• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torsteins kvæði

 

CCF 99 D 

TSB E 110 

 

I. Atla táttur 

 

1 Viljið tær nú lýða á, 

ljóð geva mær, 

Ólav nevni eg kongin tann 

for Nøríki ræður. 

 

Rennur og rennur folin mín  

á grønari grund,  

mín ber ei á lund.  

Stíg í dans á stund!  

Kátur loypur folin mín  

á grønari grund. 

 

2 Hann hevur átt tveir ungar synir,  

komnir til gávur at evna,  

Magnus kongur og Torstein jall,  

eg tori teir báðar at nevna. 

 

3 Kongurin unti jallinum 

at sita sær monnum hjá, 

tí hann hevði hans synir lært 

við æru og hyggjuráð. 

 

4 Kongurin gár for jallin,  

sigur honum frá:  

"Torstein vil av ríki fara,  

hann eykar tygara trá." 

 

5 "Vil hann Torstein av ríki fara, 

eingin skal honum forða, 

hann kann ikki sítt forlag flý,  

og sjálvur man hann tað 'soura', 

 

6 Tú skalt honum av ríki fáa 

seksti merkur gull, 

hvar hann kemur í ókunn lond, 

hann keypir tað verðið full. 

 

7 Tú skalt honum av ríki fáa 

seksti merkur at ráða, 

hvar hann kemur í ókunn lond, 

hann eykar sær ongan váða." 

 

8 Torstein sigldi av Nøríki 

eina morgunstund, 

tá sá hann herskipini liggja 

undir grønari lund. 

 

9 Tá sá hann herskipini liggja, 

eitt var størst av øllum, 

stýrdi hann Atli, kongins son, 

hann ráddi for gørpum snjøllum. 

 

10 Torstein skundar síni ferð 

við so snildum orðum, 

visti ikki Atli av, 

fyrr enn svørðini sungu í borðum. 

 

11 Atli vaknar kaldur við,  

hann hoyrir ørvadriv: 

"Hvør var hann so hugdjarvur, 

ið her legði skipini til?" 

 

12 Svaraði Torstein, kongins son, 

honum rann í grun: 

"Eg síggi tær ikki eiti mítt, 

tí tað er okkara mun." 

 

13 "Atla skalt tú nevna meg,  

Svøríkis kongins son,  

so var mær til móður sagt,  

at drotning var hon." 

 

14 "Torstein skalt tú nevna meg, 

Nøríkis kongins son, 

so var mær til móður sagt, 

at drotning nevnd var hon." 

 

15 Svaraði Atli, kongins son, 

hann leit undan reyðum skildri:  

"Sig mær frægur, Torstein ungi,  

hvat tú higar vildi?" 

 

16 Svaraði Torstein, kongins son, 

"Eg hirði tað ei at loyna, 

til tess eri eg higar komin 

manndóm við teg royna." 

 

17 "Hoyr tú Torstein, kongins son, 

kostar kjós tú tær! 

Hvat heldur vilt tú á skipum berjast 

ella á land við meg?" 

 

18 "Vit skuljum os í landið upp,  

og tað er frætt tí meiri,  

hirðum ei av okkara liði,  

at falla garpar fleiri." 

 

19 Gingu teir frá strondum niðan,  

reystar kempur tvær,  

tað sá eingin av teirra monnum,  

at nakað blúgvdist har. 

 

20 Teir bardust fullar tógva dagar,  

hvørgin sigur vann,  

inntil tann hin triðja,  

tá sól til viðar rann. 

 

21 Inntil tann hin triðja, 

ið sól til viðar rann, 

tað var Atli, kongins son, 

hann kendi sær møði á hand. 

 

22 Atli læt til møði kenna,  

tó at hann var ungur,  

Torstein letur høggini falla 

bæði mong og tung. 

 

23 Atli eigur brynju ta, 

ið einki svørð kann granda, 

gevur so Torstein høggini tung, 

tað tóktist í beini standa. 

 

24 Atli eigur brynju ta, 

ið einki svørð kann bíta, 

gevur so Torstein høggini tung, 

tað tóktist í beini níta. 

 

25 Síðan tókust teir hondum saman, 

upp gekk grót og grund, 

so gekst teim bardagur av, 

at Atli lá í lund. 

