• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Geipa táttur

 

E.

 

CCF 106-IV E

TSB E 1

 

1 Eg kann onga skemtan gera

fyrr enn eg komi á gólv,

eg kvøðii um keisaran Karlamagnus

og hans javningar tólv.

 

2 Keisarin situr í gullstóli,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín ovurmann,

tað havi eg hugsað leingi?”

 

3 Allir droyptu høvdi niður,

eingin tordi tala,

uttan hansara sæla drotning,

ið betur hevði tagað.

 

4 “Hoyr tað keisarin Karlamagnus,

eg sigi tær av tí sanna,

Hugin kongur í Garðaríki

er tín ovurmann!”

 

5 Svaraði keisarin Karlamagnus,

letur á reiði renna:

“Er hann ikki mín ovurmann,

tú skalt á báli brenna.”

 

6 Tað var hansara sæla drotning,

aftur svaraði hon:

“Mangan verður ótta lagað,

eg eri tín egin kona.”

 

7 Teir saðlaðu hestar og riðu for dag,

so er greint fyri mær,

teir riðu seg í ein bý,

sum hans frændi var.

 

8 Tað er keisarin Karlamagnus,

hoyrir klokkur ringja,

tað er Turpin erkibisp,

hann letur messu syngja.

 

9 Tað var keisarin Karlamagnus,

hann til kirkju fór,

hann sá standa stólar tólv

allir í einum kór.

 

10 Hann setti seg í stólin tann,

sum sjálvur Jesus átti:

“Sitið nú allir tólvjavningar,

sitið nú alvæl sátt!”

 

11 Haki kom frá skógnum heim,

fagur sum nøkur sól,

hann sá kong og kempur tólv

og hvønn í sínum stóli.

 

12 Haki gekk til hallar heim,

og sigur teim øllum frá:

“Nú er hann komin av himmiríki,

einivoldskongur vár.”

 

13 Tað var Pól patriark,

tá fall hann í fátt,

skyndaði so at kirkjuni,

bæði skjótt og brátt.

 

14 Tað var Pól patriark,

hann til kirkju fór,

hann hevði ongar sveinar við sær,

men sína altarabók.

 

 

15 Tað er Pól patriark,

hann leit seg undan skildri:

“Sig mær keisarin Karlamagnus,

hvat tú higar vildi?”

 

16 Svaraði keisarin Karlamagnus,

báði við siðir og sóma:

“Til tess eri eg higar komin

at skoða teir halgudómar.”

 

17 Hann bar honum fram halgudóm,

tó teir fleiri væri,

bryst av jomfrú Mariu moy,

tátt av hennara hári.

 

18 Hann bar honum fram halgudómar:

sankta Símuns arm,

sjálvur Jesus lá tarí,

tá ið hann var eitt lítið barn.

 

19 Hann bar honum fram borðdúkin,

allur í gulli rendur,

sjálvur Jesus av himmiríki

turkaði sínar hendur.

 

20 Hann bar honum borðkerini,

báði smá og stór,

sjálvur Jesus drakk harav,

tá ið hann til himmals fór.

 

21 Tað var keisarin Karlamagnus,

talar orðum fá:

“Eg fari meg til Garðaríki

hetta sama ár.”

 

22 “Hoyr tað keisarin Karlamagnus,

góður vinur mín,

far tú ikki til Garðaríki

at tola ta mikla pínu!”

 

23 Svaraði keisarin Karlamagnus

báði við ilsku og reiði:

“Tó skal eg til Garðaríki,

eg komi ei aftur úr teirri.”

 

24 “Tá ið tú kemur mitt á leið,

alt sigi eg tær satt,

trýsinshundrað riddarar

teir ganga og troða ein dans.

 

25 Trý hundrað jomfrúvar,

tær ganga og troða ein dans,

knekt ímillum hvørja,

tær halda sær í hand.

 

26 Tá ið tey skulu dansin troða,

tá fer sátt millum seggja,

ein stoltsjomfrú

ímillum hvørja tveggja.

 

27 Tá ið tú kemur at borgarlið,

býst tær ei við frið,

standa har tvær hvítabjørnir

hvørjumegin lið.

 

28 Higar ið tær hvítabjørnir

vilja at tær leggja,

snarliga skalt tá vísa teim

*tær hvøssu svørðseggjar.

