• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Oddvalds ríma

 

A.

 

CCF 106-III A

TSB E 25

 

1 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir sóu ein so miklan mann

ríða av Garsia høll.

 

2 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

teir síggja ein so miklan mann

á Garsia helli ríða.

 

3 Oddvald gekk í hallina inn,

bæði av makt og mæti,

tók í keisarans hvíta skegg

og lyfti hann úr sæti.

 

4 Eld og loga bað hann geisa

undir hans skeggið hvíta,

tað var eingin av frankismonnum

mót honum tordi líta.

 

5 Tað var eingin av frankismonnum,

tordi líta mót honum,

uttan reystur Rólant jall,

keisarans systursonur.

 

6 Upp leyp reystur Rólant jall,

hann vildi ikki longur sita:

“Eg skal teg við Dýrindal

fyri úlvar og vargar brytja.”

 

7 Svaraði keisarin Karlamagnus

heldur á gyltum løgdi:

“Tað skal eingin av mínum monnum

røra honum hár á høvdi.”

 

8 Svaraði keisarin Karlamagnus:

“Alt er betur at snúgva,

hvør gud er tín lønardrostur,

og hvønn gud vilt tú trúgva?”

 

9 “Eg trúgvi pá mítt skjold og svørð

og ringabrynja fríða,

hesin sami búni brandur

prísar meg so víða.

 

10 Eg trúgvi pá mítt skjold og svørð

og ringabrynju bjarta,

hesin sami búni brandur,

hann leskar mítt hjarta.”

 

11 Tjúkkur ert tú og dravleittur,

og tjúkkur ert tú um herðar,

illur er tín lønardrostur,

og illa man tær úr verða.”

 

12 Tað var keisarin Karlamagnus,

sær undan reyðum skildri:

“Sig mær frægur Oddvald jallur,

hvat tú higar vildi?”

 

13 “Tí kom eg av Garsia helli

við mínar mangar sveinar,

skatt viljum vær av landi taka

og halda so griðin eina.”

 

14 “Gud lati ei so Frakland mítt

standa í snildarvanda,

at eg lúki Garsia kongi

skatt av mínum landi.

 

15 Gud lati ei so Frakland mítt

standa í snildar tínum,

at eg lúki Garsia kongi

skatt av landi mínum.”

 

16 “Tí kom eg av Garsia helli,

eg geri tað ei at loyna,

síggja vil eg tín systurson

og roysni við hann royna.”

 

17 Dalita duplar út Oddvald unga,

hon gav honum skjøld og svørð:

“Ger nú væl við frænda mín,

fært tú hann væl í ferð!”

 

18 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínar bardagarnar

skamt frá keisarans høll.

 

19 Rólant gav tað fyrsta høgg

báði av ilsku og bræði,

Oddvald hevði sín skjøld á loft,

hann vardi seg væl í teirri.

 

20 Oddvald hann gav annað høgg,

báði av ilsku og bræði,

hann høgg niður í hjálmin tann

við høggi hann brynju 'kløvi'.

 

21 “Nú hevur tú, kappin, fingið sár,

sjálvur manst tú tað sanna,

trú tú mær so menskum manni,

at skemra verður til annað!”

 

22 Tá gav Rólant triðja høgg

báði av ilsku og bræði,

hann høgg niður í Oddvalds hjálm,

at svørðið gekk um klæði.

 

23 “Nú hevur tú, kappin, fingið sár,

sjálvur manst tú tað sanna,

trú tú mær sum menskum manni,

at skemra verður til annað.”

 

24 Drimbur ert tú úr Drimrisdal,

og vaksin ert tú sum bytta,

hvat skalt tú frá Garsia kongi?

tú ert ein gomul rytta.”

 

25 Tað er keisarin Karlamagnus,

til bønar hann gár:

“Harra Gud gevi tær sigur í dag,

Rólant, frændi vár.”

 

26 Ljósið kom av himli niður,

tað fór eftir vónum,

við tað ið Oddvald høgga mundi,

alt dró megi frá honum.

 

27 Ljósið kom av himli niður

yvir heiðin herar

við tað ið Oddvald høgga mundi,

tað vildi av ongum verða.

 

28 “Tú tarvt ikki, Rólant jall,

elva teg so stinnan,

hevði eg havt slíka trú sum tú,

tú skuldi meg ikki vinna.”

 

29 Svaraði keisarin Karlamagnus,

væl mundi honum tað skína:

“Tak við Gud og kristnari trúgv,

eg gevi tær systur mína!”

 

30 Svaraði ein av Oddvalds monnum:

“Við kristnum tekum vær treyðir,

vit hirða ei, hvat beinini tola,

síðan vær erum deyðir.”

 

CCF 106-III A

TSB E 25

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos GkS. 2894, 4to, vol. III, Nr. 4, s. 73.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 447.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 11

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 39.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

E 25 Oddvalds ríma (Miracle helps Roland in fight with heathen)

Heidningurin Oddvaldur kemur til borg Karlamagnusar, ger gjøldur burtur úr keisaranum og krevur skatt frá honum.

Rólant gevur seg í bardaga við hann, og Karlamagnus biður til Gud um, at Rólant skal sigra.

Tá hendir eitt undur: ljós úr erva stjelur máttin frá heidninginum.

á føroyskum: CCF 106 (Oddvalds ríma bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnuar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019