• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torsteins kvæði

 

CCF 99 Ca 

TSB E 110 

 

1 Vilja tit lýða og ljóð geva mær,  

eg bróti av bragdartátti,  

kongur ráddi for Nøríki,  

hann sær tvey børn átti. 

 

Glymur dansur í høll, sláið ring!  

Ríða glaðir norðmenn, teir halda várting. 

 

2 Vilja tit lýða og ljóð geva mær,  

so er mær greint ífrá.  

Torstein jall og Magnus kong,  

eg kvøði um báðar tá. 

 

3 Vuksu upp í ríkinum 

kongabørnini tvey, 

áðrenn tey gótu á gólvi gingið, 

tey drógu skarlak reyð. 

 

4 Vuksu upp í ríkinum,  

kongabørnini bæði,  

áðrenn tey gótu á gólvi gingið,  

tey drógu skarlaksklæði. 

 

5 Kongurin unti jallinum  

at sita yvir sítt borð,  

tí hann hevði siðir lært  

við ráð og hyggjuorð. 

 

6 Kongurin unti jallinum  

at sita sær monnum næst,  

tí hann hevði siðir lært  

við ráð og hyggjuorð best. 

 

7 Ein kom maður for kongin inn, 

sigur honum frá: 

"Torstein vil av ríkinum fara 

og elva tykkum trá." 

 

8 Ein kom maður for kongin inn, 

og sigur honum svá: 

"Torstein vil av ríkinum fara 

elva tykkum báðum." 

 

9 "Tó hann vil av ríkinum fara,  

eingin skal hann banna,  

hann kann ikki sín fára flý,  

sjálvur má hann tað sanna. 

 

10 Hann kann ikki sín fára flý,  

sjálvur má hann tað sanna,  

hvar hann kemur um landanna,  

hann kann væl váknum kanna. 

 

11 Vel honum út av mínum ríki  

hálvtrýssinstjúgu mann[a] til besta!  

Hvar hann kemur um landanna,  

hann keypir teim váknum flestum. 

 

12 Vel honum út av mínum ríki  

hálvtrýssinstjúgu mans og meir!  

Hvar hann kemur um landanna,  

hann keypir teim váknum fleiri. 

 

13 Vel honum út av mínum ríki 

tretivu merkur gull! 

Hvar hann kemur um landanna, 

hann keypir teim virðin full. 

 

14 Vel honum út av mínum ríki  

hálvtrýssinstúgu valdra manna!  

Hvar teir koma um landanna,  

teir kunnu væl váknum kanna." 

 

15 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

sjógvurin var sum bál at líta,  

tá skeiðir dynja í. 

 

16 Sjógvurin var sum bál at líta, 

skeiðir dynja í, 

átta sær hann herskipini 

liggja for grønari líð. 

 

17 Átta sær hann herskipini,  

og eitt var størst av øllum,  

stýrir tí Atli, kongins son,  

og ræður for gørpum snjøllum. 

 

18 Torstein skundar sínari ferð 

við so fáum orðum, 

Atli visti [ikki] av, 

fyrr enn svørðini tey 'svunni' á borðum. 

 

19 Atli vaknar við kaldan dreym  

og hoyrir ørv úti hvør:  

"Hvør er nú so hugdjarvur,  

og her liggur skipavør?" 

 

20 Svaraði Atli, kongins son,  

og tá rann honum í grun:  

"Eg skal siga tær eiti mítt,  

og tá er okkara mun." 

 

21 Svaraði Torstein, kongins son, 

og tá rann honum í grun: 

"Eg skal siga tær eiti mítt, 

og tá er okkar mun." 

 

22 "Atla skalt tú nevna meg 

og Svøríkis kongason, 

so varð mær til móður sagt, 

og drotning var hon." 

 

23 Torstein skalt tú nevna meg 

og Nøríkis kongason, 

so varð mær til móður sagt, 

at drotning var hon." 

 

24 Svaraði Atli, kongins son,  

sær undir reyðum skildri:  

"Sig mær, frægur Torstein jall,  

hvat tú higar vildi?" 

 

25 Svaraði Torstein kongason:  

"Eg geri tað [ei] at loyna,  

til tess eri eg higar komin,  

vit skulum nú roysni royna." 

 

26 "Hoyr tú Torstein, kongins son, 

kostir kjós tú tær, 

hvat vilt tú á skipum berjast, 

ella landið njóta av mær?" 

 

27 "Vit skulum okkum á landið upp, 

ganga tá frægdir meira, 

hirði eg ikki av okkara liði 

at fella garpar fleiri." 

 

28 Ganga teir frá strondum niðan,  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

tá knørr varð drigið í neystið. 

 

29 Ganga teir frá strondum niðan, 

reystar kempur tvær, 

tá sá eingin livandi 

at nakar blúgvdist har. 

 

30 Atli átti øksi tá, 

roynd var hon í víggi, 

Torstein hugsar við sjálvum sær, 

ov lítið má brynja líva. 

 

31 Atli átti brynju tá, 

sum einki svørð kann granda, 

so gav tú Torstein høggið tung[t], 

tað tyktist á beini standa. 

 

32 Atli átti brynju tá, 

sum einki svørð kann bíta, 

so gav Torstein høggini tung, 

tað tóktist á beini *níta. 

 

33 Torstein letur høggini falla, 

bæði mong og tung, 

Atli kendi møði á sær, 

tó at hann var ungur. 