 

29 Higar ið tær síggja

svørðseggjum við,

báðar detta hvítabjørnir

steindeyðar niður.

 

30 Tá ið tú kemur at øðrum portri,

hallar inn á gólv,

standa har í bondunum

úlvhundar tólv.

 

31 Higar ið teir síggja

svørðseggjum við,

allir detta úlvhundar

steindeyðir niður.

 

32 Tá ið tú kemur innanhalla,

elvst tær meiri vandi,

borð og beinkir og ljósastakar

uppi á ongum standa.

 

33 Tá ið tú kemur innanhalla,

harmin manst tú kenna,

eiturkelda á gólvi stendur,

eldar á beinki brenna.

 

34 Borgin stendur á hundrað pillar,

sigur hvør av ið kann,

gullskrift stendur í hvøji vrá,

og pipar á hvæli rann.”

 

35 Hann fylgdi honum so langt á leið,

hann bað honum góðan dag:

“Fari nú heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær væl.”

 

36 Hann fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan frið:

“Fari nú heilur og happadrúgvur,

alt gangi tær við.”

 

37 Tá hann kom har mitt á leið,

alt segði hin satt,

trýsinshundrað riddarar,

teir ganga og troða dans.

 

38 Trýsinshundrað jumfrúvur,

tær ganga og troða ein dans,

knekt ímillum hvørja,

tær halda sær í hand.

 

39 [Nummar vantar].

 

40 Tá ið tey skuldu dansin troða,

tá fór sátt millum seggja,

ein stoltsjomfrú

ímillum hvørja tveggja.

 

41 Tá ið hann kom at borgarliði,

beyðst honum ei við frið,

stóðu har tvær hvítabjørnir

hvørjumegin lið.

 

42 Higar ið tær hvítabjørnir

vildu at honum leggja,

snarliga mundi hann vísa teim

*tær hvøssu svørðseggjar.

 

43 Higar ið tær sóu

svørðseggjum við,

báðar duttu hvítabjørnir

steindeyðar niður.

 

44 Tá ið hann kom at øðrum portri

hallaði inn á gólv,

stóðu har í bondunum

úlvhundarnir tólv.

 

45 Higar ið teir úlvhundar

vildu at honum leggja,

snarliga mundi hann vísa teim

*tær hvøssu svørðseggjar.

 

46 Higar ið teir sóu

svørðseggjum við,

allir duttu úlvhundar

steindeyðir niður.

 

47 Tá ið hann kom tá innanhalla,

harmin mundi hann kenna,

eiturkelda á gólvi stóð,

og eldar um beinkir brenna.

 

48 Borgin stóð á hundrað pillar,

sigur hvør av ið kann,

gullskrift stóð í hvørji vrá,

og pipar á hvæli rann.

 

49 Tá ið hann kom tá innanhalla,

elvist meiri vandi,

borð og beinkir og ljósastakar

uppi á ongum standa.

 

50 Keisarin stóð og sá hará,

- sigi tað av tí sann ‑

sjálvur gingu rættir fram,

og bar teir eingin mann.

 

51 Vindurin kom í neðra inn,

og hornini tóku at blása,

ikki tóktust frankismenn

hava verið í verri vási.

 

52 Borgin vildi kastast umkring,

ei var til góðs at valda,

upp lupu teir frankismenn,

og hvør greip í annan at halda.

 

53 Svaraði keisarin Karlamagnus,

kinnar ber hann so reyðar:

“Nú er av teim orðunum,

ið mín drotning segði.”

 

54 Hugin tók um gullbóltin,

hann kastar á grønan vøll,

so er mær á sonnum sagt,

tá stillaðist borgin øll.

 

55 Drekka teir í Garðaríki

bæði úti og inni,

drukku mjøð og klára vín,

vóru glaðir á hvørjum sinni.

 

56 Tá ið kongurin hvíla vildi,

gekk í glæstrihús,

steinbogi stóð á hallargólvi,

maður við kertuljós.

 

57 Steinbogi stóð á hallargólvi,

eingin ið hann kendi,

uttan var hann við tigulsteinar,

hol til báðar endar.

 

58 Steinbogi stóð á hallargólvi,

eingin mundi tað vita,

hvat teir vildu frankismenn

mæla ella gita.

 

59 Keisarin situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Nú vilja vit tær mentir kjósa,

gitið man verða leingi.”

