• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geipa táttur

 

B.

 

CCF 106-IV Ba

TSB E 1

 

1 Keisarin situr í gullstóli,

allur í gulli skín:

“Eg veit ongan í verðini

at vera javnlíka mín.”

 

2 Svaraði hansara dýra drotning,

mælir á tungu inna:

“Hann er eingin í verðini,

sín líka kann jú finna.”

 

3 Svaraði keisarin Karlamagnus,

allur í gulli skín:

“Hvar veitst tú, mín sæla drotning,

vera javnlíka mín?”

 

4 Drotningin stóð fyri breiða borði,

svarar sum hon kann:

“Keisarin á Miklagarði

er tín ovurmann.”

 

5 Tað er keisarin Karlamagnus,

letur á reiði renna:

“Er hann ikki mín ovurmann,

tú skalt á báli brenna.”

 

6 Drotningin so til orða tekur,

heldur á mjaðarskál:

“Mongum verður ovtalað,

men ikki brent á bál.”

 

7 Keisarin upp frá borði steig,

bar Ljósivant í hand:

“Satt skal verða hvat talað er,

komi eg lívs til  land.”

 

8 Drotningin tár á kinnar rann,

mælir móti honum:

“Mongum verður ovtalað,

eg var tín egin kona.”

 

9 Keisarin kemur inn árla morgun,

talar til dreingir stinnar:

“Nú lystir meg til Miklagarða,

roysni av køppum vinna.”

 

10 Keisarin kemur inn árla morgun,

talar til dreingir snarar:

“Vilja tit fremja útreiðina,

ríða til Miklagarða?”

 

11 Rólant fyrstur í gildi kom,

bar Dýrindal í hand:

“Fimur og fúsur ríði eg

so glaður til Miklaland.”

 

12 Óluvar upp frá borði steig

við hattargerð í hand:

“Fella skal niður hans valdra lið,

vit ríða til Miklaland.”

 

13 Lupu teir út av glæstriborg

albrynjaðir til hestar,

riðu so til Miklagarð,

rætt sum bogar bresta.

 

14 Ríða teir út av Fraklandi

yvir bekk og bleytar mýrar,

tá máttu síggjast tólvjavningar

sita til saðlar dýrar.

 

15 Svaraði Turpin erkubiskup:

“Dreingir, leggið í minni,

ríðið ikki til Miklagarð,

tit koma ikki aftur á sinni!”

 

16 Rólant vreiður hesti vendi,

avrekskappi var:

“Eg stilli ikki míni ferð

fyrr enn við Miklagarð.”

 

17 Turpin orð við ráðum sigur:

“Tað er vandi minni,

ríðið heldur til Jursala,

patriarkin finnið!”

 

18 Svaraði hertug Nemus,

søgur ganga frá:

“Keisarin, hoyr og lýð væl til,

tú akt væl bispsins ráð!”

 

19 Vendu sínum hestum við

av so góðum treysti,

vreiður Óluvar kempan var,

Rólant kappin reysti.

 

20 Teir vendu sínum hestum við

alt fyri uttan mein,

síðan riðu tólvjavningar

til Jursalanda heim.

 

21 Tað var keisarin Karlamagnus,

heim í garðin fór,

Kortunatus, patriarkin,

fyri honum stóð.

 

22 Kortunatus til orða tekur,

mælir for munni sín:

“Nú er hann komin av himlum niður

einivaldskongur mín.

 

23 Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

sig mær satt í frá:

Hví eru tit so útgjørdir,

hvar stevna tit tomur á?”

 

24 Keisarin orð og eiti sigur:

“Eg vil tað ikki loyna,

vit skulu okkum til Miklagarð,

roysni við kappar royna.”

 

25 “Fert tú teg til Miklagarð,

roysni av køppum fá,

haðan er eingin afturkomin,

stevnt hava tomur á.”

 

26 Svaraði Olgar danski,

lítur á brandin beyga:

“Nú vilja frægir orðum sanna,

tín dýra drotning segði.”

 

27 Svaraði Oddvald høvdingin,

hann vildi ei undan renna:

“Skulu so raskir rispaladreingir

tólvjavningar kenna.”