 

34 Svaraði Atli, kongins son: 

"Tó má eg tað valda, 

tó at vit hava nú roysni roynt, 

vit lata nú hvøngan gjalda." 

 

35 Tað lovaði eg for faðir og móður, 

tá ið eg var eitt barn, 

eg óttaðist hvørki váðaloga 

ei heldur tað heita jarn. 

 

36 Tað lovaði eg for faðir og móður, 

tá ið eg í vøggu lá, 

eg óttaðist hvørki váðaloga 

ei heldur tað heita bál. 

 

37 Tað lovaði eg for faðir og móður, 

grið skuldi eg ikki tiggja, 

tú manst øllum sigri rósa, 

eg má eftir liggja. 

 

38 Tað lovaði eg for faðir og móður, 

tá eg var eitt barn, 

eg óttaðist hvørki váðaloga 

ei heldur tað heita jarn. 

 

39 Tú mást øllum sigri rósa, 

eg má liggja her, 

tú skalt hava øksi mína, 

og tær sømir gerð." 

 

40 Síðan tókust hondum saman, 

upp gekk grót og grund, 

so fóru teir at atreiðini 

'o Atlars brain' lund. 

 

41 "Tað lovaði eg for faðir og móður, 

tá eg var eitt barn, 

eg óttaðist hvørki váðaloga, 

ei heldur tað heita jam. 

 

42 Tað lovaði eg for faðir og móður, 

tá eg í vøggu lá, 

eg óttaðist hvørki váðaloga, 

ei heldur tað heita bál. 

 

43 Tað lovaði eg for faðir og móður, 

grið skal eg ikki tiggja, 

tú mást øllum sigri rósa, 

og eg má eftir liggja. 

 

44 Tú ger so væl við mínar menn, 

og být teim gull og fæ, 

send teir aftur til landanna, 

sum ikki vilja tæna tær!" 

 

45 Reyðan ring av armi dró,  

og royna hann(!) kundi tal,  

og sendi frúnni Ingibjørg,  

bað hana liva væl. 

 

46 Reyðan ring av armi dró,  

og royna hann(!) kundi vív,  

sendi frúnni Ingibjørg  

og hava tað væna vív. 

 

47 Reyðan ring av armi dró,  

tá fleyt hann(!) í blóð,  

sendi frúnni Ingibjørg,  

og hav tað væna fljóð! 

 

48 Torstein stóð og sá harpá,  

Atli hann mundi doyð,  

drósin gróv hann í djúpan heyg,  

sum dreingir 'dulliar heije'. 

 

49 Hann gjørdi so væl við Atla menn, 

býtti teim gull og fæ, 

sendi teir aftur til landanna, 

sum ikki vildu tæna sær. 

 

50 Torstein gongur eftir bunkanum, 

og unnar vønum fljóði, 

Ingibjørg og systir hans, 

deyð var hennara móðir. 

 

51 Torstein gongur eftir bunkanum,  

unnar ta frúnna bestu:  

"Hvar er frúgvin Ingibjørg?  

Nú skal eg hana festa," 

 

52 Tað var Torstein, kongins son,  

tók sær *frúnna at festa*,  

snarliga læt til brúdleyps ætla  

og læt ikki longur fresta. 

 

53 Torstein tekur Ingibjørg  

sjálvum sær í hond,  

tá fekst ikki frægari frúgv  

í heila kongins land. 

 

54 Lótu tá til brúdleyps ætla  

av so miklum meingi,  

kom so mangur hovmaður til  

sum fjøður á fuglaveingi. 

 

55 Lótu tá [til] brúdleyps ætla, 

tá var ei at tvørra, 

átjan borgum boðið var, 

tólv hundrað á hvørji. 

 

56 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

gott var teirra lív, 

bæði gingu í eina song, 

Torstein og hansara vív. 

 

57 Gingu so bæði í eina song,  

Torstein og hansara vív,  

síðan hvør sum boðin var  

haðan heim til sín. 

 

58 Torstein festi Ingibjørg,  

tað hitt vænasta vív,  

ræður so fyri Nøríki  

lættast seint av stríð. 

 

 

 

II 

 

59 Tað var tá, sum oftum, er, 

frá man frættast víða, 

Nøríkis [kongur frá] kirkju reið, 

og tey fingu heilsu stríða. 

 

60 Ikki kostaði Magnus kongur  

minna til enn tá,  

børuna av tí reyðargulli  

læt hann við gulli beslá. 

 

61 Børuna av tí reyðargulli  

læt hann við gulli beslá,  

Magnus kongur av Nøríki  

til kirkjuna skuldi gá. 

 

62 Eystan undir kirkjuni,  

sum dreingir 'hega' fold,  

gróvu teir tað ljósa lík  

niður í døkka mold. 

 

63 Eystan undir kirkjuni 

sum dreingir 'hega' tal, 

'liosur eav' hesum dimma degi 

í døkka mold at fara. 

 

64 Magnus gekk frá kirkju heim, 

og mælti ikki eitt orð, 

setti seg so syrgiliga 

við sítt sjálvsins borð. 

 

65 Magnus gekk frá kirkju heim,  

og Torstein fylgdist við,  

báðir settust at borðinum,  

teir sótu so syrgilig. 

 

66 Skiftu bæði gull og silvur, 

hartil garðar og grót, 

uttan tann dýra drotningsring, 

sum einki vá ímót. 

 

67 Torstein klæðir Ingibjørg 

bæði við gull og 'viia' 

meira tykir henni at 

um drotningsringin reyða. 

