• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Aligast

 

B.

 

CCF 106-I Ba

TSB D 387

 

1 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um keisaran Karlamagnus

og aðrar reystar dreingir.

 

Ríða teir út av Frakklandi

við dýrum drignum svørð,

blæs í hornið Ólivant

í Runsival!

 

2 Eina veit eg rímuna,

mær var higar send,

um hann keisaran Karlamagnus

og hansara avreksverk.

 

3 Karlamagnus Pippings son,

Ingibjargar barn,

bæði gleðir hann úlv og ørn,

í blóði herðir hann jarnið.

 

4 Karlamagnus Pippings son,

tann hin menskur mann,

hans var stólur av Rúmaríki

fluttur á Frakkland.

 

5 Keisarin vaknar upp árla morgun,

telur hann sínar dreymar:

“Eg var staddur í orrustum,

gevið tað í geyma!

 

6 Eg eri kongur [og] keisari

yvir vørild víða,

skal eg nú ein tjóvur vera,

mikið um lívið at stríða.

 

7 Eg var mær eitt lítið barn,

aldur upp blant sveinar,

nú eri eg ein keisari,

tað vil eg for yðrum greina.”

 

8 Keisarin steig úr síni song

fram á hallargólv:

Tó skal eg mínum dreymi fylgja,

er mær ei á tí hól.

 

9 Tað var keisarin Karlamagnus,

heitir á sveinar tvá:

“Bið hann riddaran Aligast

í salin for meg inn gá!”

 

10 Inn kom riddarin Aligast,

fell á síni knæ:

“Krist signi teg, keisarin,

hvat viljið tær mær?”

 

11 “Faðir mín átti ein gullsaðil,

mikið er um at starva,

tað var Gortra, systir mín,

hon fekk hann til arv.

 

12 Tú skalt fara á heiðin lond,

hóvliga skalt tú ríða,

hvør tær møtir á viðari mørk,

tú skalt honum ikki bíða.

 

13 Ríð so heim í kongsins garð

alt fyri uttan kvíða,

tú skalt stjala tann gullsaðil,

ið hongur á borgarsíðu!”

 

14 “Skal eg burtur saðilin stjala,

heim til tín at bera,

sjálvur skalt tú, keisarin,

fylgja mær til ferð.”

 

15 Keisarin niður múrin rendi,

Aligast fyri gekk,

stjól so burtur gullsaðilin,

á borgararmi hekk.

 

16 Drotningin hoyrir bjølluklang,

rópar á harra sín:

“Vittingur svarar, at Hemmingur,

hann tógvar gangara mín.

 

17 Í morgin skal eg keisaran binda,

áðrenn sólin rennur,

Gortra fnýsti at teim:

“Mín bróður eg væl kenni.”

 

18 Hann gav henni høgg á tenn,

tað  av góðum ræði,

blóð dreiv yvir nasar og munn

niður á skarlaksklæði.

 

19 “Hevði bróðir mín vitað slíkt

og verið mær so nær,”

men keisarin helt sínar handskar undir,

einki varð hann var.

 

20 Aftur reið keisarin Karlamagnus

við sínum blóðiga handska,

so mundu boðini norðan koma,

sendi út Olgar danski.

 

Ríða teir út av Frakklandi

við dýrum drignum svørð,

blæs í hornið Ólivant

í Runsival!

 

CCF 106-I Ba

TSB D 387

 

Handrit: Kvæðasavnið hjá Napoleon Nolsøe, Føroya landsbókasavn  F IV vol. II, Nr. 49, s. 14.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 2

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 12.

 

Heimild: Úr Nólsoy: Napoleon Nolsøe  (1809-1877), Tórshavn, 1842

 

D 387 Aligast (Man overhears threat to his life while committing burglary)

(D: Kongur giftur dóttur sína við einum greiva, sum beiggi hennara Karl heldur lítið um). Karl droymir, at hann má stjala. Hann sendir boð eftir Aligasti, dugnaligasta tjóvi av øllum, at vera sær til hjálpar. Teir bróta múrin hjá greivanum til at stjala saðil hansara. Greivin tosar við konu sína, systur Karl, og sigur frá, at hann ætlar sær at drepa Karl. Tá ið hon mótmælir, fær hon ein frammaná. D: Karl drepur greivan og giftir systur sína við Aligasti.

á føroyskum: CCF 106 Aligast (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019