• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torsteins kvæði

 

CCF 99 Ba 

TSB E 110 

 

I. Atla táttur 

 

1 Vilja tit lýða og ljóð geva mær,  

mong eru dømin mæt,  

kongur ráddi for Nøríki  

Ólavur æt. 

 

2 Vilja tit lýða og ljóð geva mær,  

eg bróti av bragdartátti,  

kongur ráddi for Nøríki,  

tvey onkarbørn hann átti. 

 

3 Vuksu upp í ríkinum 

kongabørnini tvey, 

áðrenn tey gótu á gólvi ganga, 

tey drógu skarlak reyð. 

 

4 Vuksu upp í ríkinum 

kongabørnini bæði, 

áðrenn tey gótu á gólvi ganga, 

drógu skarlaksklæði. 

 

5 Kongurin unti jallinum 

at sita yvir sítt borð, 

tí hann hevði hans synir lært 

við ráð og hyggin orð. 

 

6 Kongurin unti jallinum 

at sita sær manni næst, 

tí hann hevði hans synir lært 

við ráð og hyggi best. 

 

7 Ein kom maður for kongin inn 

sigur honum frá: 

"Torstein vil av ríkinum fara, 

eykar tygum trá." 

 

8 "Tóast hann vil av ríkinum fara,  

eingin skal honum banna,  

hann kann ei sín forløg flý,  

sjálvur má hann tað sanna. 

 

9 Tóast hann vil av ríkinum fara,  

eingin skal honum blóta,  

hann kann ei sín forløg flý,  

sjálvur man hann tað njóta. 

 

10 Vel honum út av mínum ríki  

fimmti menn at ráða!  

Hvar ið hann kemur í ókunn lond,  

hann eykar teim ongan váða. 

 

11 Vel honum út av mínum ríki 

fimmti valdra manna! 

Hvar hann kemur í ókunn lond, 

teir kunnu væl váknum kanna. 

 

12 Vel honum út av mínum ríki  

fimmti mans til besta!  

Hvar ið hann kemur í ókunn lond,  

hann keypir teim vákn og hestar. 

 

13 Vel honum út av mínum ríki  

hundrað merkur gull!  

Hvar ið hann kemur í ókunn lond,  

hann keypir teim virðin full. 

 

14 Vel honum út av mínum ríki 

tríati merkur jørð! 

Hvar hann kemur í ókunn lond, 

hann keypir teim skjøld og svørð." 

 

15 Torstein sigldi av Nøríki  

eina morgunstund,  

sjógvurin var sum bál at líta,  

skeiðir dynja í lund. 

 

16 Torstein sigldi av Nøríki  

eina morguntíð,  

sjógvurin var sum bál at líta,  

skeiðir dynja í. 

 

17 Sjógvurin var sum bál at líta, 

skeiðir dynja í, 

átta sá hann herskipini 

liggja for grønari líð. 

 

18 Átta sá hann herskipini, 

eitt var størst av øllum, 

stýrdi tí Atli, kongins son, 

sum ræður for gørpum snjøllum. 

 

19 Torstein skundar sína ferð 

við so nýtum orðum, 

Atli visti ei av at siga, 

fyrr enn svørðini sungu á borðum. 

 

20 Atli vaknar tjøldrum við,  

hoyrir ørvadriv:  

"Hvør er hann so hugdjarvur  

her leggur skipum við?" 

 

21 Svaraði Torstein, kongins son, 

tá rann honum í grun: 

"Eg sigi tær ikki eiti mítt, 

tað er okkara munur." 

 

22 Svarði Atli, kongins son,  

tá rann honum í grun:  

"Eg skal siga tær eiti mítt,  

tað er okkara munur. 

 

23 Atla skalt tú nevna meg,  

Svøríkis kongins son,  

so er mær frá móður sagt,  

at drotning væri hon." 

 

24 "Torstein skalt tú nevna meg, 

Nøríkis kongins son, 

so er mær frá móður sagt, 

at drotning væri hon." 

 

25 Svaraði Atli, kongins son, 

sær undan reyðum skildri: 

"Sig mær, frægur Torstein jall, 

hvat tú higar vildi?" 

 

26 Svaraði Torstein, kongins son: 

"Eg geri tað ei at loyna, 

til tess eri eg higar komin, 

roysni við teg at royna." 

 

27 "Hoyr tú, Torstein, kongins son, 

kostin kjós tú tær, 

hvat vilt tú á skipum berjast, 

ella á landi mót mær?" 

 

28 "Vit skulu okkum á landið upp ganga, 

tað er frægdin meiri, 

vit skulu ikki av okkara liði 

oyða garpar fleiri." 

 

29 Gingu teir frá strondum niðan, 

niðan í grøna líð, 

eftir liggja teirra menn, 

teir dvøljast um langa tíð. 

 

30 Gingu teir frá strondum niðan, 

niðan í grøna lund, 

eftir liggja teirra menn, 

teir dvøljast um langa stund. 