 

68 Torstein klæðir Ingibjørg, 

unnir sum sínum hjarta, 

meira tykir henni at 

um drotningsringin bjarta. 

 

69 Eingin gleði í ríkinum var,  

ei *var kátt at elva,  

Torstein talar til bróður sín:  

"Vit setum okkum at telva! 

 

70 Setum okkum at telva talv  

bæði við spekt og náði,  

setum í veður tann dýra ring  

og vitum, vit eiga hann báðir!" 

 

71 Magnus hevði við mangar telvt, 

bæði kongasynir og jallar, 

tó at hann hevði ikki meira enn hálvt, 

hann var tó ein yvir allar. 

 

72 Síggja tað allir, ið inni vóru,  

Magnus hann talvið vann,  

Torstein skákaði á skamri stund,  

í brøgdum vann hann hann. 

 

73 "Hoyr tú, Magnus, bróðir mín, 

eg beri um teg trá! 

Hví fert tú ikki um landanna 

tær eina jomfrú at fá? 

 

74 Danmarks kongur dóttur eigur,  

hava hana menn við orði,  

henni er stólur av gulli gjørdur  

fram av kongins borði. 

 

75 Danmarks kongur dóttur eigur, 

væna og so vísa,  

bæði klók og kynsturlig,  

hon kann seg lova og prísa. 

 

76 Danmarks kongur dóttur eigur, 

sum víða má ganga gitið, 

hon kann allar rúnalistir, 

í høga torni situr. 

 

77 Danmarks kongur dóttur eigur, 

so er frá henni gitið, 

hon skínur sum tann fagra sól, 

í lyftingini hon situr. 

 

78 Henni buðust mangir menn, 

kongasynir og jallar, 

hon var seg so biðlavond, 

hon segði burtur allar. 

 

79 Henni buðust mangir menn,  

riddarar og so sveinar,  

hon var seg so biðlavond,  

og bað teir sita heima." 

 

80 "Nú havi eg hoyrt frá Danmarks dóttur, 

sum eg man eftir trá,  

hon finst ikki í verøldini,  

kann eg hana fá." 

 

81 "Hoyr tú, Magnus, bróðir mín, 

ringin gevur tú mær! 

Eg skal mær til Danmarkar 

frúvur at biðja tær." 

 

82 "Væl verði ei tær at njóta hann,  

eg unni tær um meira,  

bróðir, kanst tú telva væl,  

tá *verða tín brøgd væl fleiri?" 

 

83 So letur hann Torstein jall 

síni skipini búgva, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli snúgva. 

 

84 So letur hann Torstein jall 

búgva skipini sín, 

bæði letur hann á tey laða 

virtur og so vín. 

 

85 So letur hann Torstein jall  

búgva skipini stór,  

bæði letur hann á tey laða  

virtur og so bjór. 

 

86 Bæði letur hann á tey laða 

virtur og so bjór, 

tó hann siglir í fimtan vetrar, 

fattast hann ikki fóður. 

 

87 Ganga teir til strandar oman,  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

tá ið knørr var drigin úr neysti. 

 

88 Bræddir reyðir brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavn og stýri av reyðargulli,  

so var segl í topp. 

 

89 Bræddir reyðir brandar, 

borðini vóru blá, 

stavn og stýri av reyðargulli, 

har skein sólin á. 

 

90 Bræddir reyðir brandar,  

borðini vóru ný,  

forgyltir leikaðu ringarnir  

upp í miðal ský. 

 

91 Vindur hann upp síni silkisegl,  

bæði hvít og bjørt,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Danmørk. 

 

92 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull og vovin blá, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Danmarks vág. 

 

93 Kastaði sínum akkerum  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Torstein jall  

sínum fótum á land. 

 

94 Fyrstur stígur Torstein jall  

sínum fótum á land,  

hann slerdi sínar herbúðir  

so skamt við sjóvarstrand. 

 

95 Eirikur kemur út árla morgun, 

sigur sín[i] systur frá: 

"Eg sær slignar herbúðir 

'qvear um um landa taai'." 

 

96 Tað var frúgvin Ingigerð, 

talar til bróður sín: 

"Eirikur, gakk til strandar oman, 

tú skoða væl biðil mín! 

 

97 Eirikur, gakk til strandar oman, 

í reyðum skarlaksklæði, 

sig, Ingigerð biður formonnum heim, 

um enn teir fleiri vóru! 

 

98 Sig, Ingigerð biður formonnum heim, 

um enn teir vilja tað tiggja, 

ovast yvir mítt borð at sita, 

á tykkara herbúðir liggja!" 

 

99 Eirikur gekk til strandar oman,  

í reyðum skarlaksklæði:  

"Ingigerð biður tykkum formonnum heim, 

um teir fleiri vóru. 

 

100 Ingigerð býður formonnum heim, 

um teir vilja tað tiggja, 

ovast yvir mítt borð at sita 

á tykkara herbúðir liggja." 

 

101 Tað var Torstein, kongins son, 

upp mót honum leit: 

"Eg kasti 'væri' tað talvið alt, 

sjálvur eg tað veit. 

 

102 Ingigerð biður formonnum heim, 

um teir vilja tiggja, 

ovast yvir mítt borð at sita 

á tykkara herbúðir liggja." 

 

103 Eirikur gekk frá strondum niðan, 

dvaldist ikki leingi, 

spurdi frúgvin Ingigerð: 

"Hvøssu býðst mær dreingir?" 

