• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Torsteins kvæði

 

CCF 99 E 

TSB E 110 

 

1 Vilja tit lýða og ljóð geva mær,  

eg bróti av bragdartátti,  

kongur ráddi for Nøríki,  

hann tógva synir átti. 

 

Gár í dans frúva, sprund fagurt,  

dansa med hinanden, so fagurliga sum tú kanst,  

gár í dans frúva. 

 

2 Vilja tit lýða og ljóð geva mær, 

mong eru dømin mæt, 

kongur ráddi for Nøríki, 

og Ólavur hann æt. 

 

3 Átt hevur hann sær tógva synir,  

báðar kann eg væl nevna,  

Magnus og hann Torstein jall,  

teir kunnu væl dreingjum stevna. 

 

4 Vuksu upp í ríkinum  

kongabørnini tvey,  

áðrenn teir gótu á gólvi ganga,  

drógu teir skarlak reyð. 

 

5 Vuksu uppi ríkinum, 

kongabørnini bæði, 

áðrenn teir gótu á gólvi ganga, 

drógu teir skarlaksklæði. 

 

6 Kongurin unti jallinum 

at sita yvir sítt borð, 

tí hann hevði hans synir lært 

við ráð og hyggjuorð. 

 

7 Kongurin unti jallinum 

at sita sær manni hjá, 

tí hann hevði hans synir lært 

við orð og hyggjuráð. 

 

8 Kongurin unti jallinum 

at sita sær manni næst, 

tí hann hevði hans synir lært 

við ráð og hyggju best. 

 

9 Jallurin gongur for kongin 

og sigur honum frá: 

"Nú vil Torstein, sonur tín, 

kvitta her londum frá. 

 

10 Torstein vil av ríkinum fara,  

eingin skal honum banna,  

hann kann ikki sín forlag flý,  

og sjálvur má hann tað sanna. 

 

11 Torstein vil av ríkinum fara,  

eingin skal honum blóta,  

hann kann ikki sín forlag flý,  

og sjálvur má hann tað njóta. 

 

12 Velj honum út av tínum ríki 

hundrað mans í ræði, 

hvar hann kemur í ókunn lond, 

hann keypir teim vákn og klæði! 

 

13 Velj honum út av tínum ríki 

hundrað mans í besta, 

hvar hann kemur í ókunn lond, 

hann keypir teim vákn og hestar! 

 

14 Velj honum út av tínum ríki 

tjúgu tunnur gull, 

hvar hann kemur í ókunn lond, 

hann keypir teim virðin full!" 

 

15 Torstein sigldi av Nøríki  

eina morguntíð,  

níggju sá hann herskipini  

liggja for grønari líð. 

 

16 Torstein sigldi av Nøríki  

eina morgunstund,  

níggju sá hann herskipini  

liggja for grønari lund. 

 

17 Níggju sá hann herskipini,  

eitt var størst av teim,  

stýrdi tí Atli, kongins son,  

hann ráddi for gørpum eina. 

 

18 Níggju sá hann herskipini,  

eitt var størst av øllum,  

stýrdi tí Atli, kongins son,  

ið ráddi for gørpum snjøllum. 

 

19 Torstein legði skipum saman 

við so nýtum orðum, 

ikki visti Atli av, 

fyrr enn skeiðir sungu av borðum. 

 

20 "Svaraði Torstein, kongins son, 

hann hoyrir ørvudriv: 

"Hvør er hann so hugdjarvur, 

ið her leggur skipum við?" 

 

21 "Svaraði Torstein, kongins son, 

tað rann honum í grun: 

"Eg sigi tær ikki eiti mítt, 

um tað er okkara munur." 

 

22 Svaraði Atli, kongins son,  

tað rann honum í grun:  

"Eg skal siga tær eiti mítt,  

um tað er okkara munur. 

 

23 Atla skalt tú nevna meg,  

Svøríkis kongins son,  

so er mær frá móður sagt,  

at drotning var hon." 

 

24 "Torstein skalt tú nevna meg, 

Nøríkis kongins son, 

so er mær frá móður sagt, 

at drotning var hon." 

 

25 Atli so til orða tekur, 

hann leit fram undan skildri: 

"Sig mær, frægur Torstein jall, 

í hvat tú higar vildi?" 

 

26 Torstein so til orða tekur:  

"Ikki er yvir at loyna,  

til tess eri eg higar komin  

roysni við teg at royna. 

 

27 Vit skulu okkum á land upp ganga, 

tað er frægdin meiri, 

hirða so ikki av okkara monnum 

at spilla garpar fleiri." 

 

28 Gingu teir frá strondum niðan, 

reystar kempur tvær, 

tað sá eingin av teirra monnum, 

at nakað óttaðust teir. 

 

29 Gingu teir frá strondum niðan, 

niðan í grøna líð, 

eftir liggja teirra menn 

og bíða um lítla tíð. 

