• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geipa táttur

  

D.

 

CCF 106-IV D

TSB E 1

 

1 Keisarin situr í gullstóli,

hann var dreingja hægstur,

tólv vóru nevndir kappar hans,

og tá reið Rólant fremstur.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum rósinsaðil,

blæs í hornið Ólivant

í Runsival.

 

2 Keisarin situr í gullstóli,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tygur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Allir drýptu høvur niður,

eingin tordi tala,

uttan hansara dýra drotning,

hon komst ikki við at svara.

 

4 Tað var hansara dýra drotning,

svarar honum so ann:

“Hákin kongur av Miklagarði

hann er tín yvirmann.”

 

5 Tað var keisarin Karlamagnus,

letur av reiði renna:

“Er hann ei mín yvirmann,

tú skalt á báli brenna.”

 

6 Tað var hansara dýra drotning,

hon mundi so svara honum:

“Mangur er í mismæli,

eg eri tín egin kona.”

 

7 Sólin skínur á heiðin mørk,

aftur á skjøldin fríða,

so var sagt, at keisarin sjálvur,

hann skuldi fremstur ríða.

 

8 Tá ið teir komu har mitt á leið,

hoyrdu teir klokkur ringja,

tað var Turpin erkabisp,

ið messur fór at syngja.

 

9 Tað var keisarin Karlamagnus,

gongur í kirkju inn,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósini fimm.

 

10 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann gongur um kirkjugólv,

sjálvar ringdu klokkurnar,

tað tendraðust ljósum tólv.

 

11 Tað var keisarin Karlamagnus,

mikið hann sær mátti,

settist aftur í stólin tann,

ið sjálvur harrin átti.

 

12 Settist aftur í stólin tann,

ið sjálvur harrin átti,

hans tólvjavningar í hvønn sín,

teir sita so væl um sáttir.

 

13 Heiðin sær til kirkju reið,

Pávin jall sigur frá:

“Nú er komin av himmiríki

einivaldskongur vár.”

 

14 Pávin sær til kirkju reið,

ferðin var ei fljót,

hann hevði ikki onnur orð,

hann sang av altarabók.

 

15 Pávin gekk í kirkju inn,

frálíkur var hann fjólum,

hann sær sitja kappar tólv,

og hvør á sínum stóli.

 

16 Tá svaraði Pávin jall

hitt fyrsta orðið tá:

“Hvaðan er hesin einivaldskongur

komin higar til vár?”

 

17 “Hoyr tað tú nú, Pávin jall,

tú lat tær alvæl líka,

hetta eri eg keisarin Karlamagnus

innan av Frakkaríki.”

 

18 Tí svaraði Pávin jall,

ikki ræður at tiga:

“Hvat eru tíni ørindi,

og hvat tykist tú vilja?”

 

19 Svaraði keisarin Karlamagnus

bæði við siðir og sóma:

“Til tess eri eg higar komin,

at síggja tá heiligdómar.”

 

20 Hann bar honum fram tann heiligdóm,

bæði var væn og klár,

blank stóð væna Maria moy,

og táttað var hennar hár.

 

21 Hann bar honum fram eina skál,

bæði var væn og stór,

sjálvur harrin drakk harav,

áður enn hann til himmals fór.

 

22 Hann bar honum fram dúkin tann,

allur í gulli rendur,

sjálvur harrin av himmiríki

í hann turkaði sínar hendur.

 

23 Fullvæl gekk tann veitslan við

alt til dreingja vekst,

keisarin og Rólant jall

tá setir hann sær í næst.

 

24 “Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

tú ert vinur mín,

far tær ikki í Garðaríki

at tola nakra pínu!

 

25 Tú kemur at tí portrinum,

ei er lokin vandi,

tólv eru teir úlvhundar

í teim portrum standa.

 

26 Tú kemur at tí borgarlið,

ei er búgvin frið,

tólv eru tær hvítabjarnir,

hvør í síni lið.