 

31 Atli átti øksi ta, 

roynd var hon í víggi, 

Torstein hugsar við sjálvum sær, 

lítið man brynjan líva. 

 

32 Atli átti brynju ta, 

einki svørð kundi bíta, 

so gav Torstein høggini tung, 

tey tóku í beinið níta. 

 

33 Atli átti brynju ta, 

einki svørð kundi granda,  

so gav Torstein høggini tung,  

tey tóku í beini standa. 

 

34 Torstein letur høggini falla, 

bæði mong og tung, 

Atli kendi møði at sær, 

tó at hann var ungur. 

 

35 Svaraði Torstein, kongins son:  

"Tað skal eg ikki valda,  

hóast vit hava roysni roynt,  

vit lata tó hvøngan gjalda. 

 

36 Tað lovaði eg fyri faðir og móður, 

tá eg var eitt lítið barn, 

eg skuldi ikki ræðast tann heita eld, 

ei heldur tað hvassa jarn. 

 

37 Tað lovaði eg fyri faðir og móður, 

tá eg í vøggu lá, 

eg skuldi ei ræðast tann heita eld, 

ei heldur tað hvassa stál." 

 

38 Síðan tókust hondum saman,  

upp gekk grót og grund,  

so fór teirra atreiðum,  

at Atli lá í lund. 

 

39 Svaraði Torstein, kongins son:  

"Tað skal eg ikki valda,  

hóast vit hava roysni roynt,  

vit lata tú hvøngan gjalda." 

 

40 "Tað lovaði eg fyri faðir og móður, 

tá eg var eitt barn, 

eg skuldi ikki ræðast tann heita eld, 

ei heldur tað hvassa jam. 

 

41 Tað lovaði eg fyri faðir og móður, 

at grið skuldi eg ikki tiggja, 

tú manst allan sigurin rósa, 

eg man eftir liggja. 

 

42 Tú manst allan sigurin rósa, 

eg má liggja her, 

tú skalt hava øksi mína 

tær í sømdargerð. 

 

43 Tú ger so væl við mínar menn, 

býð teim gull og fæ, 

send teir aftur til landanna, 

sum ei vilja tæna tær!" 

 

44 Reyðan ring av armi dró,  

meðan hann kundi tala,  

sendi frúnni Ingibjørg,  

bað hana liva sæla. 

 

45 Reyðan ring av armi dró,  

tá fleyt hann í blóði,  

sendi frúnni Ingibjørg:  

"Hav tað, væna fljóðið!" 

 

46 Torstein stóð og sá uppá, 

tá Atli mundi doyggja, 

dreygin gróv hann í djúpan heyg, 

sum dreingir í dølum hoyggja. 

 

47 Hann gjørdi so væl við Atla menn,  

hann býtti teim gull og fæ,  

sendi teir aftur til landanna,  

sum ei vildu tæna sær. 

 

48 Torstein gongur eftir bunkanum,  

hann unnir væl vonum fljóði:  

Ingibjørg og systir hennara,  

deyð var hennara móðir. 

 

49 Tað var Torstein, kongins son,  

tók sær frúvur at festa,  

snarliga læt til brúdleyps ætla,  

læt ei longur fresta. 

 

50 Drukkið varð teirra brúleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu. bæði í eina song,  

Torstein og hans vív. 

 

 

II Magnusar táttur 

 

51 Tað er enn sum oftum var tá,  

frá man frættast víða,  

Noregis kongur frá kirkju reið,  

hann fangaði helsótt stríða. 

 

52 Kongurin reið á morgni út, 

burt frá síni borg, 

hann kom aftur á kvøldmálum, 

sligin við helsótt. 

 

53 Ikki kostaði Magnus kongur  

minna til enn tá,  

børurnar av reyðargulli  

læt hann honum slá. 

 

54 Børurnar av reyðargulli  

læt hann honum gera,  

korsið av tí skæra silvur,  

merkið við at bera. 

 

55 Eystan fyri kirkjuna,  

dreingir eyka á fold  

gróvu tað hitt ljósa lík  

niður í døkka mold. 

 

56 Eystan fyri kirkjuna,  

dreingir eyka skara,  

dimmur er hesin dagur í dag  

niður í mold at fara. 

 

57 Magnus reið frá kirkju heim, 

mælti ikki mál, 

mangan gleðir hann fátækan 

eftir sín faðirs sál. 

 

58 Magnus kongur frá kirkju reið, 

mælti ikki orð, 

mangan gleðir hann fátækan 

yvir sítt breiða borð. 

 

59 Skiftu bæði gull og silvur, 

har til garðar og grót, 

uttan tann dýra drotningsring, 

einki vá ímót. 

 

60 Skiftu bæði gull og silvur, 

har til nógvan eyð, 

tað var mest, ímillum fór,  

drotningsringin reyð. 

 

61 Torstein klæðir Ingibjørg, 

unnir sum sínum hjarta,  

meiri tykir henni at  

um drotningsringin bjarta. 

