi: Poul Abrahamsen, føddur í Gásadali  (1782-1856), Mykinesi, 1847.  

 

E 135 Torbjørn Bekil (Giant threatens maiden who gets suitor to kill giant)

Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær.

Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg.

Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.

á føroyskum: CCF 98 (bert á føroyskum

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019