• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hørpu ríma

 

CCF 136 B

TSB A 38

 

1 Tað komu tveir biðlar ríðandi í garð,

- biði eg tygum renna –

bóðu moy, sum yngri var.

- Rúnarmenn, verið við teirri jomfrú,

byr I tí at renna,

tølum varliga við teir rúnarmenn!

 

2 Ta yngru teir tá bóðu,

ta eldru teir forsmóðu.

 

3 Tann yngra kundi at lesa lestur,

tann eldra ikki at seyma kveistur.

 

4 Tann yngra kundi at spinna lín,

tann eldra ei at skálda svín.

 

5 Tann yngra kundi at spinna gull,

tann eldra ikki at tæga ull.

 

6 Tann yngra hon spann ofta gull,

tann eldra var av svøvni full.

 

7 Tann yngra hon vóv gull í lað,

tann eldra svav bæði nátt og dag.

 

8 Tann yngra hon var sær so blíð,

líkasum sólin um middagstíð.

 

9 Tann eldra hon var sær so ljót,

líkasum ormar skríða á grót.

 

10 Systir talar til systur góð:

“Førum os í sævarflóð!”

 

11 “Hvat skulum vit í sævarflóð gera,

vit hava ei tvinni silki at bera?”

 

12 “Vit tváa os so hvítar,

vit eru tvær systrar líkar.”

 

13 “Um enn tú tváar teg allan dag,

tú verður ei hvítari, enn Gud tær gav.

 

14 Um enn tú tváar teg hvít sum fann,

tú fært ikki mín festarmann.

 

15 Um enn tú tváar teg hvít sum lín,

tú fært ikki biðil mín.”

 

16 Tær gingu sær á sandi,

har stóð ein stein fyri landi.

 

17 Tann yngra setti seg upp á stein,

tann eldra koyrdi hana út á streym.

 

18 Hon rættir upp sína ljósa hand:

“Kæra systir, hjálp á land!”

 

19 “Eg hjálpi tær ei á land um sinn,

fyrr enn tú játtar mær biðil tín.”

 

20 “Gjarna gevi eg tær alt, ið eg ár,

á biðlinum havi eg einki ráð.

 

21 Gjarna gevi eg tær bæði,

biðil og brúðarklæði.

 

22 Søkki, søkki, systir mín,

biðilin hann skal vera tín.”

 

23 “Søkk nú, søkk nú, systir mín,

eg skal hava biðil tín!”

 

24 Tá kom vindur sunnan,

líkið sló til grunnan.

 

25 Tá kom vindur eystan,

líkið dreiv til neysta.

 

26 Tá kom veður á bylgju blá,

líkið mundi til landa slá.

 

27 Komu tveir pílgrímar oman við á,

funnu á, hvar ið líkið lá.

 

28 Teir tóku hennara ljósa arm,

gjørdu hann til hørpuskjarm.

 

29 Teir tóku hennara gula hár,

gjørdu tað til hørpustreingir smár.

 

30 “Vit førum os til næsta bý,

sum vit vita brúdleyp í.”

 

31 Teir gingu sær til næsta bý,

sum teir vistu, brúdleyp var í.

 

32 Teir settust niður við hurðargátt:

“Viljið tær hoyra hørpuslátt?”

 

33 Mælti tað strongurin fyrsti:

“Brúðurin var mín systir.”

 

34 Svaraði strongurin annar:

“Brúður var mín bani.”

 

35 Svaraði strongurin triði:

“Brúðgómur var mín biðil.”

 

36 Mælti tað brúður, reyð sum blóð:

“Harpan ger os mikið óljóð.”

 

37 Svaraði brúður á beinki sat:

“Harpan ger os mikið ómak.”

 

38 Brúðurin rodnaði sjálv sum droyri:

“Hørpuna lystir meg ikki at hoyra.”

 

39”Hevði eg vist, tað líkti tær illa,

ei skuldi eg mína hørpu stillað.”

 

40Teir slógu sína hørpu av magni,

blóðið dreiv brúður í fangið.

 

41 Teir slógu sína hørpu av móði,

brúðurin fleyt í blóði.

 

42Teir slógu sína hørpu av armi,

- biði eg tygum renna –

brúðurin sprakk av harmi.

- Rúnarmenn, verið við teirri jomfr,

byr I tí at renna,

tølum varliga við teir rúnarmenn!

 

CCF 136 B

TSB A 38

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos (Gl. kgl. Saml. 2894) I, nr. 16,

 

Útgávur:

1. H. C. Lyngbye í Nyeste Skilderie af Kjøbenhavn, 1821.

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 102.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 157.

 

Heimild: Helst Tórshavn, har uppskrivarin vitjaði í 1817. Hans Christian Lyngbye (1782-1837), f. í Aalborg.

 

A 38 Hørpu ríma (The two Sisters)

Ein eldri systir vil hava hann, ið yngra systir hennara er trúlovað við. Hon fær systur sína at koma við sær oman í fjøruna, skúgvar hana á sjógv og letur hana drukna. Líkið verður funnið, og ljóðføri, vanliga ein harpa, verður evnað til burtur úr tí. Á hetta ljóðførið verður spælt í brúdleypinum hjá eldru systrini og honum, ið yngra var trúlovað. Tað avdúkar misbrot brúðarinnar, og hon doyr ella verður revsað. cN, cS: Yngra systirin kemur aftur til lívs, tá ið ljóðførið verður sorað sundur.

á føroyskum: CCF 136 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019