 

62 Torstein klæðir Ingibjørg  

bæði við gull og eyð,  

meiri tykir henni at  

um drotningsringin reyð. 

 

63 Torstein gongur for sína móður, 

leggur við hana ráð: 

"Hvør skal nú fyri ríki ráða, 

faðir er fallin frá?" 

 

64 "Magnus hann skal kongur verða, 

hann er eldri av øllum, 

Torstein skal av landi út 

at vega mót gørpum snjøllum. 

 

65 Magnus hann skal kongur verða, 

eldri er hann á aldri, 

Torstein skal av landi út 

at vega í vápnaskjaldri." 

 

66 Eingin gleði í ríkinum var,  

eingin vildi elva,  

Torstein talar til bróður sín:  

"Vit skulu fara at telva. 

 

67 Setum okkum at telva talv,  

bæði við spekt og náði,  

setum í veður tann dýra ring,  

ið vit eiga báðir!" 

 

68 Magnus hevði við mangar telvað, 

kongasynir og jallar, 

hóast hann hevði ikki meir enn hálvt talv, 

hann var tó ein yvir allar. 

 

69 "Hoyr tú, Magnus, bróðir mín! 

Eg beri um teg trá, 

hví fert tú tær ikki um londini 

tær eina jomfrú at fá? 

 

70 Hoyr tú, Magnus, bróðir mín! 

Eg beri um teg trega, 

hví fert tú ikki um londini 

tær eina jomfrú at biðja? 

 

71 Danmarks kongur dóttur eigur, 

føgur er hon sum sól, 

so er at líta á jomfrú kinn, 

sum droyrin drýpur á snjó. 

 

72 Danmarks kongur dóttur eigur, 

von er hon og vitur, 

hon kann allar fuglalistir 

í høga torni situr. 

 

73 Danmarks kongur dóttur eigur,  

hava hana menn við orði,  

henni er stólur av gulli gjørdur  

framman for kongins borði. 

 

74 Danmarks kongur dóttur eigur,  

væna og so vísa,  

kanst tú hana til ektar fá,  

hon kann títt lív væl prísa." 

 

75 Øllum tapti Magnus kongur 

talvunum á borði, 

hann gjørdi einki annað tá 

enn lýða á Torsteins orðum. 

 

76 Sóu tað allir, ið inni vóru, 

Magnus talvið vann, 

Torstein skákaði á skamri stund, 

í bragdum vann hann hann. 

 

77 Hoyr tú, Magnus, bróðir mín, 

ringin gev tú mær! 

Eg skal meg til Danmarkar 

jomfrúvur at biðja tær. 

 

78 Væl verði tær at njóta hann  

um tey dømin meiri,  

bróðir, kanst tú telva væl,  

so eru tíni brøgd væl fleiri?" 

 

79 So læt Torstein, kongins son, 

síni skipini gera, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli vera. 

 

80 Bræddir vóru brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavn og stýri av reyðargulli,  

so var segl í topp. 

 

81 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru blá, 

stavn og stýri av reyðargulli, 

har skín sólin á. 

 

82 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Danmarks land. 

 

83 Higar ið tann snekkjan 

kendi fagurt land, 

læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand. 

 

84 Læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand, 

fyrst steig Torstein, kongins son, 

sínum fóturn á land. 

 

85 Fyrst steig Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land, 

slógu sínar tjaldbúðir 

skamt frá sjóvarstrand. 

 

86 Eirikur kemur út árla morgun, 

gull ber seg á hand, 

hann sær slignar herbúðir 

skamt frá sjóvarstrand. 

 

87 Eirikur gekk í hallina inn,  

sigur sín systur frá:  

"Eg sær slignar herbúðir  

várum londum hjá." 

 

88 Tað er frúgvin Ingigerð, 

talar til bróður sín: 

"Eirikur, gakk til strandar oman, 

skoða væl biðil mín! 

 

89 Eirikur, gakk til strandar oman  

í reyðum skarlaksklæði,  

sig, Ingigerð býður teim formonnum heim, 

um enn teir fleiri væri!" 

 

90 Eirikur gekk til strandar oman  

í reyðum skarlaksklæði:  

"Ingigerð býður tygum formonnum heim, 

um enn tit fleiri væri." 

 

91 Tað var Torstein, kongins son,  

upp mót honum leit:  

"Tvíkast væri tær talvið alt,  

sjálvur eg tað veit." 

 

92 Eirikur gekk frá strondum niðan, 

dvaldist ikki leingi, 

spurdi frúgvin Ingigerð: 

"Hvussu líkst tær á dreingir?" 

 

93 "Væl líkst mær á formenn báðar, 

tá er annar meiri, 

tvíkast væri tær talvið alt, 

tú fært ikki andsvar fleiri." 

 

94 Eirikur gár í høgaloft,  

sigur sín faðir frá:  

"Eg sær slignar herbúðir  

várum londum hjá." 