 

26 Svaraði Atli, kongins son: 

"Eg má liggja her, 

tú skalt hava brynju mína 

tær í sømdargerð." 

 

27 Svarði Torstein, kongins son: 

"Tað skal eg nú valda, 

tó at vit hava roysni roynt, 

at lata hvøngan galda." 

 

28 "Eg lovaði tað fyri faðir og móður,  

at grið skuldi eg ikki tiggja,  

Torstein, tú manst av sigri rósa,  

eg man eftir liggja. 

 

29 Eg lovaði tað fyri faðir og móður, 

tá eg var eitt barn, 

eg skuldi ei ræðast tann heita eld 

og ei tað hvassa jarn. 

 

30 Eg lovaði tað fyri faðir og móður, 

tá eg í vøggu lá, 

eg skuldi ei ræðast tann heita eld 

og ei tað hvassa stál. 

 

31 Tú ger so væl við mínar menn, 

tú gev teim gull og fæ, 

tú send teir aftur til landanna, 

sum ikki vilja tjena tær!" 

 

32 Reyðan ring av armi dró,  

tá fleyt hann í blóði:  

"Sendi frúnni Ingibjørg,  

tú hav tað væna fljóðið." 

 

33 Reyðan ring av armi dró,  

tá hann fleyt í dvala,  

sendi frúnni Ingibjørg,  

hann bað hana liva sæla. 

 

34 Torstein eftir bunkanum gár,  

hann untist væl við fljóðið,  

henni fylgdi hennara faðir,  

síðan hennara móðir. 

 

35 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull í ráum brann, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Nøríkis land. 

 

36 Kastar sínum ankørum  

á tann hvíta sand,  

fyrstur steig, Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land. 

 

37 Fyrstur steig Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land, 

og hon Ingibjørg, jalsins dóttir 

undir hans høgru hand. 

 

38 Silki og so perlur 

varð eftir vegnum prangað, 

ei mátti Ingibjørg, jalsins dóttir, 

á berum jørðum ganga. 

 

39 Silki og so perlur 

varð eftir vegnum breitt, 

so varð Ingibjørg, jalsins dóttir, 

upp til hallar leidd. 

 

40 Og tað var Torstein, kongins son,  

hann tók sær frúvu at festa,  

snarliga læt til brúdleyps bjóða,  

ei læt longur fresta. 

 

 

Annar táttur 

 

41 Tað var enn, sum oftast er,  

frá man frættast víða,  

Nøríkis kongur til kirkju reið,  

nú reikar í helsótt stríða. 

 

42 Eystan undir kirkjuni,  

sum dreingir eiga fold,  

gróvu teir tað hitt ljósa lík  

niður í døkka mold. 

 

43 Skiftu teir ímillum sín 

bæði gull og grót, 

uttan drotningsringin reyða, 

honum vá einki ímót. 

 

44 Har var øllum javnt at skifta,  

bæði av smáum og stórum,  

uttan drotningsringin reyða,  

hann ímillum fór. 

 

45 Torstein unti Ingibjørg 

rætt sum sínum hjarta, 

meira tókti honum at  

enn drotningsringin bjarta. 

 

46 Torstein gár fór móður sína,  

leitar við hana ráð:  

"Hvør skal nú fyri ríki ráða,  

faðir er fallin frá?" 

 

47 "Magnus hann skal kongur vera,  

eldri er hann av øllum,  

Torstein, tú skalt av landi fara  

og ráða for gørpum snjøllum. 

 

48 Magnus hann skal kongur verða,  

eldri er hann av aldri,  

Torstein, tú skalt av landi fara  

og ráða við váknaskjaldri." 

 

49 Deydligt var í ríkinum  

onga gleði at elva,  

Torstein talar til bróður sín:  

"Vit skulu fara at telva." 

 

50 Sóu tað allir innanhallar, 

Magnus talvið vann, 

Torstein skákaði á skamri stund, 

í brøgdum vann hann hann. 

 

51 "Hoyr tað Magnus, bróðir mín, 

eg beri fyri tær trá! 

Hví fert tú ei um londini 

tær eina jómfrú at fá? 

 

52 Danmarks kongur dóttur eigur, 

hagar vil eg tær vísa, 

kanst tú hana til ektar fá, 

hon kann títt lív væl prísa. 