 

27 Tú kemur at teim grasgarði,

tað sigi eg tær satt,

trý hundrað riddarar

allir troða ein dans.

 

28 Trý hundrað riddarar

troða allir ein dans,

ein knekt ímillum hvørjar tvá;

teir halda sær svá í hand.

 

29 Tá ið teir skulu dansin troða,

so er sagt millum seggja,

ein stoltsjomfrú

millum hvørja tveggja.

 

30 Hesir somu riddarar

tykjast so mikið vera,

teir hava ikki onnur klæði

enn gull við vovin pera.”

 

31 “Eg vendi ikki aftur í ár,

eg fremji vilja mín.”

Keisarin kvittar í Garðaríki

við tólvjavningar sínar.

 

32 Hann kom at tí portrinum,

ei var lokin vandi,

tólv eru tær hvítabjarnir,

í teim portrum standa.

 

33 Hann kemur at tí borgarlið,

ei er búgvin frið,

tólv eru tær hvítabjarnir,

hvør í síni lið.

 

34 Hann kemur at teim grasgarði,

tað sigi eg tær satt,

trý hundrað riddarar

allir troða ein dans.

 

35 Trý hundrað riddarar

allir troða ein dans,

ein knekt ímillum hvørjar tvá,

teir halda sær svá í hand.

 

36 Tá ið teir skuldu dansin troða

so er sagt millum seggja,

ein stoltsjomfrú

millum hvørja tveggja.

 

37 Hesir somu riddarar

tykjast so mikið vera,

teir høvdu ikki onnur klæði

enn gull við vovin pera.

 

38 Keisarin gongur í hallina inn,

tað dansaði hvør ið kann,

gullskrúð stóð í hvørji vrá

tað hvimar av hvørjum rann.

 

39 Keisarin gongur í hallina inn,

tað dansaði, hvør ið kundi,

gullskrúð stóð í hvørji vrá,

eitt horn á teirra munni.

 

40 Keisarin gongur í hallina inn,

tykist komin í vanda,

ljósastakar og borðdúkar

tóktust á ongum standa.

 

41 Vindurin kom í neðra inn,

øll hornini tóku at blása,

ikki høvdu frakkamenn

verið í verri vási.

 

42 Borgin sýntist at kastast kring,

øll hirðin mundi tað valda,

upp lupu teir tólvjavningar,

og hvør mátti øðrum halda.

 

43 Svaraði keisarin Karlamagnus

við miklum øgdarbragdi:

“Eg minnist á tey orðini,

ið mín drotning sagdi.”

 

44 Villint tók tann gullbolt upp,

hann kastar á grønan vøll,

borgin tók at stillast við,

tá undraðist hirðin øll.

 

45 Keisarin lystir at sova gá,

hann gongur at glæstrihúsi,

steinbogi á gólvi stendur,

ein maður við kertuljósi.

 

46 Tólv vóru tær seingir gjørdar,

hvør við sínari grein,

har var einki annað ímillum

uttan silvurhellan ein.

 

47 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann gerst nú nýtur drongur:

“Nú skulum vit um treytir tala,

sum gitið man verða leingi.”

 

48 Svaraði Rólant, kempan sterk,

hann ráddi fyri gørpum snjøllum:

“Fyrstur skalt tú um treytir tala,

tí tú ræður fyri os øllum.”

 

49 “Hugsað havi eg um eina treyt,

fáur kann hana gita,

eta mat av keisarans borð,

so eingin skal fáa at vita.”

 

50 Svaraði Rólant, kempan sterk:

“Siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

51 “Eg skal taka mítt einivalshorn,

glaður foruttan vanda,

blása hár av keisarans høvur,

so bert skal eftir standa.

 

52 Eg skal hann á hálsin slá,

nú er mær treytin hálv,

kongur skal falla av hásæti

fram á hallargólv.”