 

30 Gingu teir frá strondum niðan, 

niðan í grøna lund, 

eftir liggja teirra menn 

og bíða um lítla stund. 

 

31 Atli átti troyggju ta, 

ið einki svørð kundi bíta, 

so gav Torstein høggini tung, 

tey tóktust í beini níta. 

 

132 Atli átti troyggju ta, 

ið einki svørð kundi granda, 

so gav Torstein høggini tung, 

tey tóktust í beini standa. 

 

33 "Tað lovaði eg fyri faðir og móður, 

tá eg var eitt lítið barn, 

eg skuldi ei ræðast tann heita eld, 

ei heldur tað kalda jam. 

 

34 Tað lovaði eg fyri faðir og móður,  

tá eg í vøggu lá,  

eg skuldi ei ræðast tann heita eld,  

ei heldur tað hvassa stál. 

 

35 Tað lovaði eg fyri faðir og móður,  

at grið skuldi eg ikki tiggja,  

tú manst allan sigur rósa,  

eg má eftir liggja. 

 

36 Tú manst allan sigur rósa, 

eg má liggja her, 

tú skalt hava øksi mína, 

tað er sømdargerð. 

 

37 Tú ger so væl við sveinarnar,  

tú skift teimum av tí góða,  

tú ger so væl við Ingibjørg,  

tú ognast tað væna flóðið. 

 

38 Tú ger so væl við sveinarnar,  

tú skift teimum gull og fæ,  

tú send teir aftur til landanna,  

sum ei vilja tjena tær!" 

 

39 Torstein stóð og sá uppá, 

tá Atli mundi doy, 

gróv hann drostin í dýran heyggj, 

sum dreingir í dølum hoy. 

 

40 Torstein stóð og sá uppá, 

tá Atli mundi doyggja, 

gróv hann drostin í dýran heyggj. 

sum dreingir í dølum hoyggja. 

 

41 Torstein gekk at skipabunka, 

hann unti væl vønum flóði, 

jallinum og Ingibjørg, 

og deyð var hennara móðir. 

 

42 Hann gjørdi so væl við sveinarnar, 

hann skifti teim av tí góða, 

hann gjørdi so væl við Ingibjørg, 

hann unti tí væna flóði. 

 

43 Hann gjørdi so væl við sveinarnar, 

hann skifti teim gull og fæ, 

hann sendi teir aftur til landanna, 

ið ei vildu tjena sær. 

 

44 Førdi hann herskipini 

aftur til Nøríkis líð, 

honum tykir tað vera eitt roysnarverk, 

og øllum vinum í. 

 

45 Níggju førdi hann herskipini 

aftur til Nøríkis lands, 

honum tykir tað vera eitt roysnisverk, 

og øllum vinum hans. 

 

46 Tað var tá, sum oftum er enn, 

frá man frættast víða, 

Nøríkis kongur til kirkju reið, 

hann fangaði helsótt stríða. 

 

47 Sannur faðir av himmiríki 

meti teirra trang, 

sjálvir gingu brøður tveir 

undir børustong. 

 

48 Tóku kongins ljósa lík, 

settu í kirkju inn, 

sjálvar ringdu klokkurnar, 

tað tendrðust ljósini fimm. 

 

 

49 Tóku teir kongins ljósa lík, 

settu á kirkjugólv, 

sjálvar ringdu klokkurnar, 

tað tendraðust ljósini tólv. 

 

50 Eystan til undir kirkjuni, 

ið dreingir eyka skara, 

dimmur er hesin depri dagur 

niður í mold at fara. 

 

51 Eystan til undir kirkjuni, 

ið dreingir eyka skara, 

gróvu teir hitt ljósa lík 

niður í døkka mold. 

 

52 Torstein gongur for sína móður,  

leitar við hana ráð:  

"Hvør skal nú fyri ríki ráða,  

faðir er fallin frá?" 

 

53 "Magnus hann skal kongur verða, 

eldri er hann á aldri, 

Torstein skal av landi fara 

og vega við váknaskjaldri." 

 

54 Magnus hann skal kongur verða, 

eldri er hann av øllum, 

Torstein skal av landi fara 

og vega við gørpum snjøllum." 

 

55 Teir skiftu alt, í ríkinum var, 

garðar, góðs og grót, 

uttan tann dýra drotningsring, 

ið einki vá ímót. 

 

56 Teir skiftu alt, í ríkinum var, 

garðar, góðs og ráð, 

uttan tann dýra drotningsring, 

sum einki ímóti vá. 

 

57 Teir skiftu alt, í ríkinum var, 

bæði gull og eyð, 

meira tókti frúnni at 

um drotningsringin reyð. 

 

58 Eingin gleði í ríkinum var,  

eingin vildi hana elva,  

Torstein talar til bróður sín:  

"Vit skula fara og telva. 

 

59 Seta vit okkum at leika talv,  

bæði av spekt og náði,  

vit seta í veð tann dýra ring,  

hann, ið vit eiga báðir." 