 

104 "Væl líkst mær á formenn báðar, 

tá er annað meir, 

við kosti væri tað talvið alt, 

tú fært ikki andsvar fleiri." 

 

105 Beina mundi teim tykja tá,  

*leyt kongins ráð at svara:  

"Nú skal bjóða øllum heim  

at drekka og ikki spara." 

 

106 "Eirikur, gakk til strandar oman, 

í reyðum skarlaksklæði, 

sig, faðir mín býður øllum heim, 

um enn tú fleiri væri! 

 

107 Sig, faðir mín býður øllum heim, 

um teir vilja tiggja, 

ovast yvir mítt borð at sita 

á tykkara herbúðir liggja." 

 

108 Eirikur gekk til strandar oman,  

í reyðum skarlaksklæði:  

"Faðir mín býður øllum heim,  

um enn tú fleiri væri. 

 

109 Faðir mín býður øllum heim,  

um enn teir vilja tað tiggja,  

ovast yvir mítt borð at sita  

á tykkara herbúðir liggja. 

 

110 Faðir mín býður øllum heim, 

meira má um minna, 

um tær viljið halda frið, 

ongar neisur vinna." 

 

111 "Gjarna vilja vær halda frið,  

og ongar neisur vinna,  

verður os nakað vanboðið tá,  

og tað mæli eg fyri minna." 

 

112 Torstein biður sínar menn 

at fara í skarlaksklæði: 

"Danir eru speisamir, 

og norðmenn vilja teir háða. 

 

113 Latið nú síðar stakkar skera,  

uttan yvir brynju bjarta,  

latið so danskar drósir síggja,  

norðmenn kunnu at skarta!" 

 

114 Ganga teir frá strondum niðan,  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

tá knørr var drigin í neystið. 

 

115 Uppi í miðjum grasagarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búnir ganga teir  

í høga hallina inn. 

 

116 Og so búnir ganga teir 

í høga hallina inn, 

sum kongurin yvir borðið sat 

við manna hundrað fimm. 

 

117 Allar setir hann sínar menn  

fram á hyggjubekk,  

fyrstur sjálvur Torstein jall  

í hallina hann gekk. 

 

118 Fyrstur sjálvur Torstein jall  

í hallina hann tá gekk,  

kongurin sat í hásæti,  

hann ymsar litir fekk. 

 

119 Torstein stendur á hallargólvi,  

ber fram kvøðu sína:  

"Magnus kongur á Nøríki  

hevur sent tær kvøðu sína 

 

120 Magnus kongur á Nøríki  

hevur sent tær kvøðu sína,  

hann vil hana til ektar hava  

einkardóttur tína." 

 

121 Kongurin so til orða tekur:  

"Ei skal slíkum spara,  

heintið frúnna í hallina inn,  

og sjálv má fyri seg svara!" 

 

122 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

tólv vóru perlur ljósar, 

Torstein sat í hásæti, 

ein tílíkan vildi hon hann kjósa. 

 

123 Frúgvin varð bæði studd og leidd,  

inn í hallina gekk,  

Torstein sat í hásæti,  

og ymsar litir hann fekk. 

 

124 "Ver vælkomin, sæla dóttir, 

tú skalt væl biðla svara, 

Magnus kongur av Nøríki 

og síðst mundi okkum vara." 

 

125 Leingi stóð frúgvin Ingigerð,  

tonkti sær til ráð,  

hvat hon skuldi Magnus kong  

til hániligt andsvar fá. 

 

126 "Hann kalli teg ein svínasvein,  

tú rek tínar smalur til borgar,  

hann kemur ikki í song við mær,  

og sjálvum meg til sorgar. 

 

127 Magnus kongur á Nøríki  

rekur sínar smalur til borgar,  

ikki kemur hann í song við mær,  

sjálvum meg til sorgar. 

 

128 Magnus kongur á Nøríki, 

smalur rekur hann,  

hann kemur ikki í song við mær,  

og sjálvur fær hann tá skamm. 

 

129 Magnus kongur á Nøríki, 

smalur lítur hann, 

hann kemur ikki í song við mær, 

og sjálv biði eg mær mann." 

 

130 Hann hevði upp sína høgru hond, 

gav henni høgg á tenn, 

blóðið fleyt í barmin niður, 

og sóu tað mangir menn. 

 

131 Hann hevði upp sína høgru hond, 

sló hana yvir lín: 

"Skamm fái tú, mín vánda dóttir, 

tú sakaði biðil tín!" 

 

132 "Mín tora eingir kongar at biðja," 

Ingigerð mælir av bræði: 

"Torstein skal í gálgan upp 

at turka síni klæði. 

 

133 Mín tora eingir kongar at biðja, 

hvørki til góðs ei garðar, 

teir eiga meiri gull og fæ, 

tú fært ikki andsvar fleiri." 

 

134 Torstein leyp úr tvørbeinki upp  

millum sína manna:  

"Áðrenn eg fari í gálgan upp,  

við váknum skal eg kanna." 

 

135 Torstein leyp úr tvørbeinki upp, 

millum sínar menn: 

"Áðrenn eg fari í gálgan upp, 

sveitti eg tær um ennið." 

 

136 [Fimmti] hevði hann manna mist,  

áðrenn hann av borgini náddi,  

hundrað hevði hann av danum felt,  

ójavnt var teim báðum. 

 

137 Svaraði frúgvin Ingigerð,  

tungu bar so snjalla:  

"Hetta var einki roysnisverk  

at vega gamlar kallar." 