 

53 Hoyr tú Magnus, bróðir mín, 

ringin gev tú mær, 

eg skal mær til Danmarkar 

jomfrúnna biðja tær!" 

 

54 "Væl verði tær eyðið at njóta hann, 

og seti við dømin fleiri, 

bæði kanst tú telva væl, 

tá eru tíni brøgd fleiri." 

 

55 So letur Torstein, kongins son, 

sínum skipurn gera, 

allar letur hann streingirnnar 

av reyðargulli vera. 

 

56 So letur Torstein, kongins son, 

búgva skipin sín, 

bæði letur hann á tey laða 

virtur og so vín. 

 

57 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull í vovin rand, 

strykar hann ei á bunkan niður 

fyrr enn við Danmarks land. 

 

58 Higar ið hansara snekkja  

kendi fagurt land,  

letur hann síni ankar falla  

á tann hvíta sand. 

 

59 Letur hann síni ankar falla 

á tann hvíta sand, 

fyrstur steig Torstein, kongins son, 

fótum á land. 

 

60 Fyrstur steig Torstein, kongins son, 

fótum á land, 

slógu sínar borðbúðir 

skamt frá sjóvarstrand. 

 

61 Inn kemur maður í kongins høll, 

sigur øllum frá: 

"Eg síggi stórar herbúðir 

í vára londum stá." 

 

62 "Sært tú slignar herbúðir  

í vára londum stá,  

vera má ríkir høvdingar  

at biðja dóttur vár." 

 

63 Svarði frúgvin Ingigerð,  

hon talar til bróður sín:  

"Far tú tær til strandar oman,  

skoða biðlar mínar! 

 

64 Sig, Ingigerð býður teim øllum heim, 

um teir vilja tað trúgva, 

ovast yvir sítt borð at sita 

undir teim tjøldum liggja!" 

 

65 Eirikur fór til strandar oman,  

væl kundi randir rjóða:  

"Heilir og sælir, Nøríkis menn,  

eg er komin tygur heim at bjóða! 

 

66 Ingigerð býður tygur formonnum heim, 

um tit vilja tað trúgva, 

ovast við sítt borð at sita 

undir teim tjøldum búgva." 

 

67 Svaraði Torstein, kongins son,  

hann upp mót honum leit:  

"Tíðkort verður talvið alt,  

so sjálvur eg tað veit." 

 

68 Eirikur fór til hallar aftur, 

dvøldist ikki leingi, 

eftir spurdi Ingigerð: 

"Hvussu líkst tær á dreingir?" 

 

69 "So líkst mær á formenn báðar, 

tó er annað meiri, 

tíðkort verður talvið alt, 

tú fært ei andsvar fleiri." 

 

70 Báðum tókti tað vænuligt, 

at kongin ræður at svara: 

"Nú skal bjóða teim øllum heim 

drekka ikki spara." 

 

71 Eirikur fór til strandar oman,  

kundi væl randir rjóða:  

"Heilir og sælir, Nøríkis menn,  

eg komi tygur heim at bjóða! 

 

72 Faðir mín býður tygur øllum heim, 

meiri av monnum og minna, 

um teir vilja halda frið 

og ongar neisur vinna." 

 

73 "Gjarna vilja vær halda frið 

og ongar neisur vinna, 

men verður os nakað vanboðið, 

tá mæli eg um minna." 

 

74 Torstein talar til sínar menn  

at halda seg so glaðar:  

"Raskir eru Danmarks menn,  

teir vilja norðmenn háða." 

 

75 Torstein talar til sínar menn  

at klæða seg so bjartar,  

lata Danmarks drósir síggja,  

at norðmenn kunnu skarta. 

 

76 Úti í miðjum grasagarði  

akslar hann síni skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallar inn. 

 

77 "Vælkomin Torstein, kongins son, 

fara skalt tú við frið, 

skunda tær í hásætið 

so glaður við [tínum] lið!" 

 

78 Allar læt hann sínar menn  

stíga á høgalofts bekk,  

fyrstur sjálvur Torstein ungi  

í hásætið gekk. 

 

79 Síðla var um aftanin,  

alt sat fólk yvir borð,  

tá bar ikki longur um,  

enn Torstein beiddist orð. 

