• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

CCF 154 C

TSB A 63

 

1 “Hvar vilt tú ríða, Ólavur mín?

- kolasmiður við -

í loftinum har hongur brynjan tín.”

- Ungir kallar, kátir kallar,

gangið upp á gólv, sláið lystig í ring!

 

2 Hann reið seg við bjørgum fram,

har fann hann tann álvakonurann.

 

3 Út kom ein av álvum smá,

flættað hár á herðum lá.

 

4 “Hevur tú flættað hár for meg,

ikki eri eg komin at biðja teg.”

 

5 “Ert tú ikki komin at biðja meg,

ikki vil eg eiga teg.

 

6 Hoyr tú, Ólavur Rósinskrans,

stíg av hest, og gakk í dans!”

 

7 “Ikki vil eg hjá álvum vera,

í morgin skal eg mítt brúdleyp gera.”

 

8 “Vilt tú ikki hjá álvum vera,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

 

9 Hvat vilt tú fyrr vera sjey vetur sjúk,

ella tú vilt í morgin til moldar út?”

 

10 “Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúk,

ilt er at liggja leingi sjúk.”

 

11 “Hoyr tú, Ólavur fríði,

kyss meg, áðrenn tú ríður!”

 

12 Ólavur heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

13 “Hví ert tú so følin, hví ert tú bleik,

sum tú hevur verið í álvakonuleik?”

 

14 “Tí eri eg følin, tí eri eg bleik,

í gjár var eg í álvakonuleik.

 

15 Mín kæri faðir, tú heinta mær prest,

mín kæra móðir, ver tú mær næst!”

 

16 Óli vendte sig til væggen så brat,

og han døde langt før midnat.

 

17 Har var sorg, og har var sút,

tað fóru trý lík til moldar út.

 

18 Tað fyrsta var Ólavur, tað annað hans mø,

- kolasmiður við -

hans moder måtte af sorgen dø.

- Ungir kallar, kátir kallar,

gangið upp á gólv, sláið lystig í ring!

 

CCF 154 C

TSB A 63

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 154.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 196.

 

Heimild: Úr Eysturoy: Inger Anna Knudsdatter (1786-1875), Saltnesi, f. á Eiði. Joen Hans Jacob Petersen (1858-1881) úr Saltnesi skrivaði upp í 1873.

 

A 63 Ólavur Riddararós og álvamoy (Elf maid causes man’s sickness and death)

Tá ið blánar fyri degi, ríður Ólavur av stað og kemur fram á álvar, ið dansa í skóginum. Ein av álvagentunum biður hann koma at dansa við sær, men hann hevur seg undan og sigur henni, at hann fer at giftast dagin eftir. Hon leggur deyðiliga sjúku á hann. Deyðkomin vinnur hann upp hús. Hann ber fram seinastu ynski síni. cD, cN, cS: Deyði hansara verður fjaldur fyri brúðrini, men at enda avdúkar hon sannleikan.

á føroyskum: CCF 154 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019