• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geipa táttur

 

A.

 

CCF 106-IV A

TSB E 1

 

1 Eg kann onga skemtan gera,

hvar ið eg komi á gólv,

eg kvøði um keisaran Karlamagnus

hans javningar tólv.

 

2 Keisarin situr í gullstóli,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín ovurmann,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

3 Allir droyptu høvdi niður,

eingin tordi tala,

uttan hansara sæla drotning,

ið betur hevði tagað.

 

4 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

eg sigi tær av tað sanna,

keisarin av Miklagarði

er tín ovurmann!”

 

5 Svaraði keisarin Karlamagnus,

letur á reiði renna:

“Er hann ikki mín ovurmann,

tú skalt á báli brenna.”

 

6 Tað var hansara sæla drotning,

aftur svaraði hon:

“Mongum verður ótta lagað,

eg eri tín egin kona.”

 

7 Teir saðlaðu hestar og riðu for dag,

so er greint fyri mær,

teir riðu seg í ein bý,

sum hans frændi var.

 

8 “Tað er keisarin Karlamagnus,

hoyrir klokkur ringja,

tað er Turpin erkibisp,

hann letur messu syngja.

 

9 Tað er Pól patriark,

hann leit seg undan skildri:

“Sig mær, keisarin Karlamagnus,

hvat tú higar vildi?”

 

10 Svaraði keisarin Karlamagnus,

bæði við siður og sóma:

“Til tess eri eg higar komin

at skoða teir halgidómar.”

 

11 Tað var Pól patriark,

hann til kirkju fór,

hann hevði ongar sveinar við sær,

men sína altarabók.

 

12 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann til kirkju fór,

hann sá standa stólar tólv,

allir í einum kór.

 

13 Hann setti seg í stólin tann,

sum sjálvur Jesus átti:

“Sitið nú allir tólvjavningar,

sitið nú alvæl sátt!”

 

14 Hann bar honum fram halgidóm,

tó teir fleiri væri,

bryst av jomfrú Mariu moy,

tátt av hennara hári.

 

15 Hann bar honum fram halgidómar:

sankta Símuns arm,

sjálvur Jesus lá tará,

tá ið hann var eitt lítið barn.

 

16 Hann bar honum fram borðdúkin,

allur í gulli rendur,

sjálvur Jesus av himmiríki

turkaði sínar hendur.

 

17 Hann bar honum fram borðkerini,

bæði smá og stór,

sjálvur Jesus drakk harav,

tá ið hann til himmals fór.

 

18 Tað var keisarin Karlamagnus,

talar orðum fá:

“Eg fari meg til Garðaríki

hetta sama ár.”

 

19 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

góður vinur mín,

far tú ikki til Garðaríki

at tola ta miklu pínu!”

 

20 Svaraði keisarin Karlamagnus,

bæði við ilsku og reiði:

“Tó skal eg til Garðaríki,

eg komi ei aftur úr teirri.”

 

21 Tá ið tú kemur mitt á leið,

alt sigi eg tær satt,

trýsinshundrað riddarar,

teir ganga og troða ein dans.

 

22 Trýsinshundrað riddarar,

teir hava so víðar vegir,

teir hava eingi onnur klæði

uttan gull og vovin 'Freï'.

 

23 Trýsinshundrað jumfrúvar,

tær ganga og troða ein dans,

knekt ímillum hvørja,

tær halda sær í hand.

 

24 Tá ið tú kemur at borgarlið,

býðst tær ei við frið,

standa har tvær hvítabjørnir

hvørjumegin lið.

 

25 Higar ið tær hvítabjørnir

vilja at tær leggja,

snarliga skalt tú vísa teim

tey hvøssu svørðseggjar.

 

26 Higar ið tær síggja [teg],

svørðseggjum við,

báðar detta hvítabjørnir

steindeyðar niður.

 

27 Tá ið tú kemur at øðrum portri,

hallar inn á gólv,

standa har í bondunum

úlvhundar tólv.

 

28 Higar ið teir síggja [teg],

svørðseggjum við,

allir detta úlvhundar

steindeyðir niður.

 

29 Tá ið tú kemur innanhalla,

elvst tær meiri vandi,

borð og beinkir og ljósastakar

uppi á ongum standa.