 

80 "Væl sitið tit, Danmarks kongur, 

væl í góðan tíma, 

Magnus kongur í Nøríki, 

hann sendi tær kvøðju sína!" 

 

81 "Skeinkið bæði mjøð og vín, 

tað skulu tit ei spara, 

leiðið mína dóttur í hallina inn 

sjálva for seg at svara!" 

 

82 Frúgvin varð bæði studd og leidd 

inn í sítt faðirs veldi, 

ljóman brá av akslagrein 

sum av *tignareldi. 

 

83 Ljóman skein av akslagrein  

við gull og perlur ljósar,  

Torstein hugsar við sjálvum sær:  

"Tílíka vildi eg mær kjósa." 

 

84 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

inn í hallina gekk, 

Torstein stendur á hallargólvi, 

ymsar litir fekk. 

 

85 "Vælkomin, mín sæla dóttir,  

vit skulu væl biðlum svara,  

Magnus kongur av Nøríki,  

sum vit mundu síðst um vara. 

 

86 Magnus kongur av Nøríki,  

sum os mundi síðst um vara,  

bæði væl og høviskliga  

skulu vit honum svara." 

 

87 "Til mín torir eingin kongur at biðja 

hvørki til gulls ella garða, 

teir eiga hvørki gull ei fæ, 

teir fáa ei andsvar fleiri." 

 

88 "Teg torir eingin kongur at biðja, 

hvørki til gulls ella landa, 

lova tú Danmarks svínasvein, 

tað kann eg tilstanda!" 

 

89 "Magnus kongur í Nøríki, 

hann rekur sínar smalur til borga, 

hann kemur ei í mína song, 

og eyka mær ei ta sorg! 

 

90 Magnus kongur í Nøríki,  

hann rekur sínar smalur til líða,  

hann kemur ei í mína song,  

og eyka mær ei tann kvíða!" 

 

91 "Magnus kongur í Nøríki,  

hann er so nýtur drongur,  

fyri títt orð og ónda rykti,  

verður hann ei tín fongur." 

 

92 Svaraði frúgvin Ingigerð, 

bæði av ilsku og bræði: 

"Torstein, tú skalt á gálgan upp, 

at turka har tíni klæði." 

 

93 Torstein leyp úr hásæti 

fram millum sína manna: 

"Áðrenn tú meg á gálgan hevur, 

tá skulu vit váknum kanna." 

 

94 Fimmti hevði hann manna mist,  

áðrenn hann at durunum náddi,  

hundrað hevði hann hjá henni felt,  

tá var ójavnt hjá báðum. 

 

95 Svaraði frúgvin Ingibjørg,  

tungu bar hon so snjalla:  

"Eg kalli tað einki roysni vera  

at vega gamlar kallar." 

 

96 "Tú torir ongan *vanmenning 

á hesum máli kenna, 

komi eg aftur á annað sinni, 

eg tori óræddur renna." 

 

97 "Tú loypur so ræddur sum revur til hols, 

við svørð og brynju ljósa,  

kemur tú aftur til Danmarkar,  

tú skalt ei av sigri rósa. 

 

98 Eg skal keypa mær skjøld og svørð, 

og sjálv skal eg meg verja, 

hann er eingin av Nøríkis monnum, 

ið á meg torir herja." 

 

99 Torstein sigldi av Dannimark, 

blóðgað brynja er, 

úti stár Magnus, bróðir hans, 

og fagnar væl hans ferð. 

 

100 Vindur hann upp síni silkisegl, 

gull í ráum brann, 

strykar ei á bunkan niður 

fyrr enn við Nøríkis land. 

 

101 Kastar sínum ankarum 

á tann hvíta sand, 

fyrstur steig Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land. 

 

102 Fyrstur steig Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land, 

tá var Magnus, bróðir hans, 

riðin niður til strand. 

 

103 "Vælkomin Torstein, bróðir mín, 

fara skalt tú við frið, 

skunda tær í hásætið 

so glaður við tínum liði!" 

 

104 Síðla var um aftanin, 

teir drukku inni á kvøldi: 

"Hvussu tók kongur við kvøðju míni 

dóttir í Danaveldi?" 

 

105 "Tú lat tær skip av nýggjum gera, 

keyp tær fólk og tegnar! 

Tá ið tú kemur til Danmarkar, 

tú torir ei aftur fregna. 