 

60 Magnus hevði við mangar telvað, 

kongasynir og jallar, 

um enn hann hevði ikki meir enn hálvt talv, 

hann vann tó ein yvir allar. 

 

61 Tað sóu allir, ið inni vóru, 

at Magnus talvið vann, 

Torstein skákar at skamri stund, 

í brøgdum vann hann hann. 

 

62 "Hoyr tú, Magnus, bróðir mín, 

eg beri um teg trá! 

Hví fórst tú ikki av landi út 

tær eina jomfrú at fá? 

 

63 Hoyr tú, Magnus, bróðir mín, 

eg beri um teg trega! 

Hví fórst tú ikki av landi út 

tær eina jomfrú at biðja? 

 

64 Hoyr tú, Magnus, bróðir mín, 

ringin gev tú mær! 

Eg skal mær til Danmarkar 

jomfrú at biðja tær." 

 

65 "Væl verði tær eyðið at njóta hann, 

eg unni tær dømi meiri, 

bróðir, kundi tú talvið væl, 

tú vinnur í brøgdum fleiri." 

 

66 Vant hann upp síni silkisegl,  

gul við vovin rand,  

strykar ikki á bunkan niður  

fyrr enn við Danmarks land. 

 

67 Smaludrongur í líðum situr, 

goymir smalu, geit, 

hann sær skip eftir havi koma, 

á havnir vilja leita. 

 

68 Allar rekur hann smalurnar  

saman á grønan vøll,  

síðan akslar hann kápu blá,  

hann gongur í kongins høll. 

 

69 Síðani akslar hann kápu blá,  

hann gongur í kongins høll:  

"Eg eri meg av einum luti  

vísari enn tygur øll. 

 

70 Eg eri meg av einum luti 

vísari enn tygur øll, 

eg síggi skip eftir havi koma, 

seglini hvít sum mjøll." 

 

71 "Sært tú skip eftir havi koma, 

seglini hvít av lín, 

vera man onkur høvdingur 

at biðja um dóttur mín." 

 

72 Higar ið hansara snekkjan 

kendi fagurt land, 

læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand. 

 

73 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Torstein jall  

við sínum fótum á land. 

 

74 Fyrstur stígur Torstein jall  

við sínum fótum á land,  

síðan Ásmundur, jallins son,  

fór undir hans høgru hand. 

 

75 Síðan Ásmundur, jallins son,  

fór undir hans høgru hand,  

teir lótu sínum tjøldrum sláa  

skamt frá sjóvarstrand. 

 

76 Svaraði frúgvin Ingigerð,  

hin vitra og hin fína:  

"Eirikur *ríð til strandar oman  

og skoða um biðlar mínar! 

 

77 Eirikur, ríð til strandar oman,  

í reyðum skarlaksklæði,  

sig, Ingigerð býður teim formonnum heim, 

um enn teir fleiri væri. 

 

78 Sig, Ingigerð býður teim formonnum heim, 

um enn teir vilja tað tiggja,  

ovast yvir sítt borð at sita  

og undir teim tjøldrum liggja! 

 

79 Sig, Ingigerð býður teim øllum heim, 

um enn teir vilja tað lova, 

ovast yvir sítt borð at sita 

og undir teim tjøldrum sova!" 

 

80 Eirikur reið til strandar oman,  

í reyðum skarlaksklæði:  

"Ingigerð býður tygum formonnum heim, 

um enn tit fleiri væri. 

 

81 Ingigerið býður tygum formonnum 

um enn tit vilja tiggja,  

ovast yvir sítt borð at sita  

og undir teim tjøldrum liggja. 

 

82 Ingigerð býður tygum formonnum heim, 

um enn tit vilja tað lova,  

ovast yvir sítt borð at sita  

og undir teim tjøldrum sova." 

 

83 Svaraði Torstein, kongins son,  

hann upp mót honum leit:  

"Tíðkort verður talvið alt,  

og sjálvur eg tað veit." 

 

84 Eirikur reið frá strondum niðan, 

skjótt og ikki leingi, 

tá spurdi frúgvin Ingigerð: 

"Og hvussu líkst tær á dreingir?" 

 

85 "Væl líkst mær á báðar teir,  

tó var annar meiri,  

tíðkort verður talvið alt,  

tú fært ikki andsvar fleiri." 

 

86 "Boðini tókti teim vera lág"; 

kongurin ræður at svara. 

"Sonur mín, ríð til strandar oman 

í reyðum skarlaksklæði! 

 

87 Sonur mín, ríð til strandar oman  

í reyðum skarlaksklæði,  

sig, kongurin býður teim øllum heim,  

um enn teir fleiri væri! 

 

88 Sig, kongurin býður teim øllum heim, 

um enn teir vilja tað tiggja, 

ovast yvir sítt borð at sita 

og undir teim tjøldrum liggja! 

 

89 Sig, kongurin býður teim øllum heim,  

um enn teir vilja tað lova!  