 

53 Skrivar ein maður í steinboga,

hann gerst í hjarta ve:

“Slíki orð, tú talar,

Gud lati tey aldri ske.”

 

54 “Hoyr tú, Ólivur, kempan sterk,

siga skal tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

55 “Eg skal mær í moynnasal,

tað minnir meg brátt,

har skal eg mín vilja fremja,

hundrað ferðir á nátt.”

 

56 Skrivar ein maður í steinboga,

biður teir liva knept:

“Troyttast tú fyrr enn tú gert tað,

uttan tú ert av sparvaslekt.”

 

57 “Hoyr tú, Villum Kornus,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

58 “Eg skal taka tann gullbolt upp,

sum tríati gótu ei lyft,

við annari míni hondini

tað skal eg honum syfta.

 

59 Eg skal floyggja hann á slotsmúrin

glaður foruttan kvíða,

fjøruti favnar niður falla,

detta á hvørji síðu.

 

60 Skrivar ein maður í steinboga,

hann var ei fróur, ei glaður:

“Gert tú tað, tú sigur,

tá gert tú kongi stór skaða.”

 

61 “Hoyr tú, Olgar danski,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

62 “Mann og hest og brynju og hjálm

glaður foruttan vanda,

við svørði eg sjálvan Hákin kong [vegi]

so oddur í jørð skal standa.”

 

63 Skrivar ein maður í steinboga,

enn gjørdist í hjarta ve:

“Slíki orð, sum tú talar,

Gud lati tey aldri ske.”

 

64 “Hoyr tú, Turpin erkabisp,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

65 “Hugsaði eg um eina treyt,

hon mær væl skal ganga,

eg skal mær í dalin burt,

veita heim vatnið langa.

 

66 Eg skal veita fossin heim,

inn í Garðaríki,

stórar áir, stríðir streymar

fylla so fen og díki.

 

67 Eg skal veita fossin heim,

so staðurin tekur at halla,

kongur skal flytja í høga torn

við knektar sínar og jallar.”

 

68 Skrivar ein maður í steinboga,

hann var ei fróur, ei glaður:

“Gert tú tað, tú sigur,

tá gert tú kongi stór skaða.”

 

69 “Hoyr tú, hertug Nemus,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

70 “Eg skal rópa so hátt eitt róp,

so orna skal mítt blóð,

allir fiskar, í sjónum eru,

skulu leypa upp úr flóð.”

 

71 Skrivar ein maður í steinboga,

klæddur var í stál:

“Gert tú tað, ið tú sigur,

tá hevur tú hátt eitt mál.”

 

72 “Hoyr tú, Gerhard, kempa sterk,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

73 “Vil kongurin taka trý hundrað svørð,

venda allar oddar upp,

eg skal leypa á tornið á teim,

so ei skal skaða mín kropp.”

 

74 Skrivar ein maður í steinboga,

hann var ei teirra vinur:

“Gert tú tað, ið tú sigur,

tá hevur tú seigar sinur.”

 

75 “Hoyr tú Reimar, kempan sterk,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

76 “Vil kongurin taka eina kannu,

sjóða hana fulla av blý,

tá ið hon sýður alramest,

tá skal eg stíga harí.

 

77 Eg skal standa so leingi harí,

inntil tað er kalt,

standa so upp og rista meg,

og fella skal av mær alt.”

 

78 Skrivar maður í steinboga

klæddur var í skrúð:

“Gert tú tað, ið tú sigur,

tá hevur tú seiga húð.”

 

79 “Hoyr tú Bernhard, kempa sterk,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

80 “Vil kongurin taka fjórar hestar,

allir renna mót mær,

eg skal leypa av mínum á teir

í teirri somu ferð.

 

81 Vil kongurin taka fýra epli

i teirri somu ferð,

eg skal lofta øllum teim,

áður tey á jørðini eru.”

 

82 Skrivar ein maður í steinboga,

gav hinum lítla takk:

“Men høvdu allir talað sum tú,

slíkt var høvuðsnakk.”

