• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Oddvalds ríma

 

C.

 

CCF 106-III Ca

TSB 25

 

1 Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í høll,

sóu teir eina so mikla kempu

at ríða um Garsia fjøll.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum drós í sal,

blás í hornið Óluvant

í Runsival!

 

2 Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í ský,

sóu teir eina so mikla kempu

um Garsia høll at ríða.

 

3 Har kom maður í hallina inn

bæði mikil og fríður,

øllum tykti kappan vera

reiðan og ikki blíðan.

 

4 Har kom maður í hallina inn

ei blítt mót at líta,

bæði eldur og 'ou' myrja

upp undir hans skeggið hvíta.

 

5 Hann gekk seg at borðinum,

keisarans skegg at rista,

allir sótu franskir menn

hildu seg so tristan.

 

6 Upp lupu teir tólvjavningar,

vóru ikki færri enn tólv:

“Vær tøkum hetta pútubarn,

og bindum hetta pól.”

 

7 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur um gyltan løgdi:

“Tað skal eingin av mínum monnum

røra hann hár á høvdi.

 

8 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á gyltum mæka:

“Hvat gud vilt tú trúgva pá,

og hvørjum vilt tú tæna?”

 

9 “Eg trúgvi á mítt skjold og svørð,

ringabrynju fríða,

hesin sami búgvin brandur

dirvir meg til víga.

 

10 Eg trúgvi á mítt skjold og svørð,

ringabrynju bjarta,

hesin sami búgvin brandur

hann dirvir mítt hjarta.”

 

11 “Eymur verður tú á trúgvandi”

ræður so kongur at svara,

“hesin sami búgvin brandur

leggur títt hjarta í dvala.

 

12 Eymur verður tú á trúgvandi,

tað sigi eg nú snart,

hesin sami búgvin brandur

hann leiðir teg skarpt.

 

13 Eymur verður [tú] á trúgvandi”,

ræður so kongur at svara,

”hesin sami búgvin brandur

leggur títt hjarta í dvala.

 

14 Eymur verður tú á trúgvandi,

tað sigi eg nú her tá,

hesin sami búgvin brandur

hann høggur títt høvur frá.”

 

15 “Tí fór eg á Garsia høll,

herurin mundi tað valda,

tær skuluð kongsins skattir lúka,

síðan slottir halda.

 

16 Trý túshundrað garð og garða

skuluð tær skattir fá,

bæði við skip og 'trommeter'

og sterkar borgir á.

 

17 Trý túshundrað garð og garða

skuluð tær skattin senda,

bæði við skip og 'Trommeter'

og sterkar borgir lenda.”

 

18 “Gud lati ei so Frakland týna,

fara við snildi síni,

at eg gevi Garsia kongi

skatt av landi mínum.

 

19 Gud lati ei so Frakland týna,

fara við snildarræði,

at eg ræðist heidningar,

at stríðast við os í dag.”

 

20 “Tí fór eg á Garsia høll,

eg gjørdi tað [ei] at loyna,

at síggja tygara systurson

og roysni við hann at royna.”

 

21 Upp stóð reystur Rólant jall,

tunguna bar so snjalla:

“Eg skal teg við Dýrindali

*brytja fyri úlvar og ravnar.”

 

22 Lystiligt var at lýða á,

hvør mong var tungan snjøll,

løgdu sínum bardøgum

so skamt frá kongsins høll.

 

23 Oddvald gár for skemmudyr,

hann sá kærastu har:

“Tær latið meg dyggan og stinnan hest,

tygara ternur tvær!”

 

24 Rólant brá tá Dýrindal,

tann bitra eggjatal,

so skeyt hann til Oddvald,

oddurin stóð í saðil.

 

25 Rólant brá tá Dýrindal,

tann bitra eggjatein,

so skeyt hann til Oddvalds hjálm,

oddurin stóð í beini.

 

26 “Oddvald, tú hevur fingið sár,

sjálvur tú tað sanna,

trúgv tú mær av menskum monnum,

skemri verður til annað.”

 

27 Rólant sínum hesti vendi

við tí somu fart,

áðrenn Oddvald høgga skuldi,

hann tonkti at ganga skarpt.

 

28 Oddvald sínum svørði brá,

tað var helst av bræði,

hjálmurin støkk, og brynjan brast,

tá rivnaðu Rólants klæði.

 

29 Karlamagnus til *bønar gekk,

heitar gull við tárum:

“Drottin gevi góða sjón

Rólant frænda várum.”

 

30 Heiligt ljós av himli kom,

tað fór eftir vón,

helst meiri Oddvald høgga skuldi,

helst meir dró megin frá honum.

 

31 Heiligt ljós av himli kom

yvir heiðin herar,

hann svór tá við sannan Gud,

kristin skuldi han verða.

 

32 Tóku teir Oddvald og kristnaðu,

kappan tann hin reysta,

keisarin sjálvur hans gudfaðir var,

tí hann var maður besti.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum drós í sal,

blás í hornið Óluvant

í Runsival!

 

CCF 106-III Ca

TSB 25

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 12, s. 71.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 15

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 47.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

E 25 Oddvalds ríma (Miracle helps Roland in fight with heathen)

Heidningurin Oddvaldur kemur til borg Karlamagnusar, ger gjøldur burtur úr keisaranum og krevur skatt frá honum.

Rólant gevur seg í bardaga við hann, og Karlamagnus biður til Gud um, at Rólant skal sigra.

Tá hendir eitt undur: ljós úr erva stjelur máttin frá heidninginum.

á føroyskum: CCF 106 (Oddvalds ríma bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnuar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019