• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hørpu ríma

 

CCF 136 C

TSB A 38

 

1 Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,

- eg biði tykur renna –

bóðu moy, sum yngri var.

- Rúnarmenn, gerið tað, eg biði tykur, rennið,

talið varliga við teir rúnarmenn!

 

2 Ta yngru teir tá bóðu,

ta eldru teir forsvóru.

 

3 Tann yngra hon er seg so fríð,

rætt sum sól við miðsummars tíð.

 

4 Tann eldra hon er seg so ljót,

rætt sum ormar skríða á grót.

 

5 Tann yngra kann at spinna gull,

tann eldra er av svøvni full.

 

6 Tann yngra vevur gull í lað,

tann eldra svevur allan dag.

 

7 Tann yngra kann at spinna,

tann eldra ikki at tvinna.

 

8 Tann yngra kann at lesa lestur,

tann eldra ikki at seyma kveistur.

 

9 Systir talar til systur góð:

“Vit skulum okkum í sævarflóð.”

 

10 “Hvat skulum vit í sævarflóð gera,

vit høvum ei tvinni silki at bera?”

 

11 “Tað er so mangur við sævarflóð,

ið ikki eigur tvinni silki góð.

 

12 Vit tváum okkum hvítar,

vit erum tvær systrar líkar.”

 

13 “Um tú tváar teg allan dag,

tú verður ei hvítari, enn Gud tær gav.

 

14 Um tú tváar teg hvíta sum fann,

tú fært ei mín festarmann.”

 

15 Tær gingu sær til strandar,

steinur lá fyri landi.

 

16 Tann yngra setir seg upp á stein,

tann eldra førdi hana út á streym.

 

17 Hon rættir upp sína ljósu hond:

“Systir, systir, hjálp á land!”

 

18 “Eg hjálpi tær ei á land um sinn,

uttan eg fái biðil tín.”

 

19 “Gjarna gevi eg tær alt, eg á,

á biðlinum havi eg einki ráð.

 

20 Gjarna gevi eg tær bæði,

biðil og brúðarklæði.”

 

21 “Søkk nú, søkk nú, systir mín,

eg skal hava biðil tín!”

 

22 Har kom vindur eystan,

líkið dreiv til neysta.

 

23 Har kom vindur og bylgja blá,

líkið mundi til landa slá.

 

24 Komu tveir vallarar oman við á,

sóu hvar ið líkið lá.

 

25 Teir tóku hennara ljósa arm,

gjørdu sær til harpuskjarm.

 

26 Teir tóku hennara gula hár,

gjørdu harpustreingir smár.

 

27 Teir gingu seg í tann bý,

sum teir vistu brúdleyp í.

 

28 Teir gingu seg í tann garð,

sum teir vistu, brúdleyp var.

 

29 Teir settu seg á ytstu gátt:

“Viljið tær hoyra harpuslátt?”

 

30 Mælti tað strongurin fyrsti:

“Brúðurin var mín systir.”

 

31 Mælti tað strongurin annar:

“Brúðurin var mín bani.”

 

32 Mælti tað strongurin triði:

“Brúðgómin var mín biðil.”

 

33 Mælti tað strongurin fjórði:

“Brúðurin mær forgjørdi.”

 

34 Svaraði brúður, reyð sum blóð:

“Harpan ger os mikið óljóð.”

 

35 Svaraði brúður, á beinki sat:

“Harpan ger os mikið óglað.”

 

36 “Hevði eg vitað, tað líkaði tær illa,

ei skyldi eg mína harpu stillað.”

 

37 Teir slógu sína harpu við armi,

brúðurin sprakk av harmi.

 

38 Teir slógu sína harpu av meingi,

blóð fleyt brúður í fangið.

 

39 Teir slógu sína harpu av móði,

- eg biði tykur renna

brúðurin fleyt í blóði.

- Rúnarmenn, gerið tað, eg biði tykur, rennið,

talið varliga við teir rúnarmenn!

 

CCF 136 C

TSB A 38

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM. Access. 4).

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891 s. 23-27

2. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 104.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 161.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Elisabeth Christiane Schrøter (1803-1873), Vági.

 

A 38 Hørpu ríma (The two Sisters)

Ein eldri systir vil hava hann, ið yngra systir hennara er trúlovað við. Hon fær systur sína at koma við sær oman í fjøruna, skúgvar hana á sjógv og letur hana drukna. Líkið verður funnið, og ljóðføri, vanliga ein harpa, verður evnað til burtur úr tí. Á hetta ljóðførið verður spælt í brúdleypinum hjá eldru systrini og honum, ið yngra var trúlovað. Tað avdúkar misbrot brúðarinnar, og hon doyr ella verður revsað. cN, cS: Yngra systirin kemur aftur til lívs, tá ið ljóðførið verður sorað sundur.

á føroyskum: CCF 136 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019