 

106 Hon kallar teg ein smalusvein, 

tú rekur tínar smalur til borga, 

tú kemur ei í sína song 

at eyka sær ta sorg. 

 

107 Hon kallar teg ein smalusvein, 

tú rekur tínar smalur til líða, 

tú kemur ei í sína song 

at eyka henni tann kvíða." 

 

108 "Hoyrt havi eg frá frúnni sagt, 

ilsku og hennara bræði, 

eg hevði ikki til hennara biðið 

av mínum sjálvsins ráði." 

 

109 "Eg skal enda eiti mítt, 

um enn eg havi lív, 

eg skal tær av Danmark føra 

tað hitt væna vív." 

 

110 "Endar tú mær eiti títt, 

tað verður mest av stríði, 

tá hevur mangur av Nøríkis monnum 

látið [sínum] lívi." 

 

111 Magnus gár í høgaloft,  

hann klæddist í brynju eina:  

"Nú skal eg til Danmarkar  

jomfrúnna gista heima." 

 

112 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna son, 

eingin tann á Nøríki, 

ið eftir átti son. 

 

113 Hann læt sær tað liðið samla, 

tað var so síðla á geira, 

valdi út av Nøríki 

tólv túsund mans og fleiri. 

 

114 So letur hann Magnus kongur 

sínum skipum búgva, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli snúgva. 

 

115 Tá steig mangur feigur fótur  

út av Nøríkis landi,  

skipini hildu í havið út,  

tá var ei sjógvur at grandi. 

 

 

 

 

Triði táttur 

 

116 Summir skulu í erva fara,  

brenna turpar og skildri,  

leggja eld í Skagaborg,  

tá kongurin ikki vildi. 

 

117 Summir skulu í erva fara,  

brenna turpar og bý,  

munnu so tíðindi aftur koma,  

tá yppist ein leikur av ný. 

 

118 Dimmligt var í Skagaborg, 

tá múrurin tók at renna, 

so máttu ormarnir vokta hana, 

hon mátti ei inni brenna. 

 

119 Ingigerð leyp úr eldinum, 

út yvir herin allan, 

so kom hon á foldina fast, 

eingin sá hana falla. 

 

120 Tað var frúgvin Ingigerð, 

tekur hon til at renna: 

"Nú munnu norðmenn vokta seg, 

teir skulu ikki inni brenna." 

 

121 Árla var um morgunin, 

sólin roðar í fjøll, 

teir settu sínum bardøgum 

so skamt frá kongins høll. 

 

122 Árla var um morgunin, 

sólin roðar í líð, 

norðmenn fingu fagran sigur,  

danir mistu lív. 

 

123 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

aftur settu teir bardøgum  

skamt frá kongins høll. 

 

124 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í líð,  

danir fingu fagran sigur,  

norðmenn lótu lív. 

 

125 Magnus møtti Ingigerð, 

mitt í miðjum heri, 

hann brá sínum bitra mæka, 

hann gav henni sár av svørði. 

 

126 Magnus møtti Ingigerð, 

mitt í borgarliði, 

hann høgg av henni brynjuna, 

hon sveiv til jørðina niður. 

 

127 Ingigerð stoyttist til jørðina niður 

undan brynju blá, 

hon kom aftur á baki hans, 

hon gav honum banasár. 

 

128 Ingigerð stoyttist til jørðina niður 

undan brynjubelti, 

snarliga upp á baki hans, 

sjálvan kongin feldi. 

 

129 Frúgvin hevur sítt nakið svørð, 

hon brá sín skjøld á lofti:  

"Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð,  

sum teg má ryggja ofta. 

 

130 Her skalt til, Torstein, síggja tað blóð, 

sum teg má ofta ryggja, 

hann skal ei yvir Dannimark ráða  

og ei við mær at byggja." 

 

131 Torstein tokar í herin fram,  

rætt sum randar rúka,  

náddi hann ei eftir nærmari gerð,  

hann stígur á mannabúkar. 

 

132 Torstein møtti Ingigerð,  

mitt í borgarliði,  

hann høgg av henni brynjuna,  

hon sveiv til jørðina niður. 

 

133 Ingigerð stoyttist til jørðina niður 

undan brynju blá, 

har stóð hann í tímar fimm, 

hann kundi hana ikki sjá. 