Ovast yvir sítt borð at sita  

og undir teim tjøldrum sova. 

 

90 Sig, kongurin býður teim øllum heim,  

meira mans og minna!  

Um enn teir vilja halda frið  

og ongar neisur vinna." 

 

91 Eirikur reið til strandar oman, 

í reyðum skarlaksklæði: 

"Kongurin býður tygum øllum heim, 

um enn tit fleiri væri. 

 

92 Kongurin býður tygum øllum heim, 

um enn tit vilja tað tiggja, 

ovast yvir sítt borð at sita 

og undir teim tjøldrum liggja. 

 

93 Kongurin býður tygum øllum heim, 

um enn tit vilja tað lova, 

ovast yvir sítt borð at sita 

og undir teim tjøldrum sova. 

 

94 Kongurin býður tygum øllum heim, 

meira mans og minna, 

um enn tit vilja halda frið 

og ongar neisur vinna." 

 

95 "Gjama vilja vit friðin halda 

og ongar neisur vinna, 

men verður os nakað vanboðið, 

tá mæli eg um minna." 

 

96 Torstein býður sínar menn 

fara í skarlaksklæði, 

tí danir eru speisamir, 

og norðmenn vilja teir hæða. 

 

97 Torstein biður sínar menn 

klæða seg so bjartar, 

lata so danskar drósir síggja, 

at norðmenn kunnu at skarta. 

 

98 Uppi í miðjum grasagarði 

aksla teir síni skinn, 

og so búnir ganga teir 

í høgar hallir inn. 

 

99 Og so búnir ganga teir  

í høgar hallir inn,  

sum Dannimarks kongur for borði sat, 

við monnum, hundrað fimm. 

 

100 Torstein stendur á hallargólvi, 

ber fram kvøðju sína: 

"Sit væl, reystur Dannimarks kongur, 

væl í góðan tíma! 

 

101 Sit væl, reystur Dannimarks kongur, 

væl í góðan tíma! 

Magnus kongur av Nøríki 

letur senda tær kvøðju sína 

 

102 Magnus kongur av Nøríki  

letur senda tær kvøðju sína,  

hann vil sær til drotning hava  

onkardóttur tína." 

 

103 Svaraði Dannimarks kongur: 

"Ikki skal slíkum spara, 

leiðið mína dóttur í hallina inn, 

sjálv fyri seg at svara!" 

 

104 Frúgvin varð bæði studd og leidd, 

hon inn í hallina gekk, 

Torstein sat í tvørbeinki, 

hann ymsar litir fekk. 

 

105 "Tín býðst kongur í Nøríki,  

síðst mundi okkum vara,  

bæði væl og høviskliga  

skalt tú honum svara." 

 

111 Torstein leyp av tvørbeinki,  

fram millum sína manna:  

"Áðrenn tú meg á gálgan førir, 

skulu vit váknum kanna." 

 

112 Torstein leyp av tvørbeinki,  

fram millum sínar menn:  

"Áðrenn tú meg á gálgan førir, 

tá sveittast tær um ennið." 

 

113 Fimmti hevði hann manna mist,  

áðrenn hann av borgini náddi,  

men hundrað var frá henni deytt,  

tó var ójavnt frá báðum. 

 

114 "Tú mant mær ikki vanmenning  

at hesum verki kenna,  

komi eg aftur til Danmarkar,  

óræddur skal eg renna." 

 

115 Tú ríður og rennur, sum revur til hol, 

við svørð og brynju ljósa, 

kemur tú aftur til Danmarkar, 

tú skalt ikki sigur rósa. 

 

106 "Mín gerast eingir kongar at biðja, 

hvørki til gulls ei landa, 

hann kemur ikki í song við mær, 

hann eykar mær ei tann vanda. 

 

107 Tú bið hann vera ein smaludrong, 

og reka sínar smalur til líða, 

hann kemur ikki í song við mær, 

hann eykar mær ei tann kvíða. 

 

108 Tú bið hann vera ein smaludrong, 

og reka sínar smalur til borga, 

hann kemur ikki í song við mær, 

hann eykar mær ei ta sorg." 

 

109 "Tín beyðst kongur av Nøríki, 

Magnus, nýtur drongur, 

fyri títt svar og ónda sinni 

verður hann ei tín fongur." 

 

110 Svaraði frúgvin Ingigerð, 

bæði av ilsku og bræði: 

"Torstein skal á gálgan fara 

og turka síni klæði." 

 

111 Torstein leyp av tvørbeinki 

fram millum sína manna: 

"Áðrenn tú meg á gálgan førir, 

skulu vit váknum kanna." 

 

112 Torstein leyp av tvørbeinki, 

fram millum sínar menn: 

"Áðrenn tú meg á gálgan førir, 

tá sveittast tær um ennið." 

 

113 Fimmti hevði hann manna mist, 

áðrenn hann av borgini náddi, 

men hundrað var frá henni deytt 

tá var ójavnt frá báðum. 

