• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hindar ríma

 

Hindar ríma

 

CCF 134 B

TSB A 16

 

1 Eg veit ein aldinskóg

innan Lindafjørð,

sprettur upp so mangt eitt træ,

sum standa má á jørð.

 

2 Sprettur upp so mangt eitt træ,

sum standa má á vøll,

spælir innan fríður fuglur,

hindin og so bjørn.

 

3 Spælir innan fríður fuglur,

hindin og so dúgvur,

leikar hin fríði fyri teimum,

alla[r] teirra frúgvar.

 

4 Pætur liggur í sínari song

einhvønn morgun snimma:

“Nú lystir meg á aldinskóg,

tann villini hind at finna.”

 

5 Pætur reið á skógva burtur

við sínar úlvhundar fimm,

loysir hann av teimum reyðargullband,

hindina vísir hann teim.

 

6 Hann setti snaru í hvønn stíg,

hindin skuldi fram ganga,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg fanga.

 

7 Setti snaru í hvønn stíg,

hindin skuldi fram renna,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg vinna.

 

8 So ríður hann harra Pætur

skóg og grøna líð,

rámar upp á eina silkisong,

sum jomfrú hvílir í.

 

9 So ríður hann harra Pætur

líð og grønan skóg,

rámar upp á eina silkisong,

tí hvílan var væl góð.

 

10 Tað var í tann fyrsta svøvn,

ið harra Pætur fekk,

burtur var tann skjønna jomfrú,

hon av hans armi gekk.

 

11 Ikki vaknaði harra Pætur,

fyrr enn sólin roðar við hav,

burtur var tann skjønna jomfrú,

ið á hans armi svav.

 

12 Pætur stendur á elvarbakka,

sær seg um so víða:

“Hvat skal eg meg í elvina sjunka

ella til mín móður ríða?

 

13 Sjunki eg meg í elvina niður,

og verði eg har so leingi,

grøti eg mína sælu móður,

meg spotta kongsins dreingir.

 

14 Sjunki eg meg í elvina niður,

so verði eg har í vetur,

grøti eg mína sælu móður,

og tað verður ikki betur.”

 

15 Og tað var fult í fimtan vetur,

ið Pætur á seingini lá,

tað var hansara sæla móðir,

gekk honum til og frá.

 

16 Tað var hansara sæla móðir,

gekk honum til og frá:

“Er hon nøkur í verðini,

ið tín stár hugur á?

 

17 Er hon nøkur í verðini,

tín stár hugur á,

kongsins dóttir í Salunum,

skuldi tú hana fá?”

 

18 “Kongsins dóttir í Salunum,

væn er hon av sær,

enn er hon fagrari rósinblað,

ið eg havi ætlað mær.”

 

19 Pætur liggur í sínari song

einhvønn morgun snimma:

“Nú lystir meg á aldinskóg,

tann villini hind at finna.”

 

20 Pætur reið á skógvin burtur

við sínar úlvhundar fimm,

loysir av teim reyðargullband,

hindina vísir hann teim.

 

21 Setti snaru í hvønn tann stíg,

hindin skuldi fram ganga,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg fanga.

 

22 Setti snaru í hvønn tann stíg,

hindin skuldi fram renna,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg vinna.

 

23 Hon skeyt seg av hindarlíki,

hon fleyg so høgt í træ,

Pætur stóð og sá tará,

tað gekk hans huga so nær.

 

24 Øksina tók eg á mítt bak,

eg vildi tað træ niðurfella,

har kom leypandi tíkisonur,

hann setti sítt spjót ímillum.

 

25 “Høggur tú niður mín faðirs skóg,

limar og so greinar,

hann má tær tað loynibræv skriva,

tað kemur tær sjálvum til meina.

 

26 Høggur tú niður mín faðirs skóg,

limar og so kvistar,

hann má tær tað loynibræv skriva,

tað sigi eg tær til vissa.”

 

27 “Formeinar tú mær at høgga tað træ,

og ger tú mær tann møði,

fái eg ikki tann fríða fugl,

eg syrgi meg sjálvan til deyða.”

 

28 “Set teg niður, harra Pætur,

vit snakka um tað báðir,

tú fært ikki tann fríða fugl

uttan við mínum ráði.

 

29 Sker tú kjøt av sjálvum tær,

so blóð tekur um at renna,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann lystir ta bráð at kenna.

 

30 Sker tú kjøt av sjálvum tær,

kasta upp í træ,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann setir seg á títt knæ.

 

31 Sker tú kjøt av sjálvum tær,

kasta upp í kvist,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann setir seg á títt bryst.”

 

32 Hann skar kjøt av sjálvum sær,

so blóð tók um at renna,

fuglurin fleyg so lágliga,

hann lysti ta bráð at kenna.

 

33 Hon skeyt seg úr fuglalíki,

hon risti sítt vel sum dúgva,

settist so á jørðina niður,

hon bleiv ein stoltsjomfrúgva.

 

34 “Takk havi tú, harra Pætur,

tú skildi meg frá hind,

mín tann vánda stjúkmóðir,

hon vildi meg so binda.

 

35 Hon skapti meg í hindarlíki,

hon setti meg út á bakka,

faðir mín kom av skóginum heim,

hann beitti meg við sínar rakkar.

 

36 Skapti hon meg í hindarlíki,

hon setti meg út á vøll,

faðir kom av skóginum heim,

hann meinti, tað hevði verið ein bjørn.

 

37 Setir hann hana í saðilin upp,

sjálvur leiðir sín hest,

tað er so stokkut í verðini,

man tykir at liva sum best.

 

CCF 134 B

TSB A 16

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4). Schrøters Blandinger nr. 42.

 

Útgávur:

1. A- og B-brigdið sett saman prentað í Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 897.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 97.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 128.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági.

 

A 16 Hindar ríma (Girl transformed into hind and bird)

Ein kvinna broytir stjúkdóttur sína til eina hind. Ein riddari jagstrar hindina og roynir at fáa hendur á henni. Tá verður hon til ein fugl. Riddarin gevur fuglinum ein bita av egna holdi sínum og loysir hana úr gandi.

á føroyskum: CCF 134 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019