 

134 Síðla var um aftanin,  

dagurin tekur at kvølda,  

lysti frúnni Ingigerð  

at fara heim í veldið. 

 

135 Síðla um aftanin frúgvin var móð,  

hon lyftir av gyltan hjálma,  

glógvar so hennara hár 

sum av rúnarmálmi. 

 

136 Torstein gongur til strandar oman, 

tekur sítt lið at kanna, 

saknast Magnus, bróður sín, 

og aðrar valdra manna. 

 

137 Torstein gár frá strondum niðan,  

honum var ei leiðin kunnig,  

hann sá tá hina gomlu vættur,  

hon tváaði teimum í brunni. 

 

138 Hann sá tá hina óndu vættur, 

tá tókst til ei betur, 

alt tað, sum hann um dagin drap, 

tað lívgaði hon upp um nætur. 

 

139 Frá Atla fekk hann øksi ta, 

mikið væl hon beit, 

opin fell tann grimma *gívur, 

egg í beini neit. 

 

140 Torstein gongur eftir vegnum fram, 

millum tveggja hurða, 

hoyrir nú mál til Ingigerð, 

mikil var henda furða. 

 

141 "Eirikur far til Nøríkis  

við miklum mentartátti,  

tú skalt festa konu ta,  

ið sjálvur Torstein átti! 

 

142 Ingibjørg eitur Torsteins kona,  

siga tær søgur mær."  

Torstein stóð og lýddi hará,  

tað gekk hans hug so nær. 

 

143 "Ingibjørg eitur Torsteins kona,  

tað hitt væna sprund,  

Torstein skal falla í randargný,"  

og liggja for ravn og hund. 

 

144 Í morgin tú ríður í bardøgum,  

Ásmundur, jalsins son,  

Torstein skal falla í randargný,"  

í songum mælir hon. 

 

145 Allir teir í Danaveldi, 

lova dygdardrong, 

hann vildi einki gera teimum, 

tey lógu í síni song. 

 

146 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

aftur settu teir bardaga  

skamt frá kongins høll. 

 

147 Torstein møtti Ingigerð, 

mitt í miðjum heri, 

hann brá sínum bitra mæka, 

hann gav henni sár av svørði. 

 

148 Torstein møtti Ingigerð, 

mitt í borgarlið, 

hann høgg av henni brynjuna, 

hon sveiv at jørðini niður. 

 

149 Ingigerð stoyttist í jørðina niður 

við svørð og brynju blá, 

hon kom aftur á baki hans, 

hon gav honum banasár. 

 

150 Ingigerð stoyttist til jørðina niður, 

undan brynjubelti, 

hon kom upp á baki hans 

og sjálvan Torstein feldi. 

 

151 Síðla var um aftanin,  

dagurin tók at kvølda,  

lystir frúnni Ingigerð  

at fara heim í veldið. 

 

152 Síðla um aftanin frúgvin var móð,  

hon lyftir av gyltan hjálma,  

glógvar so hennara gula hár  

sum av rúnarmálmi. 

 

153 Kallin kemur av skógnum heim,  

goymt hevði smalur og geit:  

"Gakk í lund og vel tær fæ,  

vilt tú frægur eita!" 

 

154 "Eg havi livað nakra ævi, 

ei kent til neyðir enn, 

tað verður ikki, meðan eg livi 

eg nøkti um deyðar menn." 

 

155 "Meðan tá tú vilt tað ei,  

hon svør á sína trú,  

tá læt mangar lív í dag,  

ið raskari var enn tú." 

 

156 Kelling gekk eftir vegnum fram, 

sum líkini flutu í droyra, 

kallin tók at skelva tá, 

ódnir vóru at hoyra. 

 

157 "Her liggur tú, Magnus kongur, 

maður vart tú mær, 

yvir brast tær ætlan tín, 

tú hugaði Danmark tær. 

 

158 Her liggur Torstein, bróðir tín,  

hann tóktist ei maður minni,  

enn steig yvir tykkum fostra mín,  

hin vitra og hin svinna. 

 

159 Har liggur Torstein, bróðir tín,  

hann tóktist ei minni kappi,  

enn steig yvir tykkum fostra mín 

við sigri sínum og happi." 

 

160 Ondina hevði hann ikki mist,  

hann eyguni sundur brá,  

reiggjar nú til við miklum alvi,  

kelling aktaði tá. 