 

138 "Tú skalt tær ikki vælmenningar 

av hesum verki kenna, 

komi eg aftur á øðrum sinni, 

eg má 'aa traa tee' renna. 

 

139 Tú skalt tær ikki vælmenningar 

av hesum verki kjósa, 

komi eg aftur til Danmarkar, 

sigur skalt tú ikki rósa." 

 

140 Tú ríður og rennur sum revur til [holu] 

við svørð og brynju ljósa,  

kemur tú aftur til Danmarkar,  

sigur skalt tú ikki rósa. 

 

141 Tú ríður og rennur sum revur til [holu] 

við svørð og brynju blá,  

kemur tú aftur til Danmarkar,  

sigur skalt tú ikki fá." 

 

142 Vant hann upp síni silkisegl  

so høgt [í] forgylta rá,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Nøríkis vág. 

 

143 Kastaði sínum akkerum 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig hann Torstein jallur 

sínum fótum á land. 

 

144 Torstein sigldi av Danmark  

sum hann 'blaagare brunnie'  

úti stóð Magnus, bróðir hans,  

og fagnar væl hans ferð. 

 

145 "Ver vælkomin Torstein bróðir, 

higar heim til mín, 

hvøssu tók hann kongurin 

við bønarorðunum tín?" 

 

146 Torstein gisti bróður sín 

tá var so síðla á kvøldi: 

"Hvøssu tók kongur við kvøðu mína, 

frúgvur í Danaveldi?" 

 

147 "So tók kongur við kvøðu mína, 

dóttir hálva verri, 

ætlar skip [av] nýggjum gera, 

vilja tær fáa at kenna. 

 

148 Hon kallaði teg ein svínasvein,  

tú rakst tínar smalur til borgar:  

tú kemur ikki í song við mær,  

og sjálvi henni til sorgar." 

 

149 "Eg havi hoyrt frá frúnni sagt  

um ilsku hennara [og] bræði,  

eg hevði ikki biðið hana  

av mítt sjálvsins ræði. 

 

150 Eg skal enda tær eiti mítt,  

um enn eg havi lív,  

vilt tú mær av Danmark føra  

tað hitt væna vív?" 

 

151 "Endar tú mær eiti títt, 

og tú verður mest av móði, 

tá hevur mangur nøríkismaður 

sturtað í sínum blóði." 

 

152 Magnus gongur í høgaloft, 

letst í brynju nýggja: 

"Nú lystir meg til Danmarkar 

frá Ingigerð at síggja." 

 

153 Magnus gongur í høgaloft, 

letst í brynju blá: 

"Nú lystir meg til Danmarkar 

frá Ingigerð at fá." 

 

154 Torstein gisti bróður sín,  

tá var so síðla 'gaaie'  

valdi sær út av Nøríki,  

tólv túsund mans og meiri. 

 

155 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna son, 

valdi sær út av Nøríki 

tólv túsund mans og meir. 

 

156 Tá steig mangur *fótur frægur 

út av Nøríkis landi, 

skipini hildu í havið út, 

teim var ikki sjógvur at grandi. 

 

157 Skipini hildu í havið út, 

teim var ikki sjógvur at grandi, 

sigldu so til Danmarkar 

við svørð og gyltum brandi. 

 

158 Vundu upp síni silkisegl,  

bæði gul og blá,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn á Danmarks vág. 

 

159 Kastaði sínum akkerum 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig hann Magnus kongur 

sínum fótum á land. 

 

160 Fyrstur steig hann Magnus kongur 

sínum fótum á land, 

so hann Torstein, bróðir hans, 

undir hans høgru hand. 

 

161 Ganga teir frá strondum niðan,  

ríkir menn og reystir,  

lunnar brustu, og jørðin skalv,  

tá ið knørr varð tikið í neystið. 

 

162 Ganga teir frá strondum niðan, 

reystar kempur tvær, 

tá sá eingin á teirra lið, 

at nakar óttaðist har. 

 

163 Høvdu teir garðar brent,  

áðrenn boðini komu heim,  

høvdu so mangari neyðar dóttur  

eykað sorg og mein. 

 

164 Høvdu teir garðar brent,  

áðrenn boðini komu,  

bóndakonan bar barnið heim,  

tí sløktu eld av vóni. 

 

165 Eymkuligt var á Skagaborg,  

tá ið múrurin tók at renna,  

so hevði Armurin voktað hann:  

"Ei má eg inni brenna." 

 

166 Ingigerð kemur handan um á,  

tekur við fótum at renna:  

"Nú mugu norðmenn vokta seg,  

ei má eg inni brenna." 

 

167 Magnus møtti Ingigerð 

mitt í borgarlið, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

168 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynjubelti, 

hon kom upp á baki hans, 

og sjálvan kongin feldi. 

 

169 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynju blá, 

hon kom upp á baki hans, 

og gav honum banasár. 

 

170 Frúgvin hevði upp sítt nýggja svørð, 

brá sítt skjold á loft: 

"Nú skalt tú, Torstein, síggja tað blóð, 

teg má ryggja ofta." 

 

171 Tá ið Torstein hetta sá, 

at sín fell bróðir frá: 

"Vilja tit meg 'hear aa Raiia'", 

fram í herin so brá. 

 

172 Torstein møtti Ingigerð 

mitt í borgarlið, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

173 Torstein møtti Ingigerð, 

tá var dreingjaferð, 

hann brá hana við sínum bitra brandi, 

gav henni sár av svørði. 