 

30 Tá ið tú kemur innanhalla,

harmin manst tú kenna,

eiturkelda á gólvi stendur,

eldar á beinki brenna.

 

31 Borgin stendur á hundrað *pílarum,

sigur hvør, ið kann,

gullskrift stendur í hvørji vrá

og pipar á hvæli rann.

 

32 Hann fylgdi honum so langt á leið,

hann bað honum góðan dag:

“Fari nú heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær væl!”

 

33 Hann fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan frið:

“Fari nú heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við!”

 

34 Tá hann kom har mitt á leið,

alt segði hann satt,

trýsinshundrað riddarar,

teir ganga og troða dans.

 

35 Trýsinshundrað jumfrúvur

tær ganga og troða ein dans,

knekt ímillum hvørja,

tær halda sær í hand.

 

36 Tá ið hann kom at borgarliði,

beyðst honum ei við frið,

stóðu har tvær hvítabjørnir

hvørjumegin lið.

 

37 Higar ið tær hvítabjørnir

vildu at honum leggja,

snarliga mundi hann vísa teim

*tær hvøssu svørðseggjar.

 

38 Higar ið tær sóu [hann],

svørðseggjum við,

báðar duttu hvítabjørnir

steindeyðar niður.

 

39 Tá ið hann kom at øðrum portri,

hallaði inn á gólv,

stóðu har í bondunum.

úlvhundarnir tólv.

 

40 Higar ið teir úlvhundar

vildu at honum leggja,

snarliga mundi hann vísa teim

*tær hvøssu svørðseggjar.

 

41 Higar ið teir sóu [hann]

svørðseggjum við,

allir duttu úlvhundar

steindeyðir niður.

 

42 Tá ið hann kom tá innanhalla,

harmin mundi hann kenna,

eiturkelda á gólvi stóð,

og eldar um beinkir brenna.

 

43 Borgin stóð á hundrað *pílarum,

sigur hvør av ið kann,

gullskrift stóð í hvørji vrá,

og pipar á 'Krêali' rann.

 

44 Steinbogi stóð á hallargólvi,

eingin ið hann kendi,

uttan var hann við tigulsteinar,

hol til báðar endar.

 

45 Tá ið kongurin hvíla vildi,

gekk í glæstrihús,

steinbogi stóð á hallargólvi,

maður við kertuljós.

 

46 Steinbogi stóð á hallargólvi,

eingin mundi tað vita,

hvat teir vildu frankismenn,

mæla ella gita.

 

47 Tá ið hann kom tá innanhalla,

elvist meiri vandi,

borð og beinkir og ljósastakar

uppi á ongum standa.

 

48 Svaraði keisarin Karlamagnus,

kinnar bar hann so reyðar:

“Nú er av teim orðunum,

ið mín drotning segði.”

 

49 Keisarin situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Nú vilja vit tær mentir kjósa,

gitið man verða leingi.”

 

50 Tí svaraði Rólant jall,

ei skal niður falla:

“Ber nú upp ta fyrstu treyt,

tí tær eruð ovur os allar!”

 

51 “Eg skal klæða út árla morgun

heidna mann og hest,

keisaran skal eg á hálsin sláa,

ger mær treytin mest.

 

52 Keisaran skal eg á hálsin sláa,

ger mær treytin stór,

langan veg av sínumhesti

fram á grøna jørð.”

 

53 Skrivar hann maður í steinboga,

tað mundi honum illa behaga:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá gert tú kong Huggon stór skaða.

 

54 Hoyr tú tað nú, Rólant jall,

vilt tú siga mær:

Hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

55 “Eg skal gera eitt ódnarróp,

orna skal mítt blóð,

hjørtir og so alskyns djór

skulu leypa burt á skóg.

 

56 Eg skal taka mín gylta lúður,

alt fyri uttan vanda,

blása hár av keisarans høvdi,

bert skal eftir standa.”

 

57 Skrivar hann maður í steinboga,

hann skrivar, sum hann kann:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú sterkan and[a]!”

 

58 “Hoyr tú tað nú, Óluvur jall,

vilt tú siga mær:

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

59 “Eg skal meg í moynnasal,

tað geri eg so brátt,

har skal eg mín vilja fremja

hundrað reisir í nátt.”