 

114 "Tú mant mær ikki valmenning 

at hesum verki kenna, 

komi eg aftur til Danmarkar, 

óræddur skal eg renna." 

 

115 "Tú ríður og rennur, sum revur til hol, 

við svørð og brynju ljósa, 

kemur tú aftur til Danmarkar, 

tú skal ikki sigur rósa. 

 

116 Tú ríður og rennur, sum revur til hol, 

við svørð og brynju blá,  

kemur tú aftur til Danmarkar 

tú skalt ikki siður fá. 

 

117 Tú ríður og rennur, sum revur til hol  

við svørð og brynju nýggja,  

kemur tú aftur til Danmarkar 

tú skalt ikki sigur síggja." 

 

118 Torstein sigldi av Dannimark sunnan 

hann blóðgaða brynju ber, 

úti stóð Magnus, bróðir hans,  

hann fagnaði væl hans ferð. 

 

119 Torstein gisti bróður sín, 

aftur á sama kvøldi: 

"Hvussu tók kongur kvøðju tína 

dóttir í Danaveldi?" 

 

120 "Kongurin tók tína kvøðju væl 

hans dóttir hálvu verri, 

hon kallaði teg ein svínasvein, 

Nøríkis veldigi harri 

 

121 Hon bað teg vera ein smaludrong, 

og reka tínar smalur til líða, 

tú komst ikki í song við sær, 

tú elvdi sær ei tann kvíða. 

 

122 Hon bað teg vera ein smaludrong, 

og reka tínar smalur til landa, 

tú komst ikki í song við sær, 

tú elvdi sær ei tann vanda. 

 

123 Hon bað teg vera ein smaludrong, 

og reka tínar smalur til borga, 

tú komst ikki í song við sær, 

tú elvdi sær ei ta sorg." 

 

124 "Hoyrt hevdi eg frá frúnni sagt, 

ilsku hennara og bræði, 

eg mundi ikki hana biðið 

av mínum. sjálvsins ræði." 

 

125 Tað var Torstein, kongins son,  

hann tagdi um langa stund:  

"Eg skal út av Dannimark føra,  

tað hitt væna sprund. 

 

126 Enda skal eg tær eiti mítt, 

um enn eg havi lív, 

eg skal út av Dannimark føra 

tað hitt væna vív. 

 

127 Fara vit til Danmarkar 

at vinna tað væna vív, 

tá hevur mangur av Nøríkis monnum 

látið har sítt lív. 

 

128 Fara vit til Danmarkar 

at vinna tað væna flóðið, 

tá hevur mangur av Nøríkis monnum. 

sturtað í sínum blóði." 

 

129 Hann læt sær tað liðið samla,  

tað var so 'suila Gaira',  

hann valdi sær út av Nøríki  

tólv túsund mans og meira. 

 

130 Han læt sær tað liðið samla, 

valdra manna son, 

ongan vildi hann við sær hava, 

ið eftir átti konu. 

 

131 Vundu teir upp síni silkisegl, 

gul við vovin rand, 

strykaðu ikki á bunkan niður 

fyrr enn við Dannimarks land. 

 

132 Higar ið teirra snekkjan  

kendi fagurt land,  

lótu teir síni ankør falla  

á so hvítan sand. 

 

133 Lótu teir síni ankør falla 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Magnus kongur 

sínum fótum á land. 

 

134 Fyrstur stígur Magnus kongur 

sínum fótum á land, 

síðan frægur Torstein jall 

fór undir hans høgru hand. 

 

135 Síðan frægur Torstein jall,  

fór undir hans høgru hand,  

teir slógu sínar herbúðir  

skamt frá sjóvarstrand. 

 

136 "Ásmundur skal í erva fara,  

brenna turpar og býggja,  

munnu so boðini norðan koma,  

tað elvist ein leikur av nýggjum. 

 

137 Ásmundur skal í erva fara,  

brenna torpar og jallar,  

leggja skal eld í Skagaborg,  

tó kongurin tað ikki voldi." 

 

138 Fimti hevði hann garðar brent,  

tá boðini komu heim,  

Ingigerð kom úr bálinum,  

hon steig yvir múrin ein. 

 

139 Ingigerið kemur handan um á,  

hon tekur við fótum at renna:  

"Nú munnu Norðmenn vokta seg,  

ei mundi eg inni brenna." 

 

140 Ynkiligt var í Skagaborg,  

tá ið múrurin tók at renna,  

so hevði ormurin voktað hana,  

hon kundi ei inni brenna. 

 

141 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

løgdu teir sínar bardagar  

skamt frá kongins høll. 

 

142 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

danir fingu fagran sigur,  

men norðmenn lótu lív. 

 

143 Magnus ríður í herin fram,  

hann fremstur ríður í her,  

møtti hann frúnni Ingigerð,  

hann gav henni sár av svørð. 

 

144 Stoyttist hon í jørðina niður  

undan brynju nýggja,  

hann sat har í tímar fimm,  

hann kundi hana ikki síggja. 

