• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Oddvalds ríma

 

 

D.

 

CCF 106-III D

TSB E 25

 

1 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

sóu eina mikla kempu

ríða frá Garsia høll.

 

2 Árla var um morgunin,

sólin roðar á gróti,

sóu eina mikla kempu

ríða við glavarspjóti.

 

3 Árla var um morgunin,

sólin brandar á líða,

sóu eina mikla kempu

frá Garsia høll útríða.

 

4 Tað var Oddvald hertugin,

heim til hallar fór,

eingin var hann av frankismonnum,

úti fyri hann stóð.

 

5 Oddvald gekk at borðinum,

kappin tann hin mæti,

hann tók í keisarans hvíta skegg,

lyfti hann upp úr sæti.

 

6 Hann tók í keisarans hvíta skegg,

næstan úr sæti lyfti:

“Hvat skalt tú mót Garsia stríða,

tú er sum ein gomul rytta”.

 

7 Oddvald stendur fyri breiðum borði,

smílist undir lín:

“Garsia kongur krevur teg,

skatt av landi tínum”.

 

8 Svaraði keisarin Karlamagnus,

ljómin av honum skín:

“Eg lúki ikki Garsia kongi

skatt av landi mínum.”

 

9 “Lúkar tú ikki Garsia kongi

skatt av landi mínum,

tá skal keisarin Karlamagnus

tola so harða pínu.

 

Tí fór eg úr Garsia høll,

eg geri tað ei at loyna,

síggja vil eg tín systurson

roysni við hann royna.”

 

11 Rólant upp frá borði steig,

ógvuligur at líta:

“Eg skal teg við Dýrindal

for úlv og vargir slíta.”

 

12 Svaraði keisarin Karlamagnus,

heldur á gyltum løgdi:

“Tit skulu eingin av mínum monnum

røra honum hár á høvdi.”

 

13 Inn kom væna keisarans systir,

gull úr hári hekk,

hon fekk hug á Oddvaldi,

fyri breiðum borði gekk.

 

14 Inn kom væna keisarans systir,

gull úr hári hongur,

hon fekk hug á Oddvaldi,

fyri breiðum borði gongur.

 

15 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

tá var Oddvald hertugin

til síni klæði fús.

 

16 Tá var Oddvald hertugin

til síni klæði fús,

klæddi seg innan høgaloft

við eitt kertiljós.

 

17 Frúgvin dubbar út Oddvald jall

bæði við brynju og svørð:

“Tú ger so væl við Rólant jall,

hann ungur av aldri er.”

 

18 Frúgvin dubbar út Oddvald jall

bæði við brynju og skjold:

“Tú ger so væl við Rólant jall,

tá tú fær hann í vold.

 

19 Tú ger so væl við Rólant jall,

tí ungur er hann av aldri,

tú er menskur og fullbrynjaður,

vanur í vápnaskjaldri.”

 

20 Tað svaraði Oddvald hertugin,

fyri breiðum borði gongur:

“Eg spari ongan frankismann,

tað sparir ei Garsia kongur.”

 

21 Tað svaraði Oddvald høvdingin,

sló tað upp í gleim:

“Eg spari ongan fra[n]kismann,

tað frættir ei Garsian heim.”

 

22 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá keisarans høll.

 

23 Árla var um morgunin,

sólin skein so bleik,

keisarin gekk á borgararm,

hann lysti at síggja tann leik.

 

24 Oddvald letur høggini falla

bæði títt og ofta,

einki kann Rólant annað gera

enn bera sín skjold á lofti.

 

25 Oddvald gav so vænt eitt høgg

bæði av ilsku og bræði,

hjálmurin brast, og skjøldurin sprakk,

tá rivnaðu Rólants klæði.

 

26 Keisarin gekk til kirkjuna,

fell upp á síni knæ:

“Harri Gud í himmiríki

hoyri meg í dag.”

 

27 Keisarin gekk í kirkjuna,

hann fell í møðig tár:

“Harra Gud gevi tær sigur í hond,

Rólant, frændi vár.”

 

28 Dúgvan kom av himli niður

settist á heiðin knív:

“Tú skalt lata Rólant vera

sikran við sítt lív.”

 

29 Dúgvan kom av himli niður,

settist á heiðins herar,

hvørt eitt høgg, ið Oddvald gav,

tað vildi av ongum verða.

 

30 Dúgvan kom av himli niður,

settist á heiðins lið,

hvørt eitt høgg, ið Oddvald gav,

tað fell í óverð niður.

 

31 Dúgvan kom av himli niður,

hon fór fram eftir vónum,

higar ið Oddvald høgga skuldi,

alt dró megið frá honum.

 

32 Rólant letur høggini falla

bæði títt og ofta,

nú kann Oddvald einki gera

enn bera sín skjold á lofti.

 

33 Hoyr tú, Oddvald hertugin,

tú lat teg ikki pína,

tak við Gudi og kristnari trúgv,

eg gevi tær systur mína!”

 

34 Svaraði Oddvald høvdingin,

leit seg upp í fjøll:

“So manst tú við øllum fara,

smækkast verøldin øll.

 

35 Skal eg taka við kristnari trúgv?

tað geri eg so treyður,

eg skoyti ei, hvat beinini tola,

eftir tað eg eri deyður.”

 

36 Sundur brutu teir mækarnar

pá tann sama dag,

síðan slóu raskar kempur

seg í stalbrøðralag.

 

37 Sundur brutu teir mækarnar

á tí sama sinni,

tað kundi ei annar úti vera,

tá annar hann var inni.

 

38 Riðu tá til hallar heim,

tá var av tað versta,

tá var einki annað at gera

uttan keisarans systur at festa.

 

39 Tað var Oddvald høvdingin,

fell upp á síni knæ,

meðni hann vonu keisarans systur

til ekta festi sær.

 

40 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Oddvald og hans vív.

 

CCF 106-III D

TSB E 25

 

Handrit: Handrit Jakob Jakobsens 1887. Føroya Landsbókasavn  JJ B III

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 17

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 52.

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Mikkelsen  (1865-1950), Skarvanesi, uppskrivað í Havn 1887.

 

E 25 Oddvalds ríma (Miracle helps Roland in fight with heathen)

Heidningurin Oddvaldur kemur til borg Karlamagnusar, ger gjøldur burtur úr keisaranum og krevur skatt frá honum.

Rólant gevur seg í bardaga við hann, og Karlamagnus biður til Gud um, at Rólant skal sigra.

Tá hendir eitt undur: ljós úr erva stjelur máttin frá heidninginum.

á føroyskum: CCF 106 (Oddvalds ríma bert á føroyskum). Partur av ”Karlamagnuar kvæði”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019