 

161 Kellingin fekk um øksarskaft, 

góður var í henni dugur: 

"Tað verður ikki, meðan tú lívir, 

tú kemur mær at *bága." 

 

162 Leggur hon hann í saðilin upp,  

hon fór ikki hart við sjúkum,  

førir hann so til hallar heim,  

tað rymur í mannabúkum. 

 

163 Leggur hon hann í varma leyg,  

hon bráar svørð úr sári,  

seymar aftur við silkitráði,  

hon fer ikki at við fári. 

 

164 Tekur hon hann í varma leyg,  

í silkisong at leggja,  

breiðir á við miklum alvi,  

passaði teirra beggja. 

 

165 Kellingin plukkar ull av geit, 

setist nú út at spinna, 

sær hon Ingigerð, fostru sína, 

hin vitra og hin svinna. 

 

166 Ingigerð kemur handan um á, 

aftur ræður at venda: 

"Sýnist mær, sum Torstein ungi 

í tínum húsum kendi." 

 

167 "Tað eru tínir grimdarhugar, 

tær ganga so nær, 

tað verður ikki, meðan tú livir, 

tú finnur svik við mær." 

 

168 Leggur hon hann í varma løg, 

hon lokar yvir ker: 

"Stíg nú higar, Torstein ungi, 

hevn tín bróður her!" 

 

169 "Eg fái ikki mín bróður hevnt, 

enn á hesum sinni, 

eg havi øll míni evni mist, 

so sjúkur má eg tað kenna." 

 

170 "Á miðjum sumri skal brúdleypið verða,"  

segði tað boðið, ið beyð,  

"eg skal biðja fostru mína,  

tó hon verður tess treyð." 

 

171 "Á miðjum sumri skal brúdleypið verða,"  

segði tað boðið, ið bar,  

"eg skal bjóða fostru míni,  

so hon verður ei har. 

 

172 Tú skalt fara í pesjur mínar, 

uttan yvir klæði tíni, 

teg skal eingin maður kenna, 

ei kanna eygum tíni." 

 

173 Kellingin eigur ein lítlan bát, 

fáar aðrar gripir, 

tó at hann sýnist lítil á sjógv, 

so góður er dugur í skipi. 

 

174 Kellingin eigur ein lítlan bát, 

flýtur for breiða borð, 

tað bar ikki longur um, 

enn Torstein beiðir orð. 

 

 

Fjórði táttur 

 

175 Torstein sigldi av Dannimark, 

tað fell so væl í lag, 

hann kom sær til landanna 

tann fyrsta brúdleypsdag. 

 

176 Vindur hann upp síni silkisegl  

við gull í vovin rand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn á Nøríkis land. 

 

177 Kasta sínum ankørum 

á tann hvíta sand, 

fyrstur steig Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land. 

 

178 Torstein møtti frúvu síni 

mitt í vagnavegi: 

"Hava so flestar høviskar kvinnur  

av vegnum frá mær vikið. 

 

179 Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg, 

sig mær satt ífrá! 

Hvønn hevði tú kongin kosið, 

hevði tú vald og ráð?" 

 

180 "Torstein unti eg allarbest, 

bæði av kongar og jallar, 

tað siga mær so mangir menn, 

hann mundi fyri Skagaborg falla." 

 

181 "Hjørturin liggur í vinturmjøll, 

hann kennir ei til neyð, 

so er tann maður, í víggi staddur, 

næstan kortar deyðan." 

 

182 Frúnni støkk tann grátur upp, 

av so tungari sorg: 

"Tað søgdu mær so mangir menn, 

tú fell fyri Skagaborg." 

 

183 "Far tú tær til hallar heim,  

hin vitra og hin svinna,  

tá tú ert av sorgum mødd,  

lat ongan á tær finna!" 

 

184 So sat frúgvin Ingibjørg, 

henda dag á bekki, 

hon hugsar meira um sorg og sút, 

hon tók tá føðslu ikki. 

 

185 Ein kom maður í hallina inn,  

væl kann tungu skilja:  

"Torstein er í borgarlið,  

har skulu tit hann finna." 

 

186 Eirikur leyp úr hásæti,  

hugsaði sær til frama,  

Torstein leyp eftir hallargólvi,  

hann gav honum bráðan bana. 