 

145 Stoyttist hon í jørðina niður 

undan brynju blá, 

hann sat har í tímar fimm, 

hann kundi hana ikki sjá. 

 

146 Stoyttist hon í jørðina niður 

undan brynjuveldi, 

hon kom upp á baki hans 

og sjálvan kongin feldi. 

 

147 Torstein gekk til strandar oman,  

hann tók sítt lið at kanna,  

saknaði hann Magnus, bróður sín,  

og aðrar valdra manna. 

 

148 Torstein reið eftir vegnum fram, 

ikki var leiðin kunn, 

hitti hann eina tvákelling, 

hon tváaði tveimum í brunn. 

 

149 Tað var Torstein, kongins son,  

hann gav tí fullvæl gætur,  

alt tað, ið hann um dagar drap,  

tað lívgar hon upp um nætur. 

 

150 Torstein gav so vant eitt høgg, 

bæði av grimd og vreiði: 

"Eg svørji tann eið við mína trú, 

tú skalt ikki grøða fleiri." 

 

151 Frá Atla fekk hann øksi ta, 

ið hyggi alvæl beit, 

'eka' tók tann grimma gívur, 

so fast í hjarta neit. 

 

152 Síðla var um aftanin, 

hon dregur av skarlaksklæði, 

Eirikur og Ingigerð 

til songar gingu bæði. 

 

153 Síðla var um aftanin, 

hon dregur av skarlak reyð, 

Eirikur og Ingigerð 

til songar gingu tey. 

 

154 Síðla var um aftanin, 

hon dregur av gyltan hjálm, 

tað skín so hennara gula hár, 

sum skyggir á rúnarmálm. 

 

155 Torstein kom so síðla á kvøldi,  

ímillum tveggja hurða,  

hoyrir hann mál til Ingigerð,  

og slíkt var mikil furða. 

 

156 "Í morgin skal falla úr Nøríki,  

Ásmundur, jallins son,  

Torstein skal falla í randarný,"  

í songum mælir hon. 

 

157 "Torstein skal falla í randarný, 

liggja for ravn og hund, 

tú skal aftur til Nøríkis, 

trúlova hans væna sprund. 

 

158 Tú skalt hava konu ta,  

ið sjálvur Torstein har,"  

Torstein stóð og lýddi á,  

tað gekk hans hug so nær. 

 

159 Allir menn í Danaveldi  

lovaðu hann dyggan drong,  

hann vildi ikki skaða tey,  

tey lógu í sínari song. 

 

160 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

løgdu teir sínar bardagar  

skamt frá kongins høll. 

 

161 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í ský,  

danir fingu fagran sigur,  

men norðmenn lótu lív. 

 

162 Torstein ríður í herin fram,  

hann fremstur ríður í her,  

møtti hann frúnni Ingigerð,  

hann gav henni sár av svørð. 

 

163 Stoyttist hon í jørðina niður,  

hon hevði sítt skjold á lofti:  

"Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð 

ið teg man ryggja ofta. 

 

164 Her skalt tú, Torstein, síggja tað blóð 

ið teg man ofta ryggja,  

ei skalt tú yvir Nøríki ráða,  

ei heldur við mær at byggja." 

 

165 Stoyttist hon í jørðina niður  

undan brynju nýggja,  

hann sat har í tímar fimm,  

hann kundi hana ikki síggja. 

 

166 Stoyttist hon í jørðina niður 

undan kápu blá, 

hann sat har í tímar fimm, 

hann kundi hana ikki sjá. 

 

167 Stoyttist hon í jørðina niður 

undan brynjuveldi, 

hon kom upp á baki hans 

og sjálvan Torstein feldi. 

 

168 Kallin kom av skógnum heim,  

ið goymt hevði sínar geitir:  

"Gakk í lag og kjós tær fæ,  

vilt tú frægur eita!" 

 

169 "Eg havi ikki til neyðir kent 

á mínari ævi enn, 

tað verður ikki, meðni eg livi, 

eg nøkti um deyðar menn." 

 

170 "Treyður um enn tú ikki vil," 

hon svór á sína trú: 

"Mangur hevur látið lívið í dag, 

ið reystari var enn tú." 

 

171 Kellingin leyp í saðilin upp,  

bæði av grimd og vreiði,  

kallin hann tók teymar fatt  

undir henni at leiða. 

 

172 "Her liggur tú, Magnus kongur, 

mikið lætst tú yvir tær, 

bregðin var tann ætlanin, 

tú Dannimark ætlaði tær. 

 

173 Her liggur tú, Torstein jall, 

tú vart ikki minni kappi, 

enn steig yvir teg fostra mín  

við siguri sínum og happi. 

 

174 Her liggur tú, Torstein jall,  

tú læt ikki yvir teg minna,  

enn steig yvir teg fostra mín,  

hin vitra og hin svinna." 