 

95 "Eirikur, gakk til strandar oman 

í reyðum skarlaksklæði, 

sig, faðir mín býður teim øllum heim, 

um enn teir fleiri væri! 

 

96 Sig, faðir tín býður teim øllum heim, 

meiri máls og minna, 

um enn teir vilja halda frið 

og ongar neisur vinna!" 

 

97 Eirikur gekk til strandar oman 

í reyðum skarlaksklæði: 

"Faðir mín býður tygum øllum heim, 

um enn tit fleiri væri. 

 

98 Faðir mín býður tygum øllum heim, 

meiri mans og minni, 

um enn tit vilja halda frið 

og ongar neisur vinna." 

 

99 "Gjarna vilja vit halda frið  

og ongar neisur vinna,  

verður os nakað óboðið,  

tá mæli eg um minna." 

 

100 Torstein biður sínar menn  

klæða seg allar bjartar,  

lata so danskar drósir síggja  

norðmenn kunnu at skarta. 

 

101 Torstein biður sínar menn  

fara í skarlaksklæði:  

"Danir eru speisamir  

norðmenn vilja teir hæða(!). 

 

102 "Vælkomin, Torstein, kongins son, 

fara skalt tú við frið, 

skunda tær í hásætið 

so glaður við tínum lið." 

 

103 Allar setir hann sínar menn  

fram á hyggjarbekk,  

síðstur sjálvur Torstein jall  

í hásætið hann gekk. 

 

104 Torstein stendur á hallargólvi, 

væl í góðan tíma: 

"Magnus kongur av Nøríki 

hevur sent tær kvøðju sína 

 

105 Magnus kongur av Nøríki  

hevur sent tær kvøðju sína,  

at hann vil til drotning hava  

onkardóttur tína." 

 

106 Kongurin so til orða tekur:  

"Ikki skal slíkum spara,  

heinta mína dóttur í hallina inn  

sjálv for seg at svara!" 

 

107 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

inn í hallina gekk, 

Torstein sat í tvørbeinki, 

hann ymsar litir fekk. 

 

108 Frúgvin varð bæði studd og leidd 

inn í sín faðirs veldi, 

ljómin skein av akslagrein, 

tað skyggir av tignareldi. 

 

109 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

tólv bóru perlur ljósar, 

Torstein situr í tvørbeinki, 

ein tílíkan vildi hon kjósa. 

 

110 "Ver vælkomin í hallina inn,  

dóttir mín, hin sæla!  

Magnus kongur av Nøríki  

síðst mundi okkum vara. 

 

111 Magnus kongur av Nøríki  

síðst mundi okkum vara,  

bæði væl og høviskliga  

skulu vit biðlum svara." 

 

112 "Magnus kongur av Nøríki  

rekur sínar smalur á borg,  

hann kemur ikki í song við mær,  

eyka mær ei ta sorg! 

 

113 Magnus kongur av Nøríki  

rekur sínar smalur til líða,  

hann kemur ikki í song við mær,  

eyka mær ei tann kvíða!" 

 

114 "Magnus kongur av Nøríki,  

hann er so nýtur drongur,  

fyri títt orð og ónda sinni verður  

hann ei tín kongur." 

 

115 Hann hevði upp sína høgru hond,  

sló hana yvir lín:  

"Skamm fái tú, mín vánda dóttir,  

sakandi biðil tín!" 

 

116 Hann hevði upp sína høgru hond, 

gav henni høgg á tenn, 

blóðið dreiv í barmin niður, 

sóu tað mangir menn. 

 

117 "Mín tørva eingir kongar at biðja,  

hvørki til gulls ei garða,  

teir hava yvrið gull og fæ,  

tú fært ikki andsvar fleiri." 

 

118 "Tín tørva eingir kongar at biðja, 

hvørki til gulls ei landa, 

eg gevi teg Danmarks svínasvein, 

hann tykist mær teg standa." 

 

119 "Mín tørva eingir kongar at biðja," 

Ingigeð mælir av bræði: 

"Torstein skal í gálgan upp 

at turka síni klæði." 

 

120 Torstein leyp úr tvørbeinki  

fram millum sínar menn:  

"Áðrenn tú meg á gálgan hevur,  

sveittast tær um ennið." 

 

121 Torstein leyp úr tvørbeinki, 

millum sína manna: 

"Áðrenn tú meg á gálgan hevur, 

skulu vit váknum kanna." 

 

122 Fimmti hevði hann manna mist,  

áðrenn hann av borgum náddi,  

hundrað hevði hann av danum felt,  

ei var javnt hjá báðum. 

 

123 Svaraði frúgvin Ingigerð, 

tungu ber so snjalla: 

"Eg haldi tað einki roysni vera 

at vega gamlar kallar." 

 

124 "Tú skalt tær einki valmenningar 

av hesum verki kenna, 

komi eg aftur annað sinni, 

óræddur skal eg renna. 

