• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

Ólavur Riddararós og álvamoy

 

CCF 154 D

TSB A 63

 

1 “Hvar skalt tú ríða, Ólavur mín?

- kolusmiður við -

í lofti hongur brynja tín.

- Ungir kalar, kátir kalar,

gangið upp á gólv, sláið lyst umkring!

 

2 Væl er hon skorin, og væl er hon tvinnað,

í blóði verður hon av tær drigin.

 

3 Ólavur ríður eftir bjørgum út,

hann fann á tað elvarhús. 

 

4 Ólavur ríður eftir bjørgum fram,

hann fann á tað elvarrann.

 

5 Út kom ein av elvum smá,

flættað hár á herðum lá.

 

6 “Hoyr tú, Ólavur rósinkinn,

stíg av hesti, og kom her inn!

 

7 Hoyr tú, Ólavur rósinkrans,

stíg av hesti og gakk í dans!”

 

8 “Eg kann ikki hjá elvum bó,

í morgin skal eg mítt brúdleyp snó.

 

9 Eg kann ikki hjá elvum vera,

í morgin skal eg mítt brúdleyp gera.”

 

10 “Kanst tú ikki hjá elvum bó,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp snó.

 

11 Kanst tú ikki hjá elvum vera,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

 

12 Hvat vilt tú liggja fimtan vetrar í dvala,

ella tú vilt í morgin til moldar fara?”

 

13 “Tveir eru kostir, hvørgin er mjúkur,

ringt er at liggja leingi sjúkur.”

 

14 “Hoyr tú, Ólavur fríði,

tú kyss meg, áðrenn tú ríður!”

 

15 Ólavur heltist á saðilboga,

hann kysti ta elvar av lítlum huga.

 

16 Hann kysti hana so mjúkan,

men hon sveik hann so sjúkan.

 

17 Ólavur heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

 

18 “Hví ert tú, sonur mín, følin sum bast,

sum tú hevði verið teim elvum næst?”

 

19 “Tí eri eg følin, og tí eri eg bleik,

tí eg havi verið í elvarkvinnuleik.

 

20 Mín kæra móðir, bind mín hest,

mín kæri faðir, heinta mær prest!”

 

21 Har var sorg, og har var sút,

tað fóru trý lík til moldar út.

 

22 Tað eina var Óli, tað annað var hans vív,

tað triðja hans móðir, hon læt sítt lív.

 

23 Tað eina var Óli, tað annað var hans moy,

- kolusmiður við -

tað triðja hans móðir, av sorgini doyði.

- Ungir kalar, kátir kalar,

gangið upp á gólv, sláið lyst umkring!

 

CCF 154 D

TSB A 63

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 154.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 198.

 

Heimild: Úr Sandoy: Marianna Poulsen (1844-1914), Skopun. Kristian Joensen  (1843-1924) av Sandi skrivaði upp í 1873.

 

A 63 Ólavur Riddararós og álvamoy (Elf maid causes man’s sickness and death)

Tá ið blánar fyri degi, ríður Ólavur av stað og kemur fram á álvar, ið dansa í skóginum. Ein av álvagentunum biður hann koma at dansa við sær, men hann hevur seg undan og sigur henni, at hann fer at giftast dagin eftir. Hon leggur deyðiliga sjúku á hann. Deyðkomin vinnur hann upp hús. Hann ber fram seinastu ynski síni. cD, cN, cS: Deyði hansara verður fjaldur fyri brúðrini, men at enda avdúkar hon sannleikan.

á føroyskum: CCF 154 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019