• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Flúgvandi biðil

 

Flúgvandi biðil

 

CCF 127 B

TSB A 44

 

1 Tað býr ein jomfrú pá várt land,

hon er seg so biðlavánd.

 

2 Hon vil ikki hava tann mann,

uttan hann hevur veingir og flúgva kann.

 

3 “Mín kæra móðir, legg mær ráð,

hvøssu eg skal ta jomfrú fá?”

 

4 “Gakk tú teg til smiðju,

tú lat tær veingir smíða!

 

5 Tú lat tær veingir av hvítasilv[ur] beslá,

forgylla letur tú báðar tá!

 

6 Tá ið tú hevur smíðað teir av,

flúgv tá yvir tað salta hav!”

 

7 Hann gekk seg til smiðin,

hann læt sær veingir smíða.

 

8 Hann læt sær veingir av hvítasilv[ur] beslá,

forgylla læt hann báðar tá.

 

9 Tá hann hevði smíðað teir av,

tá fleyg hann yvir tað salta hav.

 

10 Hann fleyg seg so høgt í træ,

hann sá ikki nátt fyri ljósan dag.

 

11 Hann fleyg seg so høgt í ský,

hann kom niður for jomfrúins bý.

 

12 Hann fleyg seg so høgt í loft,

hann kom niður for jomfrúins port.

 

13 Jomfrúin hugsar við sjálvum sær:

“Tílíkan vildi eg kjósið mær.”

 

14 Meira hon sær ynskti,

tað meira fuglurin flyktist.

 

15 Hann settist á hennara ljósa fang,

hann spældi við hennara reyðargullband.

 

16 Hann tók í hennara ljósu hond,

hann leiddi hana so í loftið fram.

 

17 Tey lógu har ta longu nátt,

svóvu lítið, men snakkaðu kátt.

 

18 Tey lógu har ta longu nátt,

snakkaðu mang[t], men svóvu fátt.

 

CCF 127 B

TSB A 44

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 75.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 180.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Kristiane Rasmusdatter (1849-1934), Skálavík. Kristian Joensen (1843-1924) av Sandi skrivaði,  1873.

 

A 44 Flúgvandi biðil (Knight in bird’s disguise)

Ein moyggj vil bert giftast manni, sum dugir at flúgva. Ein riddari klæðir seg sum fugl við veingjum úr silvuri og gulli. Hann flýgur til moynna, og hon tekur við honum.

á føroyskum: CCF 127 (eisini á donskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019