 

175 Andan hevði hann ikki mist,  

hann eyguni sundur brá,  

hann sipaði til við miklari vreiði,  

kelling ætlaði hann tá. 

 

176 Kellingin treiv um øksarskaft,  

góður er í henni dugur:  

"Tað verður ikki á tínari ævi,  

at tú kemur mær á bug." 

 

177 Leggur hon hann í saðilin upp,  

hon fór so væl við sjúkum,  

flutti hann so til hallar heim,  

tað rymur í mannabúkum. 

 

176 Leggur hon hann í varma leyg,  

hon turkar úr hvørjum sári,  

hon seymaði aftur við silkitráð,  

hon fór ikki um við fári. 

 

179 Kellingin plukkaði ull av geit, 

hon setir seg út at spinna, 

har kom Ingigerð, fostra hennara, 

hin vitra og hin svinna. 

 

180 Ingigerð kemur handan um á,  

hon tekur við fótum at renna:  

"Nú tykir mær Torstein jall  

í tínum húsi kenna." 

 

181 "Tað eru tínir grimu hugir, 

ið ganga tær so nær, 

tað verður ikki á tínari ævi, 

at tú roynir fjøld við mær." 

 

182 Leggur hon hann í varma leyg,  

og hylur yvir ker:  

"Kom fram Torstein, kongins son,  

tú hevn tín bróður her!" 

 

183 "Eg fái ikki mín bróður hevnt, 

enn á hesum sinni, 

eg havi alt mítt megi mist, 

og sjálvur eg tað kenni." 

 

184 Grøddi hon hann í dagar,  

grøddi hon hann í tvá,  

inntil tann hin triðja,  

tá fór hann í brynju blá. 

 

185 "Á miðjum sumri skal brúdleypið standa," 

segði tann, ið boðini bar,  

"eg skal dvølja fostru mína,  

so hon verður tað ikki var. 

 

186 Á miðjum sumri skal brúdleypið standa," 

segði tann, ið boðini beyð,  

"eg skal dvølja fostru mína,  

um enn hon verður treyð. 

 

187 Kelling eigur ein lítlan bát, 

hann stendur á bryggjusporð, 

tá leið ikki longur um, 

til Torstein kravdi orð. 

 

188 Kelling eigur ein lítlan bát, 

fáar aðrar gripir, 

tó at hann sýnist lítil á sjóm, 

so góður er dugur í skipi. 

 

189 Tú skalt fara í ringabrynju,  

uttanyvir í pesju mína,  

teg skal eingin maður kenna,  

og ikki tín eigin kona." 

 

190 Vant han upp síni silkisegl,  

gul við vovin rand,  

strykar ikki á bunka niður  

fyrr enn við Nøríkis land. 

 

191 Strykar hann segl, læt ankør falla 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Torstein jall 

við sínum fótum á land. 

 

192 Torstein gekk har fyrstur á land, 

niðan frá sínum skipi, 

møtti hann frúnni Ingibjørg, 

hon kom í vogni riðin. 

 

193 Svaraði Torstein, kongins son, 

fáir finnast slíkir: 

"Tað plagdu ongar høviskar kvinnur 

av vegnum fyri mær víkja." 

 

194 Svaraði Torstein, kongins son,  

í annað orðið tá:  

"Hvørjum unti tú kongum best,  

meðni tú hevði ráð?" 

 

195 "Torsteini unti eg alrabest 

fram fyri kongar og jallar, 

tað segði mær so mangur maður, 

hann mundi for Skagaborg falla." 

 

196 "Hasin sami reyði ringur, 

tú ber á tínari hond, 

eg bað teg ikki forgloyma meg, 

so leingi tú ríkti ond. 

 

197 Hasin sami reyði ringur, 

ið tú ber tær íhjá, 

eg bað teg ikki forgloyma meg, 

so leingi tú liva má." 

 

198 Frúnni rann tá grátur upp 

av so tungari sorg: 

"Tað segði mær so mangur maður, 

tú fall fyri Skagaborg." 

 

199 Svaraði Torstein, kongins son,  

hann mælir so úr minni:  

"Um enn tú er av sorgum beitt,  

lat ongan á tær finna!" 

 

200 Torstein og hann Eirikur,  

søgur ganga frá,  

teir møttust í einum borgarkálva,  

hann høgdi hans høvur frá. 

 

201 Torstein og hann Eirikur, 

feðgar vóru báðir, 

Torstein høgdi hans høvur frá, 

so góður er gamal í ráði. 

 

202 Danir lupu eftir sondunum,  

mist høvdu sínar tegnar,  

Torstein hann leyp eftir teimum  

sín bróðurs deyð at hevna. 

 

203 Danir lupu eftir sondunum 

aftur til síni skip, 

Torstein hann leyp eftir teimum, 

hann royndi góðan grip. 

 

204 Torstein hann leyp eftir teimum,  

hann royndi góðan grip,  

hann feldi niður danimenn,  

tíggju fyri hvørja sip. 