 

60 Tí svaraði Rólant jall,

ei skal niður falla:

“Ber nú upp ta fyrstu treyt,

tí tær eruð ovur os allar!”

 

61 “Eg skal klæða út árla morgun

heidna mann og hest,

keisaran skal eg á hálsin sláa,

ger mær treytin mest!

 

62 Keisaran skal eg á hálsin sláa,

ger mær treytin stór,

langan veg av sínum hesti

fram á grøna jørð!”

 

63 Skrivar hann maður í steinboga,

tað mundi honum illa behaga:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá gert tú kong Hugin stór skaða!”

 

64 “Hoyr tú tað, Rólant jall,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

65 “Eg skal gera eitt ódnarróp,

orna skal mítt blóð,

hjørtir og so alskyns djór

skulu leypa burt á skóg.

 

66 Eg skal taka mín gylta lúður

alt fyri uttan vanda,

blása hár av keisarans høvdi,

bert skal eftir standa.”

 

67 Skrivar hann maður í steinboga,

tykist komin á vanda:

“Gert tú tað sum tú sigur,

tá hevur tú sterkan and.”

 

68 Hoyr tað tú nú, Óluvur jall,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

69 “Eg skal meg í moynnasal,

tað geri eg so brátt,

har skal eg mín vilja fremja,

hundrað reisir í nátt.”

 

70 Skrivar hann maður í steinboga,

virðiliga knekt:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá ert tú av spurruslekt.”

 

71 “Hoyr tú tað nú, Viljorm Kornus,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

72 “Eg skal taka gullbóltin,

ið fimtan gat ikki lyft,

við aðrari míni hendini

tá skal eg honum syfta.

 

73 Eg skal stoyta hann mót slotsmúrin,

‑ gitið man verða víða ‑

tretivu favnar niður fella,

fella pá hvørja síðu.”

 

74 Skrivar hann maður í steinboga,

tað mundi honum illa behaga:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá gert tú kong Hugin stór skaða.”

 

75 “Hoyr tú tað nú Eingilbret,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

76 “Eg skal stíga í blýkarið,

tá ið tað heitast sýður,

rista tað so burt av mær,

tá ið dagurin tekur at líða.

 

77 Vil kongurin taka eina kannu,

sjóða hana fulla av blý,

tá ið hon *kókar allarmest,

tá skal eg stíga harí.

 

78 Eg skal standa harí so leingi,

inntil tað er kalt,

standa so upp og rista meg,

og fella skal av mær alt.”

 

79 Skrivar hann maður í steinboga,

hann talar nú og nú:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú seiga húð.”

 

80 “Hoyr tað, Turpin erkabisp,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

81 “Hugsað havi eg um eina treyt,

væl skal hon mær ganga,

eg skal mær í dalin út

at veita tann fossin langa.

 

82 Eg skal veita fossin heim,

heim í Garðaríki,

tjúkkan ís og stríðan streym,

rætt sum fen í díki.

 

83 Eg skal veita fossin heim,

stórur skal hann falla,

kongur skal leypa í høgasta torn

við knektar sínar og jallar.”

 

84 Skrivar ein maður í steinboga

-          gerst um hjartað ve ‑:

“Slíki orð, sum tú talar,

Gud gevi, tey aldri ske.”

 

85 “Hoyr tú, Olgar danski,

vilt tú, siga mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

86 “Hugsað havi eg um eina treyt,

tað man vera ein gaman,

eg skal slá[a] borgina umkring,

so alt skal falla til saman.”

 

87 Skrivar ein maður í steinboga,

so lágliga man hann tala:

“Tað hoyri eg á orðum tínum,

at tú dugir væl at prála.”

 

88 “Hoyr tú tað nú, Rípar,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hetta land

til roysni kjósa tær?”

 

89 “Vil kongurin taka hundrað svørð,

og seta allar oddar upp,

eg skal leypa á øllum teim,

tað ei skal skaða mín kropp.”

 

90 Skrivar ein maður í steinboga,

ei var teirra vinur:

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá hevur tú seigar sinar.”

 

91 “Hoyr tú tað nú, Reimar,

vilt tú siga mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

92 “Vil kongurin taka tríggjar hestar,

sleppa eftir vegnum fram,

eg skal leypa so brádliga

á tann fremsta fram.”