 

174 Torstein møtti Ingigerð 

mitt í borgarlið, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

175 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynjubelti, 

hon kom upp á baki hans 

og sjálvan kongin feldi. 

 

176 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynju nýggja, 

hann stóð har í tímar seks, 

hann kundi hana ikki síggja. 

 

177 Frúgvin var bæði troytt og mødd  

'forlujt eav' *gyltum hjálmi*  

skein so hennara gula hár,  

sum glógvar av rúnarmálmi. 

 

178 Falsk og svik 'har for ararruj' 

grumt var teim í huga, 

Eirikur og Ingigerð 

gingu til songar at sova. 

 

179 Torstein gekk til strandar oman,  

tók sítt svørð at kanna,  

saknaði Magnus, bróður sín,  

og fleiri reystar manna. 

 

180 Torstein gekk til strandar oman,  

tók sítt svørð at kenna,  

saknaði Magnus, bróður sín,  

og fleiri reystar menn. 

 

181 Torstein gekk til strandar oman,  

honum var ikki heim komið (!),  

hann sá, hvar tann vánda vættur  

tváar í tveimum brunni. 

 

182 Frá Atla fekk hann øksi tá, 

og hyggi alvæl beit: 

"Eg bað taka ta grimmu gívur", 

egg í hjarta neit. 

 

183 Torstein kemur eftir vegnum fram,  

ímillum vegg og hurðar, 

hoyrir mál til Ingigerð, 

slíkt var eingin *furða. 

 

184 Í morgin hann ríður um bardagar, 

Ásmundarson, 

Torstein skal falla í randargný, 

so um mælir hon. 

 

185 "Tú skalt fara til Nøríki 

við mikið tað tú mátti, 

eg skal fara til Nøríki 

við mikil stórum hátti. 

 

186 Tú skalt fara til Nøríki 

við mikið tað tú mátti, 

tú skalt festa konu tá, 

sum sjálvur Torstein átti." 

 

187 Ingibjørg eitur kona hans, 

tað hitt væna sprund, 

Torstein skal falla í randargný 

liggja for ravnar og hundar. 

 

188 Ingibjørg eitur kona hans, 

siga so søgur mær, 

Torstein hann stóð og lýddi á, 

tað gekk hans hug so nær. 

 

189 Allir teir í Danaveldi, 

lovaðu dyggan drong, 

tí hann vildi teim einki vinna, 

tann tíð tey lógu í song. 

 

190 Árla var um morgunin, 

tá sólin roðar í fjøllum, 

løgdu sínum bardøgum 

so skamt frá kongins høllum. 

 

191 Torstein møtti Ingigerð 

mitt í borgarlið, 

hann kleyv av henni brynjuna, 

hon seig í jørðina niður. 

 

192 Torstein møtti Ingigerð, 

tá var dreingjaferð, 

hann brá hana við sín bitra brand, 

gav henni sár av svørði. 

 

193 Torstein møtti Ingigerð 

mitt í borgarlið,  

hann kleyv av henni brynjuna,  

hon seig í jørðina niður. 

 

194 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynjubelti, 

hon kom upp á baki hans 

sjálvan kongin feldi. 

 

195 Frúgvin stoyttist í jørðina niður 

undan brynju nýggja, 

hann stóð har í tímar seks, 

kundi hana ikki síggja. 

 

196 Frúgvin var bæði troytt og móð, 

'for luidt' av gyltum hjálmi,  

skein so hennara gula hár,  

sum glógvar av rúnarmálmi. 

 

197 Kellingin kemur av skógum heim, 

røktaði sína geit: 

"Gakk í lag og vel tær fæ, 

vilt tú frægur eita!" 

 

198 "Eg havi ikki til neyðar kent 

av míni ævi enn, 

tað verður ikki, meðan eg livi, 

eg nokti deyðar menn." 

 

199 Kellingin tokar í herin fram,  

sum líkini fullu við droyra,  

kallurin tók av ræðslu at skelva,  

so ódnin mátti hoyra. 

 

200 "Her liggur tú, Magnus kongur, 

ungur deyður fór, 

bregðist tær tann ætlaðin, 

tú ætlaði Danmark tær. 

 

201 Her liggur tú, Torstein, bróðir hans, 

tú vart ikki *minni kappi, 

enn steig yvir teg festarmoy 

við sigur og sínum happi." 

 

202 Andan hevði hann ikki mist,  

men eyguni tey svunnu frá,  

reiggjaði øksi av miklum alvi  

kelling ætlaði tá. 

 

203 Kellingin treiv um øksarskaft,  

góður [var] á henni dugur:  

"Tað verður ikki á tínari ævi,  

tú kemur mær á 'gruuva'." 

 

204 Tekur hon hann í saðilin upp,  

fór ikki hart við sjúkum,  

førdi hann so til hallar heim,  

tað rymur í mannabúki. 

 

205 Leggur hon hann í varma *leyg,  

tváar úr hvørjum sári,  

seymaði aftur við silkitráði,  

fór ikki at við fári. 

 

206 Grøddi hon hann í dagar,  

og grøddi hon hann í tvá,  

fyrsti dagur í fjórðu viku  

fór hann í brynju blá. 

 

207 Kellingin plukkar ull av geit, 

segði seg av tí pínu, 

har kom Ingigerð, fostra hennara, 

hin væna og hin svinna. 