 

125 Komi eg aftur annað sinni,  

óræddur man eg renna,  

hegna undir meg Danmark alt  

kristið lið at brenna," 

 

126 "Tú ríð í rann, sum revur til holu  

við svørð og brynju ljósa,  

kemur tú aftur til Danmarkar,  

tú skalt ongan sigur rósa. 

 

127 Eg skal keypa mær skjøld og svørð, 

sjálv skal eg meg verja, 

hann er eingin av Nøríkis monnum 

mót mær torir herja." 

 

128 Torstein sigldi av Danmark, 

í blóðugari brynju er, 

úti stóð Magnus, bróðir hans, 

hann fagnar væl hans ferð. 

 

129 Torstein gisti bróður sín, 

var so síðla á kvøldi: 

"Hvøssu tók kongur við kvøðju tíni, 

frúvur í Danaveldi?" 

 

130 "So tók kongur við kvøðju tíni, 

dóttir alvæl verri, 

lat tær skip av nýggjum gera, 

vel tær fólk og tegnar! 

 

131 Lat tær skip av nýggjum gera, 

vel tær fólk og tegnar, 

tá ið tú kemur til Danmarkar, 

tú skalt ikki eftir fregna. 

 

132 Hon kallaði teg ein svínasvein,  

tú rak tínar smalur at borg,  

tú kom ikki í song við sær,  

eyka sær ei ta sorg. 

 

133 Hon kallaði teg ein svínasvein,  

tú rak tínar smalur til líða,  

tú kom ikki í song við sær,  

eyka sær ei tann kvíða." 

 

134 "Eg havi hoyrt frá frúnni sagt, 

ilsku og hennara bræði, 

eg hevði ikki biðið hana 

av mínum sjálvsins ráði." 

 

135 "Eg skal enda tær heiti mítt, 

um enn eg havi lív, 

eg skal tær av Danmark føra 

tað hitt væna vív." 

 

136 "Endar tú mær eiti mítt, 

verður mest av móði, 

tá hevur mangur av Nøríkis monnum 

sturtað í sínum blóði. 

 

137 Tað verður mongum danum at skaða, 

at tú streingir heiti,  

hon kemur ikki í song við mær,  

sjálvur eg tað veit." 

 

138 Magnus gongur í høgaloft, 

letst í brynju nýggja: 

"Nú lystir meg til Danmarkar 

Ingigerð at síggja." 

 

139 Magnus gongur í høgaloft, 

letst í brynju blá: 

"Nú lystir meg til Danmarkar 

frá Ingigerð at sjá." 

 

140 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna son, 

ongan tann av Nøríki 

eftir átti konu. 

 

141 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna tjóð, 

ongan tann av Nøríki 

eftir átti fljóð. 

 

142 Torstein gisti bróður sín, 

var so síðla á geira, 

valdi sær út av Nøríki 

tólv túsund mans og meira. 

 

143 Mikil var tann mannamúgva, 

eftir stóð á landi, 

skipini hildu í havið út, 

teim varð ikki sjógvur at grandi. 

 

144 Vundu upp síni silkisegl,  

gull við vovin rand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Danmarks land. 

 

145 "Ásmundur skal í erva fara,  

brenna upp turpar og 'siolda',  

leggja skal eld í Skagaborg,  

tó kongurin ikki voldi. 

 

146 Ásmundur skal í erva fara,  

brenna upp turpar og býggjar,  

munnu so boðini heiman koma,  

yppist ein leikur av nýggjum." 

 

147 Fimmti høvdu teir garðar brent,  

áðrenn boðini komu heim,  

høvdu so mangari móður og dóttur  

eyka sorg og mein. 

 

148 Fimmti høvdu teir garðar brent,  

áðrenn boðini komu til handa,  

høvdu so mangari móður og dóttur  

eykað sorg og vanda. 

 

149 'Aiinkjilit' var í Skagaborg, 

tí múrurin tók at renna, 

so hevði ormurin voktað hana, 

ei mundi hon inni brenna. 

 

150 Ingigerð leyp úr bálinum. 

yvir hirðina alla,  

so steig hon á foldina fast,  

eingin sá hana falla. 

 

151 Ingigerð kemur handan um á,  

tekur við fótum at renna:  

"Nú muga norðmenn vokta seg,  

ei mundi eg inni brenna." 

 

152 Magnus møtti Ingigerð 

mitt í borgarliði, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

153 Magnus møtti Ingigerð, 

tá var dreingjaferð, 

hann brá hana við sínum bitra brandi 

og gav henni sár av svørði. 

 

154 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynju blá, 

hon kom upp á bakið hans 

og gav honum banasár. 

 

155 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynjubelti, 

hon kom upp á baki hans 

og sjálvan kongin feldi. 

 

156 Hon hevði upp sítt nakið svørð, 

brá sín skjøld á lofti: 

"Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð, 

teg man ryggja ofta. 

 

157 Her skalt tú,Torstein, síggja tað blóð, 

teg man ofta ryggja, 

hann skal yvir Nøríki ráða, 

ikki hjá mær at byggja." 