 

205 Torstein vaknar í síni song,  

einhvønn morgun snimma:  

"Nú lystir meg til Danmarkar,  

enn á triðja sinni. 

 

206 Nú lystir meg til Danmarkar, 

enn á triðja sinni. 

meiri at vinna roysnisverk, 

enn dreingir leggja í minni. 

 

207 Eg havi í mongum víggi verið, 

og helst í úlvaferð, 

men aldri mær av huga gongur 

tann ónda Ingigerð." 

 

208 Vant hann upp síni silkisegl, 

gul við vovin rand, 

strykaði ikki á bunkan niður 

fyrr enn við Dannimarks land. 

 

209 Strykar hann segl, læt ankør falla, 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Torstein jall 

við sínum fótum á land. 

 

210 Torstein gekk har fyrstur á land 

niðan frá sínum skipi, 

møtti hann frúnni Ingigerið, 

og tá vóru bæði nipin. 

 

211 Tey ryktust bæði hart og skarpt, 

bæði av ilsku og bræði, 

tey møttust í einum kirkjuliði, 

og hvørki hevði herklæði. 

 

212 Tey ryktust bæði hart og skarpt,  

ikki var blítt til verka,  

Torstein feldi hon undir seg,  

hon legðist at bíta hans barka. 

 

213 Tey ryktust bæði hart og skarpt,  

ikki var blítt at søkja,  

kellingin kemur handan um á,  

nú elvist ein onnur fløkja. 

 

214 Kellingin sipaði jarnsipuni,  

góður er í henni dugur:  

"Tað verður ikki á tínari ævi,  

at tú kemur mær á bug." 

 

215 Frúgvin settist á jørðina niður,  

við reyðar kinnar og baldar,  

ormar skriðu av henni út,  

teir hvør mót øðrum halda. 

 

216 Frúgvin settist á jørðina niður,  

við reyðar kinnar og bleikar,  

ormar skriðu av henni út,  

hvør mót øðrum leikar. 

 

217 "Tín beyðst kongur úr Nøríki, 

Magnus, veldigi harri, 

nú skal eg gifta teg kalssoni, 

og enn unni eg tær verri. 

 

218 Tín beyðst kongur av Nøríki, 

Magnus, harrin ein, 

nú skal eg gifta teg kalssoni, 

Dannimarks svínasvein." 

 

219 Tað var Ásmundur kalssonur,  

hann fall pá síni knæ,  

meðni hann frúnna Ingigerð  

til ektar festi sær. 

 

220 Tað var Ásmundur, kalssonur, 

við so góðum sátti, 

settist aftur í stólin tann, 

ið Dannimarks kongur átti. 

 

221 "Kelling skal slíta skrúður og lín, 

kall skal riddari eita, 

hvør, ið teimum neisur vinnur, 

hevndir skal eg veita. 

 

222 "Kelling skal slíta skrúður og lín, 

kall skal riddari vera, 

hvør, ið teimum neisur vinnur,  

hevndir skal eg gera." 

 

Gár í dans frúva, sprund fagurt,  

dansa med hinanden, so fagurliga sum tú kanst,  

gár í dans frúva. 

 

CCF 99 E 

TSB E 110 

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens. Føroya landsbókasavn JJ B III [3, Nr. 3.] 

 

Útgávur:   

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 282. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 22. bind, s. 258. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Mikkelsen, lítli Óli, Sandi (1865-1950), lærdi til skómakara í Havn, uppskriftin er frá 1887.  

 

E 110 Torsteins kvæði (Insulted suitor is treacherously killed by maiden and revenged by brother)

Torstein, yngri sonur Noregs kongs, fer heimanífrá við skipi. Hann hittir Atla jall, teir berjast, og Atli verður dripin. Áður enn hann doyr, biður hann Torstein hyggja eftir trúlovaðu síni, Ingibjørg. Torstein giftist við henni. (Frábr. A: Torstein biður um Ingibjørg og giftist við henni. Aftaná berjist hann við Atla.)

Noregs kongur doyr, og beiggi Torsteins, Magnus, verður eftirmaður hansara. Torstein mælir Magnusi til at giftast við Ingigerð, dóttur danakongs, og býður sær til at bera fram bønarorð í hansara stað. Ingigerð svarar honum ógvuliga hatskt aftur, og Torstein fer aftur til Magnusar og sigur tað fyri honum. Magnus heldur av stað at hevna háðanina, og Torstein fer við honum. Harður bardagi spyrst burturúr, og við galdraráðum drepur Ingigerð Magnus og særir Torstein.

Ein gomul trøllkona finnur Torstein, lekir hann og sendir hann heim. Har drepur hann beiggja Ingigerð, sum hevur gingið eftir konu hansara, meðan hann hevur verið burturi. Síðani fer hann aftur til Danmarkar og vinnur á Ingigerð, tí trøllkonan hjálpir honum. So giftir hann hana burtur við einum svínadreingi.

á føroyskum: CCF 99 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019