 

83 “Hoyr tú Englar, kempa sterk,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysnis kjósa tær?”

 

84 “Hetta er mín hin síðsta treyt,

allar eru endar,

eg skal ganga burt hálva mílu,

mítt glavind tilbaka senda.

 

85 Eg skal skjóta tað á slotsmúrin

og leggja tvá peningar á,

annar hann skal stillur standa,

annar detta burt frá.”

 

86 Skrivar ein maður í steinboga,

er ei glaður, ei fró:

“Ert tú so snarur í fótum tínum,

tú tekur væl haru í skóg.”

 

87 Glaðir sova frankismenn,

til dagurin er ljús,

maður er gingin úr steinboga

og inn fyri kongin fús.

 

88 Loysir hann bræv frá belti á sær,

so gjørdi hann forðum,

har stóð mangt, sum skrivað var í,

men fátt av nýtum orðum.

 

89 Tað var enntá Hákin kongur,

hann letur av reiði renna:

“Karlamagnus og tólvjavningar

teir skulu á báli brenna.”

 

90 Drotning klæðir sjálva seg,

hon rópar alvæl hátt:

“Statt upp, keisarin Karlamagnus,

tú klæð teg alvæl brátt!

 

91 Tú statt upp, keisarin Karlamagnus,

tú klæð teg alvæl brátt,

tú tonk nú um tey orðini,

sum tú hevur talað í nátt!”

 

92 Tað var keisarin Karlamagnus,

ymsar litir fekk,

skundar so at kirkjuni,

at hvør um annan gekk.

 

93 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann gongur við súlum fram,

dúgva kom av himli niður

og setist á hans arm.

 

94 “Allar skalt tú treytir vinna,

tú og tínir menn,

sá er eingin í verðini,

ið tín javnlíki er enn.

 

95 Allar skalt tá treytir vinna,

um tær vóru fleiri,

hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

tú ger slíkt ikki meiri!”

 

96 Ólivur fór í moynnasal,

tað kom til so brátt,

har mundi hann sín vilja fremja

hundrað ferðir á nátt.

 

97 Villum tók tann gullbolt upp,

sum tríati gótu ei lyft,

við aðrari síni hondini

tað mundi hann honum syfta.

 

98 Floygdi hann hann á slotsmúrin

glaður foruttan kvíða,

fjøruti favnar niður fullu,

duttu á hvørji síðu.

 

99 Turpin veitti fossin heim

inn í Garðaríki,

stórar áir og stríðir streymar

fullu sum fen í díki.

 

100 Turpin veitti fossin heim,

so staðurin fór at halla,

kongur flutti í tornið heim

við knektar sínar og jallar.

 

101 Tað var keisarin Karlamagnus,

lá á knæ og bað,

vatnið tók at leypa burt

aftur í sama stað.

 

102 Ríða teir á grønum vølli,

fagur var mannaskari,

tað var keisarin Karlamagnus,

ið hærri krúnu bar.

 

103 Ríða út av Jarsalín,

ei var ferðin greið,

men Koronatus fylgdi teim

tríggjar dagar á leið.

 

Ríða teir út av Fraklandi

við dýrum rósinsaðil,

blæs í hornið Ólivant

í Runsival.

 

CCF 106-IV D

TSB E 1

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 37

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 105.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Billa Sofía Katrina Danielsdóttir  (1821-1871), Fámjin, ættað úr Vági, 1848.

 

E 1 Geipa táttur – (Boasting champions prove their championship)

Karlamagnus reypar av, at eingin er hansara líki. Drotningin svarar, at keisarin í Miklagarði er yvirmaður hansara. Hóast ávaringar fara Karlamagnus og menn hansara til Miklagarðs. Tá ið teir eru komnir vegin fram, lova teir allir at gera ávís roysni. Teimum eydnast at halda lyftini.

á føroyskum: CCF 106 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019