 

158 Tá ið Torstein hetta sá,  

at sín fell bróðir frá,  

ógvuligur við miklari reiði  

fram í herin brá. 

 

159 Torstein tokar í herin fram,  

letur av brondum rúka,  

náddi ikki á jørðina niður,  

treður á mannabúkar. 

 

160 Torstein møtti Ingigerð 

mitt í borgarliði, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

161 Torstein møtti Ingigerð, 

tað var dreingjaferð, 

hann brá hana við sínum bitra brandi 

og gav henni sár av svørði. 

 

162 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynju nýggja, 

hann stóð har í tímar seks, 

hann kundi hana ikki síggja. 

 

163 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynju blá, 

hann stóð har í tímar seks, 

hann kundi hana ikki sjá. 

 

164 Frúgvin var bæði troytt og móð,  

lyftir av gyltum hjálmi,  

skín so hennara gula hár,  

sum glógvar av ránarmálmi. 

 

165 Síðla var um aftanin,  

dagurin leið at kvøldi,  

lysti frúnna Ingigerð  

heim í sín faðirs veldi. 

 

166 Falsk og svik og forræðarí,  

grimt var teim í huga,  

Eirikur og Ingigerð  

gingu til songar at sova. 

 

167 Torstein gongur til strandar oman, 

tekur sítt lið at kanna, 

saknaði Magnus, bróður sín, 

og aðrar raskar manna. 

 

168 Torstein gongur frá strondum niðan, 

honum var leiðin kunn, 

sá hann, hvar tann vanda vættur 

tváar í tveimum í brunn. 

 

169 Torstein gongur frá strondum niðan, 

ræðst nú ikki til bøtur, 

alt tað ið hann um dagar drap, 

lívgaði hon upp um nætur. 

 

170 Frá Atla fekk hann øksi ta, 

hyggi, alvæl beit, 

'Ebba' tók tann grima gívur, 

egg í hjarta neit. 

 

171 Torstein kom so síðla á degi  

millum tveggja hurða,  

hoyrir mál til Ingigerð,  

slíkt var mikil furða. 

 

172 "Tú skalt fara til Nøríkis, 

mikið tú formátti, 

tú skalt festa konu ta, 

ið sjálvur Torstein átti. 

 

173 Ingibjørg eitur kona hans,  

tað inniliga sprund,  

Torstein skal falla í randarný,  

liggja for ravn og hund. 

 

174 Í morgin hann ríður í bardagan,  

Ásmundur, jalsins son,  

Torstein skal falla í randarný,"  

í songum mælir hon. 

 

175 "Ingibjørg eitur kona hans,  

sigur so søgan mær."  

Torstein stóð og lýddi tar á,  

tað gekk hans huga so nær. 

 

176 Allir teir í Danaveldi  

lovaðu tann dyggan drong,  

tí hann vildi einki vinna teim,  

tey lógu í síni song. 

 

177 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

løgdu sínar bardagar  

skamt frá kongins bý. 

 

178 Løgdu sínar bardagar  

skamt frá kongins bý,  

danir fingu fagran sigur,  

norðmenn lótu lív. 

 

179 Torstein møtti Ingigerð, 

mitt í borgarliði, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

180 Frúgvin stoyttist í jørðina niður, 

undan brynjubelti, 

hon kom upp á baki hans, 

sjálvan Torstein feldi. 

 

181 Frúgvin stoyttist í jørðina niður, 

undan brynju blá, 

hon kom upp á baki hans 

og gav honum banasár. 

 

182 Kallin kemur av skógnum heim, 

goymt hevði síni geit: 

"Gakk í lag og vel tær fæ, 

vilt tú frægur eita!" 

 

183 "Eg havi ikki til neyðar kent 

á míni ævi enn, 

tað verður ikki, meðan eg livi, 

eg nøkti deyðar menn." 

 

184 "Neyðugt, tó at tú ikki vilt,"  

hon svór um sína trú,  

"mangur hevur látið lív í dag,  

ið reystari var enn tú." 

 

185 Kellingin tokar í 'ranni' fram,  

sum líkini flutu í droyra,  

kallin tók av ræslu at skelva,  

ódnir máttu hoyra. 

 

186 "Her liggur tú, Magnus kongur, 

mikið leið tú yvir tær, 

'Berojin er tear atlarin' 

tú ætlaði Danmark tær. 

 

187 Her liggur tú, Torstein, bróðir hans, 

tú vart ikki minni kappi, 

enn steig yvir teg fostra mín 

við sigur tínum og kappi." 

 

188 Andan hevði hann ikki mist,  

hann eyguni sundur brá,  

sipaði øksi av miklum alvi,  

kelling ætlaði hann tá. 

 

189 Andan hevði hann ikki mist,  

tað gekk hans hug so nær,  

sipaði øksi av miklum alvi,  

kelling hugaði sær. 