 

208 Ingigerð kemur handan um á,  

tekur við fótum at renna:  

"Her tykir mær, Torstein jall,  

á tínum húsi kenna." 

 

209 "Tað eru tínir dreymar,  

tú tonkti at ganga so nær,  

tað verður ikki á tínari ævi,  

tú fært fleiri við mær." 

 

210 Leggur hon hann í varma *leyg, 

og bakar yvir ker: 

"Statt upp, Torstein, kongason, 

tú hevur tín bróður her!" 

 

211 "Eg hevði ikki mín bróður kent, 

enn á hesum sinni, 

eg havi alt mítt megið tapt, 

so gjølliga eg tað kenni." 

 

212 Kellingin eigur ein lítlan bát, 

flýtur for bryggjusporða, 

tá leið ikki longur um, 

tá beiddi Torstein orðum. 

 

213 Kellingin eigur ein lítlan bát, 

fáar aðrar gripir, 

tó at hann sýnist lítil á sjógv, 

góður er dugur í skipi. 

 

214 "Tú skalt fara í brynju tína,  

uttanyvir í pesju mína,  

teg skal eingin maður kenna  

ikki tín egin kona." 

 

215 Vant hann upp síni silkisegl, 

gul og vovin blá, 

strykar ei á bunkan niður, 

fyrr enn á Nøríkis vág. 

 

216 Kastar sínum akkerum 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig hann Torstein jall 

sínum fótum á land. 

 

217 Fyrstur stígur Torstein jall  

sínum fótum á land,  

síðan akslar kápu blá,  

ríður niðan frá strand. 

 

218 Torstein gekk frá strondum niðan 

bæði vænur og vitur, 

møtti so frúnni Ingibjørg, 

hon kom á vagni sínum. 

 

219 Møtti frúnni Ingibjørg, 

hon kom á vagni sínum:  

"Tað hava allar høviskar moyar  

vegin fyri mær vikið." 

 

220 "Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg, 

sig mær satt ífrá, 

hvat kong hevur tú kjósað tær 

til títt veldi og ráð?" 

 

221 "Torstein unti eg allarbest 

fram fyri kongar og jallar, 

tað segði mær so mangur maður, 

hann mundi for Skagaborg falla." 

 

222 Svaraði frúgvin Ingibjørg, 

av so tungari sorg: 

"Tað segði mær so mangur maður, 

hann fell for Skagaborg." 

 

223 "Vargurin liggur við vintur 'aa mødl', 

kennir so lítið til 'viar', 

so er tann maður á 'viggier' stund 

mestur er hann deyður." 

 

224 "Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,  

hin væna og hin svinna,  

tóast tú ert á sorgum beidd,  

lat ikki á tær finna!" 

 

225 So sat frúgvin Ingibjørg 

allan dag á bekki, 

meiri sat hon við sorg og sút, 

føðslu tugdi hon ikki. 

 

226 Ein kom maður í hallina inn,  

sum lært hevði tukt og sinni:  

"Torstein er í borgarkálva,  

har vil hann teg finna." 

 

227 Eirikur leyp úr hásæti, 

og gyrdi [seg] við sítt svørð: 

"Hitti eg Torstein í borgarkálva, 

'um onda' rakar hann ferð." 

 

228 Eirikur leyp úr hásæti, 

tók sítt svørð at kanna: 

"Hitti eg Torstein í borgarkálva, 

evstan rakar hann anda." 

 

229 Eirikur leyp av hallini út,  

ætlaði sær til frama,  

Torstein hevði hans høvur av  

og gav honum bráðan bana. 

 

230 Eirikur leyp av hallini út,  

við skjold og brynju blá,  

Torstein hevði hans høvur av  

og gav honum banasár. 

 

231 Møttust teir í borgarkálva, 

raskar kempur tvær,  

Torstein hevði hans høvur av,  

gav honum sítt banasár. 

 

232 Møttust teir í borgarkálva, 

raskir vóru báðir, 

Torstein hevði hans høvur av, 

góð eru gomul í ráði. 

 

233 Danir lupu eftir strætinum,  

og mist høvdu sínar menn,  

Torstein leyp eftir øllum teim,  

so legði hann fimm í senn. 

 

234 Danir lupu eftir strætinum,  

og mist høvdu sínar menn,  

Torstein leyp eftir øllum teim,  

sín bróður deyða hann hevndi. 

 

235 "Eg skal aftur til Danmarkar 

enn á triðja sinni, 

meiri at vinna roysnisverk  

enn at liggja inni." 

 

236 Svaraði frúgvin Ingibjørg 

av so tungum trega: 

"Hoyr tað, Torstein, harri mín, 

tú mást væl inni vera." 

 

237 So letur hann Torstein jall 

síni skipini búgva, 

allar letur hann streingirnar  

av reyðargulli snúgva. 

 

238 So letur hann Torstein jall 

byggja skipini stór, 

bæði letur hann á tey laða  

virtur og so bjór. 

 

239 Bæði letur hann á tey laða 

virtur og so bjór, 

tó hann siglir fimtan vetrar,  

fattast hann ikki fóður. 

 

240 Ganga teir til strandar oman, 

ríkir menn og reystir, 

lunnar brustu, og jørðin skalv, 

tá ið knørr varð drigið úr neysti. 

 

241 Bræddir reyðir brandar, 

skorin var hvør stokkur,  

stavn og stýri av reyðargulli,  

so var segl í toppi. 