 

28 Kortunatus til orða tók,

mælir í sama sinni:

“Tað bata eingir brandar til,

roysni av kappum vinna.

 

29 Vilja tit ríða til Miklagarð,

roysni av køppum vinna,

fyrst skulu tit í kirkjuna fara,

mentir hará finna.”

 

30 Fylgdi hann honum í kirkjuna inn,

sum mentir vóru inni,

síðan allir tólvjavningar

ganga í sama sinni.

 

31 Setti hann hann í stólin tann,

sum sjálvur harrin átti,

síðan allar tólvjavningar

hann setir á sama sátti.

 

32 Hann fekk honum tey gullbikar,

bæði smá og stór

sjálvur Jesus drakk tarav,

tá hann til himmals fór.

 

33 Hann fekk honum [tað] handklæði,

alt við gulli rendi,

sjálvur Jesus av himmiríki

turkaði sínar hendur.

 

34 Tekur hann upp tann sveitadúk

for tólvjavningar fríðar,

síðan høvdu teir allir eitt lív,

hvar teir komu at stríða.

 

35 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

hvat eg sigi tær,

mentir fært tú av miklum verki,

tú kemur til Miklagarð.

 

36 Tá ið tú kemur

at hans borgargarð,

tá standa tólv úlvhundar

bundnir har.

 

37 Higar ið teir úlvhundar

vilja at tær leggja,

brádliga skalt tú vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

38 Tá ið tú kemur

at hans borgarlið,

tá standa tólv hvítabjørnir

bundnar við.

 

39 Tak tú hetta handklæði,

yvir tær at bera,

allar falla til jarðar niður,

tær kunnu tær einki gera.

 

40 Tá ið tú kemur

at hans hallargrund,

tá standa tólv staddur

og halda sær í munn.

 

41 Tak tú henda sveitadúkin

yvir tær at bera,

allar falla til jarðar niður,

tær kunnu tær einki gera.

 

42 Tá ið tú kemur í hallina inn,

tá yppist ein løgin siður,

gólvið fer til himmals upp,

og takið vendist niður.

 

43 Tak tú henda gullbóltin,

slá í borðsins enda,

borgin tekur at stillast við

og síðan aftur venda.

 

44 So er borgin við mentir full,

sigur hann frá ið kann,

gullskrúð stendur á hvørji vrá,

og píl á hvørji rann.

 

45 So er borgin við mentir full,

sigur hann frá ið kundi,

gullskrúð stóð í hvørji vrá,

og horn á hvørjum munni.”

 

46 Tað var keisarin Karlamagnus

burt av garði reið,

Kortunatus fylgdi honum

tríggjar dagar á leið.

 

47 Riðu út av Jursalandi

raskir kappar til víggja,

fyrstur fekk hann Rólant jall

Konstantinópul at siggja.

 

48 Tá ið teir komu

at hans borgargarð,

tá stóðu tólv úlvhundar

bundnir har.

 

49 Higar ið teir úlvhundarnir

vildu at honum leggja,

brádliga mundi hann vísa teim

tær bitru svørðseggjar.

 

50 Tá ið hann kom

at hans borgarlið

tá stóðu tólv hvítabjørnir

bundnar við.

 

51 Hann tók hetta handklæði,

yvir tær at bera,

allar fullu til jarðar niður,

tær kundu honum einki gera.

 

52 Tá ið hann kom

at hans hallargrund,

tá stóðu tólv staddur

og hildu sær í munn.

 

53 Staddurnar leysar frá borgum lupu,

øllum tókti undur,

høvdu tær ikki tann dúkin sætt,

tær høvdu teir rivið sundur.

 

54 Hann tók henda sveittadúkin,

yvir tær at bera,

allar fullu til jarðar niður,

tær kundu honum einki gera.

 

55 Tá ið hann kom í hallina inn,

tá yptist ein annar siður,

gólvið fór til himmals upp,

og takið vendist niður.

 

56 So var borgin við mentir full,

segði hann frá ið kann,

gullskrúð stóð í hvørji vrá,

og píl á hvørji rann.