 

187 Møttust teir í borgarliði,  

raskir seggir báðir,  

Torstein høgg hans høvur av,  

tí góður er gamal í ráðum. 

 

188 Danar lupu eftir sandinum,  

hugsaðu sær til frama,  

Torstein loypur eftir teim,  

hann gevur teim bráðan bana. 

 

189 Danar lupu eftir sandinum,  

mist høvdu sínar tenn,  

Torstein loypur eftir teim,  

hann vegur væl fimm í senn. 

 

190 Svaraði frúgvin Ingibjørg, 

við sorg og tunga trá: 

"Hoyr tað, Torstein, harri mín, 

nú mást tú heima verða!" 

 

191 "Aftur skal eg til Danmarkar, 

enn í triðja sinni, 

vinna meiri roysnisverk, 

ið tær leggja í minni. 

 

192 Eg skal enda eiti mítt, 

um enn eg havi lív, 

eg skal tínum bróður føra 

tað hitt væna vív." 

 

193 Vindur hann upp síni silkisegl,  

við gull í vovin rand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Dannimarks land. 

 

194 Kastar sínum ankørum 

á tann hvíta sand, 

fyrstur steig Torstein, kongins son, 

sínum fótum á land. 

 

195 Torstein gekk frá strondum niðan, 

bædi vænur og vitur, 

møtti honum frúgvin Ingigerð, 

men bæði vóru slitin. 

 

196 Frúgvin svav har nætur tvær, 

hartil dagar tvá, 

tá heviði frúgvin *fingið lit, 

hon tók tann blund til náða. 

 

197 Torstein situr í hásæti, 

talar til sveinar tríggjar: 

"Heintið mær frúnna Ingigerð, 

nú vil eg hana síggja!" 

 

198 Frúgvin varð bædi studd og leidd, 

inn í sín faðirs veldi, 

ljómin brá av akslargrein, 

sum av 'taknar'eldi. 

 

199 "Teg bað kongur í Nøríki, 

Magnus menskur harri,  

nú skal eg geva tær jalsins son,  

og endi um tað verða. 

 

200 Teg bað kongur í Nøríki,  

bæði við gleði og gleim,  

nú skal geva tær jalsins son,  

og Danmarks svínasvein." 

 

201 "Eg havi verið í mongum stríði, 

og so í harraferð, 

men aldri gongur mær av huga 

tann ónda Ingigerð." 

 

Rennur og rennur folin mín  

á grønari grund,  

mín ber ei á lund.  

Stig í dans á stund!  

Kátur loypur folin mín  

á grønari grund. 

 

CCF 99 D 

TSB E 110 

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. I, Nr. 6. s. 142. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 272. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 231. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (um 1814-1886), Sandvík 1837.  

 

E 110 Torsteins kvæði (Insulted suitor is treacherously killed by maiden and revenged by brother)

Torstein, yngri sonur Noregs kongs, fer heimanífrá við skipi. Hann hittir Atla jall, teir berjast, og Atli verður dripin. Áður enn hann doyr, biður hann Torstein hyggja eftir trúlovaðu síni, Ingibjørg. Torstein giftist við henni. (Frábr. A: Torstein biður um Ingibjørg og giftist við henni. Aftaná berjist hann við Atla.)

Noregs kongur doyr, og beiggi Torsteins, Magnus, verður eftirmaður hansara. Torstein mælir Magnusi til at giftast við Ingigerð, dóttur danakongs, og býður sær til at bera fram bønarorð í hansara stað. Ingigerð svarar honum ógvuliga hatskt aftur, og Torstein fer aftur til Magnusar og sigur tað fyri honum. Magnus heldur av stað at hevna háðanina, og Torstein fer við honum. Harður bardagi spyrst burturúr, og við galdraráðum drepur Ingigerð Magnus og særir Torstein.

Ein gomul trøllkona finnur Torstein, lekir hann og sendir hann heim. Har drepur hann beiggja Ingigerð, sum hevur gingið eftir konu hansara, meðan hann hevur verið burturi. Síðani fer hann aftur til Danmarkar og vinnur á Ingigerð, tí trøllkonan hjálpir honum. So giftir hann hana burtur við einum svínadreingi.

á føroyskum: CCF 99 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019