• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hørpu ríma

 

CCF 136 D

TSB A 38

 

1 Tað komu tveir biðlir ríðandi í garð,

- biður tykur renna –

bóðu moy, sum yngri var.

- Rúnarmenn, verið við teirri jomfrú í tí at renna,

tølum varliga við tær, rúnarmenn!

 

2 Ta yngru teir tá bóðu,

ta eldru teir forsmóðu.

 

3 Tann yngra kundi at lesa lestur,

tann eldra kann ikki at seyma kveistur.

 

4 Tann yngra kann at spinna lín,

tann eldra ikki at skálda svín.

 

5 Tann yngra kann at spinna gull,

tann eldra ikki at tæga ull.

 

6 Tann yngra hon spann ofta gull,

tann eldra var av svøvni full.

 

7 Tann yngra hon spann gull í lað,

tann eldra svav bæði nátt og dag.

 

8 Tann yngra hon var seg so blíð,

rætt sum sól á middagstíð.

 

9 Tann eldra hon var seg so ljót,

líka sum ormar skríða á grót.

 

10 Systir talar til systur góð:

“Vit førum os í sævarflóð!”

 

11 “Hvat skulu vit í sævarflóð gera,

vit hava ei tvinni silki at bera.”

 

12 “Vit tváum osum so hvítar,

vit eru tvær systrar so líkar.”

 

13 “Um enn tú tváar teg allan dag,

tú verður ei hvítari, enn Gud teg gav.

 

14 Um enn tú tváar teg hvít sum fann,

tú fært ikki mín festarmann.

 

15 Um enn tú tváar teg hvít sum lín,

tú fært ikki biðil mín.”

 

16 Tær gingu sær á sandi,

har stóð ein steinur fyri landi.

 

17 Tann yngra setti seg upp á stein,

tann eldra koyrdi hana út í streym.

 

18 Hon rætti upp sína høgru hond:

“Systir, systir, hjálp mær á land!”

 

19 “Eg hjálpi tær ei á land um sinn,

fyrr enn tú játtar mær biðil tín.”

 

20 “Gjarna gevi eg tær alt, eg ár,

á biðlinum havi eg einki ráð.

 

21 Gjarna gevi eg tær bæði,

biðil og brúðarklæði.

 

22 Eg søkki, eg søkki, systir mín,

biðilin hann skal verða tín.”

 

23 “Søkk nú, søkk nú, systir mín,

eg skal hava biðil tín!”

 

24 Tað kom vindur av sunnan,

líkið sló til grunnin.

 

25 Tað kom vindur av eystri,

líkið dreiv til neysta.

 

26 Tað kom veður og bylgja blá,

líkið mundi til landa slá.

 

27 Komu tveir alsingar oman við á,

funnu hvar ið líkið lá.

 

28 Teir tóku hennara ljósa arm,

gjørdu hann til hørpuskjarm.

 

29 Teir tóku hennara gula hár,

gjørdu hørpustreingir smáar.

 

30 “Vit førum os til næsta bý,

sum vit vita, brúdleyp er í.”

 

31 Teir gingu sær til næsta bý,

sum teir vistu, brúdleyp var í.

 

32 Teir settust niður við hurðargátt:

“Viljuð tær hoyra hørpuslátt?”

 

33 Mælti tá strongurin fyrsti:

“Brúðurin var mín systir.”

 

34 Svaraði strongurin annar:

“Brúðurin var mín bani.”

 

35 Svaraði strongurin triði:

“Brúðgómurin var mín biðil.”

 

36 Mælti tá brúðurin, reyð sum blóð:

“Harpan ger os mikið óljóð.”

 

37 Svaraði brúður, á beinki sat:

“Harpan ger os mikið ómak.”

 

38 Brúðurin rodnaði sjálv sum droyra:

“Hørpuna lystir meg ei at hoyra.”

 

39 “Hevði eg vitað, tað líkaði tær illa,

ei skuldi eg mína hørpu stillað.”

 

40 Teir slógu sína hørpu av meingi,

blóð dreiv brúður í fangið.

 

41 Teir slógu sína hørpu av móði,

brúðurin fleyt í blóði.

 

42 Teir slógu sína hørpu av armi,

- biður tykur renna –

brúðurin sprakk av harmi.

- Rúnarmenn, verið við teirri jomfrú í tí at renna,

tølum varliga við tær, rúnarmenn!

 

CCF 136 D

TSB A 38

 

Handrit: Savnið hjá Napoleon Nolsøe, varðveitt á Føroya landsbóksavni F IV, I. bind, 1840, nr. 37, s. 231.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 105.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 165.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn.

 

A 38 Hørpu ríma (The two Sisters)

Ein eldri systir vil hava hann, ið yngra systir hennara er trúlovað við. Hon fær systur sína at koma við sær oman í fjøruna, skúgvar hana á sjógv og letur hana drukna. Líkið verður funnið, og ljóðføri, vanliga ein harpa, verður evnað til burtur úr tí. Á hetta ljóðførið verður spælt í brúdleypinum hjá eldru systrini og honum, ið yngra var trúlovað. Tað avdúkar misbrot brúðarinnar, og hon doyr ella verður revsað. cN, cS: Yngra systirin kemur aftur til lívs, tá ið ljóðførið verður sorað sundur.

á føroyskum: CCF 136 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019