 

57 So var borgin innan skipað,

segði hann frá ið kundi,

gullskrúð stóð í hvørji vrá,

og horn á hvørjum munni.

 

58 Gullskrúð tók at blása hátt,

tað mundi kongur valda,

upp lupu allir tólvjavningar,

hvør um annan at halda.

 

59 Keisarin tók tann gullbóltin,

sló í borðsins enda,

borgin tók at stillast við,

og síðan aftur venda.

 

60 Borgin komst á grundir aftur,

sum hon hevði verið fyrr,

tá kom keisarin av Miklagarði

við gulli glæstri dyr.

 

61 Fylgdi hann honum í hallina inn

at sova í gyltum húsi,

steinbogi á gólvi stóð,

og maður við kertiljósi.

 

62 Snarliga hann av hallini gekk,

festi hurð í klova,

keisarin og tólvjavningar

gingu til songar at sova.

 

63 Keisarin talar til tólvjavningar,

hann vil ikki megi loyna:

“Hvat skulu tit á Miklagarði

tykkum til roysni royna?

 

64 Hoyr tú, reysti Rólant jall,

siga skalt tú mær!

Hvat vilt tú í hesum landi,

til roysni kjósa tær?”

 

65 “Eg skal taka mín hvølla lúður,

alt fyri uttan vanda,

blása skal hár av keisarans høvdi,

bert skal eftir standa.”

 

66 Skrivaði maður í steinboga

tann 'jderlija' knekt:

“Tað tykir os miklar mentir vera

keisaran háðuligt.”

 

67 Skrivaramaður í steinboga

alt fyri uttan vanda:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú sterkan anda.”

 

68 “Hoyr tú, Olgar danski,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

69 “Eg skal taka tann gullbóltin,

fimtan gótu ikki lyfta,

við aðrari míni hondini

hann yvir múrin syfta.

 

70 Eg skal taka tann gullbóltin,

tað man mær einki bella,

fimtan alin yvir hægsta múr,

og múrin niður fella.”

 

71 Skrivaði maður í steinboga

alt fyri uttan harm:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú sterkan arm.”

 

72 Skrivaði maður í steinboga,

tann virðiliga knekt:

“Tykir os miklar mentir vera,

men ikki háðuligt.”

 

73 “Hoyr tú, reystur Óluvar jall,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

74 “Eg skal meg í moynnasal,

gera tað alvæl brátt,

fremja mín vilja við keisarans dóttur

hundrað reisir í nátt.”

 

75 Skrivaði maður í steinboga,

tann 'idarlija' knekt:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá ert tú av spurra slekt.

 

76 Ger tú tað, sum tú sigur,

tá ert tú av spurra slekt,

tykir os miklar mentir vera,

keisaran hániligt.”

 

77 “Hoyr tú, Turpin erkabisp,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

78 “Eg skal meg í dalin inn,

væl skal mær tað líka,

eg skal veita ánna heim

aftur í Garðaríki.

 

79 Eg skal veita ánna heim,

stríðir fossar falla,

keisarin skal flýggja í hægsta torn

við knektar sínar og jallar.

 

80 Skrivaði maður í steinboga,

tann 'idarlija' knekt:

 “Tykir os miklar mentir vera

ei keisaran háðuligt.”

 

81 “Hoyr tú, Nemus hertugin,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

82 “Eg skal taka teir bjørtu brandar,

frammi á borgum standa,

støkkja teir av so brádliga

í millum mína handa.”

 

83 Skrivaði maður í steinboga,

tann 'ydurlija' knekt:

“Tykir os miklar mentir vera,

keisaran hániligt.”

 

84 “Hoyr tú, reystur Osvar jall,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

85 “Eg skal ganga at borgini,

koyra á grønan vøll,

ei skulu múrar á grundum standa

av gyltum keisarans høll.”

 

86 Skrivaði maður í steinboga,

tann 'yderlija' knekt:

“Tykir os miklar mentir vera,

ei keisaran hániligt.”

