• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Blankans ríma

 

CCF 116 B

TSB A 26

 

1 Tað plagir eingin danimann kvitta

- gylt saðil á -

sína systur á heiðið land gifta.

-Tað vænasta vív, eg vinna má.

 

2 Tað gjørdi meistari Hildibrand,

gifti sína systur á heiðið land.

 

3 Sunnudag sat hon brúður á bekk,

mánadag sat hon í jarni tekk.

 

4 Sunnudag sat hon brúður so bold,

mánadag sat í jarni kalt.

 

5 Hon sá seg upp, hon sá seg fram,

visti sær ongan hjálparmann.

 

6 Hon sá seg upp til skýggja,

har sá hon fuglar tríggjar.

 

7 “Hoyr tað, fuglurin brúni,

kanst tú bera boð til Túna?”

 

8 “Eg kann bera boð upp á hvørt eitt land,

eg kenni væl meistara Hildibrand.

 

9 Gev mær livur og lunga

at bera for mínar ungar!

 

10 Gev mær livur og lunga fyrst,

hjartað út av Torkils bróst!”

 

11 “Livur og lunga skalt tú fá,

á Torkili havi eg einki ráð.”

 

12 Hon gav honum livur og lunga

at bera fyri sínar ungar.

 

13 Fuglur tók at flúgva

so langa leið og drúgva.

 

14 Hann fleyg sær so hátt í ský,

settist niður á harra Karls bý.

 

15 Hann fleyg sær so hátt í træ,

settist niður á harra Karls knæ.

 

16 “Væl situr tú, harra Karl, og drekkur vín,

bundin er Marita, systir tín.

 

17 Væl situr tú, harra Karl, og drekkur bjór,

bundin situr Marita, systir góð.”

 

18 Harri Karl sínum borðum brá,

tann brúni mjøður á gólvi lá.

 

19 Harri Karl talar til sveinar tvá:

“Leggið mær saðil á gangara grá!

 

20 Saðlið mær tann hvíta,

hann kann bæði sláa og bíta!

 

21 Saðlið mær tann brúna,

eg vil ríða til Túna!

 

22 Saðlið mær tann blanka,

kann so væl at ranka!”

 

23 Harri Karl var á útreið fús,

so gár hann í hvíta hús.

 

24 Hann loysir út ein, loysir út tvá,

besta leggur hann saðil á.

 

25 So ríður harri Karl mýri og mógv,

illa spilti hann skarlaksskógv.

 

26 So ríður harri Karl mýri og mosa,

illa spilti hann skarlakshosur.

 

27 So reið harri Karl mýri og á,

illa spilti hann kápu blá.

 

28 “Sit nú fast í saðilboga,

nú skal royna, hvat føtur duga!”

 

29 Tá ið hann kom har mitt á leið,

sundur gekk Blankans saðilreim.

 

30 Har hann kom har mitt á fjørð,

sundur gekk Blankans saðilgjørð.

 

31 Blankin skar so sára at,

tað hoyrdi Marita, í torni sat.

 

32 Blankin skar so sára við,

tað hoyrdi Marita í tornið niður.

 

33 “Tað hoyri eg á Blankans reyst,

nú eri eg vorðin bróðurleys.”

 

34 Blankin svam til landa,

harri Karl søkk til sanda.

 

35 Blankin bæði beit og sló,

fimmti mans fyri føtur dró.

 

36 Tað gjørdi Blankin með síni tonn,

beit hann Maritu tað sterka jarnbond.

 

37 “Hoyr tú, Blankin, eg tali til tín,

hvat vilt tú hava fyri ómak tín?”

 

38 “Tað vil eg hava fyri ómak mín,

mynnast við tín munn so fín.”

 

39 Hon myntist við hans munn so fín,

hann varð ein kongasonur í grønari líð.

40 Hon myntist við hans munn so góð,

hann varð ein kongason, sum hann stóð.

 

41 Marita varð ein drotning so bold,

- gylt saðil á -

alt Eingulland fekk hon í vold.

- Tað vænasta vív, eg vinna má.

 

CCF 116 B

TSB A 26

 

Handrit: Savn Hammershaimbs, AM, Access.4.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 7.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 140.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Tummas Jógvansson, við Kráir (1815-1887), Vági, 1847.

 

A 26 Blankans ríma (The enchanted raven and the wonderful horse)

Beiggi (faðir) eina moyggj hevur gift hana burtur í fremmant land. Maður hennara setir hana í eitt torn. Ein ravnur tekur á seg at siga beiggja hennara frá, hvussu vorðið er hjá henni. Beiggin saðlar hestin at fara at bjarga henni. (D, cÍ, cN, cS: Hesturin er umskapaður maður. Hann biður beiggjan ikki siga navnið á sær á ferðini. Tá ið hetta bann ikki verður hildið, vil hesturin ikki longur bera mannin og heldur leiðina fram einsamallur). Beiggin – ella, um navnaforboðið er brotið, hesturin – fríar moynna. Y m i s k i r e n d a r: cD, cN, cS: Tá ið tey koma heim, doyr hesturin av møði. cD, F, cÍ, cN: Hesturin fær mannaskap aftur og vísir seg at vera (cD) ein annar beiggi gentuna ella (F, cÍ, cN) ein prinsur, (cF) giftist við henni. cD, cN: Ravnurin er eisini ein umskapaður maður.

á føroyskum: CCF 116 (eisini á íslendskum, donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019