 

60 Skrivar hann maður í steinboga,

virðiliga knekt:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá ert tú av spurraslekt.”

 

61 “Hoyr tú tað nú, Viljorm Kornus,

vilt tú siga mær:

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

62 “Eg skal taka gullbóltin,

ið fimtan gat ikki lyfta,

við aðrari míni hendini

yvir múrin syfta.

 

63 Og so skal eg varpa hann,

snúgviliga av hendi,

fimtan alin yvir múrin,

hol til beggja endar.”

 

64 Skrivar hann maður í steinboga,

tað mundi honum illa behaga:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá gert tú kong Huggon stór skaða.”

 

65 “Hoyr tú tað nú, Eingilbret,

vilt tú siga mær:

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

66 “Eg skal stíga í blýkarið,

tá ið tað heitast sýður,

rista tað so burt av mær,

tá ið dagurin tekur at líða

 

67 Skrivar hann maður í steinboga,

hann talar nú og nú:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú seiga húð.”

 

68 “Hoyr tað, Turpin erkibisp,

vilt tú siga mær:

hvat vil tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

69 “Hugsað havi eg um eina treyt,

væl skal hon mær ganga,

eg skal meg í dalin út

at veita tann fossin langa.

 

70 Eg skal veita fossin heim,

heim í Garðaríki,

tjúkkan ís og stríðan streym,

rætt sum fen í díki.

 

71 Eg skal veita fossin heim,

stórur skal hann falla,

kongur skal leypa í høgasta torn

við knektar sínar og jallar.”

 

72 Skrivar hann maður í steinboganum,

tað mundi honum illa behaga:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

Gud forbjóði tað.”

 

73 Tað var árla um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var maður í steinboganum

til síni klæði fús.

 

74 Loysir hann bræv frá belti á sær,

hann kastar á kongsins borð,

har var skrivað mikið í,

fátt av sonnum orðum.

 

75 Svaraði keisarin *Koronatus,

letur á reiði renna:

“Keisarin og tólvjavningar,

teir skulu á báli brenna.”

 

76 Tað var keisarin Karlamagnus,

fyrsta svøvn hann fekk,

tað var hansara sæla drotning,

honum í dreymar gekk.

 

77 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

klæð teg alvæl brátt,

tonk upp á tey orðini,

sum talað vóru í nátt!”

 

78 Tað var keisarin Karlamagnus,

ymsar litir fekk,

skundar sær so at kirkjuni

hvør um annan gekk.

 

79 Tað var keisarin Karlamagnus,

gekk við kirkjuni fram,

dúgvan kom av himmiríki,

setti seg á hans arm.

 

80 “Tær skulu vinna treytirnar,

tó tær vóru fleiri,

hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

tala slíkt ikki meiri!

 

81 Tær skuluð vinna treytirnar,

tygur og tygara menn,

hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

tala slíkt ikki enn!”

 

82 Villin hann tók gullbóltin,

fimtan gat ikki lyfta,

við aðrari síni hendini

yvir múrin syfti.

 

83 Óluvur fór í moynnasal,

tað gjørdi hann so brátt,

har mundi hann sín vilja gera

hundrað gangir á nátt.

 

84 Turpin veitti fossin

heim í Garðaríki,

tjúkkan ís og stríðan streym,

rætt sum fen í díki.

 

85 Turpin veitti fossin heim,

stórur mundi hann falla,

kongurin leyp í hægsta torn

við knektum sínum og jøllum.

 

CCF 106-IV A

TSB E 1

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos GkS. 2894, 4to, vol. III, Nr. 1, s. 3.

 

Útgávur:  

1. Chr. Matras (legði til rættis): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939 s. 419.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 139.

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 19

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 60.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo  (1746-1824), Miðvági, 1781-82

 

E 1 Geipa táttur – (Boasting champions prove their championship)

Karlamagnus reypar av, at eingin er hansara líki. Drotningin svarar, at keisarin í Miklagarði er yvirmaður hansara. Hóast ávaringar fara Karlamagnus og menn hansara til Miklagarðs. Tá ið teir eru komnir vegin fram, lova teir allir at gera ávís roysni. Teimum eydnast at halda lyftini.

á føroyskum: CCF 106 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019