• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Trøllið í Áradal

 

Trøllið í Áradal

 

CCF 101 B 

TSB A 75 

1 Hava tit hoyrt frá Árdal,  
har rennur so føgur ein á,  
har sum frúgvin Margreta,  
hon kembir sítt gula hár?  
 

2 Hon var føst við jørðina,  
hvar hon settist á,  
gullkambur á henni,  
og hondin omaná.  
 
3 Fram kom har tað ljóta trøll,  
í vatninum tað var:  
"Hoyr tú, frúgvin Margreta,  
hvat vilt tú geva mær?”  
 
4 Mikið silvur og reyðargull  
vilt tú geva mær,  
loysi eg teg frá jørðini  
hond úr hári á tær."  
 
5 “Mikið silvur og reyðargull, 

tað man so lítið beiða, 

tú skalt fá tað fyrsta kind, 

ið mær er lagað at eiga.” 
 
6 "Nú hevur  tú lovað lyftini,  
ið okkum tykir mun:  
tað verður undir lindini  
bæði dóttir og son."  
 
7. “Tað býr eingin undir míni lind 

uttan mínir lyklar smá, 

tá ið eg komi til hallar heim, 

eg lati mær nýggjar slá.” 

 
8. Tað var tá, sum ofta er enn, 

duld eru døpul mein, 

frúgvin er gingin í høgaloft, 

hon føðir bæði dóttir og son. 
 
9 Hon læt tey til kirkju bera,  
alt foruttan sorg:  
dreingin kallaði hon Eirik,  
frúgvina Gullborg .  
 
10 Tey vórðu borin frá kirkjuni  
aftur for móður sín,  
meira legði hon í at røkta tey  
enn alt sítt gull í skrín.  
 
11 Tey vórðu borin frá kirkjuni,  
aftur for  móður knæ,  
meira legði hon í at røkta tey 
enn alt sítt gull og fæ.  
 
12 Aftur kom tað  ljóta trøll,  
aftur for Margretu dyr:  
"Margreta, halt nú gávurnar,  
ið tú hevur lovað fyrr!"  
 
13 Tað var frúgvin Margreta,  
hon tekur til orða svá:  
"Tú fært ikki, ljóta trøll,  
mínum børnum smá."  
 
14 “Eg gevi tær væl at fostra tey,  
væl í fimtan vetrar,  
og so skalt tú missa tey,  
tað líkar tær ikki betur."  
 
15 Ælið kom av útsynningi,  
tað ljóðar á hørðum  gróti,  
burtur hvurvu systkin tvey  
faðir og móður ímóti.  
 
20 Ælið kom av útsynningi,  
burtur hvurvu systkin tvey,  
tað ljóðar á hørðum steinum,  
faðir og móður til meina. 

 

CCF 101 B 

TSB A 75 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [4]. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 310. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Christiane Rasmusdatter  (1849-1934), Skálavík, 1873. Kristian Joensen, lærari á Sandi, skrivaði upp. 

 

A 75 Trøllið í Áradal (Gnome claims children promised him as reward)

Ein drotning fer oman í ánna at vaska sær, tá varnast hon alt í einum, at hon fær ikki rørt seg. Eitt trøll kemur upp úr ánni og biður hana um gull, skal hon verða loyst úr gandinum. Í staðin fyri lovar hon tí tað fyrsta barnið, hon fer at eiga. Tá ið hon eigur son og dóttur, kemur trøllið at krevja samsýningina. Hon sýtir. Børnini hvørva í bráðkomnum ódnarstormi.

á føroyskum: CCF 101 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019