 

87 “Hoyr tú, ungi Ansias,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

88 “Eg skal stíga í blýfatið,

tá ið tað tekur at vella,

alt skal eg rista burtur av mær,

tá dagurin tekur at halla”.

 

89 Skrivaði maður í steinboga,

svør á sína trú:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú seiga húð.”

 

90 Skrivaði maður í steinboga,

tann virðiliga knekt:

“Tykir os miklar mentir vera,

ei keisaran hániligt.”

 

91 “Hoyr tú, reystur Oddvald jall,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

92 “Eg skal fara í eina brynju,

uttan yvir í tvá,

standa so upp og rista meg,

tað fellur sum brent strá.”

 

93 “Hoyr tú, reystur Ransin jall,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

94 “Eg skal rópa so stórt eitt róp,

at orna skal mítt blóð,

fiskarnir í havinum

skulu springa upp úr flóð.

 

95 Fiskarnir í havinum

skulu springa upp úr flóð,

fuglar og so villini djúr

skulu leypa burt av skóg.”

 

96 Skrivaramaður í steinboga,

tann virðiliga knekt:

“Tykir os miklar mentir vera,

ei keisaran háðuligt.”

 

97 Skrivaði maður í steinboga

alt fyri uttan vanda:

“Ger tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú sterkan anda.”

 

98 “Hoyr tú, Ríkin reysti,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

99 “Eg skal keisaran á hálsin slá,

er mær ei á tó hól,

hann skal stúrta úr hásæti

fram á hallargólv.

 

100 Skrivaði maður í steinboga,

býr um lævar knekt:

“Tykir os miklar mentir vera,

ei keisaran háðuligt.”

 

101 Hoyr tú, reystur …..

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

102 “Eg skal taka teir bitru brandar,

venda tær eggjar upp,

stíga tarpá so brádliga,

tað skal ikki skaða mín kropp.”

 

103 Skrivaramaður í steinboga,

tann virðiliga knekt:

“Tað tykir os miklar mentir vera,

keisaran háðuligt.”

 

104 Árla var um morgunin,

dagurin var ljós,

tá var maður úr steinboga

til síni klæði fús.

 

105 Sprettir hann bræv frá belti á sær,

kastar fram á borð,

har stóð mangt, ið talað var,

fátt av nýtum orðum.

 

106 Keisarin vreiður frá borði stóð,

letur á reiði renna:

“Kann hann ikki roysni enda,

hann skal á báli brenna.”

 

107 Svaraði hansara dýra drotning,

søgur ganga frá:

“Brenn ikki keisaran Karlamagnus,

elv ikki drotning trá!”

 

108 Tað var hansara dýra drotning,

sveipar at sær skinn,

so gekk hon í gullsal

for Karlamagnus inn.

 

109 Lyftir hon hurð við fjøldum frá,

stígur fram á gátt:

“Minst væl, keisarin Karlamagnus,

hvat geipað er í nátt!

 

110 Mangt hava tit í borgum geipað,

vistu ei 'vigni u veari',

men steinbogi á gólvi stóð,

sum greindi frá hvørjum orði.

 

111 Keisarin er so vreiður maður,

letur ei reiði av renna:

“Kunnu tit ikki roysni enda,

tit mugu á báli brenna.”

 

112 Svaraði keisarin Karlamagnus,

lítur á ringin reyða:

“Nú munnu frægir orðum sanna,

mín dýra drotning segði.

 

113 Harra Gud í himmiríki,

lindri mína neyð,

drotning gevi eg Hildarheim

og skarlaksskikkju reyð.

 

114 Harra Gud í himmiríki,

lini mínum vanda,

drotning gevi eg Hildarheim,

komi eg lívs til landa.”

 

115 Røstin kom av himlum niður,

keisara gevur mót:

“Allir skulu tólvjavningar

enda roysni góð.

 

116 Allir skulu roysni enda,

um enn tey vóru fleiri,

men hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

geipa ikki meiri!”

 

117 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

ei var maður úr steinboga

for Karlamagnus fús.

 

118 “Kappar skulu roysni enda,”

keisarin biður royna,

“ella tit skulu á báli brenna,

eg geri tað ei at loyna.