 

242 Bræddir reyðir brandar, 

borðini tey vóru blá, 

stevnið og stýrið av reyðargulli, 

har skein sólin á. 

 

243 Vant hann upp síni silkisegl,  

bæði gul og blá,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Danmarks vág. 

 

244 Kastar sínum akkerum  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Torstein jall  

sínum fótum á land. 

 

245 Fyrstur stígur Torstein jall  

sínum fótum á land,  

síðan akslar hann kápu blá,  

ríður niðan frá strand. 

 

246 Torstein gekk frá strondum niðan,  

bæði vænur og 'vinur'  

møtti frúnni Ingigerð,  

hon kom á vagni sínum. 

 

247 Torstein gekk frá strondum niðan, 

bæði vænur og vitur, 

møtti frúnni Ingigerð, 

bæði vóru tá slipin. 

 

248 Tey yptust hart, tey yptust skarpt, 

ei var blítt til verkja, 

Torstein fekk hon undir seg, 

búðist at bíta hans barka. 

 

249 Ryktust hart og ryktust skarpt,  

tað mundi mangan harpa,  

Torstein fekk hon undir seg,  

búðist at bíta hans barka. 

 

250 Stríddust bæði hart og skarpt,  

ei var blítt at síggja,  

kellingin kemur handan um á,  

tá elvast hennara 'floggie'. 

 

251 Kellingin sipar um sín bana, 

ódnin mátti hoyra: 

"Svør tann eið um mína trú, 

tú skalt ikki deyða fleiri." 

 

252 Kellingin sipar um sín bana,  

bæði av grimd og reiði:  

"Svør tann eið við mína [trú],  

tú skalt ikki fleiri deyða." 

 

253 Frúgvin settist á jørðina niður,  

við reyðar kinnir og bleikar,  

ormar skriðu av henni út,  

hvør mót øðrum leikar. 

 

254 Frúgvin var bæði troytt og móð,  

'forlujt' av gyltum hjálmi,  

skein so hennara gula hár,  

sum glógvar av rúnarmálmi. 

 

255 Hon svav fullar tríggjar dagar, 

har til nætur báðar, 

tá hevði frúgvin 'filligie' litir, 

tók sær blund til náðar. 

 

256 Torstein situr í hásæti, 

kortar hann ikki *fíggja: 

"Heinta mær frúnna í hallina inn, 

nú vil eg hana síggja!" 

 

257 Frúgvin varð bæði studd og leidd 

í sítt faðirveldi, 

ljómurin skein av akslagrein, 

sum skygdi av tignareldi. 

 

258 Tær beyðst kongur av Nøríki, 

bæði við gleði og gleim, 

nú skal eg gifta teg við kalssyni, 

Danmarks svínavein. 

 

259 Tær beyðst kongur av Nøríki,  

Magnus, tann veldigi harri,  

nú skal eg gifta teg við kalssyni,  

nú man tað verða verri." 

 

260 Tað var Ásmundur kellingarson, 

fellur pá síni knæ, 

festi so frúnna Ingigerð, 

tað hitt væna 'breaie'. 

 

261 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

gott var teirra lív, 

bæði gingu í eina song, 

Ásmundur og hans vív. 

 

262 Gingu so bæði í eina song,  

Ásmundur og hans vív,  

síðan hvør som boðin var,  

haðan heim til sín. 

 

263 Kelling skal slíta skrúður og lín, 

kall skal riddari eita, 

hvør sum teim neisur vinnur, 

henni skal eg 'vaejja'. 

 

264 Kelling skal slíta skrúður og lín, 

kall skal riddari vera, 

hvør sum teim neisur vinnur, 

henni skal eg gera. 

 

265 Eg havi verið í mongum vási, 

helst í úlvaferð, 

aldri mær av huga gongur 

hin ónda Ingigerð. 

 

Glymur dansur í høll, sláið ring!  

Ríða glaðir norðmenn, teir halda várting. 

 

CCF 99 Ca 

TSB E 110 

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 34, s. 155. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 258. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 197. 

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.  

 

E 110 Torsteins kvæði (Insulted suitor is treacherously killed by maiden and revenged by brother)

Torstein, yngri sonur Noregs kongs, fer heimanífrá við skipi. Hann hittir Atla jall, teir berjast, og Atli verður dripin. Áður enn hann doyr, biður hann Torstein hyggja eftir trúlovaðu síni, Ingibjørg. Torstein giftist við henni. (Frábr. A: Torstein biður um Ingibjørg og giftist við henni. Aftaná berjist hann við Atla.)

Noregs kongur doyr, og beiggi Torsteins, Magnus, verður eftirmaður hansara. Torstein mælir Magnusi til at giftast við Ingigerð, dóttur danakongs, og býður sær til at bera fram bønarorð í hansara stað. Ingigerð svarar honum ógvuliga hatskt aftur, og Torstein fer aftur til Magnusar og sigur tað fyri honum. Magnus heldur av stað at hevna háðanina, og Torstein fer við honum. Harður bardagi spyrst burturúr, og við galdraráðum drepur Ingigerð Magnus og særir Torstein.

Ein gomul trøllkona finnur Torstein, lekir hann og sendir hann heim. Har drepur hann beiggja Ingigerð, sum hevur gingið eftir konu hansara, meðan hann hevur verið burturi. Síðani fer hann aftur til Danmarkar og vinnur á Ingigerð, tí trøllkonan hjálpir honum. So giftir hann hana burtur við einum svínadreingi.

á føroyskum: CCF 99 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019