 

190 Kelling treiv um øksarskaft, 

góður var í henni dugur: 

"Tað verður ikki, meðan tú lívir, 

tú kemur mær á bug." 

 

191 Tekur hann í saðilin upp,  

tekur bond at greiða,  

kelling gongur til saðilboga,  

kall til teymar at leiða. 

 

192 Tekur hon hann í saðilin upp,  

fer ikki hart við sjúkum,  

førdi hann so til hallar heim,  

tað rymur í mannabúki. 

 

193 Leggur hon hann í varma leyg, 

tváar úr hvørjum sári: 

"Seymið aftur við silkitráð! 

Far ikki at við fári!" 

 

194 Kelling plukkar ull av geit,  

setir seg út at spinna,  

har kom gangandi fostra hennara,  

hin vitra og hin svinna. 

 

195 lngigerð kemur handan um á,  

tekur við fótum at renna:  

"Her tykist eg Torstein jall  

í tínum húsi kenna." 

 

196 "Tað eru tínir grimu tankar, 

ganga tær so nær, 

tað verður ikki á tíni ævi, 

tú fært 'fleavur' við mær." 

 

197 Leggur hon hana í varman leyg, 

lokur yvir ker: 

"Statt upp, Torstein, kongins son, 

hevn tín bróður her!" 

 

198 "Eg fái ikki mín bróður hevnt 

enn á hesum sinni, 

eg havi alt mítt megi mist, 

so gjølla eg teg kenni." 

 

199 Grøddi hon hann um dagin, 

grøddi hon hann um tvá, 

inntil tann hin triðja, 

tá fór hann í brynju blá. 

 

200 Kelling eigur ein lítlan bát, 

fáar aðrar gripir, 

tó at hann sýnist lítil á sjóm, 

góður er dugur í skipi. 

 

201 Kelling eigur ein lítlan bát, 

hann flýtur for bryggjusporðum, 

tá leið ikki longur um, 

enn tá beiddi Torstein orðum. 

 

202 "Á miðjum sumri skal brúdleypið verða," 

segði tann, ið boðini bar,  

"eg [skal] dvølja fostru míni,  

so hon verður ikki har. 

 

203 Á miðjum sumri skal brúdleypið verða," 

segði tann, ið beyð,  

"eg skal dvølja fostru mína,  

tóat hon verður treyð. 

 

204 Tú skalt fara í brynju tína,  

uttanyvir í pesju mína,  

teg skal eingin maður kenna  

ikki tín egin kona." 

 

205 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Nøríkis land. 

 

206 Torstein gongur frá strondum niðan. 

bæði vænur og vitur, 

møtti hann frúnni Ingibjørg, 

hon kom í vognum vigin. 

 

207 "Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg, 

sig mær satt ífrá! 

Hvønn kong hevði tú kjósað tær, 

um tú átti vald og ráð?" 

 

208 "Torstein unti eg alrabest, 

fram fyri kongar og jallar, 

tað segði mær so mangur maður, 

hann mundi for Skagaborg falla. 

 

209 Handa sama reyða ring, 

tú ber á tíni hond, 

eg bað teg ikki forgloyma hann, 

so leingi tú rikti ond." 

 

210 Frúnni rann tá grátur upp, 

av so tungari sorg: 

"Tað segði mær so mangur maður, 

tú fell fyri Skagaborg." 

 

211 Hann gav henni lækningsgras, 

leykin upp at pløga, 

síðan alt hvat lívið lysti, 

sjálvan seg við gleða. 

 

212 "Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg, 

hin vitra og hin svinna, 

tó at tú ert av songum beidd, 

lat ikki á tær finna!" 

 

213 So sat frúgvin Ingibjørg,  

henda dag á bekki,  

hugsaði meir um sút og sorg,  

hon tók til føðslu ikki. 

 

214 Ein kom maður í hallina inn,  

lært hevði tukt og sinni: 

"Torstein er í borgarkálva,  

har vil hann teg finna." 

 

215 Eirikur leyp úr hásæti, 

gyrðir seg við sítt svørð: 

"Hitti eg Torstein í borgarkálva, 

ónda rakar hann ferð." 

 

216 Møttust teir í borgarkálva,  

raskir feðgar báðir,  

Torstein høgdi hans høvur av,  

góður er gamal í ráði. 

 

217 Danir lupu eftir strondunum,  

mist høvdu sínar tegn[ar],  

Torstein leyp eftir øllum teim,  

hann sipaði fimm í senn. 

 

218 Danir lupu eftir strondunum,  

mist høvdu sínar tegnar,  

Torstein leyp eftir øllum teim  

sín bróður deyð at hevna. 

 

 

III Torsteins táttur 

 

219 Torstein situr í hásæti,  

skortar hann ikki fíggja:  

"Enn lystir meg til Danmarkar  

Ingigerð at síggja. 

 

220 Eg skal nú til Danmarkar, 

enn á triðja sinni, 

meiri avreksverk at vinna, 

meðan teir liggja inn." 