 

119 Hoyr tú, reystur Rólant jall,

tak Óluvars horn í hendi,

fyrstur skalt tú á Miklagarði

tíni roysni enda.”

 

120 Rólant blásti í hvøllan lúður

fast av miklum vanda:

eingin kundi á Miklagarði

fastur á fótum standa.

 

121 Keisarin fell á grúgvu fram,

fast av miklum vanda,

einki hár av høvdi fell,

men hvørt um annað at standa.

 

122 Svaraði keisarin á Miklagarði,

heldur á brúnum brandi:

“Eg haldi tað ei vera kempuligt

so síni roysni enda.”

 

123 “Hoyr tú, Olgar danski,

tú mást ikki megin loyna,

nú skalt tú á Miklagarði

tíni roysni royna!”

 

124 Olgar tók tann gullbóltin,

tað mundi honum einki bella,

slongdi hann yvir hægsta múr,

ei mundi hann niður fella.

 

125 Svaraði keisarin á Miklagarði,

snúðiliga vendi:

“Eg haldi tað ongar kempur,

ei kunnu roysni enda.”

 

126 Keisarin talar til Óluvar jall,

eg vil tað ikki loyna:

“Hvat kanst tú á Miklagarði

vignar kostir royna?”

 

127 Hann gekk seg í moynnasal

gjørdi alvæl brátt,

kysti Svanhild Sólarljóm[a]

hundrað reisir á nátt.

 

128 Svaraði keisarin á Miklagarði,

snarliga hann sær vendi:

“Eg haldi tað ei vera kempuligt

so síni roysni enda.”

 

129 Statt upp Turpin erkubisp,

ei skal slíkum loyna,

nú skalt tú á Miklagarði

tíni roysni royna.”

 

130 Turpin fór í dalin inn,

fáir finnast slíkir,

áin fylgdi honum heim

aftur í Garðaríki.

 

131 Áin fylgdi honum heim

aftur í Garðaríki,

stórar áir og stríðir streymar

bróta sum fen í díki.

 

132 Áin fylgdi honum heim,

høgir fossar falla,

keisarin mátti í hægsta torn

við knektar sínar og jallar.

 

133 Keisarin talar til Karlamagnus,

biður hann ódnir venda:

“Ei skulu fleiri av tólvjavningum

síni roysni enda.”

 

134 Turpin flutti ánna burt,

hann royndi reystar dreingir,

keisarar tveir í høllini ganga,

teir ráða um skattin leingi.

 

135 Ríða teir í borgini,

søgur ganga frá,

Karlamagnus skattin tók

av Miklagarði tað ár.

 

136 Tað var keisarin Karlmagnus,

burtur av garði reið,

keisarin á Miklagarði

fylgdi honum á leið.

 

137 Tað var keisarin Karlamagnus,

heim í garðin fór,

úti hansara dýra drotning

fyri honum stóð.

 

138 Svaraði hansara dýra drotning,

øll í gulli skín:

“Hvat gekk av á Miklagarði,

veldigur harri mín?

 

139 Hvat gekk av á Miklagarði,

veldigur harri mín?

Heilur ert tú av ferðum komin,

higar eg væntaði tín.”

 

140 “Tað gekk av á Miklagarði,

satt sigi eg tær frá,

drotning verður tú enn sum fyrr,

í ríki hevur tú ráð.”

 

CCF 106-IV Ba

TSB E 1

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling  68, nr. 49, s. 509.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 23.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, Rikard Long greiddi til útgávu, 1082 s. 106.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 71.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen, Hanus í Koytu  (1779-1864), Sandi, 1822.

 

E 1 Geipa táttur – (Boasting champions prove their championship)

Karlamagnus reypar av, at eingin er hansara líki. Drotningin svarar, at keisarin í Miklagarði er yvirmaður hansara. Hóast ávaringar fara Karlamagnus og menn hansara til Miklagarðs. Tá ið teir eru komnir vegin fram, lova teir allir at gera ávís roysni. Teimum eydnast at halda lyftini.

á føroyskum: CCF 106 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019