• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Signild og dvørgurin

 

Signild og dvørgurin

 

CCF 169 B

TSB A 54

 

1 Signild sló sín vev so fast,

- at dansa -

tann hvíta mjólk av bróstum brast.

-Væl er mær ansað.

 

2 “Hoyr tað, Signild, dóttir mín,

hví rennur mjólk av bróstum tín?”

 

3 “Tað er ikki mjólk, tó tú sigur svá,

tað er tann mjøð, eg drakk í gjár.”

 

4 “Tað eru tvey ting, tey eru ólík,

mjøðurin er brún, og mjólkin er hvít.”

 

5 “Tað dugir ikki at dylja for teg,

dvørgurin hevur lokkað meg.

 

6 Fimtan havi eg børnini borið,

eingi havi eg klæði skorið.

 

7 Fimtan havi eg børnini átt,

eingi havi eg við eygum sætt.”

 

8 Alt stóð dvørgurin og lýddi á,

hvussu hon segði síni móður frá.

 

9 Dvørgurin upp í hallina sá,

gullbond á hans herðum lá.

 

10 Dvørgurin upp í hallina gekk,

gullbond á hans herðum hekk.

 

11 Hann tekur í Signildu ljósu hand

og leiddi hana til steinin fram.

 

12 Hann setti hana í forgyltan stól,

fimtan synir fyri henni stóðu.

 

13 Summir kunnu at ringja,

dvørgamál at syngja.

 

14 Og summir kunnu at leika væl,

trummur og so langspæl.

 

15 Hann gav henni høgg undir kinn,

so blóðið dreiv á hennara samdrigið skinn.

 

16 Tað var dvørgsins størsta harm,

at Signild doyði við hans arm.

 

17 Tað var dvørgsins størsta sorg,

hann mátti flýa til eina aðra borg.

 

18 Har var buldur, og har var bank,

dvørgurin smíðaði børustengur.

 

19 Har var buldur, og har var slag,

- at dansa -

dvørgurin smíðaði bæði nátt og dag.

-Væl er mær ansað.

 

CCF 169 B

TSB A 54

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 205.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 30. bind, s. 187.

 

Heimild: Úr Eysturoy: Inger Anna Knudsdatter, fødd á Eiði (1786-1875), Saltnesi, 1873. Joen Hans Jacob Petersen (1858-1881) skrivaði upp.

 

A 54 Signild og dvørgurin (Woman forced to return to her mountain husband)

Ein genta eigur fleiri børn við einum dvørgi. At enda sigur hon móðurini frá, hvussu vorðið er hjá sær. Tá kemur dvørgurin og noyðir hana við sær til børnini í fjallinum. Tá ið tey eru afturkomin, fær hon sær ein drykk, sum antin fær hana at gloyma umheimin, ella sum tekur lívið av henni, ella eisini doyr hon av sorg.

á føroyskum: CCF 169 (eisini á donskum, norskum og svenskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019