 

93 “Hoyr tú tað nú, Viljorm Kornus,

vil tú siga mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

94 “Hugsað havi eg um eina treyt,

gera tað alvæl snar,

taka burt rættir av kongsins borði,

so eingin verður tað var.”

 

95 Skrivar ein maður í steinboga

-          so lágliga man hann tala –

“Gert tú tað, sum tú sigur,

tá dugir tú væl at stjala!”

 

96 “Hoyr tú, Groddur hin gamli,

siga skalt tú mær,

hvat vilt tú í hesum landi

til roysni kjósa tær?”

 

97 “Hugsað havi eg um eina treyt,

allar eru til enda,

eg skal ganga burt hálva míl,

mítt spjót tilbaka senda.

 

98 Eg skal strita tað mót slotsmúrin

og leggja tveir pengar hará,

tann eini hann skal niður falla,

tann annar liggja eftirá.

 

99 Eg skal renna so brádliga

í teirri somu ferð,

at eg skal lofta báðum teim,

áðrenn teir á jørðini er.”

 

100 Skrivar ein maður í steinboga,

við so lítið ljóð:

“Ert tú so snarur á fótunum,

tú tekur væl haran í skóg.”

 

101 Tað var árla um morgunin,

dagurin var ljús,

maður er gingin úr steinboga

og inn fyri kongin fús.

 

102 Loysir hann bræv frá belti á sær,

hann kastar á kongsins borð,

har var skrivað mikið í,

fátt av sonnum orðum.

 

103 Svaraði keisarin 'Karlanaadus',

letur á reiði renna:

“Keisarin og tólvjavningar,

teir skulu á báli brenna.”

 

104 Tað var keisarin Karlamagnus

fyrsta svøvn hann fekk,

tað var hansa[ra] sæla drotning

honum í dreymar gekk.

 

105 “Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

klæð teg væl og brátt,

tonk upp á tey orðini,

sum talað vóru í nátt!”

 

106 Tað var keisarin Karlamagnus

ymsar litir fekk,

hann skundar sær so at kirkjuni,

hvør um annan gekk.

 

107 Tað var keisarin Karlamagnus,

gekk við kirkjuni fram,

dúgvan kom av himmiríki,

setti seg á hans arm.

 

108 “Tær skuluð vinna treytirnar,

tó tær vóru fleiri,

hoyr tað, keisarin Karlamagnus,

tala slíkt ikki meiri!

 

109 Allar vinnur tú treytirnar,

tú og tínir menn,

tað er eingin í verðini,

tín javnlíki er enn.”

 

110 Viljorm hann tók gullbóltin,

fimtan gat ikki lyfta,

við aðrari síni hendini

yvir múrin syfti.

 

111 Ólavur fór í moynnasal,

tað gjørdi hann so brátt,

har mundi hann sín vilja gera

hundrað gangir á nátt.

 

112 Turpin veitti fossin

heim í Garðariki,

tjúkkan ís og stríðan streym,

rætt sum fen í díki.

 

113 Turpin veitti fossin heim,

stórur mundi hann falla,

kongurin leyp í hægsta torn

við knektum sínum og jøllum.

 

114 Tí svaraði Hugin kongur,

 ‑'Vuggjin' stendur í droyra –

“Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

eg vil ongar treytir hoyra!”

 

115 Tí svaraði Hugin kongur

í øðrum orði tá:

“Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,

lat vatnið flóta frá!”

 

116 Tað var keisarinKarlamagnus,

lá á knæ og bað,

tá tók vatnið at flóta burtur

aftur um sama stað.

 

117 Gingu teir á vøllin út,

so er sagt fyri mær,

men tað var keisarin Karlamagnus,

ið hægri krónu bar.

 

CCF 106-IV E

TSB E 1

 

Handrit: Kvæðasavn Jakob Jakobsens FLB JJ B.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 42

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 119.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johan Henrik Schrøter  (1842-1911), Sandi, ættaður úr Trongisvági, 1887.

 

E 1 Geipa táttur – (Boasting champions prove their championship)

Karlamagnus reypar av, at eingin er hansara líki. Drotningin svarar, at keisarin í Miklagarði er yvirmaður hansara. Hóast ávaringar fara Karlamagnus og menn hansara til Miklagarðs. Tá ið teir eru komnir vegin fram, lova teir allir at gera ávís roysni. Teimum eydnast at halda lyftini.

á føroyskum: CCF 106 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019