• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur í fjallinum

 

Grímur í fjallinum

 

CCF 54 B

TSB A 15

 

1 Eg veit eina rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd er um Grím í fjallinum

og aðrar reystar dreingir.

 

2 Brøður á berari jørð

teir biðja meg ríma,

hvør hevur sína systur fest

at fremja gleði sína.

 

3 Hvør hevur sína systur fest

at fremja gleði sína,

Torkil tann yngri er,

kann væl dystin ríða.

 

4 Torkil tann ið yngri er,

hann kann væl dystin ríða,

hann hevur fingið konu ta,

hon eitur Gullborg fríða.

 

5 Brøður fóru á skógvin burt

at savna smalu á breyt,

heima sita leikur tvær,

eru komnar í stóra treyt.

 

6 Gullborg kemur út árla morgun,

lítist um so víða,

hon sær ein so stóran mann

niður úr fjalli líða.

 

7 Gullborg kemur inn árla morgun,

heldur at tí gleim:

„Lætistórir eru gestirnir,

ið oss vilja søkja heim.“

 

8 Allir veggir signaðu,

tá ið hann kom í tún,

hurðar allar klovnaðu,

áður hann fekk rúm.

 

9 Allir beinkir brotnaðu,

tar ið hann gekk í sæti,

svaraði Gullborg, bóndan kona:

„Slíkt eru trøllalæti.“

 

10 Tekur hann hana á bak sítt upp,

honum man einki bella,

ber hana so í fjallið upp,

tað eitur Oknarhelli.

 

11 Torkil kemur av skógi heim,

saknar sína brúður:

„Nú skal stevna Álvi kongi,

blás í hin gylta lúður!“

 

12 Sára græt hon Helga

og teir brøður báðir,

øðrumegin í fjallinum

har eru so lítlar náðir.

 

13 Tríggjar dagar í fjalli var

alt uttan mat og drekka,

svaraði Grímur Aðalsson,

við slíkt kendi hann ekka.

 

14 Tríggjar dagar í fjhalli var

uttan gleði og gleim

til at teirri stundini leið,

hon skuldi føða svein.

 

15 Tríggjar dagar í gólvi lá,

kundi ikki barnið fá,

Grímur smíðar gullbørur

við trega og tungari trá.

 

16 Tríggjar dagar í gólvi lá,

kundi ei barnið føða,

Grímur smíðar gullbørur

við trega og tungum møði.

 

17 Svaraði Gullborg, bóndans kona,

áður hon læt mál:

„Grava meg í tann kirkjugarð,

Torkil bóndi ár!“

 

18 Svaraði Gullborg, bóndans kona,

áður hon læt lív:

„Fjórðingi frá kirkjuni

set mítt ljósa lík!“

 

19 Eingin er tann floytan,

so fagurliga lætur,

sum han n Grímur í fjallinum

um bóndans konu grætur.

 

20 Eingin er tann floytan,

so fagurt láta kann,

sum hann Grímur í fjallinum,

tann ærliga borni mann.

 

21 Helga kemur út árla morgun,

skoðast um so víða,

hon sær fagrar gullbørur

niður úr fjalli líða.

 

22 Helga kemur inn árla morgun,

gevur fullgott treyst:

„Nú kemur aftur leika mín,

ið hiðan fór í heyst.“

 

23 Torkil so til orða tekur,

gerst í hjarta fegin:

„Gangið út og kennið mann,

nú líður snart at degi!“

 

24 Prestar og so lærdir menn

teir stóðu har skamt ífrá,

meðan hann gróv tað ljósa lík,

Torkil bóndi ár.

 

25 Tólv merkur av reyðargulli

legði hann at leiku sál,

annaðslíkt av bóndans góðsi

legði hann omaná.

 

26 Síðla var um aftanin,

fólkið svøvnin fekk,

tað var frúgvin Gullborg

í dreymar for Helgu gekk.

 

27 „Tað visti tú, leika mín,

tá ið vit saman búðu,

ikki skortaði okur nakað,

línið heldur skrúður.

 

28 Hoyr tað tú nú, leika mín,

ger nú sum tær er betur,

sært tú mann fyri hallardurum,

tú skjól honum inni í vetur.

 

29 Sært tú mann fyri hallardurum,

fáan finnur tú slíkan,

tó at tú sært hann vaksnan vera,

tú skalt ikki frá honum víkja.“

 

30 Helga kemur út árla morgun

var ei í hjarta fegin,

hon sá mann fyri hallardurum

í reyðum skarlaksklæðum.

 

31 Hon sá mann fyri hallardurum

í reyðum skarlaksklæðum,

hon tekur í hans stóru hond,

í silkisong hann legði.

 

32 Hon sat hjá honum tann vetur langa,

ræð við hann at tala,

kom ikki fyrr til bónda sín,

høsnini tóku at gala.

 

33 Farin er nú veturin,

komið er summarmál,

nú lystir Grími Aðalsson

út av landi at gá.

 

34 Nú siglir Grímur Aðalsson,

inni hevur ligið leingi,

tapti skip fyri bryggjubakka,

misti góðs og dreingir.

 

35 Tað var Grímur Aðalsson,

inn í høllina gekk,

drotning kastar saks og seym

og sjálv úr stóli gekk.

 

36 Drotning so til orða tekur,

slær tað upp í gamni:

„Ert tú nakað borin við

at taka við konganavni?“

 

37 „Eg eri heiðin sum ein hund

menskur eri eg at alvi,

eg man eingin kongur vera

yvir nøkrum sorgarbragði.

 

38 Eg sló frúnna Børiku

for borði, tar hon stóð,

voldi mín vánda stjúkmóðir,

hon var mær at tí móð.

 

39 Voldi mær vánda stjúkmóðir,

hon skapti meg so illa,

skapaði meg í risalíki

burtur í Oknarhelli.“

 

40 So fór hann land av landi,

so mangan villan stíg,

haðan og inn í Jordal,

har læt hann sítt lív.

 

41 Undir Jordalsbakka

har hvíla hans bein,

sálin spælir í himmiríki,

hon hevur so góðan gleim.

 

CCF 54 B

TSB A 15

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM Access. 4

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 325.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Niclassen, í Gørðum (1808-1891), Sumba, 1847.

 

A 15 Grímur í fjallinum (Disenchantment through conception)

Stjúkmamma kongssonin Grím hevur umskapað hann til eitt skrímsl. Hann sleppur undan gandinum, um hann fær barn við bæði Gullborg og vinkonu hennara Halgu. Gullborg doyr í barnferð. Hon kemur í dreymi fram fyri Halgu og biður hana fara til Grím. Halga fer við Grími til land hansara, har ið hann sleppur undan gandinum. Frábr.: A: Grímur ger av við stjúkmammuna.

á føroyskum: CCF 54 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019