• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Oddvalds ríma

 

B.

 

CCF 106-III Ba

TSB E 25

 

1 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir síggja ein so miklan mann

ríða av Garsins høll.

 

2 Árla var um morgunin,

sólin skín so víða,

síggja nú ein so miklan mann

av Garsia hølli ríða.

 

3 Oddvald gekk í hallina inn,

kappin [tann] hin mæti,

tók í keisarans hvíta skegg,

hann lyfti hann upp úr sæti.

 

4 Eim og eld tað bað hann goysa,

undir tí skeggi hvíta,

tað var eingin av frankismonnum

mót honum tordi líta.

 

5 Upp leyp reystur Rólant jall,

hann vildi ei longur sita:

“Eg skal teg við Dýrindal

for úlv og vørgum brytja.”

 

6 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á gyltum løgdi:

“Eingin skal av mínum monnum

røra honum hár á høvdi.”

 

“Tí fór eg úr Garsia høll

við mínar sveinar baldar,

vit vilja skatt av landi taka,

síðan frið at halda.”

 

8 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á gyltum tíni:

“Eg lúki ikki Garsia kongi

skatt av landi mínum.”

 

9 “Lúkar tú ikki Garsia kongi

skatt av landi tínum

tá skal keisarin Karlamagnus

tola so harða pínu.

 

10 Tí fór eg úr Garsia høll,

eg geri tað ei at loyna,

síggja vil eg tín systurson

roysni við hann royna.

 

11 Tí fór eg av Garsia høll

við mínar tríggjar dreingir,

síggja vil eg tín systurson

og vinna sigur av kongi.”

 

12 Svaraði keisarin Karlamagnus,

alt vil betur snúgva:

“Hvat gud er tín lønardrott,

á hvønn gud vilt tú trúgva?”

 

13 Eg trúgvi upp á mítt skjold og svørð,

ring og brynju fríða,

hesin sami búni brandur

prísar mín so víða.

 

14 Eg trúgvi upp á mítt skjold og svørð,

ring og brynju bjarta,

hesin sami búni brandur

hann leski mítt hjarta.”

 

15 “Tjúkkur ert tú og dravlorkutur,

tjúkkur ert tú um herðar,

illur er tín pátrúni,

so illur tín endi verður.

 

16 Tjúkkur ert tú og dravlorkutur,

tjúkkur tá for vendi,

illur er tín pátrúni,

so illur verður tín endi.”

 

17 Dalita dubbar út Oddvald unga

bæði við svørð og skjold:

“Ger so væl við Rólant jall,

tá tú fert hann í vold.”

 

18 Dalita dubbar út Oddvald unga

enn á hesum sinni:

“Ger so væl við Rólant jall,

tú sigur av honum vinna!”

 

19 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

leggja sínar bardagar

skamt frá kongsins høll.

 

20 Rólant gav so vænt eitt høgg

bæði av ilsku og bræði,

rámti niður í hjálmin tann,

Oddvald hevði til klæði.

 

21 Oddvald gav so vænt eitt høgg

av so miklum fári,

høggur niður í Rólants hjálm,

svørðið stóð í hári.

 

22 Oddvald gav so vænt eitt høgg

bæði av ilsku og bræði,

hjálmurin sprakk, og brynjan brast,

tá rivnaðu Rólants klæði.

 

23 Tað var keisarin Karlamagnus,

fell pá síni knæ:

“Harra Gud í himmiríki,

hoyri meg í dag.”

 

24 Tað var keisarin Karlamagnus

til bønina gár:

“Harra Krist sendi tær sigur í dag,

Rólant, frændi vár.”

 

25 Ljósið kom av himlum niður,

tað fór eftir vón,

alt tað Oddvald høgga skuldi,

alt dró megi honum.

 

26 Dúgva kom av himlum niður,

yvir heiðin her,

alt tað ið Oddvald høgga skuldi,

mundi av ongum verða.

 

27 “Hoyr tú reystur Oddvald ungi,

lat teg ikki pína,

tak við Guði og kristnari trúgv

eg gevi tær systur mína!”

 

28 Svaraði Oddvald, kempan reyst:

“Við kristnum taki eg treyður,

eg skoyti ei, hvat beinini tola,

síðan eg eri deyður.”

 

CCF 106-III Ba

TSB E 25

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling  68, nr. 49, s. 509.

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, 1891 s. 162.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, Rikard Long greiddi til útgávu, 1082 s. 112.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 13

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 43.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1822.

 

E 25 Oddvalds ríma (Miracle helps Roland in fight with heathen)

Heidningurin Oddvaldur kemur til borg Karlamagnusar, ger gjøldur burtur úr keisaranum og krevur skatt frá honum.

Rólant gevur seg í bardaga við hann, og Karlamagnus biður til Gud um, at Rólant skal sigra.

Tá hendir eitt undur: ljós úr erva stjelur máttin frá heidninginum.

á føroyskum: CCF 106 (Oddvalds ríma bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnuar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019