 

221 Svaraði frúgvin Ingibjørg 

av so tungum trega: 

"Hoyr tað, Torstein, harri mín, 

tú mátti væl heima verið!" 

 

222 "Eg skal enda eiti mítt, 

um enn [eg] havi lív, 

eg skal út av Danmark føra 

tað hitt væna vív." 

 

223 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull við vovin rand, 

strykar [ei] á bunkan niður 

fyrr enn við Danmarks land. 

 

224 Higar ið tann snekkjan 

kendi fagurt land, 

læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand. 

 

225 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Torstein jall  

sínum fótum á land. 

 

226 Torstein gekk frá strondum niðan, 

bæði vænur og vitur, 

møtti honum frúgvin Ingigerð, 

tá vóru bæði 'slibin'. 

 

227 Torstein gekk frá strondum niðan,  

bæði av ilsku og bræði,  

møttust í einum kirkjuliði,  

hvørki hevði klæði. 

 

228 Ryktust bæði hart og skarpt,  

ei var blítt til verka,  

Torstein fekk hon undir seg,  

hon legðist at bíta barka. 

 

229 Ryktust bæði hart og skarpt,  

ei var blítt at søkja,  

kelling kemur handan um á,  

tá yptist ein onnur fløkja. 

 

230 Kelling sipaði jarnsipuni, 

ódnin mátti hoyra: 

"Eg svørji tann eið við mína trú, 

tú skalt ikki fleiri doyva." 

 

231 Kelling sipaði jarnsipuni, 

bæði av ilsku og reiði: 

"Eg svørji tann eið við mína trú, 

tú skalt ikki doyva fleiri." 

 

232 Frúgvin settist á jørðina niður,  

við reyðar kinnar og bleikar,  

ormar skriðu av henni út,  

hvør um annan leikar. 

 

233 Frúgvin settist á jørðina niður,  

við reyðar kinnar og baldar,  

ormar skriðu av henni út,  

hvør mót øðrum halda. 

 

234 Torstein situr í hásæti, 

skortar ikki fíggja: 

"Leiðið mær frúnna í hallina inn, 

nú vil eg hana síggja!" 

 

235 Frúgvin varð bæði studd og leidd 

inn í sín faðirs veldi, 

ljómin skein av akslagrein,  

skyggir sum tignareldur. 

 

236 "Tær beyðst kongur av Nøríki, 

Magnus, veldigi harri, 

nú skal eg gifta teg kalssyni, 

enn unni eg tær verri. 

 

237 Tær beyðst kongur av Nøríki,  

bæði við gleði og gleim,  

nú skal eg gifta teg kalssyni,  

Danmarks svínasvein." 

 

238 Tað var ungi Ásmundur, 

fell pá síni knæ, 

meðan hann frúnna Ingigerð 

til ektar festi sær. 

 

239 "Kelling skal slíta skrúður og lín, 

kall skal riddari eita, 

hvør sum teim vil neisur vinna, 

hevndir skal eg veita. 

 

240 Kelling skal slíta skrúður og lín, 

kall skal riddari vera, 

hvør sum teim vil neisur vinna, 

hevndir skal eg gera." 

 

241 Eg havi verið í mongum vasi, 

helst í álvaferð, 

aldri mær av huga gongur 

tann ónda Ingigerð. 

 

CCF 99 Ba 

TSB E 110 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 31, s. 367. 

 

Útgávur:   

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1970-82, s. 23. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long  

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 246. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 166. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannessen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1822.  

 

E 110 Torsteins kvæði (Insulted suitor is treacherously killed by maiden and revenged by brother)

Torstein, yngri sonur Noregs kongs, fer heimanífrá við skipi. Hann hittir Atla jall, teir berjast, og Atli verður dripin. Áður enn hann doyr, biður hann Torstein hyggja eftir trúlovaðu síni, Ingibjørg. Torstein giftist við henni. (Frábr. A: Torstein biður um Ingibjørg og giftist við henni. Aftaná berjist hann við Atla.)

Noregs kongur doyr, og beiggi Torsteins, Magnus, verður eftirmaður hansara. Torstein mælir Magnusi til at giftast við Ingigerð, dóttur danakongs, og býður sær til at bera fram bønarorð í hansara stað. Ingigerð svarar honum ógvuliga hatskt aftur, og Torstein fer aftur til Magnusar og sigur tað fyri honum. Magnus heldur av stað at hevna háðanina, og Torstein fer við honum. Harður bardagi spyrst burturúr, og við galdraráðum drepur Ingigerð Magnus og særir Torstein.

Ein gomul trøllkona finnur Torstein, lekir hann og sendir hann heim. Har drepur hann beiggja Ingigerð, sum hevur gingið eftir konu hansara, meðan hann hevur verið burturi. Síðani fer hann aftur til Danmarkar og vinnur á Ingigerð, tí trøllkonan hjálpir honum. So giftir hann hana burtur við einum svínadreingi.

á føroyskum: CCF 99 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019