• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

CCF 154 B

TSB A 63

 

1 Ólavur ríður eftir bjørgunum út,

- kol og smiður við –

har fann hann eitt elvarhús.

 

2 Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,

har fann hann ein álvarann.

 

3 Ólavur ríður eftir bjørgunum inn,

har fann hann tað álvating.

 

4 Út kom ein av álvum smá,

flættað hár á herðar lá.

 

5 Út kom ein av álvum stór,

flættað hár á herðar dró.

 

6 Ólavur inn um dyrnar sá,

gullband um hans herðar lá.

 

7 “Hoyr tað, Ólavur Rósinkrans,

statt av hesti, gakk í dans!”

 

8 “Ikki vil eg hjá álvum vera,

í morgin skal eg mítt brúdleyp gera.

 

9 Ikki vil eg hjá álvum bó,

í morgin skal eg mítt brúdleyp snó.”

 

10 “Vilt tú ei hjá álvum vera,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

 

11 Vilt tú ei hjá álvum bó,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó.”

 

12 Inn tá kom tað silvursteyp,

eiturkornið í tí fleyt.

 

13 Fyrsta drykkin Ólavur drakk,

gullband um hans herðar sprakk.

 

14 Satt er at siga nú ífrá,

bleikur Ólavur av sjúkdómi lá.

 

15 “Hvat vilt tú fyrr liggja sjey vintur sjúk,

ella fara í morgin til moldar út?

 

16 Hvat vilt tú fyrr liggja sjey vintur í dvala,

ella í morgin til moldar fara?”

 

17 “Tveir eru kostarnir, hvørgin er mjúk,

ilt er at liggja leingi sjúk.”

 

18 “Hoyr tú, Ólavur fríði,

tú kyss meg, áður enn tú ríður!”

 

19 Hann kysti hana so mjúka,

hon sveik hann so sjúkan.

 

20 Ólavur heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

21 “Hví ert tú følin, hví ert tú bleik,

sum tú hevði verið í álvaleik?”

 

22 “Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,

í gjár var eg í álvakonuleik.”

 

23 Har var sorg, og har var sút,

trý fóru lík til moldar út.

 

24 Ein var harra Ólavur, annað hans vív,

            - kol og smiður við -

hans móðir læt av sorgini lív.

 

CCF 154 B

TSB A 63

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 153.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 194.

 

Heimild: Úr Eysturoy: Anna Jakobsdatter (1818-1892), Oyndarfirði, 1868.

 

A 63 Ólavur Riddararós og álvamoy (Elf maid causes man’s sickness and death)

Tá ið blánar fyri degi, ríður Ólavur av stað og kemur fram á álvar, ið dansa í skóginum. Ein av álvagentunum biður hann koma at dansa við sær, men hann hevur seg undan og sigur henni, at hann fer at giftast dagin eftir. Hon leggur deyðiliga sjúku á hann. Deyðkomin vinnur hann upp hús. Hann ber fram seinastu ynski síni. cD, cN, cS: Deyði hansara verður fjaldur fyri brúðrini, men at enda avdúkar hon sannleikan.

á føroyskum: CCF 154 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019